týsdagur 16. mai 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
Sumba bumbað
1. deild: B36 nýtti eitt lítið korter til at avgera dystin sunnudagin, og eftir
hetta tóktist einasti spurningurin vera, hvussu stórur heimasigurin skuldi
verða
JÁKUP MØRK
Royn-LÍF 0-1 (0-1)
Triðja dystin av eins
nógvum
møguligum,
noyddust hvalbingar at
fara stigaleysir av vølli-
num, tá teir leygardagin
høvdu vitjan av leirvík-
ingum.
Royn er sostatt niðasta
liðið í 2. deild í løtuni, og
skal peikast á nakra ein-
staka orsøk til hetta, má
svarið vera, at hvalbing-
arnir fáa ikki mál.
Fyri viku síðani vórðu
teir hølvaðir av í Havn,
tá teir vitjaðu hjá HB,
men áðrenn havnarmenn-
inir sluppu fram um ta
ferðina, høvdu hvalbingar
misnýtt fleiri heilt góðar
møguleikar.
Brendu nógv
Hesu ferð vildu fleiri eis-
ini vera við, at Royn átti
at fingið í øllum førum
annað stigið, og tá vit
frættu frá leirvíking-
unum, so vóru teir í øllum
førum ikki ónøgdir um
tepra sigurin.
Í fyrra hálvleiki gekk
hampuliga javnt á, og tal-
an varð ongantíð um teir
heilt stóru møguleikarnir.
Báðir partar royndu seg
við nøkrum skotum, men
fram til 41 minuttir vóru
leiktir,
var
ongantíð
rættuligur vandi á ferð.
Tá mistók aftasti maður
hjá hvalbingum seg, so
hann ikki fekk skot á bólt-
in, tá hesin skuldi spar-
kast burtur. Úrslitið varð,
at Kristian í Vági slapp
at halda einsamallur móti
málinum, og skeyt hann
einasta málið í dystinum.
Í seinna hálvleiki royn-
du hvalbingar at trýsta,
men Trugvi Olsen í LÍF
málinum tók sær av øll-
um. Serliga móti enda-
num stóð nógv á seinasta
korterið, tá hvalbingar
royndu at trýsta, men hin-
vegin opnaði hetta eisini
fyri møguleikum í hinum
endanum. Leirvíkingar
vóru einar tvær ferðir
leysir við málverjanum
hesa løtuna, men tað eyd-
naðist teimum tó ikki at
økja um leiðsluna.
Botnslag komandi
vikuskiftið
Við sigrinum fingu leir-
víkingar fyrsta sigurin á
árinum, so nú er um ikki
annað skjøtul settir á
klintranina
upp
eftir
stigatalvuni. Um teir so
aftur megna at seta seg á
medaljusess, fara kom-
andi vikurnar at vísa.
Næsta uppgávan er at ta-
ka ímóti EB/Streymi,
sum hevur fingið eina
hampuliga byrjan upp á
kappingarárið.
Hvalbingar tykjast hin-
vegin illa sperdir, nú teir
at kalla eru isoleraðir í
botninum.
Enn er sjálvandi stutt
fráliðið í kappingarári-
num, men hinvegin skulu
teir heldur ikki dragna ov
nógv, um teir skulu gera
sær vónir um at blanda
seg ovarlagari á stigatalv-
uni. Komandi vikuskiftið
skulu teir vitja klaksvík-
ingar, sum eisini hava
fingið eina vánaliga byr-
jan upp á kappingarárið,
og møguliga verður hesin
dysturin eitt gott baro-
metur fyri, hvussu hesi
bæði liðini fara at standa
seg hetta kappingarárið.
Royn-LÍF 0-1 (0-1)
0-1 Kristian í Vági
Royn
stigaleyst
2. deild: Nú trý umfør eru leikt í
aðru deild, eru hvalbingar um at
verða isoleraðir í botninum
Heldur ikki í triðja umfarinum bragdaði hjá Royn,
sum nú er einsamalt í botninum
Mynd: Áki Bertholdsen
B36 leikarar fegnast
um hat-trickið hjá
Bjarna, meðan Eigil
Olsen tykist heldur
vónbrotin av verju síni
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
B36-Sumba 11-1 (7-0)
Ikki kann sigast, at spenn-
ingurin
var
stórur
í
Gundadal sunnudagin. B36
blásti beinanvegin sum-
bingarnar av vøllinum, hó-
ast teir vóru eitt sindur sker-
dir, tí Jens Kristian Hansen
varð spardur, og als ikki var
í hópinum.
Í hansara stað varð John
Petersen settur á miðvøllin,
meðan Bjarni Prior røkti á-
lopssessin. Kanska eisini
eitt sindur taktiskt, tá hetta
eftir øllum at døma var
seinasti dysturin hjá John
fyri B36.
Líkt er nevnliga til, at
hann í vikuni fer til Íslands,
har hann skal spæla við
Leiftri, og tá 10 minuttir
vóru eftir av dystinum
sunnudagin, varð hann
heiðraður av áskoðarunum,
sum standandi klappaðu
fyri liðformanninum, tá
hann varð skiftur út.
Sumbingarnir vóru rætt-
uliga skerdir, tí fleiri av lyk-
laleikarunum í løtuni drag-
ast við skaðar.
Um dystin sjálvan er ikki
tað stóra at siga. Tølini siga
eisini, at himmalvíður mun-
ur var á avrikunum hjá lið-
unum báðum, og við eitt
sindur størri neyvleika kun-
di sigurin verið í minsta
lagið tvífalt so stórur.
Niðanfyri verður greitt
frá, hvussu einstøku málini
komu, og meðan hetta helst
er hugaligur lesnaður hjá
teimum á heimaliðnum,
eiga sumbingar helst at
gloyma alt um dystin sum
skjótast.
1-0, Ronnie
Samuelsen, 5. min
Bjarni Prior varð sendur av-
stað í høgru síðu, haðani
hann sendi bóltin innfyri.
At síggja til fór Eigil Olsen
nakað skeivur av bóltinum,
og so fekk Ronnie lætt spæl
at leggja heimaliðið fram-
um.
2-0, John Petersen, 8.
min
John fekk fatur á bóltinum
á miðjum vølli. Hann dróg
fram við tveimum ella tri-
mum mótstøðuleikarum.
Hann varð taklaður, men
bólturin stakk beint til
Ronnie, sum legði bóltin
inn um verjuna, har John
dróg fram við málverja-
num, áðrenn bólturin varð
lagdur í netið.
3-0, Bjarni Prior, 14.
min
Herbert í Lon Jacobse rak
nakað niðan á vøllin, áð-
renn hann sendi Magna á
Lakjuni avstað í vinstru.
Magni var so at siga púra
leysur, og komin oman á
baklinjuna trillaði hann á
tvørs til Bjarna Prior, so
hesin hevði lætt spæl.
4-0, Bjarni Prior, 20.
min
B36 vann sær hornaspark í
vinstru síðu. Jákup á Borg
varð settur at skjóta, og tá
bólturin kom innfyri, var
Bjarni fyrstur á.
5-0, Bjarni Prior, 24. min
Staddir uttarlaga í høgru,
spæla Jákup og Magni fikst
sínamillum. Endin verður,
at Magni sleppur púra leys-
ur móti sumbiarmálinum,
og tá málverjin kemur í-
móti, verður trillað upp á
tvørs til ein enn fríari Bjar-
na Prior, sum sostatt fekk
sítt hat-trick.
6-0, Jákup á Borg, 41.
min
Bólturin varð spældur úr
verjuni upp til Jákup, sum
var staddur á miðjum vølli.
Hann sendir beinanvegin
Bjarna avstað, og heldur
síðani sjálvur beina kós
móti málinum, soleiðis at
hann ótarnaður kundi stýra
flata innlegginum frá Bjar-
na í netið.
7-0, Magni á Lakjuni,
45. min
Tríggir B36 leikarar sleppa
púra leysir oman móti sum-
biarmálinum. Bjarni Prior
hevði júst tá brent einar
tveir risamøguleikar, og he-
suferð valdi hann so at trilla
upp á tvørs til Magna, og á
tann hátt siga takk fyri 5-0
málið, har samanspælið var
hitt øvugta.
8-0, Bjarni Prior, 56.
min
Uttan iva vakrasta málið í
dystinum. Bjarni hevði
sjálvur bóltin stutt inni á
sumbiarhálvuni.
Hann
skifti yvir til Magna, sum
var staddur í vinstru. Magni
legði ein skrúvandi bólt inn
um verjuna, har Bjarni
rennandi við fullari ferð seti
høvdið á bóltin, sum uttan
møguleika hjá málverja-
num fór sendandi í málið.
9-0, Jan Guttesen, 61.
min
Úr høgru sendi Carl ein
høgan bólt innfyri. Í brots-
teiginum var Bjarni Prior
hægstur, og skallði hann
bóltin niður til Ronnie, sum
lat bóltin fara víðari har Jan
langaði vinstra beinið á. Til
stuttleikar kann nevnast, at
talan var um fyrsta málið
hjá Jan, síðani hann kom á
fyrsta lið hjá B36.
10-0, Jákup á Borg,
84. min
Sum ikki einaferð, varð
bólturin sleptur inn um
sumbiarverjuna, har vanlig-
a trygga rangstøðufellan als
ikki riggaði sunnudagin.
Magni á Lakjuni varð púra
fríur, men ósjálvssøkið trill-
aði hann tvørtur um til Já-
kup á Borg, sum hevði lætt
við at skjóta næsta mál sítt.
11-0, Carl Herup
Høgnesen, 84. min
Jákup á Borg fekk bóltin á
miðjum vølli, og eftir at ha-
va driblað framvið tvei-
mum sumbingum, varð
bólturin stungin inn um ver-
juna. Bjarni dróg ov langt,
tá hann skuldi fara fram við
málverjanum, men Carl var
skjótur á bóltinum og rætt-
aði kósina.
11-1, Sasa Tomajék,
90. min
Sasa fekk bóltin á miðjum
vølli, og eftir at hava dri-
blað framvið tveimum mót-
støðuleikarum, spældi hann
bandaspæl, áðrenn hann
púra leysur kundi skjóta
bóltin framvið Trónda. So-
statt fingu sumbingarnir
troystarmálið, sum hevði
ligið í luftini leingi, men
fram til tá, hevði Tróndur
vart fyri øllum royndunum
B36-Sumba 11-0 (7-0)
1-0 Ronnie Samuelsen, 5.
2-0 John Petersen, 8.
3-0 Bjarni Prior, 14.
4-0 Bjarni Prior, 20.
5-0 Bjarni Prior, 24.
6-0 Jákup á Borg, 41.
7-0 Magni á Lakjuni, 45.
8-0 Bjarni Prior, 56.
9-0 Jan Guttesen, 58.
10-0 Jákup á Borg, 91.
11-0 Carl Herup Høgnesen,
84.
11-1 Sasa Tomajék, 90.
Dómari: Petur Reinert
B36:
Tróndur
Vatnhamar
-
Mikkjal Thomassen, Egil
Zachariassen, Herbert í Lon
Jacobsen - Carl Herup
Høgnesen, Jan Guttesen,
John Petersen, Magni á
Lakjuni - Jákup á Borg,
Ronnie Samuelsen, Bjarni
Prior
Sumba:
Eigil Olsen - Mortan úr
Hørg, Nikola Biberdzic,
Bergur Vinther, Marlon
Kjærbo,
Hallur
Dam
Joensen - Jan Poulsen, Sasa
Tomajek, Nikola Biberdzic,
Hans Jacob Thomsen -
Rene Thomsen
Munurin millum toppin og
botnin í 1. deild er so mikið
stórur, eftir at fýra umfør
eru spæld, at tað ber væl til
at ímynda sær, at deildin er
skrædnað, tá fimta umfar er
spælt fríggjadagin, sum er
dýri biðjudagur.
B36 hevur fulla ferð á, og
teir mugu finna seg í at
verða mettir sum upplagdir
favorittar, tá teir fara í Sand-
oynna. Um B36 vinnur á
Sandi, so er møguleikin
stórur fyri, at teir vera eini
fimm stig frammanfyri
næstfremstu liðini.
Hetta verður soleiðis, um
B68 ikki vinnur í Klaksvík
(har plaga teir ofta at fáa
javnleik), og um HB ikki
fær fulla úrtøku burturúr –
bæði í útsetta dystinum móti
FS Vágum og heimadyst-
inum móti VB. Og so mugu
tey, sum ikki eru B36 við-
haldsfólk og sum tískil vón-
a, at tað kemur spenningur
í, líta á søguna, sum gongur
á høkjum, og sum sigur, at
hjá B36 er tað sum hjá smá-
lombunum. Tað gongur
leikandi lætt og vøksturin
er stórur tíðliga á árinum,
men tá tað líður út á heystið,
verða tey slaktað!
Syndarliga bilvanlukkan
í Vágum kastaði skuggar
yvir óvanliga veðurgóða
sunnudagin. Heimadysturin
hjá vágaliðnum móti HB
varð útsettur, og vit hava
skilt, at tað ikki enn er av-
rátt, nær hann verður á
skránni.
Toppurin
Sumba bumbað er beinrak-
na yvirskriftin yvir øgiligu
eyðmýkingini, sum B36
gav sumbingum.
At skora ellivu mál í ein-
um og sama dysti er ikki
hvønn dags kostur, og tað
er ikki minni hugaligt hjá
B36, tá tað eru so nógvir
spælarar, sum skora málini,
sum tað vóru í góðveðrinum
í Gundadali.
Stóri spurningurin hjá
bæði teimum í B36 og øll-
um øðrum er, um B36 verð-
ur á sama støði, sum teir
hava verið, tá liðformaðurin
og besti spælarin hjá teim-
um tey seinnu árini, John
Petersen, ikki verður við
meiri. Sjálvandi verður B36
uttan John Petersen ikki tað
sama sum B36 við John Pe-
tersen, men um hetta fer at
hava stórt árin á úrtøkuna,
fáa vit at síggja tær komandi
vikurnar.
HB helt frí í vikuskift-
inum. Tað dragnaði fram til
grannarnar í B36, men tá
havt verður í huga, at trý
stig verða latin fyri at vinna,
so kann tað vera so skjótt,
at HB tekur seg fram á B36.
Stóra styrkisroyndin nær-
kast. 10. juni, sum er páska-
aftan, eigur B36 heimadyst
móti HB.
B68 er á øðrum plássi.
Teir høvdu tyngdina at
koppa sandoyingum, og um
tað eydnast at koma úr
Klaksvík uttan at tapa, so
sær tað heilt ljóst út hjá
toftamonnum. Súni Fríði
Johannesen, sum skoraði øll
málini móti B71, sigur í
blaðnum í dag, at um teir í
B68 skulu blanda seg í
toppin, so skulu teir hava
nógv stig undan summar-
steðginum. Harvið endur-
tekur álopsmaðurin tað,
sum Jóannes Jakobsen hev-
ur sagt um, at hópurin hjá
B68 er ikki nóg breiður.
VB má roknast upp í
toppliðini. Eftir sigurin á
NSÍ hava teir sjey stig, og
tað er ikki at undrast á, um
teir í Vági í hesi vikuni iðra
seg eyka nógv um, at teir
so at siga lorkaðu trý stig
burtur, tá teir í øðrum um-
fari taptu á heimavølli móti
sandoyingum. Vágbingar
hava ofta staðið seg væl í
Gundadali móti HB, og í ár
hevur VB so mikið góða
manning, at tað kann gerast
spennandi fríggjadagin.
Lítil miðja
Tað ber illa til at tosa um
nakra miðju í bestu fótbólts-
deildini. Um nøkur miðja
er, so eru tað GÍ, NSÍ og
B71, sum hava fimm og fýr-
Fríggjadagurin verður sera áhugaverdur
Støðan eftir fýra umfør og samansetingin av dystum í fimta umfarinum ber møguleika í sær fyri, at kappingin fer at
skrædna dýra biðjudag
John Petersen takkar áskoðarunum fyri hesuferð, og
áskoðararnir svaraðu honum eisini aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
Avstað mikudagin
At byrja við verður tað tó bert um vikuskiftini, at John Petersen verður í
Íslandi
JÁKUP MØRK
Hóast trivaliga sigurin á
sumbingum sunnudagin,
so var kortini ein ferðil
av
ótta
yvir
B36
áskoðarunum.
Orsøkin var tó ikki
frammanfyristandandi
uppgávan, men heldur
tann sannroynd, at tosað
varð um, at hetta var
seinasti dysturin hjá John
Petersen
fyri
árs-
talsfelagið.
Fyri viku síðani bórust
tíðindi um, at Íslendska
Leiftur, har Jens Martin
Knudsen
er
venjari,
samráddist við B36 og
John Petersen, um at fáa
álopsmannin í hópin.
Íslendsku
miðlarnir
skrivaðu, at hetta var
ætlað at tippa holið í
álopspartinum, eftir at
Uni Arge í vetur valdi at
skifta felag.
At íslendingarnir eru
grammir eftir at fáa John
í
hópin,
verður
undirstrikað av, at fyrstu
vikurnar
skal
føroyinguyrin bert vera í
Íslandi um vikuskiftið.
Hetta tí hann í í hesum
døgum leggur seinastu
hond á útbúgving sína á
Læraraskúlanum, og at
hann tískil eisini má vera
til próvtøku her heima.
Ætlanin er so, at hann
um vikuskiftið skal spæla
við Leiftri, meðan hann í
miðvikuni venur við
B36.
Ynskir tað besta
Sjálvur sigur John, at um
hann skal gera dreymin
um fótbóltstilveruna til
veruleika, so er tað um
at vera seinasta útkall, og
tí valdi hann at taka av
tilboðnum.
- Sjálvandi er tað eitt
sindur hugstoytt at fara av-
stað nú, tá vit liggja fremst
í landskappingini, men eg
vóni og rokni við, at teir
megna at halda fast um
oddasessin kortini, sigur
John Petersen.
Skemtandi leggur hann
afturat, at sjálvur hevur
hann spælt í fremstu deild-
ini í 7 ár, men at hann ong-
antíð hevur megnað at skot-
ið fýra mál í einum og sama
dysti.
Við hesum sipar hann
sjálvandi til avrikið hjá lið-
felaganum, Bjarna Prior,
sum sunnudagin røkti á-
lopssessin hjá John, meðan
hesin var á miðvøllinum.
Nøgdur
Aloftast er torført at fáa
neyvar upplýsingar um løn-
arviðurskiftini, tá slíkir sátt-
málar verða skrivaðir, og
soleiðis er eisini í hesum
føri.
John sigur tó, at hann er
nøgdur við sáttmálan, sum
gevur honum møguleika at
savna alla orku sína um fót-
bóltin.
Takkar fyri seg
At enda biðjur John okkum
heilsa viðhaldsfólkunum
hjá B36, við tøkk fyri tíðina
í felagnum, og ikki minst
klappini hann fekk, tá hann
stutt fyri leiklok varð
útskiftur sunnudagin.
Standandi
fagnaðu
áskoðararnir leikarunum,
sum, síðani hann kom til
felagið í 1997, hevur verið
ein hin týdningarmesti á
liðnum, og sum í ár hevur
verið liðformaður á liðnum.
- Eg spurdi Pelle, um tað
var gjørligt at skifta meg út
stutt fyri leiklok, og hesum
játtaði hann, og tað eri eg
sera fegin um, sigur John
Petersen at enda.
a stig.
Gøtumenn megnaðu ikki
at koppa illa kroysta KÍ lið-
num, men hóast tað ikki
gekk hesa ferð, so vóru tað
manningarligar ábendingar
um, at Gí kann fara at toga
seg longri upp á støðu-
talvuni.
Men tað verður torført hjá
gøtumonnum, sum fríggja-
dagin skulu til Runavíkar.
At spæla móti einum liði,
sum akkurát hevur tapt, er
altíð torført. NSÍ tapti í Vág-
i, og bæði tað og so tað, at
tveir av spælarunum, sum
eru uppvaksnir í felagnum,
nú spæla við GÍ, fer ivaleyst
at gera tað lætt hjá Trygva
Mortensen at seta sínar
spælarar upp.
Sanoyingar taptu á Toft-
um, men teir vóru ongantíð
niðurspældir. Liðið er so-
leiðis fyri, at teir fara sjál-
dan at verða roknaðir mill-
um favorittarnar, men sam-
stundis hava teir evni til at
arga øll hini liðini.
Botnurin
Klaksvíkingar mugu finna
seg í framvegis at vera rok-
naðir millum botnliðini. Har
vera teir neyvan leingi aft-
urat. At teir megnaðu mál-
leysan javnleik í Gøtu plag-
ar at verða roknað sum eitt
hampuliga gott úrslit. Tru-
pulleikin hjá klaksvíkingum
er, at teir hava tapt fýra stig
á heimavølli. Tað plaga teir
ikki at gera.
Fríggjadagin fær KÍ ein
nýggjan
møguleika
á
heimavølli, men tað verður
strevið móti B68 sum ofta
hevur staðið seg væl í
Klaksvík.
Umstøðurnar gjørdu, at
vágamenn hildu frí. Støðu-
talvan boðar frá, at teir eru
kroystir, og talan verður um
botngysara, tá teir fríggja-
dagin fara til Sumbiar.
Tvey tey næstu umførini
verða sera týdningarmikil
fyri sumbingar, sumbingar.
Teir tóktust spara upp á
krútið, tá teir vóru í Gunda-
dali. Lagnan hjá teimum í
bestu deildini er nógv tengd
at, hvussu tað fer at hilnast,
tá teir fáa vitjan av FS Vág-
ar og síðani av B71.
Skal metast eftir úrslitunum higartil í kappingini, verður
VB eitt av toppliðunum hetta kappingarárið
Mynd: Áki Bertholdsen