mikudagur 13. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 150 - 13. august 2003
Nr. 150 - 13. august 2003
3
Vatn kom í brenni-
evnið á skutaranum
hjá Alta S. Petersen,
og tí bóðu teir um
hjálp og sigldu til
lands seinastu 80
fjórðingarnar við ein-
um veitingarskipi.
Ferðin heldur tó fram
til Keypmannahavnar
SKUTARAFERÐIN
Eirikur Lindenskov
Royndin hjá teimum báð-
um, 26 ára gamla Sveini
Høgnason og 31 ára gamla
Atla S. Petersen, endaði
fyribils umborð á einum
veitingarskipi á Jotum olju-
feltinum í Norðsjónum 80
fjórðingar úr Stavanger.
– Tað var eg sum fekk
trupulleikar við mínum
skutara. Annaðhvørt er vatn
komið í luftinntakið ella í
brennievnið, sigur Atli S.
Petersen, tá vit hittu hann í
fartelefonini úr Stavanger
fyrrapartin týsdagin.
Teir báðir, Atli S. Peter-
sen og Sveinur Høgnason
vóru komnir meiri enn
hálva leið úr Hetlandi til
Noregs, tá skutarin hjá Atla
fór at ganga so illa. Motor-
urin steðgaði ongantíð – og
tað skuldi hann helst ikki
gera, tí skutarin kann ikki
sleipast, tí tá tekur maskin-
an vatn inn. Teir vendu tí
aftur til ein veitingarbát, ið
lá á Jotum oljufeltinum
einar 80 fjórðingar úr Sta-
vanger og bóðu um hjálp.
Har vórðu skutararnir tiknir
umborð.
Tá teir hivaðu skutaran
hjá Atla umborð, brotnaði
ein partur av róðrinum, og
tað er hendan eykalutin,
teir nú vóru í ferð við at
umvæla í Stavanger.
Annars
gekk
túrurin
tvørtur um Norðsjógvin
ikki heilt, sum ætlað, sigur
Atli S. Petersen.
– Vit høvdu fingið lova
nóg mikið av brennievni frá
einum veitingarbáti á veg-
num, áðrenn vit fóru úr
Hetlandi, men vit fingu
bert 40 litrar í part, og tað
var ikki nóg mikið, greiðir
Atli frá. Hann sigur, at á
túrinum úr Føroyum til
Hetlands brúktu teir 200
litrar í part – teir kunnu
hava 250 litrar umborð í
part, og tað vildu teir hava
til túrin til Noregs. Teir
høvdu eisini góðar veður-
vánir, tá teir fóru, men veð-
rið var ikki so gott, sum
roknað var við, hóast vandi
ongantíð var á ferð, sigur
Atli S. Petersen.
– Men vit hava havt tað
fínt, og vit hava gott mót
um at halda fram, sigur
Atli, sum leggur dent á, at
trygdin hjá teimum alla tíð-
ina hevur verið í lagi.
Rós frá bjarg-
ingartænastuni
– Fólk hava fílst á, hví vit
ikki hava bát at fylgja okk-
um á ferðini. Men tað bera
bara ikki til, og ein slíkur
bátur kann so lítið gera. Tað
ber ikki til at sleipa skutar-
arnar, tí skulu teir umvæl-
ast, so mugu teir takast
upp, og tá mást tú hava ein
størri bát, sigur hann.
– Vit fingu eisini rós frá
vaktar- og bjargingartæn-
astuni í Hetlandi, tí vit vóru
so væl útgjørdir við trygd-
arútgerð. Teir søgdu, at tað
koma so nógvir bátar hand-
anvegin, sum eru illa út-
gjørdir, og so koma vit á
tveimum vatnskutarum við
góðari
trygdarútgerð,
greiðir Atli S. Petersen frá.
– Vit hava hava ein bjarg-
ingarbát til fýra, vit hava
tríggjar GPS’arar, hóast vit
bara hava brúk fyri einum,
vit hava VHF’ara og satelit-
telefon eins og eina ør-
grynnu av neyðrakettum og
blussum, greiðir hann frá.
Alti sigur, at teir eru im-
poneraðir av, hvussu væl
teir kropsliga hava megnað
túrin.
– Vit høvdu væntað tað
nógv verri. Tá vit komu til
Hetlands vóru vit nokkso
eymir, men eftir hvíldina
høvdu vit tað nógv betur.
Nú merkja vit tað sjálvandi
á kroppinum, men tað eru í
so máta eingir trupulleikar
at halda leiðina fram.
Fjølmiðlar stóran
áhuga
Tað er eyðsæð, at fjølmiðl-
arnir hava áhuga í slíkum
váðaferðum, sum hendan
hjá Atla og Sveini.
Atli S. Peteresen sigur, at
telefonin hevur gingið heit,
so nógvir miðlar vilja hava
orðið á teir. Tá Sosialinurin
hitti
teir
týsmorgunin,
høvdu teir tosað við BBC,
bretsk og skotsk bløð, við
norska sjónvarpið, VG og
donsk bløð. Atli heldur, at
tað eru føroysku miðlarnir,
ið hava víst tiltakinum
minstan áhuga.
Tá vit hittu Alta, vóru teir
í ferð við at umvæla skut-
aran. Hann væntaði, at
hann fór at verða klárur
einaferð seinnapartin týs-
dagin, men teir fara í fyrsta
lagi avstað úr Noreg í fyrra-
partin í mikudag.
– Vit eru komnir gjøg-
num tað ringasta farvatnið,
so tað skal ikki tarna okk-
um nú, sigur Atli S. Pet-
ersen, sum væntar at klára
síðsta triðinging upp á ein
dag – kanska í kvøld, um
farið verður í dag, miku-
dag.
Tiknir upp á
Jotumfeltinum
Atli S. Petersen fekk trupulleikar við skutara sínum á ferðini
um Norðsjógvin. Vatn kom í brennievni, og tí bóðu teir um
hjálp frá norska veitingarskipinum, Normand Master, sum
sigldi teir síðsta strekkið til Stavanger
Í hesi vikuni byrjar
Tjóðveldisflokkurin
at leita eftir nýggjum
mentamálaráðharra
fyri Annlis
Bjarkhamar, sum
varð loyst úr starvi
fyri skjótt hálvum ári
síðan.
RÁÐHARRALOYSI
Rúnar Reistrup
- Tað eru altíð nógv góð
boð í Tjóðveldisflokkinum,
sigur Høgni Hoydal, spur-
dur um hvør er í hansara
kikara, nú hann er farin at
leita eftir nýggjum manni
ella nýggjari kvinnu at seta
í mentamálaráðharrasessin,
har hann sjálvur hevur sitið
hálvur seinasta hálva árið.
Longu beint eftir at løg-
maður av sínum eintingum
gav Annlis Bjarkhamar tað
gylta lógvatakið í mars
mánað, segði Høgni Hoy-
dal, formaður Tjóðveldis-
floksins, at eingin nýggjur
mentamálaráðharri fór at
verða settur fyrr enn eftir
ólavsøku. Til tað var polit-
iska støðan ov óstøðug.
Í farnu viku kom leingi
væntaða
avgerðin
um
Jógvan S málið, og hon
letur til at hava verið tann
seinasta óstøðuga vektin á
samgonguvágskálini,
tí
stutt eftir kom alment fram,
at Tjóðveldisflokkurin fer
at seta nýggjan mentamála-
ráðharra í næstum.
Høgni Hoydal vil ikki
seta nakra tíðarfreist á, men
longu í hesi vikuni kemur
aðalstjórn floksins saman
við tingbólkinum at við-
gera málið, so tað er ikki
óhugsandi, at eitt navn
verður nevnt, áðrenn hesin
mánaðurin er liðin.
Í mars mánað setti
Tjóðveldisflokkurin
fram 6 treytir, ið
skuldu lúkast, um
samgongusamstarvið
skuldi halda fram. Nú
verður nýggjur
mentamálaráðharri
settur, og samgongan
rullar eftir øllum at
døma víðari. Men
hvussu stendur til við
teimum 6 treytunum
SEINASTI KJANSUR
Rúnar Reistrup
- Samgongan fær ein sein-
asta kjans, ein absolutt
seinasta kjans. So kontant
vóru boðini frá Høgna
Hoydal, formanni Tjóð-
veldisfloksins, til sínar
samgongufelagar, tá higar-
til seinasta álvarsama sam-
starvskreppan hjá sitandi
samgongu fekk ein fyribils
enda mitt í mars mánaði í
ár.
S a m g o n g u k r e p p a n
stóðst, sum flestum kunn-
ugt av, at løgmaður loysti
táverandi mentamálaráð-
harra Annlis Bjarkhamar úr
starvi, uttan at Tjóðveldis-
flokkurin var eftirspurdur.
Almenna orsøkin til at
Annlis Bjarkhamar fekk
sekkin,
var
handfaring
mentamálaráðharrans
av
setanini av nýggjum lands-
antikvari, sum løgmaður
ikki var heilt nøgdur við.
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins var alt annað enn fegin
um ta viðferð, sum løgmað-
ur gav floksfelaganum, og
fór undir at umhugsa støðu
samgongunnar gjølla.
Eftir óvissu í longri tíð
um samgongan fór at bera
ella bresta, høvdu sam-
gonguflokkarnir ein (sjáld-
saman) tíðindafund, har
formaður Tjóðveldisfloks-
ins gav samgonguni sín
absolutt seinasta kjans og
setti ein talmerktan lista við
6 treytum, sum skuldu
lúkast, um samgongusam-
starvið skuldi halda fram.
Sambært formanninum í
størsta samgonguflokkin-
um, var orsøkin til kreppu-
støðuna meira enn bara ein-
staka málið um Annlis
Bjarkhamar. Hetta var ein
dropi í bikarinum, sum nú
var um at flóta yvir.
Bikarið tómt
Í vikuni boðaði Høgni Hoy-
dal frá, at nú fer Tjóðveld-
isflokkurin undir at finna
nýtt fólk til mentamálaráð-
harrasessin. Merkir tað so
eisini, at samgongan yvir-
livdi sín seinasta kjans, at
vatnstøðan í bikarinum er
lækkað, at allar tær 6 tal-
merktu treytirnar eru lokn-
ar, og at Tjóðveldisflokk-
urin er blíðkaður aftur?
- Nei hatta havi eg onga
viðmerking til. Vit gera
okkum í heilum metingar
um hvussu er statt við sam-
gongusamstarvinum, men
vit fara ikki út í fjølmiðl-
arnar at diskutera innan-
hýsis viðurskifti, svarar
Høgni Hoydal.
Svarið er í tráð við av-
gerðina hjá Tjóðveldis-
flokkinum um at halda inn-
anhýsis mál innanhýsis.
Men greiða má fáast á, um
tey 6 treytirnar eru loknar,
nú nýggjur mentamálaráð-
harri eftir øllum at døma
verður settur, so vit byrja í
einum enda.
1.
treyt:
Samstarvslag
broytast munandi:
Tað fyrsta sum má fáast
skil á, er sjálvt samstarvs-
lagið og javnvágin millum
flokkarnar, vóru boðini í
mars. Er skil komið á sam-
starvslagið hjá samgong-
uni?
- Tað er einki at fjala
útyvir, at tónin enn er rætti-
liga merktur av at flokkarn-
ir ikki eru so samdir. Til
dømis var tónin undir kjak-
inum um løgmansrøðuna
ikki serliga penur. Men tón-
in er ikki so umráðandi um
politiska arbeiðið annars
virkar sum tað skal. Og tað
ger tað stórt sæð, sigur
Høgni Hoydal, sum ikki
dylur fyri, at Tjóðveldis-
flokkurin hevur bíðað eftir
avgerð fiskimálaráðharrans
um Jógvan S málið, áðrenn
flokkurin fór undir at
hyggja sær eftir einum
nýggjum
mentamálaráð-
harra.
- Nú er tað málið loyst,
og vit eru nøgd við úr-
skurðin, sigur formaður
Tjóðveldisfloksins, sum tó
noyðist at viðganga, at tað
enn haltar eitt sindur við
samstarvslagnum
sum
heild..
2. treyt: Fullveldiskósin
aftur á beint:
Fullveldiskósin, sum hevur
havt ilt við at fylgja
kumpassini eftir farna val
og nakað frammanundan,
skuldi sambært krøvunum í
mars aftur á beint, um
s a m g o n g u s a m s t a r v i ð
skuldi halda fram.
Høgni Hoydal er rættiliga
væl nøgdur við gongdina á
hesum øki.
- Allar tær treytirnar, sum
vit
tá
settu,
vóru
í
veruleikanum
beindar
ímóti at fáa burtur allar
forðingar
fyri
einari
fólkaatkvøðu um føroyskt
fullveldi, sum jú er tað
yvirornaða
málið
hjá
Tjóðveldisflokkinum. Nú
haldi eg at vit kunnu siga,
at flestu forðingar hesum
viðvíkjandi eru burtur.
3. treyt: Upprudding í
fiskivinnupolitikkinum:
Fiskivinnupolitikkurin hev-
ur verið ein av teimum víg-
vøllunum, har harðastu
samanbrestirnir samgongu-
flokkarnar ímillum hava
verið. Jørgen Niclasen er
fallin, og eftirmaður hans-
ara fekk knívin á barkan frá
Tjóðveldisflokkinum
í
sambandi við Jógvan S
málið.
Høgni Hoydal sigur seg
nú hava fult álit á, at sitandi
fiskimálaráðharri,
Jacob
Vestergaard fer at halda
fram við uppruddingar-
arbeiði sínum í fiskivinnu-
reglunum.
4. treyt: Íløgur í skúlar
fremjast:
- Tað hava vit fingið
ígjøgnum, sigur Høgni
Hoydal í viðmerking til
fjórðu treytina.
5.
treyt:
Sosialmálini
fremjast:
- Hatta er eisini fingið upp
á pláss.
6. treyt: Almenni bygnað-
urin
endurskoðast
og
økismenning:
- Hetta er ikki komið upp
á pláss enn, men vit hava
álit á, at tað fer koma í
rættlag, sigur Høgni Hoy-
dal í viðmerking til ta sein-
astu av teimum 6 treytun-
um, hann sjálvur setti fram,
tá samgongan sá út til at
vera bjargað í seinastu løtu
fyri smáum fimm mánað-
um síðan.
Óslætt fyri framman
Fýra og ein hálv treyt
kunnu soleiðis siga at vera
uppfyltar, og av seks er tað
ikki so lítið. Sjálvur er for-
maður Tjóðveldisfloksins
rættiliga væl nøgdur við
gongdina seinastu fimm
mánaðirnar.
- Vit ímyndaðu okkum
ikki, at alt fór at fella full-
komiliga upp á pláss eftir
so stuttari tíð, men eg haldi
at vit kunnu siga, at tað eru
hend framstig, síðan støð-
una tá. Men alt er langt frá
komið í rættlag. Tá snúði
ónøgdin seg serliga um at
Annlis Bjarkhamar varð
koyrd frá uttan nakra góða
grund, og vit vita enn ikki,
hví hon varð koyrd frá,
sigur Høgni Hoydal.
Men hann læt tað fara
framvið borðinum tá, og
tað skal heldur ikki skaða
samgongusamstarvið
nú
ella í framtíðini. Tað málið
er, sum fleiri aðrar sam-
gonguósemjur, goymt, men
ikki gloymt.
At nýggjur mentamála-
ráðharri verður settur nú er
eitt tekin um at seinasta
stóra kreppa er riðin av,
men sambært Høgna Hoy-
dal hevði tað verið optim-
istisk at roknað við einum
friðarligum restandi val-
skeiði.
- Vit eru komin um nak-
rar boðar og nøkur sker.
Men vit rokna ikki við at
tað liggur slættur sjógvur
fyri framman.
Samgongan yvirlivdi sín seinasta kjans
Leita eftir nýggjum mentamálaráðharra
- ein seinasta kjans, ein absolutt seinasta kjans
C
M
Y
K
3
2
team85
the North Atlantic Link
SMYRIL LINE
J. Broncksgøta 37
P.O. Box 370
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 345900
Telefax +298 345950
booking@smyril-line.fo
www.smyril-line.fo
Shetland Cruise
úr 1.018,-
Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag
Nógvir handlar
hava opið týsdag
til kl. 18.30
Á farstøðini í Lerwick er møguleiki
fyri at lata inn viðføri til varðveitslu
til fráferðina hjá Norrönu
summarið 2003
Gisting á hotelli
Gisting á vallaraheimi
úr 1.289,-
úr 893,-
Privat gisting
Á túrinum luttekur
føroyskt orkestur