mikudagur 13. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 150 - 13. august 2003
Nr. 150 - 13. august 2003
7
Persónliga vónar
formaður Tjóðveldis-
floksins, Høgni
Hoydal, at gongd
aftur kemur á yvir-
tøkurnar. Umframt
hetta væntar hann
eitt aktivt og møgu-
liga eisini turbulent
ár við nógvum
stórmálum á skránni
NÝGGJ TINGSETA
Heini í Skorini
Formaður Tjóðveldisfloks-
ins fyrireikar seg til eitt ár,
har rættiliga nógv prinsipi-
ell mál skulu avgreiðast. Í
kjalarvørrinum av Jógvani
S málinum fer m.a. stríð
væntandi at standa um lóg-
irnar um vinnuligan fiski-
skap.
- Slitna og æviga kjakið
um økismenning ætla vit
okkum eisini at fáa gongd á
í nýggju tingsetuni, t.d. við
einum
samferðslugjaldi,
har gjaldið til útjaðaran
skal niður. Umframt hetta
ætlar Tjóðveldisflokkurin
sambært formanninum at
berjast ímóti studningi til
vinnulívið, sum eisini er
eitt prinsipielt mál.
Yvirtøkurnar í fokus
Við støði í hugsjónarligu
ætlanum Tjóðveldisfloks-
ins er ikki óvæntað, at
Høgni nevnir yvirtøkurnar
sum eitt hjartamál, hann
vónar verður sjónligt kom-
andi tíðina.
- Eg vænti og vóni, at vit
framhaldandi kunnu yvir-
taka málsøki frá donskum
hondum, og hetta kann av-
gjørt koma at skapa yvir-
skriftirnar komandi ár, sig-
ur Høgni Hoydal.
Sostatt hevur formaðurin
í størsta samgonguflokkin-
um lagt lunnar undir eina
framhaldandi sjálvstýriskós
í vetur, sum hann vónar
verður ferðmiklari og sjón-
ligari enn áður.
Rumbul um stórmál
Høgni Hoydal vísir víðari á
fleiri onnur mál, sum liggja
á láni, og sum væntandi
koma at seta dagsskránna
komandi árið.
- Bygging av miðnáms-
skúlum er samtykt í Løg-
tinginum, og tað verður
væntandi í fokus. Annars
fer eldraøkið sjálvsagt at
taka sín part, umframt at
stórar avgerðir liggja fyri
framman í sambandi við
privatiseringar og virðis-
brævamarknaðin.
Høgni Hoydal leggur
afturat, at hann væntar eitt
aktivt og møguliga eisini
turbulent ár á politiska pall-
inum, har hann fyrst og
fremst ynskir at fáa ferð á
yvirtøkurnar í gongdini
fram ímóti einum sjálv-
støðugum Føroyum.
Á ólavsøku varð Løgtingið sett, og Anfinn Kallsberg, løgmaður,
ferðaðist aftur, men ikki minst fram í tíðina í árligu
ólavsøkurøðu síni. Nú er kjakið um ólavsøkurøðu løgmans júst
liðug í Løgtinginum, og sostatt er grundarlagið lagt fyri nýggja
politiskum árinum 2003. Vit hava spurt allar floksformenninar,
hvat teir væntað av komandi politiska árinum. Allir sum ein
nevna teir sjálvsagt fíggjarlógina sum eina høvuðsavbjóðing,
men
annars
tykjast
yvirtøkurnar,
pensjónsmálið
og
privatiseringsgongdin at gerast landaplágurnar komandi árið.
Hvørji mál vera ovarlaga á breddanum? Hvat ynskja ymsu
flokkarnir at seta á dagsskránna? Á hvørjum øki verður torført
at finna semjur o.s.fr.?
Yvirtøkur, privatiseringar og pensjónir ovast á breddanum
- Fíggjarlógin og
privatiseringsynski
samgongunnar vera
høvuðsmálini
komandi árið, eru
avgjørdu og konkretu
viðmerkingarnar hjá
formanni
Javnaðarfloksins,
Jóannesi Ejdesgaard
NÝGGJ TINGSETA
Heini í Skorini
- Samgongan hevur langt
síðani víst, at henni ikki
nýtist okkara hjálp at skapa
turbulens og ósemjur, so á
tí økinum nýtist okkum
ikki at hjálpa, eru fyrsta
viðmerkingarnar hjá for-
manni Javnaðarfloksins til
spurningin
um
nýggja
politiska árið eftir tingset-
una.
Annars er Jóannes av-
gjørdur í spáanum sínum
um høvuðsmálini í nýggja
árinum: 1) fíggjarlógin fyri
komandi ár, 2) ynski sam-
gongunnar um privatiser-
ingar
Kenna sviðan á
egnum kroppi
Hugsjónarliga stríðið kem-
ur sambært formanni Javn-
aðarfloksins ongantíð so
týðiliga til sjóndar, sum tá
fíggjarlógin verður við-
gjørd, og tískil kemur tað
altíð til skarpskerðingar.
Sambært Jóannesi Ejdes-
gaard fer samgongan í ár at
kenna sviðan av egnum
gerðum.
- Samgongan hevur víst á
niðurskurðin á fíggjarlógini
á 1%, meðan Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharri,
sigur hetta vera í minna
lagi. Sostatt verður vælferð
borgarans sett í vanda, og
nú kennir samgongan svið-
an av t.d. niðurskurðinum á
blokkstuðulinum á umleið
370 mió krónur, sigur
Jóannes Ejdesgaard.
Hann vísir víðari á, at
síðani 1998 hevur sama
samgongan økt almennu
útreiðslurnar við 1,1 mia.
krónum, og at hetta hevur
verið fíggjað við búskapar-
liga vøkstrinum seinnu
árini.
- Tískil er talan um eina
nýggja støðu fyri samgong-
una, sum ikki hevur kent til
niðurgongutíðir fyrr. Teir
hava ongantíð upplivað at
skula spara, og nú talan
ikki er um yvirflóð og
vøkstur, kenna teir sviðan á
egnum kroppi av egnum
gerðum.
Berjast ímóti
privatiseringsætlanun
um
Næsta høvuðsmál komandi
árið verður sambært Jóann-
esi Ejdesgaard eisini ynski
samgongunnar um privatis-
eringar av ymsum almenn-
um ognum.
- Tað harmar meg, at eis-
ini
Tjóðveldisflokkurin
tykist vera farin uppí
privatiseringsharkaliðið.
Nú samgongan vantar pen-
ing og roknistykkið ikki
gongur upp, er privatiser-
ing ein háttur at vinna pen-
ing her og nú, men tað ætl-
ar Javnaðarflokkurin sær at
stríðast móti, sigur ein
avgjørdur Jóannes Ejdes-
gaard.
Hann vísir við hesum á
búskaparligu endurreisnina
eftir kreppuna fyrst í
90´unum, tá tað almenna
noyddist at rudda upp eftir
privata skilaloysinum, og at
viðurskiftini síðani tá hava
verið góð.
- T.d. hava Føroya Banki
og Føroya Fiskavirking
virkað væl undir almenna
sektorinum, og hevur tað
kastað væl av sær í lands-
kassan. Tískil ætla vit at
vera ein mótpolur til privat-
iseringsrákið, sum vænt-
andi verður annað av høv-
uðsmálunum komandi árið.
Í høvuðsheitum fara
yvirtøkurnar og
eldaøkið at mynda
nýggju tingsetuna
sambært formanni
Fólkafloksins, Óla
Breckmann
NýGGJ TINGSETA
Heini í Skorini
Óli Breckmann væntar
ársins fíggjarlóg at gerast
ein tungur burður, har nógv
hugsjónarlig og prinsipiell
mál vera á skránni.
- Fyrst og fremst vera
fleiri lógir, sum skulu
endurskoðast.
Arbeiðs-
marknaðarlógirnar, lógin
um vinnuligan fiskiskap,
broyting í fígging av ali-
vinnuni umframt eitt so
lítið búskaparligt mál sum
jarðarlógir vera ovarlaga á
breddanum,
sigur
Óli
Breckmann.
Yvirtøkur eingin
trupulleiki
Umframt hetta nevnir for-
maður Fólkafloksins fram-
haldandi yvirtøkurnar sum
eitt høvuðsmál samgong-
unnar.
- Yvirtøkurnar fara ikki
at skapa rumbul, tí har
stendur samgongan saman,
Høgni Hoydal:
Yvirtøkurnar ovast á breddan
Formaður Miðfloks-
ins, Jenis av Rana, er
hart ímóti niður-
skurðinum á fíggjar-
lógini á almanna- og
heilsumálum. - Okk-
ara uppgáva verður
m.a. á hesum øki,
sigur Jenis av Rana
NÝGGJ TINGSETA
Heini í Skorini
Eins og flestu hinir floks-
formenninir meta verður
fíggjarlógin sambært Jenis
av Rana eitt dominerandi
mál í komandi árinum, har
niðurskurðurin gevir mið-
flokkinum eina høvuðs-
uppgávu.
- Niðurskurðurin á 1% á
komandi fíggjaróg verður
eftir mínum tykki ein van-
lagna á almanna- og heilsu-
økinum, og júst hesum ætli
eg at berjast ímóti, sigur
Jenis av Rana.
Hann slær fast grund-
leggjandi ónøgdsemi sítt at
fremja hendan niðurskurð,
sum í seinasta enda rakar
vanliga borgaran.
Niðurleggja eitt
aðalráð
Umframt hetta ynskir Jenis
av Rana at fáa almennar
sparingar ovarlaga á bredd-
an, m.a. við einum orða-
skifti um fyrimunir og
vansar at niðurleggja eitt
aðalráð.
- Eftir mínum tykki eru
ov nógv aðalráð í løtuni, og
nógvur peningur kundi ver-
ið spardur, um vit bert
høvdu eitt minni. Í løtuni
eru heili trý aðalmál undir
vinnumálum (Vinnumála-
ráðið, Oljumálaráðið og
Fiskimálaráðið), og t.d.
kundu vit spart nógv her,
sigur Jenis.
Hann vísir víðari á, at
Høgni Hoydal t.d. hevur
verið landsstýrismaður í
bæði stjórnarmálum og
mentamálum seinastu tíð-
ina, og hóast hann sjálvsagt
ikki hevur kunnað verið
heilur í báðum sessum, sig-
ur hetta ikki so lítið um, at
vit saktans kundu spart.
Privatisering loysir
ongan trupulleika
Umframt hetta metir Jenis,
at privatiseringsynskini eis-
ini vera nógv at hoyra um í
vetur.
- Vit brenna ikki fyri at
privatisera. Privatiseringar
skulu fremjast fyri at loysa
ein trupulleika, og eftir
mínum tykki er eingin
trupulleiki í løtuni, sigur
Jenis av Rana.
Hann
vísir
eins
og
Jóannes Ejdesgaard á, at í
løtuni
gongur
almenna
virksemið væl, og at tað
tískil als ikki er nøkur
orsøk til privatisering.
- Hvørjaferð góðar tíðir
eru, kemur gongd á prátið
um privatiseringar, og so
skjótt tíðirnar gerast soltn-
ari búskaparliga, noyðist
tað almenna at taka yvir.
Søgan endurtekur seg, slær
formaður Miðfloksins at
enda fast, sum sostatt fyri-
reikar seg til at verja borg á
heilsuøkinum
komandi
árið.
Høgni Hoydal ætlar at seta
yvirtøkurnar ovast á breddan,
men umframt hetta eru fleiri
onnur stórmál á skránni, t.d.
eldraøkið, skúlabygging, økis-
menning og privatiseringar
Jenis av Rana:
Vil verja borg á heilsuøkinum
Jenis av Rana er atfinnandi
mótvegis høvuðsmálunum
komandi árið, nevniliga
niðurskurðin á fíggjarlógini
og ynski samgongunnar um
privatisering
Lisbeth l. Petersen:
Fíggjarætlanirnar
hanga ikki saman
Lisbeth l. Petersen,
forkvinna
Sambandsfloksins,
metir tað vera
ógjørliga at fáa
fíggjarligu endarnar
at røkka saman, um
mótsigandi ætlanir
samgongunnar skulu
gerast, og hetta
verður høvuðsmálið
komandi árið
NÝGGJ TINGSETA
Heini í Skorini
- Við støði í løgmansrøðuni
og teimum málum, sam-
gongan hevur samtykt í
samgonguskjalinum, dugi
eg ikki at síggja, hvussu
økonomisku endarnir skulu
hanga saman, sigur and-
støðuleiðarin Lisbeth l.
Petersen.
Hon vísir á, at miðskeiðis
í niðurgongutíðum, har
fíggjarlógin er skerd við
einum prosenti, ætlar sam-
gongan at yvirtaka donsk
málsøki og fremja meiri og
meiri kostnaðarmiklar ætl-
anir.
Einki samsvar
Uttan at fara inn á fleiri
ávís málsøki heldur Lis-
beth, at høvuðsuppgáva
samgongunnar verður júst
hetta at fáa samsvar millum
sparingarnar á fíggjarlógini
og yvirtøkurnar.
- Tá ásett er, at undirskot
ikki skal vera á fíggjarlóg-
ini, umframt at fleiri og
fleiri kostnaðarmikil øki
verða átikin mitt í niður-
gongutíðum, er einki sam-
svar, slær Lisbeth l. Peter-
sen fast.
Vælferðin seld
Við hesum framferðarhátti
heldur Lisbeth l. Petersen,
at vælferð fólksins av álv-
ara er komin í vanda.
- Á henda hátt selur sam-
gongan vælferðina, og tað
vilja vit ikki ganga við til, tí
júst vælferðin er tað virðis-
miklasta, vit eiga, heldur
forkvinna Sambandsfloks-
ins. Hon vísir víðari á, at í
kjakinum um løgmansrøð-
una royndi hon at spyrja,
hvussu sparingar og ovur-
nýtsla samsvarar í ætlanum
samgongunnar, men hesar
royndir vóru til fánýtis.
- Eg spurdi í orðaskiftin-
um í Tinginum, hvussu við-
urskiftini skulu hanga sam-
an, men einki ítøkiligt svar
varð givið, sigur Lisbeth.
Trýr ikki uppá
pensjónsmálið
Eldraøkið og pensjónsmál
hava í longri tíð verið
umrødd
við
jøvnum
millumbilum,
og
fleiri
politikarar síggja hetta sum
eitt av stóru tøkunum í
nýggju tingsetuni. Men
jarnkvinnan
úr
Sambandsflokkinum metir
ikki, at hetta mál verður
fyri stórvegis broytingum.
- Tað hevur verið prátað
og prátað um hetta mál,
uttan at ein veruligur
politiskur vilji tykist vera
til staðar, og í so máta
vænti eg ikki, at stórvegis
broytingar verða framdar í
nýggju tingsetuni, heldur
Lisbeth l. Petersen.
Av øðrum málum, sum
møguliga verða sjónlig,
nevnir Lisbeth at enda
sáttmálasamráðingarnar og
privatiseringar
Formaður Sjálvstýris-
floksins metir
høvuðsuppgávu
samgongunnar í
nýggju tingsetuni
fyrst og fremst vera
betri samgongu-
samstarv. Umframt
hetta verður eitt
stórmál at fáa
samskipað búskapin í
niðurgongutíðum
NýGGJ TINGSETA
Heini í Skorini
Samgongustev samgong-
unnar hevur flestum kunn-
ugt ikki verið av tí besta
síðani 1998. Hetta metir
Kári p. Højgaard, formaður
Sjálvstýrisfloksins, vera av
størstu
uppgávunum
í
nýggju tingsetuni.
- Fyri samlaða arbeiðs-
lagi má samgonguluftin
vera reinari, um vit saman
skulu megna stóru uppgáv-
urnar, sigur Kári p. Høj-
gaard. Hann metir uppgáv-
una at fáa samskipa bú-
skapin í soltnum tíðum
vera tað størstu og krav-
miklastu, meðan fleiri ávís
mál eisini liggja á láni.
Lønarmismunur í
fiskivinnuni
Fyrst og fremst nevnir
Kári, at meðan lønirnar á
landi eftir verkfallið eru
farnar upp, eru lønirnar á
sjógvi, serliga viðvíkjandi
partroli, minkaðar í stórum
nøgdum. Umframt hetta
nevnir
hann,
at
um
almennu
lønirnar
eftir
sáttmálasamráðingarnar í
vetur
fáa
eins
stóran
vøkstur og arbeiðararnir
fingu á sinni, verður talan
um ov stórar samlaðar
lønarútreiðslur fyri landið.
- Sostatt er primera vinna
okkara í vanda, við tað at
gloppið millum lønir á
landi og havi er ov stórt,
sigur Kári p. Højgaard, sum
leggur afturat, at tað má
loysa seg at fara til skips,
um fiskivinnan skal bera
seg, og tað ger tað ikki í
løtuni.
Útjaðarin betri
sømdir
Kári tekur eisini táttin upp
við pensjónsøkinum, sum
hann metir skal raðfestast
høgt í hesi tingsetuni,
umhvørvismál, sum skulu
setast
í
fokus,
og
privatiseringsgongdina,
sum eisini er eitt stórmál.
Umframt hetta vónar hann,
at
útoyggjamál
eisini
verður at síggja á matarlep-
anum.
- Um útjaðarin skal
mennast, skal nógv meiri
peningur til. Í løtuni eru
bert 300.000 krónur játtað-
ar, og tað er ein láturliga
lítil upphædd, sigur ein av-
gjørdur Kári p. Højgaard at
enda.
Kári p. Højgaard metir eina
høvuðsuppgávu vera at betra
um samgongusamstarvi í
nýggju tingsetuni
Kári p. Højgaard:
Samgongustevið størsti vandin
Jóannes Ejdesgaard:
Privatiseringsgongdin fær
yvirskriftirnar
Jóannes Ejdesgaard vísir á
tvey høvuðsmál í komandi
árinum, og verður tað fíggjar-
lógin og privatiseringsætlanir
samgongunnar
Lisbeth l. Petersen vísir á, at
fíggjarætlanir samgongunnar
ikki hanga saman
meðan andstøðan setist
aftur, slær Óli fast. Hann er
tó ikki heilt nøgdur við
tann hátt, fleiri tjóðveldis-
menn hava yvirtikið seinnu
árini.
- Fólkafloksmenninir hava
higartil yvirtikið eitt mál
fyri og annað eftir uttan
stórvegis hóvasták, meðan
tjóðveldismenn
støðugt
skulu skapa rumbul og
stríð, hvørjaferð ein yvir-
tøka skal fremjast, og hetta
elvir als ikki til nakað
konstruktivt, heldur Óli
Breckmann um samgongu-
felagar sínar.
Fáa skil á
pensjónirnar
Eitt gamalt og slitið orð í
føroyskum
politikki
er
eftirhondini pensjónsmál.
Óli Breckmann vónar tó, at
løgmaður í nýggju tingset-
uni fær tryggjað eldra ætt-
arliðið við eini brúkbarari
pensjónsskipan.
- Skil má fáast á eldra-
økið. Eftir okkara tykki er
ein møgulleiki við lóg at
útvega eina samansparing á
10% av útgoldnu lønini upp
til umleið 200.000 krónur,
og á henda hátt varð eldra
ættarliðið tryggjað, er upp-
skotið frá formanni Fólka-
floksins.
Rumbul við
kommunumálum
Stríðsmálini og harðastu
orðadráttirnir fara sambært
Óla Breckmann m.a. at
vera um, hvat kommun-
urnar skulu umsita og ikki.
Ætlanin er, at kommun-
urnar skulu yvirtaka nøkur
málsøki frá 1. januar 2004.
- Eftir hvat skilst tykjast
kommunurnar ikki vera
serliga glaðar fyri ætlanina
at koyra ymisk mál yvir á
tær. Hetta er ein trupulleiki,
nógv stríð væntandi stendst
av, og tað verður eisini ein
høvuðsavbjóðing,
endar
Óli Breckmann.
Óli Breckmann:
Standa saman um yvirtøkurnar
Óli Breckmann metir yvir-
tøkurnar og eldraøkið vera
høvuðsmál komandi árið