týsdagur 16. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
Prestar sýta donskum bispum
at prædika í Føroyum
Prestar í Christianskirkjuni og í Vesturkirkjuni sýta saman við kirkjuráðnum í
Klaksvík fyri, at danskir biskupar sleppa at prædika í teimum báðum kirkju-
num. Orsøkin er, at biskuparnir taka undir við samkyndum paralagi
JOHN JOHANNESSEN
Hvørki Karsten Nissen,
biskupur í Viborg, ella Jan
Lindhardt, biskupur í Ros-
kilde, sleppa at prædika í á-
vikavist Christianskirkjuni
ella Vesturkirkjuni annan
Hvítusunnudag, eins og
Føroya bispur hevði ætlað.
Hesum
hava
Bergur
Debes Joensen, sóknar-
prestur í Suðurstreymoyar
vestara prestagjaldi, og stór-
ur meiriluti av kirkjuráð-
num í Klaksvík saman við
sóknarprestunum,
Niels
Paula Danielsen og Hans
Eileri Hammer syrgt fyri.
Orsøkin til, at donsku
biskuparnir ikki sleppa at
prædika í Føroyum er, at teir
28. oktober 1997 skrivaðu
undir eitt skriv, sum gevur
loyvi til at boða frá sam-
kyndum paralagi í kirkjuni.
Bert eitt tilboð
Donsku prestarnir hava
saman við øðrum norður-
lendskum prestum fingið í
boðið frá Hans Jacob Joen-
sen, bispi, at prædika í Før-
oyum annan Hvítusunnu-
dag í sambandi við, at teir
eru við til hátíðarguðs-
tænastuna fyri túsund ára
haldið fyri kristniboðan
Føroya.
Bispur sendi í mars sókn-
arprestunum kring landið
skriv, har hann boðaði frá,
at hann hevði boðið ávísum
útlendskum
bispum
at
prædika í ávísum føroysk-
um kirkjum. Í brævinum
gjørdi bispur vart við, at
sóknarprestarnir skuldu siga
honum frá sum skjótast, bar
tað ikki til at lata hesar bisp-
ar prædika.
Svar er síðani komið frá
báðum prestunum í Klaks-
vík saman við kirkjuráðnum
og frá Bergi Debes Joensen,
sóknarpresti í Suðurstreym-
oyar vestara prestagjaldi.
Hesi ynskja ikki, at fáa
danskar biskupar, sum taka
undir
við
samkyndum
paralagi, at prædika í kirkj-
um sínum.
Føroya Bispur hevur tikið
mótmælini til eftirtektar, og
tí verður bert vanlig guðs-
tænasta við vanligu sóknar-
prestunum í hesum báðum
kirkjunum annan Hvítu-
sunnudag. Bispur ger greitt,
at talan var bert um eitt til-
boð til kirkjurnar, og tá
prestarnir ikki ynskja at taka
av tilboðnum, tekur hann
hetta til eftirtektar.
Skilir ikki hugburðin
Føroya Bispur er tó ikki feg-
in um mótmælini. Hann vís-
ir á, at eitt er at vera ósamd-
ur um ávísar lutir í trúarlív-
inum, men at tað er nakað
annað at sýta starvsfeløgum
at
halda
eina
vanliga
guðstænastu við vanligari
prædiku.
– Tá eg sendi út tilboðið
um at lata útlendsku bisku-
parnar prædika í Føroyum,
roknaði eg als ikki við, at
nakar trupulleiki fór at
standast av hesum, sigur
Hans Jacob Joensen.
Bispur vísir á, at hóast
donsku biskuparnir og før-
oysku prestarnir, ið hava
sýtt teimum at prædika, eru
grundleggjandi
ósamdir,
merkir hetta ikki, at præd-
ikan, ið kemur frá donsku
biskupunum er verri enn
tann frá føroysku prestun-
um.
Í hesum sambandi vísir
bispur á, at Paulus í brævi
til filippimanna sigur, at vit
ikki eiga at leggja í, hvør
prædikar, men hvat præd-
ikað verður. Tað avgerandi
er sambært bispi, at Kristus
verður boðaður.
Stríðir móti
samvitskuni
Bergur Debes Joensen,
sóknarprestur, sigur seg
kenna seg noyddan at mót-
mæla, at Jan Lindhardt
prædikar í Vesturkirkjuni.
Hann sigur, at Jan Lind-
hardt, sum ovasti myndug-
leiki fyri kirkjuna, hevur
sett prestarnar og kirkjuna í
eina sera ótolandi støðu.
– Geri eg ikki vart við, at
eg eri ímóti hugburðinum
hjá Lindhardt, røki eg ikki
mína skyldu móti kirkjunar
harra og hansara orði.
Bergur Debes Joensen
vísir á, at hann í sínum
prestaembæti
fyrst
og
fremst skal vera trúgvur
móti Guði og orði hansara.
Tí tekur hann ikki undir við
uppskotinum hjá bispi.
Kortini ásannar Bergur
Debes Joensen, at prædik-
an, Lindhart hevði hildið
annan Hvístsunnudag, helst
hevði verið í lagi. Men tað,
at maðurin, sum kirkjurnar
hægsti myndugleiki, hevur
gjørt greitt, at hann tekur
undir við samkyndum para-
lagi og at hesi kunnu fáa
kirkjuliga signing, heldur
Bergur Debes Joensen vera
nóg mikið til, at hann eigur
at siga frá.
Hevur biskupurin loyvt
sær at skriva undir áður-
nevndu yvirlýsing, heldur
Bergur seg eisini hava rætt
til at siga frá síni hugsan.
– Spurningurin um sam-
kynd paraløg verður helst
tikin upp aftur í føroysku
kirkjuni. Tí er tað umráð-
andi at vera vakin og siga
frá í góðari tíð, so vit ikki í
Føroyum
fáa
líknandi
signingar. Eg kann bara
gera tað, sum eg kann, og
tað er at at siga frá, og tað í
góðari tíð, ger Bergur Deb-
es Joensen greitt.
Tað eydanðist ikki Sosi-
alinum at fáa viðmerkigar
frá sóknarprestunum báðum
í Klaksvík, Niels Paula
Danielsen og Hans Eileri
Hammer, til málið.
Bergur Debes Joensen hevur ikki samvitsku til at lata
danskan biskup, ið tekur undir við samkyndum para-
lagi, prædika í Vesturkirkjuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Andstøðan ósamd
Smábørn bíðaðu til
fánýtis eftir bussi
Danir vunnu Grand Prix
Leygarkvøldið vunnu Olsen brøðurnir vegna Danmark Grand
Prix sangkappingina 2000. Ikki síðani 1963 hava danir verið
á odda og ikki øll vóru so vís í, at teir nakrantíð aftur fóru at
koma á ovastu rók. Ummælarar fóru ikki væl við Olsen
brøðrunum undan kappingini
DAGFINN OLSEN
Tá Jørgen og Noller Ol-
sen vunnu Grand Prix
leygarkvøldið, vóru tað
als ikki tveir spáddir
vinnarar, ið fegnir kundu
syngja
vinnaralagið
Smuk som et stjerneskud.
Í 1963 vunnu Grethe
og Jørgen Ingemann
vegna Danmark við lag-
num Dansevise. Síðani
hevur verið misjavnt við
eydnuni hjá dønum í prix
sangkappingini og røddir
hava verið frammi um, at
danir áttu at tikið seg
burturúr kappingini. Eis-
ini hava ávísar broytingar
verið, ið hava bent tann
vegin.
Glaðir taparar
Ikki øll hava gott at bera
donsku luttøkni í Grand
Prix seinnu árini og um-
mælarar eru ikki farnir
væl við Olsen brøðrunum
undan kappingini leygar-
dagin.
Í Aktuelt leygardagin
skrivar Sørine Gotfredsen
grein, har hon heldur lítið
um donsku luttøkuna
seinnu árini og heldur
ikki væntaði hon sær stór-
vegis frá Olsen brøðru-
num. Hon nevnir teir De
glade tabere.
Hon metti í leygardags
grein síni, at danir eiga at
kenna stoltkeika, tá teir
leygarkvøldið fara til
botns í prix kappingini,
tí hetta vísir, at danir hava
valt við hjartanum og ikki
lata seg stýra av vinnara
útrokning ella trongd til
at líkjast restini av Eu-
ropa.
Med »Smuk som et
stjerneskud« har Brødre-
ne Olsen ikke alene skre-
vet en usangbar og char-
merende umelodisk sang,
der truer med at gå mum-
lende i stå, hver gang der
ikke er noget omkvæd -
de udgør også med deres
midaldrende ansigter og
hyggelige slidte stemmer
lige præcis det par, man
ville elske at få på besøg
i sin kolonihave, sigur
ummælarin.
Mett verður víðari í
greinini, at hetta við ikki
at vinna er júst tað, ið
danir hava gjørt í áravís.
Hon ivast tó í, um tað
altíð er við vilja, at danir
velja ein tapara at senda
avstað, ella um tað til tíðir
veruliga verður hildið, at
nú er ein møguleiki.
Gotfredsen
heldur
fram: Men her til lands
lever den indre Olsen i
allerbedste velgående, og
i det øjeblik de to brødre
i aften går på scenen i
Stockholm og blinker
hjem til os,, vil vi plud-
selig vide besked.
Så vil det stå klart, at
vi igen har valgt med
hjertet og intet andet, og
at de to musikalske pæda-
goger - Jørgen og Noller
- ikke vinder Grand
Prix'et, og at det dybest
set heller ikke var det, vi
valgte dem til.
Vi valgte dem for de-
res grånende hår og nos-
talgiske værdi og for de-
res glade runde budskab
- og vi valgte dem, fordi
en ganske bestemt side af
vores danske natur stadig
i visse sammenhænge
pludselig slår helt suve-
rænt igennem.
Sólin sær á taparar
Olsen brøðurnir hava ver-
ið við í mong, mong ár.
Báðir starvast teir innan
skúla og mentan, og hava
tónleikin framíhjá.
Eftir danska siðurin
leygarkvøldið
fegnast
fjølmiðlarnir. Ekstrablað-
ið skrivar um Guderne
Olsen og at teir báðir -
midaldrende pædagoger -
vórðu heiðraðir í Tivoli
av fólki í túsundtal. Poli-
tiken metir vinnaralagið
sum eitt stjørnuskot til
eina milliard, um ein
hugsar um marknaðar-
førslu av Danmark.
Óvantaður sigur?. Ja,
kanska, men Danmark er
aftur við í fremsturøð, hó-
ast myrku og heldur nið-
urgerandi spádómarnar
undan kappingini. Grein-
in í Aktuelt endar soleið-
is:
Det bliver en lykkelig
lørdag aften for Dan-
mark, for vi vil komme
til at sige godnat til Sve-
rige med oprigtigheden
og to rare brødre i behold.
Vi har nemlig ikke
valgt at sende en taber til
det internationale Melodi
Grand Prix, fordi vi de-
monstrativt vil holde fast
i os selv og vores sær-
kende - vi vælger en ta-
ber, fordi vi hinsides mu-
sikalske ambitioner og
påvirkning fra den store
verden stadig af og til be-
finder os helt i hænderne
på den glade indre Olsen.
I aften, når »Smuk som
et stjerneskud« ryger di-
rekte til bunds, vil vi ty-
deligere end længe forstå,
at det er smukt at tabe,
når man gør det, fordi
man har valgt sig selv, og
når natten sænker sig
over Stockholm, vil vi
tænke præcis, som Brød-
rene Olsen selv gjorde i
deres store hit fra 1973:
For what we are, and
what we'll be - the sun
keeps shining on losers
like you and me
Vi taber i aften, og vi
gør det med glæde, for vi
gør det som os selv.
Men tað skuldi ganga
øðrvísi, enn ummælarin
spáddi, og leygarkvøldið
vann
Danmark
aftur
Grand Prix á øðrum sinni.
Fyrru ferð var í 1963.
Olsen brøðurnir
vunnu leygarkvøldið
Grand Prix
sangkappingina
2000, hóast mong
spáddu øðrvísi
Mynd: Jens Kristian
Vang
DAGFINN OLSEN
Nógv hevur verið frammi
um framtíðarætlanirnar við
Postverkinum, nú penga-
kassin brátt er tómur og pen-
ingur má finnas, skal Post-
verkið ikki steðga upp.
Men hvat heldur andstøð-
an um prátið um at gera
Postverkið til alment parta-
felag?
Edmund Joensen, formað-
ur Sambandsfloksins, heldur
hetta vera tað einasta rætta.
Skótalívið er hart. Serstakliga, um ein ferðast við- Strandferðsluni
og Bygdaleiðum, kundi ein skoytt uppí. Hetta staðfesti í hvussu er
ein skótaleiðari um vikuskiftið, tá hann bíðaði longi á Drelnesi við
4 til 10 ára gomlum úlvungum
DAGFINN OLSEN
Tað gjørdist ein verulig
skótaroynd hjá úlvungunum
úr Vagi, tá teir skuldu vestur
í Vágarnar um vikuskiftið at
luttaka á skótalegu.
Leiðararnir høvdu boðað
Strandferðsluni og Bygda-
leiðum frá, at tey vóru ein
bólkur, ið skuldi við, so tað
skuldi alt verið í lagið. Tað
var tað bert ikki.
Rúni í Lágabø, leiðari,
sigur, at tá tey fóru úr Vági
Fríggjadagin klokkan 13:30,
var bert ein fullur busur til
taks, men skótabólkurin
passaði inn, men tey máttu
standa uppi.
– Restin av ferðini gekk
fínt, tað er bert her suðuri,
at tað er galið, sigur Rúni í
Lágabø.
Leygarkvøldið fóru úlv-
ungar og leiðarar við Smyrli
klokkan 20 úr Havn og hildu
seg nærum vera heima, tá
tey komu á Drelnes klokkan
22:15. Tey høvdu jú boðað
frá, at tey sum bólkur komu.
Hesi boð vóru bara ikki
komin til Suðuroyar.
Bert ein lítil bussur stóð á
bryggjuni og fleiri ferðaløg
vóru við henda túr. Ungu
úlvarnir
og
leiðararnir
passaðu ikki við í bussin.
- Eg ringdi á Farstøðina í
Havn, tí her suðuri er eingin,
ið vit kunnu venda okkum
til. Tað er alt í Havn. Eg fekk
eitt mobiltelefon nummar.
Har lovaði ein at senda boð
eftir bussi. Hesin var ikki
høviskur ella bað orsaka, og
hann helt, at hetta kundi ikki
hava so nógv uppá seg. Men
bussur kom eingin, greiður
Rúni í Lágabø frá.
Hjálp fekst sostatt ikki úr
Havn hjá skótaleiðarunum,
sum stóðu á Drelnesi klokk-
an 22:30 við 4 til 10 ára
gomlum børnum.
Leiðararnir fingu tískil
sjálvir bussføraran á lítla
bussinum, at ringja til buss-
Sambandsflokkurin metir tað vera púra beint at gera Postverk-
ið til alment partafelag, meðan Javnaðarflokkurin hinvegin
metir hetta vera púra burturvið
førara í Sumba. Hesin hevði
frí, og helt til alla lukku eitt
friðarligt vikuskifti, so hann
hevði møguleika og stundir
at koma á Drelnes, hóast
langa teinin.
Rúni Í Lágabø leggur aft-
urat, at Strandferðslan kundi
um ikki annað givið boð, tí
so kundu leiðararnir ringt til
foreldrini at børnunum og
biði tey komið eftir teimum.
Fartelfon bjargingin
– Eitt eldri par var eisini við
hesa ferðina og sluppu held-
ur ikki við. Tey vitja javnan
í Suðuroynni, men teirra
ræðsla er at koma til Suður-
oyar, tí slíkar hendingar eru
ikki óvanligar. Eg hevði far-
telefon og tað var heppi.
Ein mynttelefon er á stað-
num, men hon er inni-
stongd. Tískil ringdi eg eftir
einum hýrivogni til parið, so
tey sluppu til hús, greiðir
Rúni í Lágabø frá.
Hann sigur, at slíkar hend-
ingar koma javnan fyri, eis-
ini hjá øðrum ferðaløgum,
ið ferðast í bólki, t.d. ítrótt-
arfólki.
Eftir
hendingina
við
bussinum, ið ikki kom fram,
hava skótaleiðararnir hjá
ungu úlvungunum prátað
við stjóran á Strandferðsl-
uni, Reidar Nónfjall, ið or-
sakaði hendingina og segði,
at hetta mátti fáast í rættlag.
Menniskjasligt mistak
Tað eydnaðist ikki blaðnum
at fáa orð á Reidar Nónfjall
í gjár, men Dánjal Petur
Lamhauge, ið hevur ábyrgd-
ina av bussunum og sum var
maðurin, sum skótaleiðarar-
nir á Drelnesi fingu í tele-
fonhornið leygarkvøldið,
sigur, at talan var um sam-
anfallandi misskiljingar og
menniskjaslig mistøk.Hann
váttar, at leiðararnir høvdu
sent fax og boðað frá.
– Eg var staddur í Søldar-
firði, tá tey ringdu. Eg ringdi
til ein bussførara, sum ikki
kundi fara avstað, men sum
skuldi biða ein annan fara.
Eg livdi so í hesi trúgv, sig-
ur Dánjal Petur Lamhauge,
ið ikki fekk gjørt stórt meira,
tá skótaleiðararnir seinni
ringdu og søgdu honum, at
tey stóðu framvegis á
Drelnesi.
Dánjal Petur Lamhauge
sigur, at viðurskiftini eru
sera trupul í Suðuroynni, tí
bussarnir eru lítlir. Hann vil
tó ikki vátta, at nakað ítøki-
ligt verður gjørt fyri at bøta
um hetta.
Hann vísir hinvegin á, at
ofta er neyðugt við smáum
bussum, tí fleiri smáir tunlar
eru í oynni, sum størri buss-
ar ikki sleppa ígjøgnum.
Hann metir, at talan er um
keðiligt mistak, men hevur
ikki nøkur troystarorð til
suðuroyingar, tí hann metir,
at ringt verður at fyrbirgja
slíkum hendingum í fram-
tíðini.
– Í seinastu samgongu
legði Ivan Johannesen lógar-
uppskot fram um at skipa
Postverkið um til alment
partafelag. Men hetta datt
niðurfyri, tá val varð útskriv-
að, sigur Edmund Joensen.
Hann er tó framvegis vísur
í, at hetta er rætta leiðin at
ganga. Hann heldur, at
støðan er einki broytt, men
leggur afturat, at flokkurin
hevur ikki viðgjørt hetta av
nýggjum.
Edmund Joensen metir, at
ein má laga seg til broyttar
tíðir og viðurskifti. Hann
vísir t.d. á skeivleikan í, at
Postverkið legði leygardagin
burturúr, tí onnur taka yvir
virksemið, sum er slíkan
dag, og tey taka aðrar upp-
gávur við sær eisini.
Edmund Joensen heldur,
at samgongan er ikki før fyri
at skera ígjøgnum og at hetta
verður verri fyri hvønn dag
sum gongur, tí Postverkið
fær meira og meira at vinna
inn aftur.
– Tað eru politikararnir, ið
mugu taka støðu, tí leiðslan
kann einki gera, vísir Ed-
mund Joensen á.
Púra burturvið
Javnaðarflokkurin er ikki
samdur
við
Sambands-
flokkinum um framtíðarván-
irnar hjá Postverkinum.
Kristian Magnussen úr
Javnaðarflokkinum
sigur
seg ikki skilja, hvørjum tað
skal tæna, at gera Postverkið
til alment partafelag.
– Tað er púra burturvið.
Tað kann millum annað føra
til, at umstøðurnar hjá
starvsfólkinum versna. Post-
verkið hevur samfelagsliga
funktión. Rættast er at geva
Postverkinum nóg mikið av
peningi, so arbeiðið kann
gerast,
heldur
Kristian
Magnussen.
Hann minnir á, at spurn-
ingurin er ikki so einfaldur.
Á mongum smærri plássum
er posthúsið einasta almenna
kontór
– Nú fáa fólk ikki eingang
bløðini leygardag. Hvat er
ætlanin. At spara og lata
børn renna við postinum,
spyr Kristian Magnussen, ið
heldur tað vera ábyrgdar-
leyst av politikarum at lata
Postverkið koyra seg í óføri.
Skótalívið er hart. Leygar-
kvøldið sluppu 4 til 10 ára
gamlir úlvaungar ikki uppí
bussin hjá Bygdaleiðum í
Suðuroynni. Bussarnir í
oynni eru ov smáir og
orsøkin er mongu smáu
tunnlarnir í oynni, sigur
Strandferðslan