Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 150 - 13. august 2003 Nr. 150 - 13. august 2003 5 Guðrun Sólja Jacob- sen hevur verið jagstrað av fjølmiðl- unum seinastu dagar- nar, eftir at fyrsta fløga hennara kom á gøtuna TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Ein stórhending í føroysk- ari tónleikasøgu. Soleiðis kann nýggjasta útgávan hjá einum føroyskum tónleika- navni lýsast. Talan er um útgávuna hjá tvøroyrargentuni Guðruni Sólju Jacobsen, nevnd Quiet Storm, ið kom á gøt- una mánadagin. – Eg eri sera væl nøgd við fløguna, nú hon er liðug framleidd. Hetta er mín fyr- sta útgáva, og tí er tað sjálvandi nakað heilt ser- ligt, sigur Guðrun Sólja. Hon lýsir fløguna sum ein blanding millum pop og rock. Guðrun dylur ikki fyri, at hon er sera væl nøgd við lívið beint nú. Hon hevur sera nógv um at vera, men tað nervar hana ikki stór- vegis. Hon livir eitt spenn- andi lív við nógvum av- bjóðingum hvønn dag. Lættur tónleikur Hetta er lættur tónleikur, sum fellur væl í oyrað. Tó eru løgini sera ymisk og fjølbroytt. Alt frá balladum til James-Bond-tónleik, sum Guðrun sjálv tekur til. Glaður tónleikur, sum vísir nógvar ymsar kenslur og hugløg. Tað er stóra plátufelagið Universal, sum gevur fløg- una hjá Guðrun út, og tað var ein av vinningunum í Stjerne for en aften, sum danska sjónvarpsrásin DR skipaði fyri. Guðrun vann finaluna í Forum, sum eisini varð varpað út til meira enn eina millión hyggjarar í Dan- mark. Ein nógv umbiðin genta Upptøkurnar til fløguna vóru lidnar fyri einum mánaði síðan, men Guðrun hevur tó havt sera nógv um at vera hesa tíðina. Hon hevur staðið ógvu- liga nógv á palli í summar, tí at fleiri konsertir hava verið á skránni. Eisini hava fjølmiðlar verið sera gramm- ir eftir at fáa orðið á Guðr- una. – Nú fløgan kom út havi eg verið sera nógv upptikin við at tosa við fjølmiðlar, sigur hon. Eg havi annars ikki tosað so nógv við fjøl- miðlar seinastu tíðina, síð- an eg vann kappingina. Mánadagin, sama dag sum fløgan kom út, sat Guðrun í Tivoli í Keyp- mannahavn frá á middegi til nátturðatíð og tosaði við nøkur av teimum donsku bløðunum. Teirra millum vóru Bil- led Bladet, Ekstrablaðið, Ude og Hjemme og Se & Hør. Harumframt hevur B.T. gjørt eina stóra grein um Guðrun fyri nøkrum døgum síðani. Ikki kann sigast annað enn at hon er ein nógv umbiðin genta í hesum døgum, og flestu danir munnu nú kenna snýðið hjá Guðrun, Størri møguleikar í Danmark Eingin ivi er um, at møgu- leikarnir fyri at gera seg galdandi innan tónleika- heimin eru størri í Dan- mark enn í Føroyum. Hetta ásannar Guðrun, men enn hevur hon ikki tikið støðu til, um hon fer at fáa sær fasta bústað í Danmark. – Møguleikarnir fyri at koma víðari eru nógv størri her niðri enn heima í Før- oyum, men enn havi eg so fasta adressu í Føroyum, sigur Guðrun, sum hevur verið nógv í Danmark sein- astu tíðana. Konsertirnar hava verið nógvar í tali, síðan Guðrun vann Stjerne for en aften, men tað var eisini ein av vinningunum í kappingini. Hon hevur verið á bæði Langelands og Skander- borgs Festivalinum, og fyri framman standa nakrar slotskonsertir, sum vera komandi vikuskiftið. Tá skal hon vera við á tveim- um útikonsertum, sum vera á Ledreborg slot leygardag- in og sunnudagin. Harumframt hevur hon verið við á fleiri Se & Hør konsertum, sum hava verið í summar. Tær eru tólv í tali, men nú eru bara tríggj- ar konsertir eftir. Fríggja- kvøldið er Se & Hør kon- sert í Nysted, har Guðrun eisini skal á pallin. Hesar konsertirnar hava fleiri kend donsk nøvn á plakat- ini so sum Peter Belli, Keld og Hilda Heick, Søs Fenger og Cargo. Missir ikki fótafestið Hóast Guðrun nú dagliga ferðast í tónleikaumhvørv- inum, har hon møtir nógv- um kendum fólki, og alt fongur við rúkandi ferð, so missir hon ikki fótafestið. – Tað liggur ikki til mín at missa fótafestið, sigur Guðrun avgjørd. Eg eri fallin væl til í hesum um- hvørvinum, og eg trívist væl í Danmark. Tað ræður um at slappa av og njóta tað, sigur Guðrun. – Eg havi fólk kring meg, sum hava bæði beinini á jørðini, og tí fari eg heldur ikki á flog. Tað hevur av sonnum verið ein stór kollvelting í lívi hennara. Um hugsað verður hálvt ár aftur í tíð- ina, var hon ein ókend genta av Tvøroyri, sum gekk í 3. s í studentaskúla- num í Vági. – Eg hevði als ikki hetta í huganum, tá eg meldaði meg til kappingina. Eg havi altíð viljað sungið, og tað sleppi eg nú, sigur Guðrun Sólja. Góðar tónasmiðir Tað eru teir tríggir Joakim Pederser, ið var kapell- meistari í Stjerne for en aft- en, Chief 1, sum var dómari í somu kapping og Jesper Winge Leisner, sum er ein royndur tónasmiður, ið hava gjørt løgini og tekstir- nar til fløguna. Guðrun hevur sjálv verið við til at gera tvey av løgunum á fløguni. – Hendan fløgan er skriv- að til mín, slær Guðrun fast, og hon fegnast stórliga um úrslitið. Um eina viku koma tey fyrstu sølutølini inn á borð- ið hjá hennara manager, og tá verður spennandi síggja, hvussu fløgan selur. Guðrun nýtur hvørja løtu Familjan hjá Guðrun hevur óivað fingið nøkur eintøk av fløguni Quiet Storm, sum nú er á gøtuni. Á Tvøroyri munnu tey eisini fegnast um útgávuna – Tað liggur ikki til mín at missa fótafestið, sigur Guðrun avgjørd. Eg eri fallin væl til í hesum umhvørvinum , og eg trívist væl í Danmark. Tað ræður um at slappa av og njóta tað, sigur Guðrun Verksmiðjutrolarin Sundaberg hjá JFK Troli í Klaksvík fiskar í løtuni gulllaks undir Føroyum. Veiðan verður avreidd í Miðvági FISKIVEIðA Edvard Joensen Miðvági: Sundaberg av- reiðir gulllaks til Føroya Fiskavirking í Miðvági. Skipið hevur gjørt tveir túrar higartil og lagt góð 300 tons upp í Miðvági. Jákup Sólstein hjá JFK Troli sigur, at felagið eigur eina gulllaksakvotu upp á 4.000 tons undir Føroyum, og gjørt er av, at Sundaberg skal fiska hana í ár. Tað, sum eftir er í Barentshavinum, væntar hann, at Skálaberg klárar at fiska, tó at tað ikki er enda- liga gjørt av enn, um Sundaberg kanska eisini skal fara ein túr eystureftir, tá gullaksatíðin er av. Jákup Solstein sigur, at prísurin fyri gulllaksin er einki soleiðis at tosa um. Einar tríggjar krónur fyri kilog, sigur hann. Einir 15 mans eru við Sundabergi. Albert Ellefsen, virkis- leiðari hjá Føroya Fiska- virking í Miðvági, sigur, at vanliga plagar gulllaksa- tíðin at strekkja seg sep- tember mánað út. Men hvussu verður í ár, er kanska eitt sindur torført at siga, tí fiskamarknaðurin í Europa er vánaligur yvir- høvur. Tað er tungt at selja fisk í løtuni, sigur hann. Umframt Sundaberg landar eisini Vesturbúgvin gulllaks til Fiskavirking í Miðvági. Vesturbúgvin landaði 120 tons mánadag- in, og Sundaberg var í gjar við umleið 180 tonsum, sigur Albert Elelfsen. Tað tekur eimum einar fimm dagar at arbeiða hes- ar nøgdirnar undan, og so koma bátarnir innaftur, tá liðugt er at arbeiða undan. Túrarnir verða lagdir eftir, hvussu virkið er komið undan, sigur hann. Allur gulllaksurin verður malin til fars. Umframt gulllaks ar- beiða tey eisini upsa í Mið- vági. Hann fáa tey í stóran mun frá Vesturtúgvu. Men eisini vestmannatrolararnir Grønanes, Fram og Vest- menningur eru av og á á Miðvági, greiðir Albert Ellefsen frá. Tað er nógv arbeiði á ársins arbeiðsplássi í løtuni. Tá mest er, eru eini stórt- hundrað fólk til arbeiðis. Men vanliga liggur talið um 100 fólk, sigur virkis- leiðarin. Arbeitt verður í tveimum vaktum, á10 tímar, sigur hann. Umframt Sundaberg og Vesturbúgvan fiska eisini Eysturbúgvin, Vesturleiki og Vestursøki gullaks undir Føroyum. Teir landa til Tavuna í Leirvík. Makrelgeddan, sum tveir sandavágs- dreingir fangaðu sunnudagin, er fyrr fingin undir Føroy- um, veit Fiskirann- sóknarstovan at siga frá SJÁLDSAMUR FISKUR Edvard Joensen Fiskurin, sum teir báðir Sandavágsdreingirnir, vit nevndu í blaðnum í gjár, fangaðu á Miðvági, er fingin undir Føroyum nakrar feðrir áður, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni. Hann sigur, at talan er um fisk, sum ikki er vanligur undir Føroyum, tí hann livir í heitari sjógvi. Men eitt nú Jákup Sverri Joensen, fiskifrøðingur, hevur nevnt hann millum fiskar fingnir undir Føroyum. Hann er fingin bæði á Skálafirði og eisini á bankunum kring Føroyar, vísir Jákup Sverri Joensen á. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at fiskurin helst er komin hendanveg við heit- ari sjógvi, sum rikin er hendanveg. Sjógvurin kring Føroyar er heitari í ár, enn hann er vanlig ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Hvørjar avleiðingar tað hevur, ella um tað hevur avleiðingar yvirhøvur, vilja tey á Fiskirannsóknarstov- uni ikki siga nakað um enn. Fylgt verður við, hvussu gongdin er, sigur Hjalti í Jákupsstovu og vísir á, at Magnus Heinason í løtuni er úti og ger yvirlitstrol- ingarnar, sum gjørdar verða á hvørjum sumri. Flogfarið hjá Atlants- flogi og eitt lítið amerikanskt flogfar stevndu móti hvør- jum øðrum í somu hædd vestur úr Íslandi. Føroyska flogfarið fekk boð um at lækka, og eingin vandi var nakrantíð á ferð, siga íslendskir loftferðslumynduglei kar FLOGFERðSLA Edvard Joensen Tað var ongantíð nakar veruligur vandi á ferð, tá eitt flogfari hjá Atlantic Airways og eitt lítið ameri- kanskt flogfar stevndu hvørt móti øðrum í somu hædd. Ein flogleiðari á Reykjavíkar flogvølli gav føroyska flogfarinum boð um at lækka, og tá flog- førini møttust ,var frástøð- an um 1.000 føtur, sigur Thormóður Thormóðsson, formaður í kanningar- nevndini hjá íslendsku loft- ferðslumyndugleikunum. Heimir Már Pétursson í Flugmálastjórn Íslands, sigur við Sosialin, at talan var um eina hending, sum fór fram vestur úr Íslandi seinnapartin tann 1. august. Flogfarið hjá Atlantsflogi var á veg til Grønlands, og var eftir øllum at døma farið hægri upp, en tað hevði fingið boð um, sigur Heimir Már Pétursson. Um somu tíð kom eitt lítið amerikanskt flogfar eystureftir, og bæði flogførini flugu í somu hædd. Hetta varnaðist ein flogleiðari á flogvøllinum í Reykjavík, og hann av beinanveg flogfarinum hjá Atlantsflogi boð um at flúgva 1.000 føtur lægri. Tað varð eisini gjørt, og tað var ongantíð nakar drama- tikkur yvirhøvur, sigur Heimir Már Petursson. – Hetta er støða, sum vit javnan uppliva, og hóast einki álvarsligt er á vási, verður boðað frá til kann- ingarnevndina, sigur hann. Thormóður Thormóðs- son, formaður í Rannsókn- arnefnd flugslysa, greiðir frá, at nevndin hevur fingið málið til kanningar, og at kanningar í løtuni verða gjørdar. – Tað, sum hendi, sigur hann, var at seinnapartin 1. august klokkan 16.10 kom fráboðan um, at tvey flog- før flugu í somu hædd einar 145 fjórðingar vestur úr Íslandi. Hæddin var 23.000 føtur, greiðir hann frá. Annað flogfarið var tað hjá Atlantsflog, og hitt var eitt lítið amerikanskt flogfar við tveimum monnum um- borð. Flogfarið hjá Atlansflogi fekk boð um at lækka 1.000 føtur, og tá flogførini møtt- ust, var mett, at hetta var fráleikin, sigur Thormóður Thormóðsson. Hann sigur, eins og Heimir Már Pétursson, at dramatikkur var eingin yvirhøvur. Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi sigur við Sosi- alin, at hann veit um hend- ingina, men at eingin form- lig fráboðan er komin frá íslendsku loftferðslu- myndugleikunum til Atlantsflog. Hann sigur, at umborð á flogfarinum hjá Atlants- flogi virkaðu ávaringar- skipaninar, sum tær skuldu, og tey vistu eisini av hinum flogfarinum. Sama var við trygdarskipanini í Reykja- vík, sum gav boðini um at lækka flogfarið. – Slíkt kemur fyri av og á, og vit kunnu so bara staðfesta og gleðast um, at trygdarskipanirnar eru í lagi hjá okkum, sigur Magni Arge, Sundaberg fiskar gulllaks Sundaberg landaði gullaks í Miðvági týsdagin. Hetta var annar túrur hjá teimum í summar Mynd: Edvard Joensen Fyrr fingin undir Føroyum Makrelgeddan er ikki púra ókend undir Føroyum. Hon er fingin her nakrar ferðir áður, veit stjórin á Fiskirann- sóknarstovuni at siga frá. Mynd: Edvard Joensen Atlantsflog á samanstoytskós Flogfarið hjá Atlantsflog og eitt lítið amerikanskt flogfar flugu móti hvørjum øðrum í somu hædd. Eingin veruligur vandi var kortini nakrantíð fyri samanstoyti C M Y K 5 4