Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 JÓGVAN HUGO GARDAR, OSLO Steinar Bastesen hevur í nógv ár staðið á odda fyri norskum hvala- og kópa- veiðumonnum. Flestu djór- averndarfelagsskapir, sum Greenpeace og Sea Shep- herd, hava brúkt Bastesen sum sína ímynd upp á ónd- skapin, sum fólkasløgini í norðuratlantshavi fremja móti havsins súgdjórum. Steinar Bastesen er í dag fólkavaldur og situr í Stór- tinginum umboðandi Strandaflokkin (Kystparti- et). Hann bert ristir við høv- dinum, tá vit fortelja, at nú ger Watson seg til at fara í hernað móti føroyingum og grindadrápinum. - Tað fyrsta tit eiga at gera er at syrgja fyri, at sjóverjan er brynjað til at taka ímóti Watson og hansara harka- liði. Og ger hvat sum helst fyri at forða honum atgongd til føroyska havn. Eisini eiga tit at nokta honum at- gongd til føroyskt sjóøki. Er lóggáva ikki fyri at nokta honum atgongd, so er at broyta lógina sum skjótast. Føroyingar hava loyvi at verja seg móti yvirgangi móti eini lógligari og burð- ardyggari hvalaveiðu, sigur Steinar Bastesen. Hann heldur, at føroying- ar als ikki eiga at vera bang- nir fyri at Føroyar skulu koma í ringt orð úti í heimi, um teir steingja dyrnar fyri Paul Watson og hansara skipi. - Paul Watson er óynsktur í Íslandi, og í Noregi er hann eftirlýstur fyri yvirgang. Tað skal bara mangla, at før- oyingar ikki eisini skulu kunnu geva honum greið boð um at fara heimaftur. Finnið fram gomul gørn Fyri norska hvalaveiðu- mannin er tað ikki ókent at stríðast móti einum manni, sum Paul Watson. Hansara ráð til føroyskar grinda- menn eru klár. - Farið í neystið og finnið fram gomul gørn og gamlar endar. Takið hettar við um- borð, og kemur Paul Watson og skip hansara nærhendis grindaflokkinum og før- oysku bátunum, syrgið fyri at kasta hettar fyri skrúvuna á amerikanska hirðanum. Best er sjálvandi, um ein veirur kann fáast um skrúv- una. Tá kann sjóverjan bara festa veirin umborð og toga Watson til havs aftur. Minn- ist til, at her er ætlanin at forða fyri at føroyingar skulu veiða ein, hval sum ikki er hóttur, og eingi for- boð finnast móti hesi veiðu í altjóða felagsskapum. Steinar Bastesen sigur, at føroyingar eisini mugu ansa eftir, at Paul Watson og Sea Shepherd ikki koma nær- hendis einum møguligum grindadrápi, har smáir bátar eru staddir. - Fyri Paul Watson hevur tað stóran týdning at fáa myndir av sær sjálvum og Sea Shepherd merkinum knýtt at einum grindadrápi, har sjógvurin er reyður og blóðið sproytar. Tá kann hann fara út og lokka meir pengar burturúr stórbýar- fólkum, sum halda tað vera ræðuligt, sum fer fram í Føroyum. Tað kemur ikki fyri, at hesir felagsskapir fortelja óvitandi, penga- sterkum fólkum um veru- leikan aftan fyri til dømis grindadráp. Einki verður sagt um, at hetta er ein burð- ardygg veiða av einum djóri, sum tað er nógv til av. Mynd av sóknar- onglinum Steinar Bastesen er ikki í iva um, at einasta endamál við Norskur stórtingslimur: Blakið Paul Watson aftur til havs Føroyingar eiga at gera alt, sum er møguligt fyri at forða fyri, at Paul Watson nærkast grindadrápi. Uttan blóð á myndunum minkar inntøkan hjá Watson, og tað eru pengar, ið eru tann drívandi megin hjá honum, sigur Steinar Bast- esen, kendur hvalaveiðumaður og limur í norska Stórtinginum ÓLAVUR Í BEITI Heðin Mortensen, løg- tingsmaður Sambands- floksins, setti herfyri Høgna Hoydal, landsstýr- ismanni í sjálvstýri, seks spurningar í sambandi við fullveldisætlanina. Fyrst vildi Heðin Mortensen hava at vita, hvussu nógv fólk hava verið og eru í starvi í sambandi við mál- ið, og svarar Høgni Hoy- dal, at 2 fólk eru beinleið- is starvssett hjá landsstýr- inum í sambandi við sjálvstýrismál. Og viðvíkjandi spurn- inginum um PR-fólk, sig- ur Høgni Hoydal, nei, onki fólk er sett í starv í Danmark fyri at gera PR- arbeiði fyri fullveldinum. – Kann landsstýrismað- urin upplýsa fyri tingi- num, hvat fullveldisætl- anin higartil hevur kostað, og hvussu nógv hon í framtíðini fer at kosta ? spyr Heðin Mortensen í fjórða spurningi, og Høgni Hoydal svarar, at í fíggjarárinum 98 vórðu 463.000 kr nýttar til sjálv- stýrismál, í 99 5.441.000 krónur, og í figgjarárinum 2000 eru 487.714 kr hig- artil nýttar. Í ár eru annars játtaðar 5,08 milliónir kr til sjálvstýrismál, og sjálvstýrismál hava sostatt higartil kostað 6.487.714 kr; meðan økið við árslok fer at hava kostað 10.984.000 kr. hesi 3 árini tilsamans, sigur Høgni Hoydal. Ikki ábyrgd landsstýrisins – Hevur landsstýrið ætl- anir um at geva andsstøð- uni sama møgulleika, at kunna um alternativar møguleikar til fullveldis- ætlanina (her verður hugsað um tekniskar- og fíggjarligar møguleikar), spyr Heðin Mortensen, og sjálvstýrismálaráðharrin svarar, at tað er lands- stýrisins ábyrgd at kunna um síni politisku mál. Tað er ikki landsstýrisins á- byrgd at leggja til rættis ella fíggja kunning um onnur mál enn tey, lands- stýrið stendur fyri. – Men kortini er ætl- anin, at saman við lógar- uppskotinum um fólkaat- kvøðuna verður eitt upp- skot um eykajáttan til stuðul til flokkar og møg- uligar felagsskapir, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvøðuna, so her fara tey sum eru fyri og tey sum eru ímóti at hava eins góðar møguleikar, sigur Høgni Hoydal. Atkvøðurætt Og viðvíkjandi spurning- inum um atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni miklu um framtíðarstøðu Føroya, sigur Høgni Hoydal, at hetta er ein spurningur, sum løgtingið ger av. – Landsstýrið fer at leggja uppskot til lóggávu fyri tingið um fólkaat- kvøðu, har ásetingar verða gjørdar um hetta. Spurningurin er ikki end- aliga viðgjørdur og ym- iskar meiningar eru í landsstýrinum um, hvat uppskotið skal vera. Eis- ini eru nógvir løgfrøðis- ligir trupulleikar tengdir at hesum. Tá landsstýrið er spurt um hetta hava vit svarað, at tað mest sann- líka er, at tað vera tey somu sum tey, ið hava at- kvøðurætt til løgtingsval, sigur Høgni Hoydal m.a. í svarinum til spurningar- nar frá Heðin Mortensen. Atkvøðurætt til løgtingsval er treytin til fólkaatkvøðuna Landsstýrið fer at leggja uppskot til lóg- gávu fyri tingið um fólkaatkvøðu, har áset- ingar verða gjørdar um hetta. Spurningurin er ikki endaliga viðgjørdur og ymiskar meiningar eru í landsstýrinum um, hvat uppskotið skal vera, sigur Høgni Hoydal í svari til fyrispurning ferðini hjá Watson er egin- lýsing og ikki at verja grind- ahvalin. - Tað sum er av størsta týdningi er at syrgja fyri, at halin av tíðindafólkum sum koma við Watson ikki fáa høvi til at taka myndir av grindadrápinum, grinda- knívinum, sóknaronglinum og einum føroyingi, sum tekur lívið av einum hvali. Helst vil hann eisini hava lýst óvitar sum blóðtystar drápsmenn. Fær hann ikki hesar myndirnar, so er her- ferðin fullkomiliga mis- eydnað, og pengarnir koma ikki inn í kassan. Teir bara renna út. Steinar Bastesen sigur, at eitt tað besta dømi um, hvussu lítið hesir felags- skapirnir vita um havsins súgdjór, er tíðspunkti, Wat- son hevur valt at fara til Før- oyar. - At Sea Shepherd hava valt juni og juli til at steðga grindadrápinum prógvar, hvussu lítið tey vita um hesa veiðu. Paul Watson hevur blandað saman grindadráp og norsku hvalaveiðuna. Vit skjóta hval í juni og fyri ein part í juli, men grindahval- urin kemur jú ikki nær landi fyrrenn í august. Hetta vísir eina fyrireiking, sum er burturúr vón og viti. - Eg havi als einki til yv- urs fyri Paul Watson, Greenpeace og øllum has- um djóraverndarfelagskap- unum, sum bert hava til endamáls at tjena pengar. Felagsskapirnir eru als ikki Í juni í 1986 handtók løgreglan í Havn fólk frá Sea Shepherd Steinar Bastesen er ikki í iva um, at einasta endamál við ferðini hjá Watson er eginlýsing og ikki at verja grinda- hvalin áhugaðir í at verja djórini. Tey vera bert brúkt fyri at fáa pengar inn í kassarnar, sigur Steinar Bastesen. Stevnir Greenpeace Hann fyrireikar nú eina stevning móti Greenpeace, tí felagsskapurin hevur brúkt Bastesen í eini kam- panju, har hann verður víst- ur fram sum ein vandamikil drápsmaður, sum aftur kann drepa. Samstundis verður Bastesen tengdur at fólkum á uttarsta høgraveingi. - Hetta er bert enn eitt dømi um, hvat hesir felags- skapir gera fyri at súgva pengar burturúr óvitandi stórbýarfólki og øðrum, sum ikki vita, hvat er satt í hesum málinum. Hvalir og kópar eta fleiri ferðir tann toskin, vit og aðrar tjóðir fiska, men eingin skal fáa loyvi at halda kópa- og hvalastovnarnar á einum lægri støði. Nú vilja tey eis- ini steðga toskaveiðuni, tí stovnurin skal vera hóttur. Hetta líkist ongum, og hval- aveiðutjóðirnar eiga at standa saman í stríðnum móti lygnum og ósannind- um um hesa veiðu. Reidar Nónfjall, væntar, at tað fer at ganga, um enn tað skal lagaligheit til frá øllum pørtum. Claymore tekur ikki meiri enn helvtina av tí farmi, sum Smyril tekur, men hann vónar at suðuroyingar skilja støðuna og góðtaka hetta sum eina neyðloysn ímeðan Smyril er í dokk. –Og eg má enn einaferð minna á alternativið og tað hevði verið uppaftur verri. – Tí støðan er nevniliga Hesi vanlukkuni væntar hann at sleppa undan, nú Claymore skal sigla, tí hon tekur hóast alt nokk so fitt av farmi og fólki. Ferðaætlan er lýst og eftir henni skal Claymore sigla tvær ferðir um dagin ímill- um Havnina og Suðuroy. – Sostatt fáa vit flutt 600 ferðafólk og 100 bilar, ella 12-14 trailarar um dagin. So nakran ruðuleika væntar hann ikki, tó at okk- urt verður, sum fer at elva um kvøldið og um náttina, sigur Strandferðslustjórin Strikað av kortinum Hinvegin halda bæði bý- ráðsformaðurin í Vági og á Tvøroryi, at hetta er mest- sum at strika Suðuroynna av Føroyakortinum. Teir siga, at støðan er als ikki nøktandi, tí teir ivast ikki í, at proppur kemur í ferðasambandið. – Tað er nógv fyri, at fólk ikki skulu sleppa at ferðast, ÁKI BERTHOLDSEN Tað fær ikki bara avleið- ingar fyri ferðasamband- ið ímillum Havnina og Suðuroynna, at Smyril nú skal í dokk, og at eitt nógv minni skip skal sigla fyri hann í seks vik- ur, hetta til Jóansøku. Tað fær eisini avleið- ingar fyri teir suðuroy- ingar, sum skulu uttan- lands. Nú Claymore skal sigla, er nýggj ferðaætlan løgd, sum leggur upp fyri, at skipið bæði er minni, og siglur seinni enn Smyril. Eftir teirri fyribils ferðaætlanini skal Claymore sigla av Tvør- oyri tríggjar morgnar um vikuna klokkan seks. Tað eru mánamorgun, fríggjamorgun og sunnu- morgun. Hinar fýra dagarnar, týsdag, miku- dag, hósdag og leygar- dag, siglur Claymore av Tvøroyri klokkan 7. Men hann hevur næst- an tríggjar tímar um at sigla norður til Havnar, og tað ber í sær, at hesar dagar sleppa suðuroyingr ikki við flúgvaranum, utt- an at fara norður dagin fyri. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta er ein spurningur, sum tey hava hugsað sera nógv um. Men vit komu til ta niðurstøðu, at tað er ov strævið fyri suðuroy- ingar, um Claymore skal sigla hvønn morgun kl. 6. Annars er fiskatúrurin av Drelnesi hóskvøld fluttur fram frá kl. 19 til kl. 18.30 og hann er sam- stundis gjørdur til farma- túr burturav. Ferðaætlanin til Suðuroynna broytt: Náa ikki flúgvaran 4 dagar um vikuna tað ikki er avgjørt neyðugt at taka hann við. –Støðan er ógvuliga harmilig. Tað er harmiligt, at fólk ikki sleppa at ferðast, sum tey vilja. Tað er eisini harmiligt, um tað verður neyðugt at avlýsa ymisk til- tøk tí at ferðasambandið er so vánaligt. – Men tað er eisini harmi- ligt fyri Strandferðsluna, tí vit missa eisini stórar inn- tøkur, tá ið fólk ikki fáa ferðast, sum tey vilja. ÁKI BERTHOLDSEN – Tær næstu seks vikurnar verður suðuroyggin mest- sum strikað av Føroyakort- inum. Tað halda bæði býráðs- formaðurin í Vági og á Tvøroyri. Sostatt hava teir ikki so øguliga stórt álit á ensku ferjuni Claymore, sum skal røkja ferðasambandið ímill- um Suðuroynna og Havnina tær næstu seks vikurnar Smyril er nú á beding á Skála og samstundis verður enska ferjan Claymore sett í rutusigling ímillum Havn- ina. Tað er væl minni enn Smyril, og tað eru mong, sum stúra fyri, at hon fer ikki at klára allan flutningin, sum er ímillum Suðuroynna og Havnina. Stjórin á Strandferðsluni, Næstu seks vikurnar mugu suðuroyingar vera lagaligir tann, at hetta var einasta skip, sum fást kundu. Og eydnaðist tað ikki at faá Claymore í evstu løtu, so var onki skip yvirhøvur at seta í Suðuroyarsiglingina og tað hevði rætt og slætt verið ein vanlukka. til forargilsi hjá nógvum. Eitt nú vónar hann, at fólk skilja støðuna og ikki taka tað ov illa upp, um tað ikki altíð eydnast at sleppa við, akkurát tá ið tey vilja. Hann heitir eisini á fólk um at lata bilin standa, um Men sum støðan var, var onki annað at gera, tí vit fingu ikki játtanina frá løgtinginum fyrrenn beint nú, leggur hann afturat. Og Smyril, hann skal vera liðugur til Jóansøku. Um neyðugt verður arbeitt bæði sum tey vilja, sigur Jógvan Krosslá í Vági. Dan Nielsen á Tvøroyri heldur ikki tað verða ómak- in vert at gera fleiri við- merkingar til málið, tí tað er longu so nógv sagt og skrivað, hóast alt var til fá- nýtis. Men teir eru báðir samdir um, at hetta er politiskur kleyvarskapur. – Tað tekst ikki frá Strandferðsluni, at hon gjørdi vart við trupulleikan í góðari tíð og bað um eyka- játtan til endamálið, siga teir báðir. Og teir halda, at tað er skammiligt, at tað skuldi enda soleiðis, hóast øll vistu av tí í góaðri tíð. Teir spyrja, hví løgtingið ikki akkurát tað sama kundi játta Stand- ferðsluni peningin á jólum, ístaðin fyri at játta hann nú - tá ið tað var ov seint. Flutti yvir 1000 bilar. Og taðskerst ikki burtur, at tey, sum stúra fyri gongdini hava hagtølini í sínum parti. Claymore tekur 50 per- sónbilar ella sjey treylarar uppá 12 metrar hvør. Tað gevur í mesta lagi 700 persónbilar ella 98 treylarar um vikuna uppá 12 metrar. Manningin á Smyrli upplýsir at í farnu viku flutti Smyril 1.000 persónbilar, 60 bingjur uppá seks metur hvør, 10 bingjur uppá 12 metrar hvør, umframt 25 treylarar uppá 12 metrar hvør. Harumframt flutti Smyril heilt nógvar lastbilar. Og lagt verður afturat, at hetta er vanligur flutningur hesa árstíðina, so tað er ikki frítt, at manningin á Smyrli stúrir eitt sindur fyri, hvussu tað fer at ganga. – Sum allaroftast er dekk- ið á Smyrli heilt fult hvønn einasta túr og tað er er eitt ordiligt pusslispæl at lasta og stúva hann rætt so at alt sleppur við, siga teir. Ikki minst eru teir iva- samir, sum arbeiða á dekk- inum, tí tað verða teir, sum koma at standa fremst fyri, tá tað ikki gongur eftir vild hjá ferðafólki. Annars er serlig ferðaætlan løgd fyri Claymore og eftir henni verður ikki silgt á Vág hesa tíðina. Men ferðaætlanin er yvirhøvur løgd soleiðis, at suðuroyinar kunnu vera eins leingi Í Havn, sum tá ið Smyril siglur. Hon er eis- ini samskipað við Bygda- leiði, sjóleiðir og flúgvara. Claymore- salongin Claymore skal sigla sín fyrsta túr ímillum Havnina og Suðuroynna í kvøld, tá ið hon fer av Havnini og suður á Tvøroyri. Myndin er úr salongini, har umstøðurnar eru góðar, men hon brúkar ein hálvan tíma longri um túrin, enn Smyril Á biladekkinum tekur Claymore bara helvtina av tí, sum Smyril tekur og stóri spurningurin er, um hon klárar at føra alt. Í seinastu viku førdi Smyril tilsamans 95 trailarar og bingjur, umframt 1.000 persónbilar og heilt nógvar lastbilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Claymore hevði klárað at ført. Tí hon hevði bara klárað 700 persónbilar –Tær næstu seks vikurnar verður tað strævið at ferð- ast ímillum Suður- oynna og Havnina. Stjórin á Strand- ferðsluni vónar, at suðuroyingar skilja støðuna