Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 JAN MÜLLER Tað er ein fegin og bjart- skygdur býráðsformaðurin, sum nú er komin heimaftur á klettarnar úti í Atlantshavi, tí við sær hevur hann eina rættiliga avgjørda fatan av, at olja finst í føroysku und- irgrundini. -Fólk, sum eg hitti, tosaðu um føroysku oljuna, sum var hon til. Vit vita tað jú ikki, og tí ætla eini 15 oljufeløg sær at lata umsókn um leitiloyvi í næstu viku, men tað er kort- ini gott at vita sær, at ser- frøðingar av ymsum slag, úr allari verðini, ið hittast í Houston, við so stórari vissu kunnu siga, at olja er í okkara undirgrund. Týdning at luttaka Leivur Hansen dylur ikki fyri, at ferðin til Houston var eitt stórt upplivilsi og hevur hon eisini givið sær nógv at hugsa um. -Eg síggi, hvussu umráðandi tað er hjá okkum føroyingum at luttaka á slíkum fram- sýningum, og tí síggi eg eis- ini fram til, at føroyingar fara at luttaka á ONS-olju- messuni í Stavanger í au- gust sigur hann og vísir á, at hann knýtti mong týðandi vinabond á messuni í Texas. Túrurin hevur sannført bý- ráðsformannin í landins størstu kommunu, at tað hevur alstóran týdning at hava samband við onnur til tess at kunna byggja upp eitt forstáilsi fyri hvørjum øðr- um. Heldur man so burtur, so er man sleptur uppá fjall. Tí er tað skilagott av før- oyingum at vera við á bæði fiskivinnu-, ferðavinnu- og oljumessum heldur Leivur Hansen. -Tað er greitt, at Norð- sjógvurin og Atlantsmótið er ikki tað tú hoyrir nógv til á slíkari messu, tí tað eru tey trý økini, Mexicoflógv- in, Brasilia og Vesturafrika, sum standa ovast á lista- num, tá ræður um framtíðar leitiøki. Men lat okkum nú sleppa í gongd í Føroyum Leivur Hansen, býráðsform. heimaftur av oljumessu í Texas: – Tey tosa um føroyska olju sum var hon til Nú um dagarnar kom býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen heimaftur av áhugaverdari og heldur sjáldsamari ferð. Saman við umboðum fyri Stavanger kommunu hevur hann vitjað heimsins størstu oljumessu, hana í heimsins oljuhøvuðsstaði, oljuvinnunar Mekka, Houston í Texas. Og boðskapurin hann hevur heimaftur við sær er eingin minni: olja er í føroysku undirgrundini - wait and see. eisini, so koma vit kanska at venda hesi myndini sigur ein rættiliga bjartskygdur Leivur Hansen, sum sigur seg hava nógv at takka norðmonnum fyri, at hann kom við á messuna. Avjgørd um olju her Leivur Hansen sær vitjanina sum ein lið í tí samstarvi, ið er við at taka seg upp mill- um stóru oljubýirnar kring Norðsjógvin, Stavanger og Aberdeen og nú eisini Tórshavn. Í oktober í fjør varð Tórshavn boðin við til WECP-stevnu í Stavanger, sum 10 orkubýir ymsa- staðni í heiminum standa fyri. Tað var annars á olju- ráðstevnuni í Aberdeen í fjør, at Leivur Hansen kom í samband við norðmenn, sum buðu føroyingum at vera við í orkubýarsam- starvinum. Tað var tá, at býráðsformaðurin í Havn varð boðin við til Texas sum partur av tí 300 stóra norska luttakaraskaranum. Noreg hevði sín egna bás á mess- uni í Houston. Leivur Han- sen sigur, at hóast hann var einsamallur føroyingur har, so kendi hann seg ikki einsamallan. -Tað kom heilt óvart á meg, at so mong fólk á messuni, kendu og vistu um Føroyar og at tey vóru so avgjørd um, at olja finst her. Hetta er 32. árið á rað, at Houston,oljuvinnunar Mekka, er vertur fyri heims- ins størstu oljumessu. 80 lond luttóku hesaferð. Norðmenn hava verið við seinastu 15 árini. Á oljumessuni í Aberdeen í fjør varð avtala gjørd mill- um Tórshavnar Kommunu og býarstýrið í Aberdeen um framtíðar samstarv. Í tí sambandi varð avgjørt at seta hvør býurin skuldi seta eina seksmannanevnd til at fylla út karmin í samstarv- inum. Havnin hevur nú valt sína nevnd, sum m.a. fær til uppgávu at fyrireika vitjan- ina hjá borgarstjóranum í Aberdeen, Margareth Smith í næstum. Hetta er ein vitjan sum hon sær nógv upp til, tí hon metir samvinnuna við Føroyar av so stórum týdn- ingi. Oljan knýtir saman Fyri at enda sirkulin so ætl- ar Tórshavnar Kommuna eisini at fáa eitt samstarv við Stavanger Kommunu. Og tá ONS-ráðstevnan verður í Stavanger í august fara tær báðar kommunurnar at skriva undir eina avtalu, sum skal stuðla uppundir bæði mentanarligt og vinnuligt samstarv millum býirnar og fyritøkur í báð- um plássum. Leivur Hansen sigur, at norðmenn hann møtti í Houston eru sera fegnir um, at Atlantsflog fer undir beinleiðis rutusam- band millum Føroyar og Stavanger, men tað kom eitt sindur óvart á teir, at teir einki vistu um nýggju rut- una. -So eg kann bert bera hesi boðini víðari til At- lantsflog sigur býráðsfor- Leivur Hansen, býráðsformaður her saman við fyrrv. og núverandi borgarstsjórum í Stavanger og borgarstjóranum fyri Sandnes kommunu maðurin, sum sjálvur sær stórar møguleikar í sam- vinnuni við Stavanger og Aberdeen. Hann viðgongur, at tað er oljan, sum hevur knýtt hesar býir saman og vil hann gera sítt til, at talan ikki bara verður um orð men um miðvíst samstarv, ið eisini kann gagna Før- oyum sum heild og ikki bert Havnini. . Leivur Hansen í góðum selskapi saman við borgarstjóranum í Stavanger og Aberdeen og umboði fyri Houston kommunu Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn á „sightseeing“ í Houston og har áin rennur úr í Meksikanska flógvan, eitt av heimsins ríkastu oljuøkjum. JAN MÜLLER Um nærum somu tíð sum dyrnar verða latnar upp í nýggju hølunum hjá Olju- málastýrinum í Hoyvík, verður latið aftur fyri inn- lating av umsóknum til at leita eftir olju og gassi við Føroyar. Í morgin 17. mai klokkan 12 skulu oljufeløg hava latið sína umsókn inn og eftir hvat skilst er áhugin stórur fyri at vera við í fyrstu útbjóðingini her nakr- antíð. Í gjár varð greitt, at nýggja felagið í fyrrv. Saga- bólkinum er tað italska Agip. Felagið kemur upp í bólkin hjá Norsk Hydro (Saga Petroleum Føroyar) og Anadarko og avloysir harvið Total Fina Elf, sum fór úr bólkinum herfyri. Brynjulv Kløve frá Norsk Hydro sigur, at bólkurin er sera væl nøgdur við at hava fingið Agip við, tí italska felagið hóskar so væl saman við hinum feløgunum, ikki minst tá tað snýr seg um tøkniliga partin. Agip passar inn í bólkin sum fótur í hosu. Eisini Agip er nøgt við at koma uppí henda bólkin. Ron Lansdell frá Agip sigur, at hetta er eitt gott val. Hann upplýsir ann- ars, at Agip eisini fer at lata inn eina umsókn saman við einum øðrum oljufelag. Saman við Marathon Oil fer Agip sum operatørur at lata enn eina umsókn inn. Tvs. at Agip fer at søkja um boriloyvi á landgrunninum í tveimum ymsum bólkum. Sambart Agip er hetta ikki nakar trupulleiki. Í um- sóknini teir lata inn saman við Marathon meta teir seg ikki at vera kappingarneyta til umsóknina teir lata inn saman við Norsk Hydro og Anadarko. Sosialurin frættir annars, at Føroya Kolvetni fer at lata inn umsókn einsamalt. Teir stíla ímóti at kunna koma saman við onkrum bólki eftir at umsóknar- freistin er úti í morgin. Hvat viðvíkur peningaligu ork- una hjá felagnum at vera við í útbjóðingini, so fer hetta at koma uppá pláss sambart Nils Sørensen, stjóra. Hvat viðvíkur stevningini móti teirra ráðgevum í Sagex, so hevur rætturin í Oslo enn ikki felt dóm. Norsk Hydro hevur onga viðmerking til tað málið. Tað var annars Norsk Hydro, sum herfyri stevndi fyrrv. Sagafólkum fyri at forða teimum í at vera við í arbeiðinum uppá 1. útbjóðing. Tað skilst annnars, at tað er stórur spenningur um luttøkuna í 1. útbjóðing, nú 15 útlendsk og 2 føroysk oljufeløg við í útbjóðing dagin fyri at freistin gongur út. Eftir øllum at døma vera umsøkjararnir hesir: BP Amoco - Amerada Hess, Dong, British Gas og At- lants Kolvetni - Texaco, Co- noco, Murphey - Norsk Hydro (Saga Petroleum Føroya), Anadarko og Agip - Agip og Marathon - Stat- oil, Phillips, Veba Oil og Enterprise og sum rosinan í pylsuendanum Føroya Kol- vetni, sum letur inn umsókn einsamalt. Tvs. talan verður um 15 útlendsk og 2 før- oysk oljufeløg. Tey fyrstu útlendsku oljufeløgini hava longu lat- ið umsóknir sínar inn til Oljumálastýrið. Í gjár vóru Norsk Hydro, Anadarko og Agip við síni umsókn. Í dag standa Texaco, Conoco og Murphey á listanum, í morgin BP Amoco, The Faroes Partnership osfr. Oljumálastýrið er nú flutt í henda bygningin í Hoyvík. Her er partur av manningini í Oljumálastýrinum Mynd Jens Vang Nevndarformaðurin í Føroya Kolvetni, Graham Stewart leggur seinastu hond á umsóknina um at vera við í leitingini á landgrunninum. Mynd Jens K. Vang EDVARD JOENSEN Tað var nógv ferðsla í Tórs- havnar Havn mánamorgun- in. Øll tey vanligu farma- skipini komu eftir ætlan. Summarferðaætlanin hjá Norrønu er byrjað, og tað merkir, at har er eisini eitt farmaskip aftrat, sum skal røkja farmarutuna, Norrøna hevur røkt í vetur. Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri í Havn, sigur, at tað er líkt til, at ferðslan økist munandi um summ- arið. Soleiðis sær tað út hvørt ár, sigur hann, uttan tó at geva eitt boð uppá, hví tað er so. Mánamorgunin var kanska serliga nógvur farm- ur, sigur hann, tí okkurt av skipunum kom við element- um til onkran stóran bygn- ing, sum skal setast upp onkustaðni í landinum. Havnarstjórin sigur, at tað merkist væl, at gongd er í aftur byggivinnuni. Og tað gevur so eisini inntøkur til Tórshavnar Havn. Tórs- havnar Havn fylgir nágrein- iliga gongdini í samfelag- num annars. Tá kreppan var, merktist hon sanniliga eisini hjá Tórshavnar Havn, sigur hann. Jónsvein Lamhauge sig- ur, at tað er tiltrongt við eini víðkan av havnini. Ein dag sum hendan mánadagin er rættiliga trongt, tá molin er fullur av farmaskipum, fisk- iskip liggja og skipa um undir havnarskrivstovuni, og Norrøna liggur inni í krókinum. Umframt lá Nógv ferðsla Tað var trongligt í Tórshavnar Havn mánamorgunin. Farmaskipini komu øll í senn. Norrøna byrjaði summar- siglingina, og fremmand fiskiskip vóru og umskipaðu Claymore, sum skal loysa Smyril av, eisini við bryggju í Havn mánamorgunin. Um sjálva útbyggingina, sum er í gongd í løtuni, sig- ur hann, at sum er gongur eftir ætlan, og væntandi verður tað stóra arbeiðið liðugt í hesum árinum. Tað kann vera, at okkurt so sum asfalteringsarbeiði verður eftir til komandi ár. Mánamorgunin var serliga nógvur farmur skipaður upp í Havn. M. a. tí okkurt av skipunum kom við elementum til ein stóran handilsbygning