Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 EDVARD JOENSEN Aftur vóru rósur á vegnum, tí ein unglingi ikki var meira. Og einaferð enn runnu sálmareglurnar fram fyri teg, har takkað verður: »...for rósurnar á vegnum, fyri tornar millum tær.« Men tá tú stendur so bók- staviliga uppi yvir rósunum, sum lagdar eru á vegin, er ilt at síggja annað enn torn- ar, og tú kennir als einki vera at takka fyri. Vit hava lyndi til at fara at hugsa og tosa um, at nú má okkurt gerast. Tað ber ikki til, at hetta skal blíva við, at ung fólk doyggja so- leiðis í ferðsluni. Men hygg eftir, um nakað verður gjørt, annað enn at tosa beint eftir, at vanlukk- urnar eru hendar. Og hvør hevur skuldina annar enn tann einstaki, sum má taka ábyrgdina av sær sjálvum og egnum handlingum? Stutt og greitt: Eingin. Í staðin fyri at tosa og geva øllum hinum skuldina, eiga fólk at spyrja: »Hvat gjørdi eg undan eini slíkari vanlukku, sum kundi fyri- byrgt henni? Hvussu ofta talaði eg at, tá onkur var, sum ikki helt ferðslulógina? Nær forðaði eg seinast ein- um fullum persóni at fara í bilin?« Skulu fólk vera erlig, fara helst tey flestu at svara: »Ongantíð«. Nei, ongantíð. Tí fólk eru í roynd og veru ræðuskítar, sum lata alt um seg ganga, fyri frið skuld. Vit mugu ikki blanda okkum uppí, hvussu onnur Aftur ein deyðsvanlukka Sunnumorgunin doyði aftur ein ungur maður av ferðsluvanlukku á Vatnavegnum í Vágum. Sýslumaðurin heldur tó ikki, at sjálvt vegastrekkið er serliga vandamikið. Tað eru tey, sum koyra, sum eiga at ansa eftir sær sjálvum, heldur hann fólk liva. Tað mugu hann sjálvur og løgreglan um, nær hann koyrir fullur. Eg skal ikki gerast óvinur við nakran. Og so framvegis. Men hvussu so, tá tað gongur út yvir teg sjálvan. Tá ein ørvitisknokkur koyrir onkran av tínum egnu nið- ur? Hvat hugsar tú tá? Soleiðis verður tosað millum fólk, eftir slíkar van- lukkur, sum ta, sum hendi sunnumorgunin. Aftur nú. Vegurin í lagi Ein 20 ára gamal maður doyði sunnumorgunin av ferðsluvanlukku á Vatna- vegnum í Vágum. Á hesum vegastrekkinum fram við Leitisvatni eru fleiri álvars- ligar vanlukkur hendar fyrr. Og fleiri hava kravt manna- lív. Men virkandi sýslumað- urin í Vágum, Reðin Leons- son, heldur ikki, at til ber at geva júst hesum vegastrekki við Leitisrætt skuldina fyri tær vanlukkurnar, sum hendar eru. Væl er ein bugur í veg- num, men vegurin er góður og útsýnið júst har er gott báðar vegir, sigur hann. Uttan at taka í nakað ávíst mál, sigur Reðin Leonsson, at tað, sum umræður, er hugburðsbroyting.Vit mugu fáa fólk at læra at hava á- byrgd av sær sjálvum. Upp- lýsing heldur enn ræðuher- ferðir, er einasta loysnin. Reðin Leonsson vísir á, at støðan hóast alt er mun- andi batnað seinnu árini. At so vanlukkur henda, ber ikki til at verja seg ímóti. Tað vil altíð vera so, men kann tó undir ongum umstøðum bara góðtakast, at fólk í besta aldri fara soleiðis, sigur hann. Tosað verður dúgliga um bæði eitt og annað, sum kundi verðið gjørt, tá so- leiðis er. Og hugskotini tróta ikki. Ofta koma ræðsluher- ferðirnar aftur upp á tal. Seta krossar fram við veg- num. Myndir av tí deyða. Og hvat fólk nú kunnu finna uppá. Nógv hevur verið roynt, sigur Reðin Leonsson, men líkt er til, at tann gylti mill- umvegurin er ótrúliga ring- ur at finna. Fólk fáa skelk og halda seg í skinninum eina løtu. Men tað gongur bara heilt stutt tíð, so er líka galið aftur. Fáa vit ikki tosað fólk til fornuft soleiðis, at tey minn- ast tað, tey hava lært, er vist einki at gera við tey, heldur sýslumaðurin í Vágum. Hann heldur tó, at tey sum halda, at tað hevði ver- ið eitt hugskot eisini at farið í studentaskúlar og teknisk- ar skúlar við ferðsluundir- vísing, eru á rættari leið. Tað er í fínasta lagi, at farið verður út í barnaskúl- arnar at læra børnini, hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni. Men tað er hóast alt í studentaskúla- aldri og har á leið, at fólk fara at taka koyrikort. Og tá høvdu tey ivaleyst havt gott av eini endurnýggjan av tí lærdómi, tey fingu í barnaskúlanum. Fyri deyvum oyrum Hóast sjálvt vegastrekkið við Leitisrætt hevur kravt fleiri mannalív, heldur Reð- in Leonsson, at tað er annað strekki á Vatnavegnum, sum er nógv vandamiklari. Nevniliga strekkið millum Leitisrætt og grótbrotið við Vatnsoyrar. Har er rætt og slætt farligt at loyva yvirhálingum, sigur Reðin Leonsson. Hann sigur, at hann í fleiri ár hevur roynt at fáa merkt økið soleiðis, at bannað verður at yvirhála. Men einki hoyrist frá viðkom- andi, sum hava myndug- leika at gera nakað her. Á vegastrekkinum, Reðin Leonsson tosar um, er ringt sýni, og har kann tí vera rættiliga vandamikið at yvirhála ein annan bil. Ferð- slan á hesum vegnum er rættiliga nógv. Bilar og bussar koyra til og frá flogvøllinum. Og tað er ofta við nógvum fólki. Fólk skunda sær til flogfarið. Og ikki minni tá komið verður aftur, og ferjan skal náast á Oyrargjógv. Tað er eingin ivi um, at onkrar svakligar yvirháling- ar eisini verða gjørdar har. Sýslumaðurin sigur, at hann hevur frætt frá fleiri buss- førarum, sum koyra flog- rutuna, at teir eru ikki altíð heilt tryggir við tað, sum har fer fram. Sjálvandi ber ongantíð til at tryggja seg móti tí, tann einstaki kann finna uppá. Men Reðin Leonsson sigur, at hann arbeiðir hart fyri at fáa nýggjar avmerkingar á Vatnavegnum. Tað hevur hann gjørt leingi. Hóast fleiri deyðsvanlukkur eru hendar á hesum vegastrekkinum við Leitisvatn, heldur sýslumaðurin ikki, at tað er sjálvur vegurin, sum hevur skuldina. Fólk mugu læra at taka ábyrgd av sær sjálvum, heldur hann Mynd: Edvard Joensen So kann onkur siga, at tann, sum ikki virðir ferðslulógina sum so, legg- ur heldur einki í, um eitt skilti kemur í vegkantin, ella ein strika verður málað á vegbreytina. Kann vera, heldur sýslu- maðurin. Men tá eingin av- marking er, halda fólk kanska, at her er trygt at yvirhála, hóast umstøðurnar vísa nakað heilt annað. Verða avmarkingar gjørd- ar, kann tað halda onkrum frá at yvirhála á einum strekki, har tað ikki er til- ráðiligt. Og tað kann so aft- ur vera við til at fyribyrgja onkrari vanlukku, sigur Reðin Leonsson, virkandi sýslumaður í Vágum. Blómur vórðu lagdar við vegin, har ein ungur maður doyði av ferðsluvanlukku sunnu- morgunin ( Mynd: Edvard Joensen) BÁRU-BINGO Sosialurin - 311820 Stórt Báru-bingo verður í høllini á Kambsdali leygardagin 20. mai kl. 15.30 Eisini er møguleiki at vinna: Dúgvan fer av Klaksvík kl. 14.20 av Leirvík kl. 20.50 ÓKEYPIS buss-samband verður báðar vegir ÍALT 60 VINNINGAR Vælkomin á BINGO við Føroya bestu og flestu vinningum. Hetta er seinasta Báru-Bingo áðrenn summarsteðgin. BYGDARFELAGIÐ BÁRAN Í ÁRNAFIRÐI BÁRUHJÓLIÐ NÚ 21.000 kr. Hópin av øðrum góðum vinningum Athlon 650 MHz 10.2Gb Hardisk 3.5"diskladrev 8x/40xDVD drev PCI-128 ljóðkort 90W hátalarasett 56K modem Knappaborð og mús Windows 98 128Mb RAM 32Mb Geforce skermkort 17" Samsung litskerm 720x1440 dpi 5 síður/minuttin Írokna parallelkaal, blekkpatrónir og drivarar Athlon Telda Epson litprintari • TELDU • PARABOLSKIPAN digital og analog + 28" SJÓNVARP 100hz. • UTTANLANDAFERÐ VIÐ SMYRIL LINE VIRÐI 21.000 KRÓNUR