týsdagur 16. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
HØGNI MOHR
Kavafonnin grætur.
Seinasta vika og viku-
skiftið gjørdist endaliga
uppgerð lýkkunnar við
treiskar og haldførar fannir.
Sum heild er ikki óvan-
ligt, at mei er góður. Men
sjáldsamt er, at góðveður er
so mangar dagar í einum.
Heilt hampuligt veður hev-
ur verið í Føroyum einar
tvær til tríggjar vikur, men
leygardagin kom vakra vár-
veðrið á hæddina við hita
omanfyri 16 stig í skugg-
anum.
Spæl og matgerð
Úr øllum heraðshornum
frættist, at mongu hitastigini
elvdu til, at kærkomin und-
antaksstøða hevur verið sett
í gildi í annars væl skipað-
um gerandisdøgum og viku-
skiftum. Sumtstaðni hava
mølir og strendur verið til-
taklaðar av fólki. Og í áum
og løkum spældu ørgrynna
av bæði børnum og vaksn-
Farvæl fonn
VEÐURFRØI. Undantaksstøða hevur verið galdandi í Føroyum seinastu dagarnar. Vermandi vársólin vann á mjørka og
kulda fleiri morgnar á rað, og føroyski spontaniteturin kom væl við, tá ið fólk nutu sjáldsama góðu dagarnar
Vatnkríggj í Vestmanna. Ítróttarlærarinnurnar báðar, Gyðja og Annika, sleptu 7. flokki
út í Gjógvará í góðveðrinum tórsdagin. Hetta var seinasti ítróttartími, áðrenn flokkurin
fer á setursskúla í Hetlandi 22. mei. Ovfarakátu næmingarnir vóru sum brótaraross, men
tað var í berari frøi. Ein av næmingunum, Emma nevnd, noyddist at taka eina heila
skotríð av smørtum fremmandaorðum í nýtslu til tess at lýsa støðuna: »Hetta er ultra,
mega, mega, ultra, deiligt...«
Mynd: Jens Kristian Vang
Hendan myndin talar fyri seg. Viðmerkjast skal, at hon er tikin í Føroyum
leygardagin, tá ið myndamaður okkara var á Leynasandi og hugdi seg um.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bardagi millum vetur og
vár úti á Høgareyni
millum Vestmanna og
Kvívík tórsdagin. Í
vegjaðaranum liggur
fonnin frá seinasta
stórkavanum í andarleypi.
Nú tygum lesa hetta, er
fonnin óivað minkað
munandi, ja kanska horvin
heilt. Tí sólin helt fram at
bræða, vikuna út.
Mynd: Jens Kristian Vang
um. Flestu grillirnar vórðu
drignar út í tún, og handils-
fólk hava selt rúgvur av koli
til hesa óvanligu matgerð
undir opnum hválvi.
Stongt vegna veður
Óvitar hava eisini ligið í báti
á firðum og vøtnum. Og
nógv fólk hava verið langar
gongutúrar í haga og mill-
um bygda. Skúlar og sunnu-
dagsskúlar hava slept van-
ligum fyriskipanum og
ístaðin latið sól og ætt av-
gjørt, hvaðar leiðin skuldi
ganga; einasta treyt hevur
verið, at farið varð burtur
úr kvalnum skúlastovum og
salum.
Veðurprát
Hóast næturnar hesa ársins
tíð kunnu vera kaldar; fyrsti
summardagur er ikki fyrr
enn 25 mai; so hava grannar
hugnað sær í urtagørðunum
við mati og víni til langt
eftir miðnátt um vikuskiftið.
Høvuðsevnið, ið tosað
varð um við borðini, sigst
at hava verið...veðrið!
Skifta vita í Dímun
Dímunarvitin skal skifta frá gassi til sólorku. Gamli vitin
verður tikin niður í summar, og ein nýggjur settur upp
EDVARD JOENSEN
Vitin í Stóru Dímun syngur
nú seinastu regluna. Hann
verður tikin niður beint eftir
1. juni, og ein nýggjur verð-
ur settur uppaftur.
Í tíðarskeiðnum frá 1. juni
til hálvan juli er vitin sløkt-
ur, tí so mikið ljóst er, at
ikki verður hildið neyðugt
at lata hann lýsa.
Avgjørt er, at skiftast skal
frá at brenna gass til sól-
orku, og gamli vitin skal tí
skiftast út við ein meira tíð-
arhóskandi.
Óla Jákup úr Dímun,
bóndi í Stóru Dímun, sigur,
at hann skal stoypa funda-
mentið, sum nýggi vitin
verður settur á. Tilfarið til
nýggja fundamentið varð
flogið við tyrluni úr Sand-
vík hósdagin. Nýggi vitin
fer at standa á sama stað,
sum tann gamli stendur.
Nýggi vitin verður heldur
størri enn tann gamli, sigur
Óla Jákup úr Dímun. Hann
verður rundur og víðari um-
máls, eins og hann verður
hægri, enn tann gamli var.
Tí skal fundamentið eisini
gerast eitt sindur størri. Og
tað er hetta arbeiðið, dímun-
arbóndin skal gera. Sjálvur
vitin verður so flogin út við
tyrlu og festur á boltarnar.
Síðan kemur fólk at mont-
era og binda leiðingar í.
Sólorka
hevur
verið
roynd í samband við vitar-
nar í Føroyum í nøkur ár,
og hevur virkað væl.
Annars sigur Óla Jákup
úr Dímun, bóndi í Stóru
Dímun, at samskiftið í
oynna í aðrar mátar er ikki
nóg gott.
Fyri einum ári síðan
hevði Sosialurin samrøðu
við dímunarbóndan, har
hann lat at, at internetsam-
bandið í oynna var ógvuliga
svikaligt.
Síðan hevur hann skift út-
gerðina út fyri at vita, um
tað kundi vera orsøkin. Men
skilið er tað sama, hóast
hann hevur fingið nýggja
teldu og tað, sum til hoyrir.
Óla Jákup úr Dímun sig-
ur, at hann fær samband og
kann byrja at arbeiða við
onkrum, men so slóknar aft-
ur. Tað ber stutt sagt ikki til
at líta á internetsambandið
í Dímun.
Tá hugsað verður um um-
Tyrlan flutti hósdagin tilfar til fundamentið undir nýggja vitan úr Sandvík til Dímunar
( Mynd: Áki Bertholdsen)
Skotar
kanna havið
Hósdagin kom skotska havrannsókn-
arskipið Scotia á Havnia. Skipið er
við í eini verkætlan, sum eisini um-
fatar kanningar undir Føroyum
Skotska
havrannsóknar-
skipið Scotia kom á Havn-
ina hósdagin og fór avstað
aftur fríggjadagin.
Skipið er við í eini verk-
ætlan, sum EU fíggjar, og
sum umfatar streym- og
hitamátingar av sjónum
millum Føroyar og Skot-
land, sigur Bogi Hansen á
Fiskirannsóknarstovuni.
støðurnar annars, átti júst
internetið at verið tann leið-
in, har dímunarfólk fingu
samband við umheimin.
Um fuglin sigur Óla
Jákup úr Dímun, at tað hev-
ur verið heldur minni av
lunda at sæð í bakkanum,
enn tað var hesa tíðina í fjør.
Men nú skuldi hann helst
komið, tí verpingartíðin er
við at vera komin.
Um lomvigan sigur hann,
at har hevur hann ikki rætti-
liga kannað eftir, hvussu
støðan er. Men hann metir
tó, at tað man vera á leið
tað, sum hevur verið seinnu
árini.
Scotia hevði tikið onkran
streymmátara upp og kom
til Havnar at skifta battarí.
Hetta verður gjørt her, tí
mátarin er av sama slagi,
sum føroyingar brúka, og
lættast var at koma hendan-
vegin at fáa tað gjørt, sigur
Bogi Hansen.
ej
Skotska havrannsóknarskipið Scotia fór av aftur Havnini
fríggjamorgunin
Mynd: Álvur Haraldsen
Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna
Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds
fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti
við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið
kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska.
Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan
verður tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best.
Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis!
Vatnsoyra
Vatnsoyra Snikkaravirki pf.
H
www.h-window.fo
10 ára trygd
stephanssons hús
Træverja ella sólkrem?