týsdagur 16. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 Herfølge 30
16
- 5
- 9
47
44
3
53
2 Brøndby 29
14
- 7
- 8
53
33
20
49
3 AaB
30
12
- 12
- 6
54
31
23
48
4 AB
30
12
- 9
- 9
46
33
13
45
5 Silkeborg29
12
- 7
- 10
44
31
13
43
6 Lyngby
30
13
- 4
- 13
49
52
-3
43
7 Viborg
30
12
- 7
- 11
42
48
-6
43
8 FCK
30
12
- 6
- 12
41
33
8
42
9 OB
30
9
- 9
- 12
34
40
-6
36
10 AGF
30
9
- 7
- 14
33
48
-15
34
11 Vejle
30
6
- 11
- 13
36
63
-27
29
12 Esbjerg
30
8
- 4
- 18
38
61
-23
28
Støðan, danska superligan
Úrslit:
14.05
Aab-Vejle
7-1
14.05
Esbjerg-Herfølge
1-2
14.05
AB-Viborg
6-0
14.05
OB-Lyngby
1-3
15.05
Siolkeborg-Brøndby
(leiktur eftir evstamark)
Komandi dystir:
21.05
AGF-AB
21.05
Viborg-Aab
21.05
Herfølge-OB
21.05
Lyngby-Silkeborg
21.05
Vejle-Esbjerg
Annan sunnudag verður tað
greitt, hvør kann kalla seg
fyrsti danski meistarin í fót-
bólti eftir at nítjan hundrað
er skift út við tvey túsund.
Jákup Mikkelsen og Her-
følge eru framvegis á odda,
og eftir at teir sunnudagin
vunnu 2–1 í Esbjerg, eru tey
alt fleiri, sum rokna við, at
meistaraskapurin í ár verð-
ur vunnin av Herfølge. Um
hetta verður soleiðis, so
verður talan um mest ó-
væntaðu endastøðuna nak-
rantíð í donskum fótbólti,
verður sagt.
Hóast Esbjerg er botnlið
og ivaleyst ikki hórar undan
í stríðnum fyri at sleppa un-
dan niðurflyting, so var tað
sumt, ið bendi á, at upp-
gávan hjá Herfølge fór at
verða torfør. Mitt í síðstu
viku var Esbjerg, sum í síð-
sta heimadystinum undan
vitjanini hjá Herfølge hevði
vunnið 2–0 á Brøndby, í
Lyngby, har teir vunnu 6–
4.
Og
spurningurin
er,
hvussu tað hevði lagað seg,
um Esbjerg hevði komið á
odda móti Herfølge. Bein-
anvegin høvdu teir góða
skotroynd,
men
Jákup
Mikkelsen hevði tað hep-
nið, sum oddalið ofta verða
søgd at hava. Bólturin small
í stólpan og fór út til mál-
spark, og so var tað, at Her-
følge tók valdið á vøllinum
og skoraði tvey mál.
Tað fyrra fingu teir tá
tíggju minuttir vóru farnir.
Málskjútti var Jens Mad-
sen, sum fylgdi upp í vin-
stru og sendi innleggið ella
skotroyndina, sum var
komin úr hinum borðinum
í kassan.
Tá Jesper Falck tíggju
minuttir seinni økti til 2–0,
var tað eftir fríspark. Her-
følge átti at havt økt upp-
aftur meiri um leiðsluna.
Teir spældu væl, og teir
høvdu nógvar møguleikar
fyrsta tíman, men teir fingu
ikki fleiri mál.
Esbjerg minkaði um
munin miðskeiðis í 2. hálv-
leiki. Jákup Mikkelsen varð
skrásettur at hava gjørt
sjálvmál. Tað ljóðar kanska
eitt sindur undarligt, tí tað
kemur ofta fyri, at málver-
jar eru teir síðstu, sum nerta
bóltinum, áðrenn hann fer
um strikuna, men hesa ferð
var talan um eitt veruligt
sjálvmál. Tá Jákup skuldi
boksa frísparksinnlegg úr
høgru burtur, rakti hann
bóltin soleiðis, at hann sigl-
di í málið.
– Eg helt, at eg boksaði
bóltin út til hornaspark,
men tað fór hann altso ikki,
staðfesti Jákup Mikkelsen
aftaná. Sjálvandi var hann
fegin um, at sjálvmálið ikki
hevði havt við sær, at Her-
følge misti nakað stig.
Eftir málið tóktust teir á
heimaliðnum at trúgva
meiri uppá, at tað kundi
bera til at fáa eitt mál aft-
urat, men Jákup Mikkelsen
vardi øllum skotroynd-
unum.
Okkurt slag av málmi
Í gjárkvøldið var Brøndby
í Silkeborg. At Herfølge
vann legði undan dystinum
í gjárkvøldið eitt stórt trýst
á favorittarnar til DM úr
Brøndby.
Herfølge hevur tríggjar
dystir eftir at spæla – tveir
á heimavølli og ein á úti-
vølli. Sunnudagin fáa teir
vitjan av OB, mikukvøldið
í komandi viku skulu teir
spæla torføra útidystin í
Silkeborg, og annan sunnu-
dag koma Todi Jónsson og
FCK til Herfølge.
– Nú eri eg 90 prosent
vísur í, at vit fara at fáa
okkurt slag av heiðurskrón-
um, og harvið hava vit
meiri enn rokkið málið,
sum vit høvdu sett okkum
undan kappingarbyrjan og
eisini málið, sum vit settu
okkum eftir vetrarsteðgin.
Eg dugi ikki at siga enn,
hvat slag av heiðursmer-
kjum vit fara at fáa, segði
Herfølge venjarin, John
Faxe Jensen, sum ikki tyk-
ist hava nakað ímóti, at
undirspæla leiklutin hjá
Herfølge.
Nýklassikarin
Todi Jónsson hevði frí í
vikuskiftinum, men kom-
andi vikuskifti kunnu hann
og hinir í FCK vera við til
at hjálpa Jákupi Mikkelsen
og Herfølge nærri meista-
raskapinum. Sjálvandi fer
tað tá at verða hildið eitt
sera vakið eyga við gongd-
ini heimadystinum hjá Her-
følge móti OB.
Men ivaleyst verður tað
soleiðis, at stóri áhugin hjá
pressuni – bæði í hesi vik-
uni og í vikuskiftinum – fer
at vera vendur móti einari
nýggjari útgávu av nýklass-
ikaranum í donskum fót-
bólti. FCK skal spæla í
Brøndby, og tey seinnu ár-
ini hevur einki í donsku su-
perliguni komið í nánd av
áhuganum fyri hesum upp-
gerðunum.
Stórfeløg í tungum
sjógvi
At tíðirnar broytast er sjón
Herfølge trýstir Brøndby
Superligan: Jákup Mikkelsen var óheppin at gera sjálvmál, tá hann og Her-
følge hildu kósina móti DM
Glið tykist vera komið á
málskjótingina og harvið
vøksturin í stigatali hjá
føroyska
felagnum
í
næstbestu norsku deild-
ini.
Sunnukvøldið
hevði
Sogndal vitjan av Troms-
dalen, og teir 851 áskoð-
ararnir kundu staðfesta, at
eingin ivi var um, hvør
var omaná, og hvør lá
undir.
Sogndal var á oddda 2–
0 í steðginum. Teir vunnu
6–0, og harvið vunnu teir
fyri aðru ferð á rað.
Bæði Julian Johnsson
og Kurt Mørkøre vóru á
heimaliðnum, og sam-
bært norskum fjølmiðlum
stóð serliga Julian sterkur
í myndini. Hann var allar
90 minuttirnar á miðvøll-
inum, og fyri avrikið fekk
hann í stóra norska dag-
blaðnum Verdens Gang
eitt seks tal. Julian var
tann einasti av teimum 22
spælarunum, sum fekk so
gott ummæli.
Julian krýndi góða av-
rikið við at skora sítt fyr-
sta mál í landskappingini
í ár. Tað var í 64. minutti,
tá hann stútaði innlegg í
málið til 4–0.
Kurt Mørkøre var á lið-
num teir fyrstu 81 min-
uttirnar. Hesa ferð eydn-
aðist tað ikki álopsmann-
inum at skora. Í VG fekk
fyri søgn í donskum fót-
bólti. Fyri einari fjórðings
øld síðani var FCK ikki til,
og Brøndby spældi seriu-
fótbólt. Tá taldust AGF,
Vejle og Esbjerg millum tey
stóru og nógv vinnandi fe-
løgini í Danmark.
Nú stendur ikki so væl til
í jysku stórfeløgunum. Øll
eru tey í botninum í super-
liguni. Felagið hjá Óla Jo-
hannesen hevði fríviku-
skifti, men hóast tað, so
mundu teir draga andan eitt
sindur lættari. Esbjerg og
Vejle vóru undan vikuskift-
inum undir niðurflytingar-
strikuni, og tað eru tey
framvegis. Vejle tapti ikki
minni enn 7–1 móti AaB,
og 6.721 áskoðarar sóu Es-
bjerg tapa móti Herfølge.
Nú verður mest sum tikið
fyri givið, at hesi bæði søg-
uligu feløgini ikki verða í
superliguni eftir summar-
frítíðina. Hesin veruleikin
harmar nógv.
Viborg var inntil fyri
stuttum við í stríðnum um
DM, men nú er luftin farin
úr teimum. Teir vitjaðu AB,
sum tykist hava fingið luft-
ina aftur, eftir at teir hava
givið Ole Mørch sekkin.
AB vann 6–0.
OB er eitt annað av stóru
feløgunum í superliguni,
sum ikki hevur staðið seg
væl. Hesa ferð taptu teir 3–
1 á heimavølli móti Lyng-
by, men nú er vandin burtur
fyri, at OB skal flyta niður.
jh
Sunnudagin
vann
Kongsvinger 3–0 á útivølli
móti
Sandefjord.
Kongsvinger hevur tólv
stig,
og
teir
eru
á
næstfremsta plássinum.
JH
Kurt eitt fýra tal, og tað
var sama ummæli, sum
nógvir av liðfeløgunum
fingu. Kurt Mørkøre sá
gula kortið nakað fram-
manundan, at hann var
skiftur út.
Sogndal er á sætta
plássi. Stórsigurin sunnu-
dagin styrkti um mál-
munin sum nú er 15–9.
Sum sagt var Julian
kosin besti maður á vølli
sunnukvøldið. Og eingin
ivi man vera um, at før-
oyski miðvallarin kom-
andi sunnudag fer at
leggja alt tað í, sum hann
megnar – og kanska mei-
ri afturat! Sunnudagin
skal Sogndal spæla á úti-
vølli móti Kongsvinger.
Gamla felagið hjá Juliani,
sum ikki helt seg hava
brúk fyri føroyska mið-
vallaranum, flutti í fjør
niður í næstbestu deild-
ina. Teir hava higartil
staðið seg væl, so upp-
gávan hjá Sogndal verður
torfør.
JH
Julian besti
maður á vølli
Norskur fótbóltur: Sogndal vann
stórsigur, men hesa ferð gjørdi
Kurt Mørkøre einki mál
Verða Jákup Mikk-
elsen og teir meist-
arar, verður hetta
helst mest óvæntaða
endastøðan í dan-
skari fótbóltssøgu
GÍ-KÍ 0-0 (0-0)
Fótbóltslíkindini kunnu ikki
verða betri, enn tey vóru í
Sarpigerði
sunnudagin.
Men spælið var ikki tað,
sum tað kanska hevði verið
vónað, tá hugsað verður
um, at talan var um tey bæði
liðini, sum í fjør vunnu gull
og silvur.
Hvørki GÍ ella KÍ megn-
aðu at fáa flótandi spæl at
hanga saman. Ferðin var
ikki høg, og miseydnaðu
temjingarnar og sendingar-
nar vóru alt ov nógvar.
Hjá GÍ var miðvøllurin
mannaður við so royndum
monnum sum Jarnskor
brøðrunum Paula og Magna
og Jóan Peturi Olsen. Johan
Nielsen segði í leikskránni,
at hann roknaði uppgávuna
sera torføra, tí klaksvíking-
arnir vóru svangir. Hetta
mundi vera orsøkin til, at
Pól Ennigarð (rúgvaði væl
upp á høgra vongverja) var
komin upp úr Danmark at
hjálpa til.
At útlagni maðurin var
við hevði við sær, at Ás-
lakur R. Petersen, sum hev-
ur verið fastur maður hig-
artil, var á beinkinum, sjálvt
um Súni Olsen restaði í hin-
um borðinum. Henning
Jarnskor loysti skadda syst-
irsonin av á vongverjanum,
og tað var ivaleyst ein av
orsøkunum til, at lítil tyngd
var í álopspartinum hjá GÍ.
Lítil tyngd í álopinum
GÍ miðvøllurin og síðu-
Klaksvíkingar vóru
vongskerdir
1. deild: Toppliðini í fjør vístu ikki avrik, sum bendu á, at KÍ og GÍ í ár skulu
kappast um FM heitið
spælararnir høvdu fyri tað
mesta betri tak á bóltinum,
enn klaksvíkingarnir, men
tað gekk illa at spæla seg til
upplagdar møguleikar. Óli
Hansen var so at siga blind-
ur ferðamaður mitt fyri,
Helgi R. Petersen tóktist
ikki at stórtrívast í vinstru,
og og tað var sjáldan, at
Rúni Justinussen megnaði
at koma til baklinjuna í høg-
ru.
At tað var lítil tyngd í
fremstu ketuni hjá GÍ var
staðfest av, at tað vóru mið-
vallarar og verjuspælarar,
sum høvdu størstu møgu-
leikarnar at gera mál. Um
Jóan Petur Olsen hevði fin-
gið bóltin í kassan í staðin
fyri úr fimm metrum at sen-
da í tvørtræið, eftir at langt
innkast úr høgru var komið
innfyri, hevði uppgerðin
ivaleyst myndast øðrvísi.
GÍ hevði bara ein annan
upplagdan møguleika. Tað
restaðu tjúgu minuttir, tá
Bartal Eliasen drønstútaði
frísparksinnlegg frá Paula
Jarnskor í tvørtræið. Bólt-
urin støkk út aftur í mál-
teigin, og í seinnu atløgu
bjargaði Jan Andreasen á
strikuni aftanfyri Gunnar á
Steig, sum fyri tað mesta
hevði gott tak á nógvu høgu
bóltunum,
ið
komu
í
brotsteigin.
Kristian eyðsýndur
Tað var eyðsýnt, at tað
nervar klaksvíkingar, at tað
í ár ikki hevur gingið, sum
teir høvdu vónað og kanska
roknað við. Nógvir av spæl-
arunum vóru langt frá tí,
sum teir áður hava víst, at
teir kunnu, og av teimum
ellivu vóru tað bara tríggir,
sum vóru sannførandi. Teir
vóru miðverjarnir Andrzej
Pacek, sum tykist vera kom-
in fyri seg eftir brotið í
kjálkanum, Jan Andreasen,
sum var sera tryggur, og so
blaðungi Kristian á Lakjuni.
Serliga 16 ára gamli ung-
lingin stóð sterkur í mynd-
ini. Flestu av viðspælaru-
num hjá Kristiani høvdu
sera ilt við at standa seg í
nærdystunum – bæði í luft-
ini og á jørðini – men Krist-
ian vísti sera høgt støði.
Hann var snildur við bólt-
inum, hann vann nógvir
nærdystir, og tað var sera
sjáldsamt, at ein so ungur
og óroyndur spælari var før-
ur fyri at fylla so nógv á
miðvøllinum.
Vongskerdir
Klaksvíkingar vóru í løtum
undir stórum trýsti, men av
tí at GÍ ikki megnaði at sko-
ra, lúrdi møguleikin fyri úti-
máli alla tíðina. Ove Ny-
sted, sum vann nógvar luft-
dystir, var onkra ferðina nær
við, og tað var Heðin á
Lakjuni eisini.
Men tað var ikki stór
tyngd í álopspartinum hjá
KÍ. Teir vóru ov fáir í brots-
teiginum, og innleggini vór-
u ov fá. Í fjør vóru Harley
Bertholdsen og John Ryan
í borðunum, men hvørgin
teirra var við móti GÍ. John
er skaddur og ikki so væl
fyri, sum hann var í fjør, og
sunnudagin var Harley Ber-
tholdsen sjúkur. Símun
Waag Høgnesen og Niclas
Niclassen vóru á vongver-
junum. Teir fyltu væl upp í
verjupartinum, men teir
tóktust ikki at hava nakran
serligan álopssetning.
Tomislav Sivic spenti á-
lopsbogan síðstu løtuna,
samstundis sum hann royn-
di at binda um verjupartin.
Aftaru menninir hildu seg
afturi á vøllinum, og ven-
jarin sjálvur og Hjalgrím
Elttør komu í álopið, sum
síðstu løtuna var mannað
við fýra monnum. Saman-
spælið hekk betur saman,
enn tað hevði gjørt, men
einki mál spurdist burturúr.
JH
GÍ:
Sunvard Joensen – Pól
Ennigarð, Bartal Eliasen,
Martin Thomsen, Henning
Jarnskor – Magni Jarnskor,
Jóan Petur Olsen, Pauli
Jarnskor – Rúni Justinus-
sen, Óli Hansen, Helgi R.
Petersen
KÍ:
Gunnar á Steig – Símun
Waag Høgnesen, Andrzej
Pazek, Jan Andreasen, Ni-
clas Niclassen – Kristian á
Lakjuni, Jan Joensen, Róg-
vi Jacobsen – Arnold Joen-
sen, Ove Nysted, Heðin á
Lakjuni
JÁKUP MØRK
EB/Streymur-HB 3-1 (1-
0)
Ofta kemur fyri, at úrslit-
ini í byrjanini av kapping-
arárinum eru sera óstøð-
ug, og higartil er líkt til,
at 2. deildarliðið hjá HB
roynir at fylgja júst hesi
forskrift.
Fyrsta umfarið vóru teir
greitt við undirlutan í
Runavík, meðan teir fyri
viku síðani vunnu stór-
sigur á hvalbingum.
Hesu ferð vóru teir aft-
ur við undirlutan, og sum
skilst á lagnum, so skulu
havnarmenninir prísa sær
lukkuligt fyri, at teir á fe-
lagsliðnum ikki í størri
mun gjørdu sær dælt av
vánaliga verjuspælinum
hjá havnarmonnum.
Evnaríkir unglingar
Talan gjørdist bara um trý
mál, sum Halldórur Joen-
sen, Andreas Dahl og
Dánjal Magnussen skutu,
men skuldi úrslitið staðið
mát við møguleikarnar,
kundi talan lættliga verið
um tvísiffrað tap frættist
frá dystinum.
Sjálvir hildu HB leik-
ararnir, at avrik teirra hev-
ði verið út av lagi ván-
aligt, og at teir í øllum
førum høvdu fingið okk-
urt at hugsað um til kom-
andi vikuskiftið.
Bergur
Magnussen,
sum venur liðið hjá EB/
Streymi, læt hinvegin
hampuliga væl at.
Hann helt tó, at nógvir
lutir í spælinum kunnu
betrast, men hinvegin
hava teir tó fingið seks
stig av níggju møgulig-
um, so enn fylgja teir við
oddaliðunum.
Uppgávan hjá Bergi er
fyrst og fremst at byggja
eit nýtt lið upp. Nógvir
av teimum leikarum, sum
undanfarnu
ár
hava
myndað liðið, eru antin
givnir, ella eru ikki tøkur
av øðrum orsøkum, og
higartil í kappingin hava
fleiri blaðungir leikarar tí
fingið høvið at royna seg.
Nýggju menninir hava
eisini longu prógvað, at
fótbóltsevnini eru á eini
leið, men hinvegin er ofta
trupulleiki við yngru leik-
arum, at avrik teirra eru
ov óstøðug.
Leygardagin
tóktust
leikararnir tó ikki at hava
henda trupulleika, og í
øllum førum var hann
nógv størri hjá teimum
11, sum stillaðu upp hinu-
megin miðlinjuna.
Ikki topplið
HB mundi helst vera fyr-
sta felagið her heima,
sum megnaði at hava
topplið í bæði fyrstu og
aðru deild, men enn hava
teir ikki á nakran hátt
prógvað, at hetta er tað
teir ætla í ár.
Avrikini
hava
sum
nevnt verið sera óstøðug,
og hetta kundi bent á, at
leikararnir ikki leggja na-
kað serligt í, hvussu leik-
ur fer.
Sostatt verður neyvan
talan um nakað oddastríð
hjá teimum í ár, men hin-
vegin kann neyvan rok-
nast við, at teir verða mill-
um niðastu liðini. Á lið-
num eru fleiri leikarar, við
drúgvum royndum, um-
framt ungar leikarar, sum
banka upp á 1. deildar-
dyrnar, so nógv niðanfyri
miðjuna fara teir nokk
ikki at vera staddir, tá av-
tornar.
EB/Streymur-HB 3-1
(1-0)
1-0 Halldórur Joensen
2-0 Andreas Dahl
2-1 Hans Jørgen Durhuus
3-1 Dánjal Magnussen
Óstøðugt
2. deild: Higartil hava avrikini hjá
næstbesta HB liðnum verið sera
óstøðug
Hóast málleysa javnleikin, so vóru málmøguleikar at síggja í Sarpisgerði sunnudagin. Á myndini síggjast gøtumenn
og Klaksvíkingar eygleiða bóltin, men eisini hesu ferð var kósin skeiv
Mynd: JH