Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 93 - 16. mai 2000 JÁKUP MØRK B36-TB 5-1 (1-0) Tvørámenn hava í ár sett sær fyri, at nú skal besta lið teirra aftur upp í fyrstu deild at spæla, og eitt nú kundi leiguavtalan við Ó- la Johannesen eisini bent á, at nakað er um prátið hjá teimum. Tað skal tó beinanveg- in sláast fast, at um tvør- ámenn skulu gera sær nakrar vónir í so máta, er alneyðugt at teir vísa meira sannførandi spæl, enn talan var um leyg- ardagin. Steðgaði uttan Óla Næstbesta liðið hjá havn- armonnum vann nevnliga stórsigur á tvørámonnu- num, og hóast tað ikki var fyrr enn seinasta korterið ella so, at ballónin skræd- naði, so mundi tað eftir dystin ikki vera stórvegis ivi um, at rætta liðið hev- ði vunnið. Teir á heimaliðnum løgdu bragdligari fyri, og longu eftir átta minuttum hevði Rógvi Róin lagt B36 fram um. Ein hin størsta orsøkin til yvirvágina hjá heima- liðnum mundi verða, at Klæmint Matras hevði fingið til uppgávu at mansverja Óla Johanne- sen, og hesin liðurin av spælskipanini eydnaðist sera væl. Landsliðsmað- urin, sum enn ikki tykist vera komin rættuliga fyri seg eftir skaðan, varð hildin í sera stuttum tjóðri allan fyrra hálvleik, og hetta darvaði spælinum hjá TB almikið. Hóast B36 sostatt hev- ði gott tak á, so fingu teir ikki næsta málið fyrr enn tíðliga í seinna hálvleiki, tá Håkon Lundholm, sum spældi ein heilt góðan dyst, setti bóltin í netið. Nakað seinni eydnaðist tað Einari Petersen at minka um munin, og líkt var tí til, at nakað av spenningi kortini skuldi koma í dystin. B36 hevði tó framhald- andi tamarhald á, og av- gerðin fall, tá 18 minuttir vóru eftir at spæla. Hå- kon slapp púra leysur móti málinum, og tá hann dróg framvið málverja- num, vórðu beini tikin undan honum. Brotsspark og reytt kort til mál- verjan, og tá Karl Leons- son var ósvikaligur frá 11 metra-blettinum, var so at siga alt avgjørt. Seinastu løtuna kundi Håkon Lundholm og Johnny Samuelsen stað- festa sigurin. Nógv skal betrast Hóast greiða ósigurin, so kunnu tvørámenn kortini ikki avskrivast í uppflyt- ingartosinum enn. Nógvir dystir eru framvegis eftir at spæla, men sum nevnt í byrjanini, so skal annað spæl finnast fram, um teir ætla sær í fyrstu deild, fyri ikki at tosa um, at verða verandi í bestu deildini, um teir nú koma so langt. Kanska er eitt sindur torført at meta um styrki teirra, nú fleiri mans eru úti við skaðum, men støð- an verður neyvan betri, tá Óli Johannesen fer av aft- ur landinum. Um TB tá fær annan leikara í hans- ara stað, má tíðin so vísa. B36-Sumba 5-1 (1-0) 1-0 Rógvi Róin 2-0 Håkon Lundholm 2-1 Einar Petersen 3-1 Karl Leonssen 4-1 Håkon Lundholm 5-1 Johnny Samuelsen Dómari: Tummas Pauli Olsen Tvørámenn steðgaðir Sigursrøðin hjá TB steðgaði, tá teir leygardagin máttu lúta fyri teimum næstbestu hjá B36 B68 fylgir við í toppinum 1. deild: Súni Fríði Johannesen var høvuðsleikari, tá sandoyingar stríddust fyri at javna og síðstu løtuna vórðu sektaðir B68-B71 3-1 (1-1) Súni Fríði Johannesen gjør- dist høvuðsleikari, tá B68 í góðveðrinum á Svanga- skarði sunnudagin tyngdi posan við trimum stigum afturat. Álopsmaðurin, sum í ár er komin aftur til B68, eftir at hann síðani á sumri í 1997 hevur verið fyrst í NSÍ í eitt hálvt ár og so í HB í tvey ár, skoraði øll trý mál- ini í 3–1 sigrinum á sand- oyingum. Sandoyingar, sum hava ta styrkina, at teir kenna sínar avmarkingar, vóru varnir í útgangsstøðuni. Teir vóru komnir á Toftir fyri at varð- veita stigið, teir høvdu við. Tað eydnaðist teimum at halda tætt í 35 minuttir. So fór eitt mál ígjøgnum, men í fyrstu atløgu var ikki neyðugt at sleppa taktikk- inum og at leggja á meiri álopskendan bógv. Bara tríggjar minuttir eftir B68 leiðslumálið javnaði mið- vallarin Julian Florescu, tá B68 málverjin ikki megn- aði at verja fyri frísparki úr spískum í høgru. Skaprskjúttin Súni Fríði Johannesen skor- aði fyrsta málið í 36. min- utti: – Álopsmakkarin hjá mær, Marcello, átti sín lut í málinum. Hann var við uppá tað, tá eg dró upp á tvørs uttanfyri brotsteigin. Tá eg royndi at spæla eitt tvey, brúkti hann hælin, og eg gjørdist púra leysur í brotsteiginum, greiðir væl nøgdi álopsmaðurin hjá B68 frá. Súni Fríði hevur onkun- tíð áður skorað trý mál í einum og sama dysti. Síðsta ferðin, at tað kom fyri, var í síðsta umfarinum í 1998, tá HB slerdi FM heitið fast við at vinna 10–1 í Fugla- firði. Ta ferðina skoraði Súni Fríði, sum við átjan málum í alt gjørdist næst- besti málskjúttin í deildini (Jákup á Borg skoraði tjúgu) fýra mál. Næsta málið fekk Súni Fríði í 67. minutti: – Tað var ein eitt sindur óvanlig støða. Eftir deyð- bólt og aftur og fram endaði bólturin í høgra borði, har vinstri vongverjin hjá okk- um, Jákup Eli Olsen, legði innfyri við høgra beini. Eg var púra leysur sjey metrar úr málinum, og tað var lætt at skora. Síðsta málið kom í næst- síðsta minuttinum: – Tá høvdu sandoyingar í eina góða løtu trýst fyri at javna. Burtursæð frá at Jógvan Jón Petersen royndi seg við góðum stútara høv- du teir ikki nógvar upplagd- ar møguleikar, sjálvt um teir fingu nógv hornaspørk, greiðir Súni Fríði frá. Síðstu løtuna var verju- parturin hjá sandoyingum tunnur. Liðformaðurin hjá B68, Fróði Benjaminsen, sendi langan bólt fram, og so var Súni Fríði púra leys- ur: – Aftasti maður hjá teim- um, Jón Brekku, satsaði við takling, tað miseydnaðist, og so var eg púra leysur í vinstru. Valdemar kom út ímóti. Eg haldi, at hann rok- naði við, at eg fór at royna at fáa bóltin framvið hon- um. Men í staðin lyfti eg uppum hann, og tað var ein deilig kensla at síggja bóltin fara í málið. Skulu vit rokna við, at tú í fleiri øðrum dystum fert at skjóta fleiri mál? – Tað snýr seg um, at lið- ið hjá okkum skal vinna. Eg eri annar av álopsmonnu- num, og bæði eg og Mar- cello vita, at tað verður rok- nað við, at vit leggja upp og skora mál. Eg haldi, at tað gongur rætta vegin. Tíð- liga í ár hevði eg ein skaða, sum gjørdi, at eg fekk ikki vant í tríggjar vikur. Hetta hevur havt við sær, at an- trittið, sum er so týdning- armikið fyri álopsspælarar, ikki hevur verið, sum tað átti at verið, men tað er betri nú. Og fara tit at blanda tykk- um í toppstríðið? – Tað vóna vit. Men tað verður strevið. Longu fríggjadagin hava vit eina sera torføra uppgávu í Klaksvík. Skulu vit vera við í oddastríðnum, so skulu vit fáa nógv stig undan summarfrítíðini. Hópurin hjá okkum er so mikið lítil, at tað fer at kennast meint, tá leikbannini fara at gera um seg. Móti B71 vóru bæði Jan Petersen og Eyð- stein Skipanes skaddir, og tað merktist væl. Vit hava einar tríggjar ungar og evnaríkar spælarar, men ofta roynist tað ikki væl, um tað er neyðugt at leggja ov stórar byrðar á so ungar spælarar, heldur væl nøgdi álopsmaðurin hjá B68, sum fyribils gleðir seg um un- danvindin á Svangaskarði (í dammstillum summar- veðri!). JH B68-B71 3-1 (1-1) 1-0: Súni Fríði Johannesen 36. 1-1: Julian Florescu 39. 2-1: Súni Fríði Johannesen 67. 3-1: Súni Fríði Johannesen 89. Dómari: Lassin Isaksen B68: Magnus Poulsen – Mann- bjørn Nesá, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen – Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Øssur Jacobsen – Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino B71: Valdemar Nowisci – Rúni í Soylu, Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen – Kári Nielsen, Julian Florescu, Høgni Hansen – Eli Hentze, Alex Nielsen Einki er at taka seg aftur í, at Súni Fríði var stóra hetjan á Svangaskarði sunnudagin. Her er hann á veg fram við Bernhardi Petersen, meðan Eli Hentze spentur fylgir við gongdini Mynd: J. Jacobsen B36 gjørdist fyrsta liðið, sum megnaði at taka stig frá tvørámonnumhetta kappingarárið JÁKUP MØRK VB-NSÍ 3-1 (0-0) At prátið hjá vágbingum um at blanda seg meira í oddin hetta kappingarárið ikki ba- ra hevur verið reyp, tykist nú vera próvfast. Vágbingar hava, fýra um- før eru leikt, lagt seg á tri- ðovasta sessin á stigatalv- uni, og var tað ikki fyri ó- trúliga avrikinum hjá B71 málverjanum fyri fjúrtan døgum síðani, høvdu vág- bingar verið einsamallir á næstovasta sessinum. Trýstu nógv Vónbrotið um tapið móti sandoyingum mundi tó vera skúgvað til viks sunnudag- in. Runavíkingar, sum un- dan dystinum vóru ósigrað- ir, komu nevnliga á vitjan, og hóast tað enn er nakað tíðliga á árinum, so var ein sigur sera týdningarmikil fyri báðar partar, tí við hes- um kundu teir halda sam- bandi við líka til oddaliðið, sum hevði eina á pappír- inum lætta uppgávu á heimavølli. Tað var skjótt greitt, at vágbingarnir undir ongum umstøðum ætlaðu sær, at stigini skuldu fara av aftur oynni, og alt fyri eitt løgdu teir eitt stórt trýst á NSÍ. Runavíkingar megnaðu tó at standa ímóti trýstinum, og verður sæð burtur frá einstøkum skotroyndum, høvdu vágbingarnir ikki teir heilt stóru málmøguleik- arnir. Hinvegin hevði trýstið eisini við sær, at NSÍ hevði ógvuliga ilt við at fáa glið á sítt spæl, og tó var nakað langt millum royndirnar hjá teimum. Sum hálvleikurin leið, fekk NSÍ tó betri tak á. Eis- ini fingu teir nú okkurt høv- ið til at skjóta upp á mál, og eitt av hesum skotum noy- ddi eisini Bjarna út í fulla longd. Fyrra umfarið endaði tó málleyst, og hóast positivu gongdina móti endanum av hálvleikinum, so mundu runavíkingar ikki vera ó- nøgdir um hetta. Dreymabyrjan Seinni hálvleikur kundi nærum ikki fingið eina betri byrjan, sæð við eygunum hjá gestunum. Seinni hálv- leikur var ikki minutt ga- mal, tá Dánjal Hansen úr 18 metra fjarstøðu langaði bóltin í netið. Hóast skelkin um málið, so royndu vágbingarnir kor- tini at spæla sítt egna spæl, og eftir lítið korter, gav hetta eisini úrslit. Venjarin hjá runavíking- um, Trygvi Mortensen, var tó alt annað enn fegin um verjuspælið, tá Robert Cie- slewicz slapp at stinga bólt- in inn um verjuna, so VB- venjarin, Krzystof Pop- czynzki kundi fáa javnvág í roknskapin. Bæði liðini royndu nú hvør í sínum lagi at avgera dystin, men líkt var kortini til, at liðini vóru somikið javn, at javnleikur skuldi gerast úrslitið. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir, noyddist Djóni N. Jo- ensen tó av vøllinum við einum sonevndum trælærið, og løtu seinni var túrurin komin til Gert Langgaard, sum somuleiðis fór haltandi av vøllinum. Runavíkingar vórðu tí noyddir at seta tveir nýggjar mans inn, og áðrenn hesir høvdu leikt seg heitar, høv- du vágbingar gjørt sær dælt av støðuni og lagt seg á odda. Teir leiktu seg ígjøgnum úti í síðuni, og tá sent varð innfyri, var altíð vandamikli Jón Pauli Olsen fyrstur á, so VB nú var á odda. Sum vera man, so royndu runavíkingar nú at trýsta, fyri at fáa í øllum førum annað stigið við sær, men ístaðin slerdi VB kontra, so dysturin varð avgjørdur. Eftir mótálop varð bólt- urin stútaður móti málinum, men Sjúrður Jacobsen vardi fyri við hondini. Reytt kort til Rúna, og tá Krzystof eftirfylgjandi setti brotssparkið í netið, var dystrin at kalla avgjørdur. Seinastu minuttirnar hendi millum lítið og einki, heimaáskðararnir kundu so- statt fegnast um fyrstu stig- ini á heimavølli hetta kapp- ingarárið. VB fylgir við Sum nevnt, so hevur VB nú leikt seg upp á triðja plássið á stiatalvuni, hóast HB við sigri í útsetta dystinum móti FSV kann skumpa teir eitt pláss longur niður. Komandi vikuskiftið verður tað júst HB, sum Skaðar kostaðu 1. deild: NSÍ megnaði ikki at skipa seg nóg væl, eftir at tveir av lyklaleika- runum noyddust av vøllinum, og so kundu vágbingarnir tryggja sær trý stig afturat verður mótstøðuliðið hjá vágbingum, og hóast hetta kann tykjast sum stórur biti, so hava vágbingar havt sera góð úrslit móti júst HB seinnu árini. Við tapinum fullu runa- víkingar aftur á sætta pláss- ið, men hetta kann broytast, um teir sunnudagin megna at fáa trý stig burtur úr lo- kaluppgerðini móti GÍ. Kunnu teir tað, eru teir aftur væl við í kappingini um fremstu plássini. VB-NSI 3-1 (0-0) 0-1 Dánjal Hansen 46. 1-1 Krzystof Popczynzki 58. 2-1 Jón Pauli Olsen 80 3-1 Krzystof Popczynzki (br.) 89. Dómari: Kim Ejdesgaard VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Ja- cobsen - Jón Peuli Olsen, Milan Kuljic, Tórður Holm, Palli Augustinussen - Krzy- stof Popczynzki, Robert Cieslewicz NSÍ: Rúni Joensen - Brynjálvur Nielsen, Arnfinn Lang- gaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen - Gert Langgaard, Djóni N. Joensen, Dánjal Hansen, Jónstein Petersen - Ian Højgaard, Mortan Han- sen Leingi vóru runavíkingarnir væl við í dystinum móti VB, men skaðar hjá lyklaspælarum órógvaðu móti endanum, og hesum megnaðu vágbingar at gera sær dælt av Mynd: Áki Bertholdsen ÍF–GÍ 0–0 Flovisligt. Tað var nið- urstøðan hjá fuglfirðing- um, tá næstbesta liðið hjá gøtumonnum leygardag- in hevði steðgað sigurs- røðini hjá ÍF. Og tað var væl skiljan- di, at teir í góðveðrinum í Fuglafirði vóru eitt sin- dur flovir. Tí um grann- arnir fyri uttan Varma- keldueið høvdu verið eitt vet hepnari, so kundu teir verið farnir til hús við øllum trimum stigunum. Í 2. hálvleiki raktu teir bæði í stólpan og tvør- træið aftanfyri Allan G. Joensen. ÍF hevði øll góð kort á hondini. Og tað í orðsins sanna týdningi, tí tvær ferðir í 2. hálvleiki vísti dómarin, Eiler Rasmus- sen, gøtumonnum reyða kortið. Tíðliga í 2. hálvleiki helt hann seg meiri til reglarnar, enn so mangir aðrir dómarar gera. Eftir at tað var bríkslað fyri frísparki, hevði vong- spælarin í høgru Bárður Heinason hug at skumpa eitt sindur til ein mót- støðumann, og tað fekk hann reyða kortið fyri. Og tá tað restaðu stív- liga tíggju minuttir, varð gøtumaðurin í ÍF verjuni, Alvi Justinussen, so harð- liga taklaður langt frammi á vøllinum, at dómarin metti tað vera til reytt kort, og so noyddist Hans Jákup á Líknargøtu at fara undir brúsu. Men hóast teir vóru ell- ivu móti níggju, so megn- aðu fuglfirðingarnir ikki at fáa mál. Stutt undan dystarenda hevði Tomek størsta møguleikan. Staddur mitt fyri máli- num setti hann innaru síð- una á, men á strikuni aft- anfyri Mortan Joensen bjargaði álopsmaðurin Heini Heinason. Fuglfirðingarnir máttu harvið ásanna, at í fótbólti snýr tað seg ikki bara um at venja nógv. Mótstøðu- menninir vístu teimum, at umframt venjingina, so er tað av stórum týdningi at hava royndar og snúðnar menn á liðnum. Á GÍ liðnum vóru Jan Skoradal og Janus Ras- mussen í verjuni, Símun Petur Justinussen var eis- ini við, og hesir vita væl, hvussu tað skal farast fram, tá mótstøðumenn- inir royna seg í 4–4–2 út- gangsstøðuni. Teir megn- aðu at pakka seg saman í verjupartinum, krossbólt- arnir hjá fuglfirðingunum vóru ikki nógvir og neyv- ir, og gøtumenn vóru minst líka vandamiklir, tá teir fóru í snarálop – ikki minst Heini Heinason. JH GÍ legði fót fyri fuglfirðingar 2. deild: Sigursrøðin hjá ÍF steðg- aði, tá GÍ kom á vitjan Fuglfirðingar hálvsnávaðu móti 9 gøtumonnum, men kortini halda teir fast um fremsta sessin á stig- atalvuni