týsdagur 16. mai 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
John Petersen hevur aðrar
dygdir enn íslendingarnir
Jens Martin Kundsen heldur, at møguleikarnir eru góðir at flyta spælið hjá Leiftri longri fram á vøllin, tá John
Petersen er komin á liðið
Ein góð íbúð, ein bilur, og
ein góð løn (eingin vil siga
hvussu góð). Hetta er tað,
sum John Petersen fær, tá
hann seinni í vikuni fer til
Íslands, har hann skal spæla
í Leiftri saman við Jens E-
riki Rasmussen og gomlu
liðfeløganum í Gøtu. Sá-
mali Joensen og spælandi
venjaranum Jens Martini
Knudsen.
Umstøðurnar líkjast tí,
sum nógvir dreingir droyma
um, at tær skulu vera hjá
teimum, tá teir gerast yr-
kisspælarar. Onkur sigur
kanska, at tað einasta, sum
restar í Íslandi, er tað góða
veðrið, sum er longri suðuri
í Europa.
Men sambært venjara-
num, Jens Martini Kundsen,
kemur John Petersen yvir til
fagrasta summarveður á Ó-
lafsfirði:
– Her eru 25 hitastig, og
hann sigur framvegis gott
summarveður, sigur Jens
Martin, sum var á veg til
venjingar, tá vit á fangaðu
hann í telefonini á middegi
í gjár.
Og venjarin hjá Leiftri er
ikki í iva um, at teir hava
gjørt eitt rimmar kubb, nú
teir hava fingið John Pe-
tersen í hópin:
– Øll í Føroyum vita, at
John er ein fínur fótbólts-
spælari, sum so at siga hev-
ur allar tær dygdir, sum ein
spælari skal hava. Men eg
vil siga, at førleikarnir hjá
John fara at vera uppaftur
meiri týdningarmiklir fyri
okkum, enn teir hava verið
í Føroyum.
Hvussu tá?
– Íslendingar eru ógvu-
liga væl fyri, tá tað kemur
til konditión. Í so at siga
øllum dystunum pakka lið-
ini seg saman í verjuni, og
so dúva tey uppá langar
bóltar fram til ein ella tveir
álopsspælarar. Tí er tað so
ómetaliga týdningarmikið
at hava spælarar frammi á
vøllinum, sum eru førir fyri
at halda uppá bóltin. Tað
megnar John, og so er tað
ein eyka styrki, at hann eis-
ini er førur fyri at skapa sær
málmøguleikar og at skora
mál.
Hvar ætlar tú at brúka
hann á liðnum?
– Vit spæla 4–3–3. Hig-
artil hava vit verið noyddir
at havt Sámal Joensen sum
álopsspælara frammi í høg-
ra borði. Nú fara vit at seta
John Petersen í tað plássið,
og so fer tað at styrkja um
miðvøllin, at Sámal kemur
afturat. Sámal fer at kappast
við Jens Erik, ein íslending
og ein brasiliumann um trý
miðvallarpláss, men eg rok-
ni ikki við, at føroyingarnir
fara at smæðast burtur í tí
kappingini, sigur Jens Mar-
tin Knudsen av Ólafsfirði.
Spælandi venjarin hjá
Leiftri ætlar, nú John Pe-
tersen kemur til felagið, at
arbeiða miðvíst við at leggja
spælið um, soleiðis at teir
fara at spæla minni uppá
kontra og heldur fara at flyta
alt fólkið longri fram.
Spenningurin er stórur á
Ólafsfirði at síggja nýggja
føroyingin, sum hevur spælt
25 landsdystir og sum hevur
skorað eitt mál, umframt at
hann hevur verið við til at
vinna eitt FM heiti við B36
og trý FM heiti við GÍ.
Gamal dreymur
Síðstu smálutirnir í avtaluni
millum Leiftur og B36
komu upp á pláss í gjár. B36
fær eitt sindur av pengum
fyri John Petersen. Sáttmál-
in, sum John hevur havt við
B36, hevur verið galdandi
inntil í summar. Tað vil við
øðrum orðum siga, at um
B36 ikki hevði viljað verið
við til flytingina nú, so høv-
du teir ongar pengar fingið
burturúr, tá sáttmálatíðar-
skeiðið var farið.
John Petersen er liðugur
við skúlagongdina á læra-
raskúlanum. Tað resta nak-
rar próvtøkur. Uppskriftin í
tí sambandinum verður tann
sama, sum hon var hjá Jens
Martini Kundsen, tá hann
spældi í Leiftri samstundis
sum hann gekk til HF próv-
tøku á Kambsdali. Jens
Martin fleyg heim til próv-
tøkurnar, og tað tóktist ikki
bila, tí úrslitini vóru sera
góð.
– Vit missa ein fínan
spælara. Sjálvandi fara vit
at sakna John, men tað
hugaliga er, at higartil í ár
hevur tað víst seg, at sjálvt
um vit hava mist næstan eitt
heilt lið av góðum spæla-
rum, so hava vit megnað at
sett okkara egnu við. Støðu-
talvan vísir, at higartil hevur
smeiturin ikki verið meinur,
sigur Kristian á Neystabø,
formaður í B36.
John Petersen, sum áður
hevur verið til royndarven-
jingar bæði í Noregi og í
Sveis, dylur ikki, at tað er
ein gamal dreymur at gerast
yrkisspælari. Hann segði
við Rás 2 sunnukvøldið, at
í Íslandi skal hann ikki gera
annað enn at spæla fótbólt:
– Eg síggi soleiðis uppá
tað, at tað skuldi vera nú,
um tað skuldi vera, og eg
eri væl nøgdur við tilboðið
frá Leiftri og umstøðurnar,
sum tær eru á Ólafsfirði,
segði John Petersen við Rás
2 ítróttin sunnukvøldið.
Svend Jacobsen, formað-
urin í KÍ, var í Gøtu
sunnudagin. Hann var
ikki illa nøgdur við tað,
sum hann sá, og úrslitið
heldur hann var á góðari
leið:
– Trupulleikin hjá okk-
um hevur verið, at vit
hava ikki fingið nóg nógv
burturúr á heimavølli-
num. Nógv onnur ár hava
vit vunnið á heimavølli
móti bæði VB og NSÍ. Vit
mugu bara ásanna, at í
tepra tapinum á útivølli
móti HB høvdu vit ikki
marginalirnar við okkum.
Tað høvdu vit heldur ikki
á heimavølli móti VB.
Dysturin í Gøtu kundi
fara báðar vegir, men
vanliga hava vit roknað
javnleik í Gøtu sum eitt
gott úrslit.
Tað hevur verið fram-
mi, at KÍ so at siga hevur
avskrivað allar vónir um
at endurvinna FM heitið
frá í fjør. Svend Jacobsen
váttar, at FM heitið er ikki
tað sum í løtuni liggur
fremst í huganum, men
hann vísir samstundis á,
at teir framvegis kunnu
missa trý stig og alíkavæl
fáa somu úrtøku burturúr
árinum, sum teir fingu í
fjør.
– Vit hava havt fund við
venjaran, Tomislav Sivic.
Vit hava sagt honum, at vit
eru væl nøgdir við tað ar-
beiðið, sum hann ger. Spæl-
ararnir eru væl nøgdir við
venjingina, og eg rokni við,
at úrslitini fara at koma, nú
tá allir spælararnir fara at
vera tøkir, og vit fáa tveir
jugoslavar afturat.
Sunnudagin var Harley
Bertholsen sjúkur, John Ry-
an, sum hevur verið skadd-
ur, skuldi fara aftur at venja
í gjárkvøldið, og Marek
Wierzbicki var ikki við í
Gøtu, tí hann í vikuskift-
inum var heima í Póllandi.
Jugoslavarnir koma í
dag
Teir báðir so nógv umrøddu
jugoslavarnir – annar er
málverji og hin er álops-
maður – koma til Klaks-
víkar í dag. Í gjár var ikki
greitt, um teir koma undan
venjingini í kvøld, men
undir øllum umstøðum fara
teir at venja við í morgin.
Tað er altíð nakað av fólki
og hyggur at venjingini hjá
KÍ, og ivaleyst verður á-
hugin so mikið stórur næstu
dagarnar, at teir áttu at um-
hugsað at kravt atgongu-
gjald!
– Teir báðir jugoslavarnir
skuldu koma leygardagin.
Ætlanin var, at álopsmað-
urin skuldi vera í hópi-
num. Tað hevði verið upp
til venjaran at gera av, um
hann skuldi vera við frá
byrjan ella um hann fyrst
skuldi verið á beinkinum.
Eg rokni bara við, at tað
fer at taka eitt sindur av
tíð hjá málverjanum at
venja seg við undirlagið.
Í fjør sóu vit, at Stephen
Boyle ta fyrstu tíðina hev-
ði trupulleikar, tí hann
bara hevði spælt á grasi.
Nýggi málverjin hevur
bara spælt á grasi, sigur
Svend Jacobsen, formað-
ur í KÍ.
Svend Jacobsen leggur
afturat, at fyri hann var
tað sera hugaligt í Gøtu
at síggja, at ungu menni-
nir, sum vóru á KÍ liðnum
sunnudagin, stóðu seg
stak væl. Formaðurin
hugsar í hesum samband-
inum um Kristian á La-
kjuni, sum var á miðvøll-
inum alla tíðina, og um
Hjalgrím Elttør, sum stóð
seg væl, tá hann kom inn
í álopið.
JH
Leiftur hevur tvær torfør-
ar uppgávur á skránni í
teimum fyrstu umførunum
í íslensku kappingini. Hós-
dagin skulu teir spæla á úti-
vølli móti Akranesi við Una
Arge á liðnum, og so skulu
teir spæla á útivølli móti
Fylkiri.
JH
KÍ hevur álit á Sivic
og spælarunum
Nýggju jugoslavarnir koma til Klaksvíkar í dag, og í
hvussu so er álopsmaðurin fer at vera við móti B68
fríggjadagin
Jens Martin Knudsen
ivast ikki í, at John
Petersen verður ein
góður fongur hjá
Leiftri
Umrøða av
landskappingini hjá
kvinnunum verður í
mikudagsblaðnum
EYDUN KLAKKSTEIN
Fríggjadagin var móttøka í
Norðoya Sparikassa. Høvið
var, at stjóraskiftið í spari-
kassanum varð markerað
við eini hátíðarløtu.
Jóannes Poulsen er nú
Vaktarskifti í Norðoya Sparikassa
farin frá sum stjóri fyri spar-
ikassan í Norðoyggjum, og
33 ára gamli Eyðfinn Reyð-
berg hevur tikið yvir á
brúnni.
Nógv fólk var til móttøk-
una á høvuðsskrivstovuni í
Klaksvík fríggjadagin.
ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen setti
Høgna Hoydal tríggjar
spurningar viðvíkjandi
støðu teirra lesandi í Dan-
mark, og spyr í teim fyrru
spurningunum um út-
búgvingarmøguleikar hjá
føroyingum í Danmark,
um so er, at Føroyar verða
skipaðar sum fullveldis-
ríki, og danskan lestrar-
stuðul, um Føroyar verða
skipaðar sum fullveldis-
ríki, og føroyingar mistu
sín ríkisborgararætt í
Danmark.
Í svarinum til hesar
spurningar, sigur Høgni
Hoydal m.a., at um
danska stjórnin og Fólka-
tingið góðtaka at geva før-
oyingum somu skipan
sum íslendingar, verður
støðan hjá teimum lesandi
óbroytt í mun til í dag.
– Hartil er at siga, at
norðurlendskur sáttmáli
er gjørdur, sum tryggjar
at fólk úr Danmark, Finn-
landi, Íslandi, Noregi og
Svøríki hava javnbjóðis
atgongd til hægri lestur
við lærustovnarnar hjá
hvørjum øðrum. Í sátt-
málanum binda partarnir
seg til at tryggja øllum,
sum ynskja at fara undir
hægri lestur, og búgva í
einum øðrum norður-
landi, javnbjóðis atgongd
til hægi lærustovnarnar í
teimum 5 londunum.
– Tá ríkisrættarligu við-
urskiftini verða broytt, er
landsstýrisins ætlan, at
gerast sjálvstøðugur sátt-
málapartur í øllum norð-
urlendskum sáttmálum,
eins og at fáa sjálvstøðuga
umboðan í norðurlendsk-
um samstarvi annars.
Sambært teimum upplýs-
ingum landsstýrið hevur,
er ongin forðing fyri hes-
um — hinvegin er tað júst
fortreytin fyri at gerast
javnbjóðis partur í norð-
urlendskum samstarvi og
sáttmálum, at landið hev-
ur fullveldi.
– Landsstýrið miðar
eftir, at føroyskur lestrar-
stuðul verður veittur til
tey, sum lesa í hinum
norðurlondunum eins og
uttanfyri norðurlond, og
at hesin stuðul verður fult
so nøktandi sum í dag,
sigur Høgni Hoydal.
Ikki bein-
leiðis avtalur
Viðvíkjandi triðja spurn-
inginum, um hvussu langt
landsstýrið er komið við
at gera avtalur við onnur
lond um samstarv á út-
búgvingarøkinum, svarar
Høgni Hoydal, at Lands-
stýrið kann ikki gera bein-
leiðis útbúgvingaravtalur
fyri føroyskar ríkisborg-
arar fyrr enn fullveldi er
staðfest.
– Tó er sjálvsagt nógv
samstarv um útbúgving-
ar- og granskingarspurn-
ingar — serstakliga við
hini norðurlondini. Í flest-
um førum er talan um
ítøkiligar samstarvsavtal-
ur millum einstøku stovn-
arnar, eitt nú millum
Fróðskaparsetur Føroya
og ymsar lærdar háskúlar
í Onglandi og hinum
norðurlondunum.
– Undirvísingar- og
Mentamálastýrið hevur
annars gjørt eina sam-
starvsyvirlýsing við ís-
lendska undirvísingar- og
mentamálastýrið. Henda
avtala fevnir m.a. um
samstarv á útbúgvingar-
og granskingarøkinum.
Eitt ávíst samstarv er við
Ísland
frammanundan,
men arbeitt verður í løtuni
við at fylla út karmarnar
fyri samstarvinum, sigur
Høgni Hoydal m.a. í svar-
inum.
Føroyar fáa
somu støðu
sum Ísland
Um danska stjórnin og Fólkatingið
góðtaka at geva føroyingum somu
skipan sum íslendingar, verður
støðan hjá teimum lesandi óbroytt
í mun til í dag, sigur Høgni Hoy-
dal í svari til Heðin Mortensen
HØGNI MOHR
Dimmalætting og Sosialur-
in leggja prentsmiðjurnar
saman. Hetta varð avgjørt
gjáramorgunin.
Orsøkin til, at Sosialurin
hevur valt sær aðrar prent-
ingarumstøður, er, at prent-
smiðjan hjá Sosialinum
snøgt sagt er vorðin ov lítil
og ótíðarhóskandi í mun til
tey krøv, ið lesarar og lýs-
arar seta. Maskinorkan í
annars væl hildnu prent-
smiðjuni á Argjum er ikki
nóg góð, og harumframt
hevur ikki borið til at prenta
blaðið í litum.
Prentingarmiðstøðin
Her á blaðnum verður hild-
ið, at heldur enn at gera stór-
ar íløgur í eina nýggja prent-
smiðju, skuldi blaðið royna
at fáa samstarv í lag við ver-
andi hátøkniligu prent-
smiðju á Dimmalætting.
Úrslitið er, at ístaðin fyri
tvær nýmótans prentsmiðj-
ur í Havnini, verður verandi
prentsmiðja á Dimmalætt-
ing broytt til eina sonevnda
prentingarmiðstøð, ið skal
prenta bæði Sosialin og
Dimmalætting.
Orkan hjá nýggju prent-
ingarmiðstøðini verður sera
stór. Í mesta lagi hálvur
fjórði tími verða nýttir til
blaðprenting. Tískil verða
útbyggingar framdar, so tað
fer at bera til at prenta ym-
iskt lýsingartilfar, ið fleiri
føroyskar
fyritøkur
nú
noyðast at lata prenta utt-
anlands.
Eisini útbering
Í næstum verður partafelag-
ið, sum skal eiga prenting-
armiðstøðina, stovnað. Men
felagið ætlar sær ikki einans
at prenta. Eisini er ætlanin
at standa fyri allari útbering
av Sosialinum og Dimma-
lætting. Í løtuni hava bløðini
sjálvi skipað fyri at bera
vikuskiftisbløðini út. End-
amálið hjá nýggja felagnum
er, at umframt útberingina
av bløðunum allar útgávu-
dagar, skal tað eisini bjóða
seg fram at bera vanligt lýs-
ingartilfar í hvørt hús.
Byrja í juni
Hóast nýggja samstarvið,
fara Dimmalætting og Sos-
ialurin at dystast um lesarar,
sum vanligt.
- Vit fara at kappast á
journalistiska økinum, sigur
Jonhard Hammer, marknað-
arleiðari á Sosialinum.
Samstarvspartarnir eru í
høvuðsheitum samdir um
samstarvsháttin, men enn
vantar í at gera fleiri undir-
sáttmálar um prentingina,
sum verður gjørd í hølunum
hjá Dimmalætting. Sjálvt
prentingarsamstarvið fer
væntandi av barkastokkum
26. juni í ár.
Sambært stjóran á Dimm-
alætting, Hjalgrím Samuel-
sen, eru fyrimunirnir hjá
Dimmalætting í nýggja
samstarvinum m.a., at blað-
ið fær rationalisera rakstur-
in, sum hann tekur til.
- Harumframt kunnu vit
við samstarvinum skapa
fortreytir fyri at menna
Dimmalætting og
Sosialurin prenta saman
Semja um sáttmála millum Dimmalætting og Sosialin varð fingin undir land gjáramorgunin. Av-
talan hevur við sær, at Sosialurin um stutta tíð verður prentaður í litum. Ágóðin hjá Dimmalætt-
ing verður, at blaðið fær skapað fortreytir fyri betri prenting, eins og at høgligari verður at fáast
við raksturin av blaðnum
prentsmiðjuna og framleiða
betur prent, sigur Hjalgrím
Samuelsen við Sosialin.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo