mikudagur 13. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 150 - 13. august 2003
Nr. 150 - 13. august 2003
9
Býráðsformaðurin í
Sjóvar Kommunu
heldur, at tað er bert
eitt eiti, at kommun-
urnar sjálvar sleppa
at standa fyri eldra-
økinum. Tað verður
landið, ið fer at gera
greiðar ásetingar,
hvussu eldraøkið skal
stýrast, og tí fáa vit
ikki nakra ávirkan,
sigur Eivind Jacobsen
ELDRAØKIÐ
Páll Holm Johannesen
Býráðsformaðurin í Sjóvar
kommuna er rættiliga iva-
samur við ætlanini hjá sam-
gonguni, at kommunurnar
skulu yvirtaka eldraøkið í
2005. Sjóvar kommuna er
eftir føroyskum mátistokki
ein miðalstór kommuna, og
sambært Eivindi Jacobsen,
so líður kommunan onga
fíggjarliga neyð.
Hann sigur, at framvegis
er óvissa um, hvussu ætlan-
in hjá samgonguni endaliga
fer at síggja út, men at
Sjóvar kommuna er til reið-
ar at yvirtaka eldraøkið, og
kommunan fer at taka ímóti
tí teimum treytum, landið
áleggur teimum.
Hann leggur tó afturat, at
hann væntar,at trupulleikar
kunnu stinga seg upp kring
landið við ætlanini hjá sam-
gonguni.
– Eldraøkið er sera kostn-
aðarmikið, og nógvir peng-
ar fara bara til umsiting, og
tá so verður minni til røkt-
ina av teimum eldru Í sein-
asta enda verður tað tænast-
an hjá teimum eldru, ið tað
kemur at raka, sigur bý-
ráðsformaðurin.
Eivind Jacobsen væntar
serliga, at Sandoyggin og
Suðuroy fara at fáa stórar
trupulleikar av eldraøkin-
um.
– Fyri tað fyrsta eru
kommunurnar á Sandoynni
og Suðuroynni ikki so væl
fyri, og í báðum økjum
búgva nógv gomul fólk. Tá
eldraøkið er kostnaðarmik-
ið, fara fleiri pengar út av
kassanum, enn tað koma
inn, og tískil vænti eg, at
tær
kommunurnar
fáa
stórar fíggjarligar trupul-
leikar, sigur býráðsformað-
urin í Sjóvar Kommunu.
Framhaldandi stýrt av
landinum
Býráðsformaðurin heldur,
at tað er bert eitt eiti, at
kommunurnar
sjálvar
sleppa at standa fyri eldra-
røktini.
– Tað verða ikki komm-
unurnar, ið sleppa at ávirka
eldraøkið, tí vit skulu fylgja
greiðum ásetingum frá
landinum. Tekur tú barna-
ansingina sum dømi, so
vóru rættiliga greiðar áset-
ingar fyri, hvussu vit
skuldu fyrihalda okkum.
Eg vænti at tað verður sama
søga við eldraøkinum, har
vit fáa ein spennitroyggju á,
og tí verður tað í veruleik-
anum landið, sum fer at
stýra okkum, greiðir Eivind
Jacobsen at enda frá.
Landsstýrismaðurin í
Almannamálum sær
fyri sær, at eldraøkið
verður býtt í eini 7-9
samstarvsøki kring
landið. Hann sigur
eisini, at tað er í
tøkum tíma, at
kommunurnar
yvirtaka eldraøkið, tí
tað hevur ligið í
vanrøkt seinastu 25
árini. Eldraøkið
verður betri stýrt í
nærumhvørvinum
ELDRAØKIÐ
Páll Holm Johannesen
Eitt av høvuðsevnunum, ið
varð umrøtt á ólavsøku-
orðaskiftinum, var eldra-
økið. Politisk semja er um,
at eldraøkið 1.januar 2005
skal flytast út til kommun-
urar. Á fíggjarlógini fyri í
ár er eldraøkið mett til at
kosta góðar 230 millónir,
so talan verður um ein
kostnaðarmiklan post, ið
kommunurnar skulu yvir-
taka.
Drúgvasta kjakið í løg-
tinginum í farnu viku var
um,
hvørt
núverandi
kommunubygnaður
við
heili 48 kommunum megn-
ar at yvirtaka eldraøkið.
Løgtingslimirnir Heðin
Zachariassen, Andrias Pet-
ersen og Kristian Magnuss-
en settu allir stórt spurnar-
tekin við ætlanina hjá
landsstýrinum við núver-
andi kommunubygnaði, og
róðu fram undir, at fleiri
kommunur vóru alt ov
smáar at taka sær av sær av
eldraøkinum.
Samstarvsøki neyðug
Landsstýrismaðurin í Al-
mannamálum,
Páll
á
Reynatúgvu, tekur undir
við kritikkinum.
– Tað er rættiliga órealist-
iskt, at eldraøkið verður
lagt út í núverandi komm-
unubygnaði.
Um
talan
verður um kommunusam-
anleggingar, skal eg ikki
leggja meg í, tí tað er ein
politisk telving. Í løtuni ar-
beiðir ein bólkur við um-
boðum fyri kommunurnar,
Løgmálaráðið,
Fíggjar-
málaráðið og embætisfólki
við einari ætlan, hvussu vit
á besta hátt fáa eldraøkið
flutt
til
kommunurnar,
greiðir Páll á Reynatúgvu
frá.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at arbeiðsbólkurin ar-
beiðir serliga við fíggjar-
liga og útjavningar partin-
um.
Á Almannaráðnum eru
tey eisini í holt við at
smíðja eina nýggja rammu-
lóg fyri eldraøkið. Tá
rammulógin er endaliga
orðað, verður hon lagt fyri
arbeiðsbólkinum til um-
røðu.
Hóast Páll á Reynatúgvu
ikki vil leggja seg út í
kjakið um kommunusam-
anlegging, so heldur hann,
at ein møgulig skipan kundi
verið at býtt Føroyar í sam-
starvsøki. Hann nevnir eini
7-9 samstarvsøki, sum eina
møguliga skipan.
– Í løtuni er heimarøktin
býtt í seks øki, og ein líkn-
andi skipan fyri eldraøkið
kundi verði ein møguleiki.
Eitt økið á stødd við Sand-
oynna kundi verið støddin
fyri hvørt samstarvsøki,
sigur landsstýrismaðurin í
Almannamálum.
Centralstaturin spælt
fallit
Samgongan hevur grund-
givið fyri at leggja eldra-
økið út til kommunurnar, at
barnaansingin hevur eydn-
ast so mikið væl, at eldra-
røktin eisini átti at verði ein
uppløgd
uppgáva
hjá
kommununum at umsitið.
Fólkafólkstingmaðurin,
Heðin Zachariassen, vísti á
í SVF fríggjakvøldið, at ein
ikki kann samanbera eldra-
økið og barnaansingarøkið,
tí eldraøkið er væl dýrari
enn
barnaansingin
at
umsita.
Páll á Reynatúgvu heldur
tó ikki, at størsti trupulleik-
in við at flyta eldrarøktina
til kommunurnar liggur í tí
fíggjarliga partinum.
– Tað er ikki tað fíggjar-
liga, sum er størsti trupul-
leikin. Spurningurin snýr
seg hinvegin um tíð og
fakligheit, sigur hann.
Hann sær fyri sær, at
eldraøkið í framtíðini verð-
ur skipað, sum hon verður á
Sandoynni. Á Sandoynni
verður roynt at saman-
tvinna økini heimarøktina
og røktarheimini, og lands-
stýrismaðurin heldur, at
framtíðarpolitikkurin
á
eldraøkinum átti at fylgt
skipanini á Sandoynni.
Hann vísir á, at tað er nógv
greiðari við einum forumi
fyri bæði heimarøktina og
røktarheimini .
Landsstýrismaðurin sigur
eisini, at tað er í tøkum
tíma, at eldraøkið verður
flutt til kommunurnar.
– Eftir mínum tykki,
hevur centralstaturin spælt
fallit seinastu 25 árini.
Landið hevur ikki megnað
at røkt eldraøkið á nøktandi
hátt, og tískil er tað skila-
best, at eldrarøktin í fram-
tíðini fer frá at verða fjar-
stýrd til at verða nærstýrd,
greiðir landsstýrismaðurin
frá.
Spurdur um, hann ikki
beinleiðis trýstir kommun-
urnar at samstarva ella at
leggja saman við at leggja
eldraøkið út til tær, svarar
Páll á Reynatúgvu, at
kommunurnar sjálvar vilja
og krevja at fáa eldraøkið
undir hond, eins og tær
ynsktu barnaansingina.
Hann vísir á, at við at
yvirtaka eldraøkið kunnu
tær draga borgarar til sín,
og ein kapping fer helst at
stinga seg upp, um hvørjar
kommunur fara at megna
geva borgarum bestu tæn-
astuna á eldraøkinum.
Størsta stigið
nakrantíð
Í løtuni eru kommunurnar, í
tøttum samstarvi við land-
ið, í holt við stóra útbygg-
ing á eldraøkinum. Áðrenn
hálvtannað ár er runnið, er
ætlanin, at í alt 123 nýggj
røktarheimspláss
skulu
verða tøk.
– Henda bygging er
størsta stigið á almanna-
økinum nakrantíð, og ný-
byggingin fer at minka
nógv um stóra tørvin á
eldraøkinum, fortelur Páll á
Reynatúgvu.
Góð 60 røktarheimspláss
verða bygd Norðstreymoy,
Runavík og Havn, meðan
helmingurin verður nýttur
til sambýli. Tey verða bygd
á Toftum, Gøta, Eiði og
Leirvík verður bygt sam-
býli.
Páll á Reynatúgvu um eldraøkið:
Samstarvsøki er fortreytin
Landsstýrismaðurin í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu,
metir, at tíðin er búgvin at flyta eldraøkið út á kommurnar.
Central staturin hevur ikki røkt eldraøkið á nøktandi hátt, og tí
er skilabest, at eldrarøktin í framtíðin verður stýrd av
kommununum, sigur landsstýrismaðurin
Mynd: Savnsmynd
Eivind Jacobsen, býráðsformaður í Sjóvar kommunu:
- Sandoy og Suðuroy fáa trupulleikar
av eldraøkinum
Eivind Jacobsen, býráðsformaður í Sjóvar kommuna, væntar at
trupulleikar fara at stinga seg upp við at flyta eldraøkið út til
kommunurnar. Serliga væntar at Sandoyggin og Suðuroyggin
fara at fáa tað torført
Til Grímur
Rasmussen á
65 ára degnum
Góði beiggi, tillukku við
stóra degnum. Helt, eftir
sum tað ikki ber til at halda
dagin saman við tykkum,
so at senda tær eina heilsu
uppá henda mátan. Stuttligt
at vera tætt knýttur at
beiggja sínum. Sjálvt um
tað eru tjúgu ár ímillum
okkum, og lívið upp á
nógvar mátar hevur mynd-
að seg ymiskt hjá okkum,
er bróðurbandið sera sterkt,
og er hatta nakað eg virðis-
meti ómetaliga høgt. Hjá
tær slapp pápi ikki heim
aftur úr krígnum fyrr enn tú
var sjey, hjá mær doyði
mamma, tá eg var átta. Tú
gekk tey fyrstu fetini norð-
uri á Stongunum, eg úti í
Grótinum. Tú endaði á
Jørundsgøtu og eg á Filips-
oyggjunum – og álíkavæl –
eru vit nær knýttir at hvørj-
um øðrum. Trúgvi tað
skyldast, at tú hevur duga
so væl at havt ein nógv
yngri beiggja. Takk fyri.
Sat og hugsaði um, tá ið
eg var smádrongur, og tú
vart skipari á Stellu Karinu,
bæði tí fyrru og seinnu.
Minnist at vit plagdu at
sleppa við, tá ið tit fóru út á
Pollin at rætta kumpass.
Havi ofta hugsa hvussu
hatta hevur lýst leiklut tín,
sum hin elsti av sysktunum
– tú hjálpti okkum at rætta
kumpass.
Hatta hevur verið sjónligt
bæði í tí tímilia og anda-
liga. Í tí tímiliga hava vit
sæð, óansæð hvussu tíðir-
nar vóru, so læt tú teg stýra
eftir teimum somu megin-
reglunum. Tað var hvat var
skeivt og rætt, sum taldi,
ikki hvat var lættast í løt-
uni. Í tí andaliga hava vit
sæð hetta í greiðu støðu tíni
fyri Kristus. Bert ævinleik-
in fer at opinbera hvørja
ávirkan hetta hevur havt á
okkum
systkjunum
og
familjum okkara.
Ein kundi skriva fleiri
síður, men tað hevði tú
nokk hildi verið í so ameri-
kanskt, so eg skal gevast
her og ynskja tær tillukku
við degnum.
Cathy og Ben lata eisini
heilsa.
Jógvan Júst
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
13. august. Hippolytos, deyður í umleið 235. Helst ein
grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu rit-
høvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum við
at verða slitin millum hestar, sum navn hansara sipar til.
Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) varð føddur hend-
an dagin í 1871.
Týsmorgunin 30. juli andaðist Anna
Malena Lamhauge, vanliga nevnd
Lena, í Søldarfirði, 90 ára gomul.
Lena búði heima líka til hon
andaðist, og helt hon sjálv hús og
var heilt andsfrísk líka til tað síðsta.
Hon fylgdi við øllum sum fyrifórst,
bæði hjá børnum, ommubørnum og
í samfelagnum annars.
Lena var gift við Samuel Jacob
Lamhauge úr Lamba, og búsettust
tey í Søldarfirði. Maðurin doyði í
1983, og var hon einsamøll í 20 ár.
Lena var dóttir Peter og Annu
Danielsen,
sum
høvdu
eitt
kongsfesti og handil í Søldarfirði.
Hesi bæði arbeiði tóku Lena og
Samuel Jacob yvir, tá foreldur
hennara løgdu frá sær.
Mamma Lenu, Anna, var dóttir
Elsebeth Christine og Lassen
Weihe av Selatrað.
Pápi Lenu, Peter, var sonur Anne
Malene
og
Daniel
Danielsen
(vanliga nevndur sýslumaðurin) úr
Søldarfirði.
Lena og Samuel Jacob fingu trý
børn, har tað fyrsta, ein dóttir, doyði
av lungnabruna hálvt ára gomul í
1944, og tveir synir, Petur Alberg og
Eyðfinn.
Grímur
Rasmussen 65 ár
Mikudagin 13. august fyllir
Grímur Rasmussen í Klaks-
vík 65 ár. Grímur er føddur
og uppvaksin í Klaksvík.
Hann er sonur Durid, f.
Justesen, úr Norðdepli, og
Frimodt
Rasmussen
úr
Grótinum í Klaksvík.
Grímur er útbúgvin stýri-
maður og skipsførari. Hann
fór fyrsta túrin til skips við
Liljuni, sum 17 ára gamal.
Síðani var hann við ymsum
skipum. Sigldi í nógv ár hjá
Stellu reiðarínum, bæði við
línubátunum Stellu Mariu
og Stellu Karinu. Hann var
eisini fastur skipari á flaka-
trolaranum Stellu Karinu,
frá tí at skipið bleiv bygt, til
tað varð selt av landinum
fyrst í 70-inum. Miðskeiðis
í 70-inum lat hann, saman
við øðrum, kraftblokkabát-
in Durid byggja. Hann var
sjálvur skipari øll árini,
inntil Durid var seld til Ís-
lands í 1981. Grímur
Rasmussen var skipari á
rækjutrolaranum Karinu,
hjá Trygva Laksafoss, tá ið
Karina, sum tað fyrsta før-
oyska skipið fekk rækjur
við Svalbard, í rakstrar-
verdum nøgdum, í 1981.
Hetta skuldi vísa seg at
verða eitt gott fund fyri
rækjuflotan. Frá 1983 til
1985 førdi hann ísfiskatrol-
aran Skoraberg hjá J.F.
Kjølbro.
Í 1985 legðist Grímur
Rasmussen upp á land.
Hann fór at fáast við aling.
Hetta hevur hann fingist
við líka síðani. Hann hevur
arbeitt við øllum frá rogn-
um til framleiðslu av
liðugtvørum. Í dag er hann
stjóri í alifelagnum East
Salmon.
Grímur er giftur Klaru, f.
Lervig, av Toftanesi í Leir-
vík. Tey eiga børnini. Sylv-
in, Durid og Frimodt.
Grímur brúkar nógva tíð
saman við familjuni. Gongu
ofta túrar í náttúruni, ofta
saman við abbabørnunum.
Hann hevur hønur og seyð
sum honum dámar væl at
fáast við. Hann hevur í
nógv ár verði virkin í frítíð-
ararbeiðinum í Betesda í
Klaksvík.
Lena Lamhauge farin
Leivur Guttesen
70 ár
13. august fyllir Leivur
Fossdal Guttesen í Hoyvík
70 ár. Leivur er vestmenn-
ingur, sonur Jóhannu, f. Ol-
sen, og Hans Guttesen,
bæði úr Vestmanna. Sum
15 ára gamal fór hann í
desember 1948 at sigla
sum
messudrongur
við
gamla
vest-
mannatrolaranum,
Gull-
finni. Hann sigldi við Gull-
finni í 1949, til hann fór í
læru sum maskinsmiðjur á
Vestmanna Skipasmiðju.
Í 1954 fór hann til Dan-
markar at ganga á maskin-
meistaraskúla. Eftir at hava
tikið fyrra part av útbúgv-
ingini sigldi hann við
Mærsk báti í 1955-56. Síð-
an tók hann seinna partin
av útbúgvingini og bleiv
liðugur sum maskinmeist-
ari í 1959. Tá fór hann at
sigla sum maskinmeistari
við vestmannatrolaranum,
Jóannes Fonsdal.
Frá 1962-66 búði hann í
Danmark og arbeiddi sum
maskinmeistari á Lille-
mosegården, ið er eitt heim
fyri evnaveik í Søborg. Í
1966 bleiv hann settur í
starv sum maskimeistari á
Landssjúkrahúsinum í Havn.
Har arbeiddi hann til 1979,
tá hann fekk starv sum
maski,nmeistari á Fossá-
verkinum hjá SEV í Vest-
manna. Hetta starv røkti
hann til 1985. Frá 1985-88
var hann verkførari á verk-
staðnum hjá Demich í
Havn. Frá 1988 til hann
legði frá sær fyri aldur, ar-
beiddi hann sum maskin-
meistari hjá Fjarhitafelag-
num, sum veitir hita til
størsta partin av húsunum í
Hoyvík.
Leivur giftist í 1960 við
Maritu, f. Andreasen, bio-
analytikara, av Strondum.
Marita lærdi til bioanalyt-
ikara í Keypmannahavn frá
1956-59 og arbeiðir á
Landssjúkrahúsinum. Tey
eiga fýra børn, tey eru:
Sunnuva, sum býr í Fugla-
firði, Gunnar sum býr í
Danmark, Helgi,sum býr í
Havn og Poul, sum býr í
Skotlandi.
Marita
og
Leivur bygdu sær hús í
Havn í 1973, har tey búðu
til tey til 1999, tá tey seldu
húsini og bygdu sær eini
minni hús í randarhúsunum
inni á Gøtu í Hoyvík.
Føðingardagurin
verður
hildin saman við familjuni
uttanlands.
Grímur Rasmussen saman við systkjum sínum: f.v Jógvan Júst Rasmussen, Ásla Svensson,
Magdalena Færø, Karin Jacobsen, og Grímur Rasmussen
C
M
Y
K
9
8