týsdagur 16. mai 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
JÁKUP MØRK
Kanska sterkasti Føroy-
ski súkklarin, Rógvi Jo-
hansen, luttók leygardag-
in í kapping í einkultstarti
í Svendborg.
Enn er nakað tíðliga á
árinum, og Rógvi sigur
seg eisini vera langt frá
toppforminum enn, men
kortini megnaði hann at
koyra seg til eitt sjeynda
pláss, og hetta vóru bæði
hann og venjari hansara
væl nøgdir við.
Sjálvur helt Rógvi, at
hann ongantíð kom heilt
upp í snúningar undir
koyringini, men tá hann
so allíkavæl endaði so-
mikið frammaliga, kundi
hann ikki annað enn vera
nøgdur.
Datt
Sunnudagin luttók hann
Datt stutt fyri málið
Rógvi Johansen koyrdi leygardagin fyrsta einkult-
startin á árinum
so í Post Cup í Ballerup,
sum telist millum stóru
kappingarnar í Danmark.
At byrja við gekk rætt-
uliga væl, men eftir at hann
koyrt í eitt hol í vegnum,
noyddist hann at fáa hjálp
frá tænastu bilinum, og
hetta seinkaði honum rættu-
liga nógv.
Hann megnaði tó at koyr-
a hinar súkklararnar upp-
aftur, men alt stríðið skuldi
vísa seg at vera til onga
nyttu.
Rógvi var nevnliga fyri
einum óhappi, tá bert einir
10 av teimum 183,4 km
vóru eftir av kappingini.
Ein bólkur upp á einar 15
súkklarar var sloppin leys-
ur, og Rógvi taldist millum
teirra, sum jagstraðu bólk-
in, tá einir tríggir súkklarar
rendu saman. Rógvi súkk-
laði beint aftan fyri hesar,
og hevði ikki møguleika at
snara undan, so eisini
hann
endaði
í
ruðuleikanum.
Rógvi varð beinanveg-
in fluttur á sjúkrahúsið í
Herlev, men hóast hann
hevði
fleiri
smærri
snuddir, so var kortini
ikki neyðugt at seyma na-
kað, og sjálvur vónar før-
oyingurin at verða klárur
aftur at súkkla komandi
fríggjadag, tá felag hans-
ara aftur luttekur í eini
kapping.
Suðuroyar Sparikassi
setir aftur álitið á VB
Avtalan ímillum Vágs Bóltfelag og Suðuroyar Sparikassa varð undirskrivað í Sparikassanum hóskvøldið.Vinstrumegin
er tað Maria Vágfjall, kassameistari og næstformaður í VB, og høgrumegin er tað Per Jacobsen, marknaðarleiðari í
Suðuroyar Sparikassa. Spælararnir, sum hyggja at, eru Magni Jacobsen, vinstrumegin, spælandi venjarin, Krzysztof
Popczynski í miðjuni og Eyðun Jacobsen, høgrumegin
Áki Bertholdsen
Hóskvøldið skrivaði Suð-
uroyar Sparikassi og Vágs
Bóltfelag undir eina nýggja
sponsoravtalu, sum er gald-
andi í eitt ár, frá 1. januar í
ár til 31. desember.
Hetta er størsta sponsor-
avtala, sum sparikassin ger,
tí Per Jacobsen, marknað-
arleiðari, dylir ikki fyri, at
við hesi avtaluni rýkur
bróðurparturin av tí, sum
Suðuroyar Sparikassi hev-
ur sett av til slík endamál.
–Men tað er kortini held-
ur ikki so, at vit ikki stuðla
øðrum endamálum eisini, tí
tað gera vit, eitt nú kapp-
róðri, sigur Per Jacobsen.
Tá ið sparikassin hevur
gjørt eina slíka „høvuðsav-
talu“ við VB, er tað tí, at
hann hesuferð heldur valdi
at savna orkuna um eitt
endamál og at stuðla tí or-
diliga, heldur enn at spjaða
stuðulin ov víða og at stuðla
eini rúgvu av ymsum enda-
málum við smáum upp-
hæddum, sum kanska ikki
muna so væl hjá tí einstaka.
–Enn er sparikassin ikki
so stórur. Men tað er onki
at ivast i, at stuðulsupp-
hæddirnar frá Suðuroyar
Sparikassa fara at økjast í
takt við at sparikassin sjálv-
ur veksur- og tað gongur
avgjørt rætta vegin, sigur
hann.
Miðvíst til verka
Suðuroyar Sparikassi hevur
stuðlað VB í fleiri ár, men
tað skilst á báðum pørtum,
at í ár er ætlanin at fara
meiri miðvíst til verka, enn
gjørt er onnur ár.
Umframt at geva spari-
kassanum ávís rættindi at
lýsa á búnum hjá VB og í
sambandi við tiltøk hjá fel-
agnum, er eisini ætlanin at
gera álvara burturúr eini á-
seting í sáttmálanum um at
seta eina nevnd við umboð-
um fyri VB og Suðuroyar
Sparikassa, sum leypandi
skal fylgja avtaluni upp og
meta um tað, sum virka væl
og at meta um tað, sum kan-
ska ikki virka so væl fyri at
fáa tað rættað.
Per Jacobsen dylir ikki
fyri, at tá ið avtala er gjørd
um at henda avtalan skal
vera meiri professionel, enn
tær kanska onkuntíð hava
verið, so er tað avgjørt tí,
at Suðuroyar Sparikassan
fegin vil gera meiri vart við
seg.
–At vit hava fingið eina
deild í Havnini, er ábending
um tað sama. Og júst av tí
at vit eisini eisini hava fing-
ið deild í høvuðsstaðnum,
er Suðuroyar Sparikassi
blivin nógv sjónligari, ikki
minst tí at deildin í Havn
hevur fingið so dygga mót-
tøku-ikki bara frá suðuroy-
ingum í Havn, men eisini
frá norðanfjørðsfólki.
Hava nakað burturúr
Marknaðarleiðarin í Suður-
oyar Sparikassa dylir held-
ur ikki fyri, at áhugin fyri
at gera sponsoravtalu við
sparikassan.
– Tíverri kunnu vit ikki
ganga øllum umsóknunum
á møti. Men vit vilja fegin
fáa nakað afturfyri tann
peningin vit brúka til hesi
endamálini.
–\Og tað er heldur ongin
grund at dylja fyri, at tað
er hugaligari at stuðla ein-
um felag, sum fær góð úr-
slit at vísa á.
–Vit vilja fegin vera stolt
av tí, sum vit stuðla.
– So hóast tað skuldi ko-
stað sparikassanum eitt
sindur eyka, høvdu vit feg-
in sæð VB úti í evrope-
iskum kappingum, leggur
marknaðarleiðarin afturat.
Skrivaðu
fótbóltssøgu
Til tey, sum hava áhuga fyri
søgu, kann eisini nevnast
til stuttleika, at VB var fyr-
sta fótbóltslið í Føroyum,
sum hevði lýsingar á bún-
anum.
Tað var í 1971 og eisini
tá var tað Suðuroyar Spari-
kassi, sum var stuðul.
Sostatt vóru tað nakrar
reglur av føroyskari fót-
bóltssøgu, sum vóru skriv-
aðar tá.
Hetta fall tó ikki í góða
jørð hjá ÍSF, sum vildi góð-
kenna tað uttan víðari.
Men VB setti seg ímóti
fótbóltssambandinum, og
fekk at enda viðhald. Síð-
ani varð reglugerð gjørd
fyri, hvussu lýsingarnar
skuldi vera.
VB og Suðuroyar Sparikassi skrivaðu hóskvøldið undir nýggja sponsoravtalu,
sum er galdandi fyri inniverandi kappingarár
Fimleikaframsýning
Lyngs Idrætsefterskole, ið er á vitjan í Føroyum, skal á
ferðini spæla bæði fót- og hondbólt. Í dag hava ungu
danirnir fimleikaframsýning í høllini á Hálsi í Havn.
Lyngs Idrætsefterskole er
skúli, ið liggur á Thyhólmi
í norður Jyllandi. Á skú-
lanum taka næmingar “van-
ligt” níggjunda og tíggjun-
da floks prógv, men sera
stórur dentur verður aftrat
hesum lagdur á ítrótt. Ser-
liga eru tað fimleikur og
hondbóltur, ið eru fram-
maliga.
Skúlin er nýggjur. Hann
hevur bert trý ár á baki, men
er longu nú sera væl um-
tóktur.
Ferðast hvørt ár
Hvørt ár ger skúlin ferð í
annað land. Í ár varð so
gjørt av at vitjast skuldi í
Føroyum. Føroyskir næm-
ingar hava verið á skúla-
num og er gott samband
millum “gomlu” næming-
arnar og skúlan. Við á ferð-
ini eru 78 næmingar og lær-
arar.
Á ferðini í Føroyum
skulu næmingar á Lyngs
skúlanum royna seg bæði í
hond- og fótbólti. Í gjár
seinnapart var dystur mill-
um gentur 14-17 hjá B36
og genturnar úr Lyngs og
mikudagin skulu dreingir-
nir so royna seg móti
dreingjaliðnum hjá B36.
Mikudagurin verður annars
sera strævin hjá ungu fólk-
unum, tí henda dag skulu
donsku ítróttanæmingarnir
eisini spæla móti føroysku
ungdómslandsliðunum
í
hondbólti, ið annars fyri-
reika seg til EM-undan-
kappingar.
ikki bert bóltar
Men tað er ikki bert bólt-
spælið, ið dentur verður
lagdur á á Føroya-ferðini.
Skúlin ger nógv við fimleik
og í dag hava fólk so høvi
at síggja hvat kemur burt-
urúr. Klokkan 16 hava don-
sku næmingarnir almenna
fimleikaframsýning í ítrótt-
arhøllini á Hálsi har øll eru
vælkomin.
Fimleikafeløgini, sum luttóku í framsýningini, vóru: Flog,
Fok, Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleika-
felag og Støkk.
Umleið 350 fimleikarar vóru komnir saman í ítróttar-
høllini á Kambsdali sunnudagin. Her var talan um eina
sokallaða „Hugskotssýning“, sum Føroya Fimleikasam-
band skipaði fyri, og tiltakið eydnaðist sera væl. Høvuðs-
endamálið við hesi framsýning er at samansjóða fimleikarar
Nógv góð hugskot komu fram
Sunnudagin skipaði Fimleikasam-
bandið fyri sonevndari hugskots-
sýning á Kambsdali, og ikki kann
sigast annað enn at hugskotini vóru
nógv í tali
Myndir: Heri S. Lamhauge
úr øllum landinum, og samstundis er hetta ein góður háttur
at geva hvørjum øðrum hugskot og íblástur til komandi
fimleikaár. Byrjað var longu kl. 13 sunnudagin við upp-
hiting og eini felags seriu, har allir fimleikararnir luttóku.
Síðani var okkurt til matna, áðrenn farið varð undir at
sýna fram fyri hvørjum øðrum.
Tað vísti seg at hetta var eitt gott tiltak bæði fyri fim-
leikarar og leiðarar, sum vónandi verður á hvørjum ári