mikudagur 13. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 150 - 13. august 2003
Nr. 150 - 13. august 2003
11
Spennandi og avgerandi dagar standa fyri framman.
Dagar, sum skulu gera av lagnuna hjá mongum før-
oyingi. Sparingarnar á fíggjarlógini, sum landsstýrið
hevur boðað frá, fara uttan iva at merkjast í øllum
samfelagnum. Lagt hevur verið upp til eina sparing
uppá 1% í øllum ráðum, men tá avtornar verður hetta
helst væl hægri, tí við verandi búskapargongd er 1%
sparing helst ov lítið til tess at fáa endarnar at røkka
saman.
Neyvan er nakar ósamdur við landsstýrinum, tá talan
er um at rationalisera og effektivisera eitt nú almenna
sektorin. Men vit mugu eisini ansa eftir, at hetta ikki
bara vera klisjéir og undanførsla.
Tað er líkasum, at umboðini fyri samgonguna, ið
høvdu orðið undir viðgerðini av løgmansrøðuni, ikki
hava gjørt sær álvaran og støðuna greiða – at tað
gongur skeiva vegin í samfelagnum og við búskap-
inum. Higartil hevur alt borið til, ja entá at skarva
nærum 400 mill. kr. av blokkinum við einum høggi
pluss ta multiplikatoreffekt tað nú einaferð hevur.
Hetta um somu tíð sum yvirtøkur eru framdar og
fleiri skulu fremjast. Alt hevur borið til og tykist enn
bera til hjá samgonguni.
Men nú stendur hon so andlit til andlit við ein nýggj-
an veruleika, sum hon ikki hevur sæð nakað til øll tey
fimm árini hon hevur sitið við valdinum. Hesi árini
er vøksturin í búskapinum komin av sær sjálvum.
Stór og føgur hava orðini verið um, hvussu væl tað
hevur gingið. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Nú
skal sparast. Nú verður bráddliga tosað um, hvussu
nógv almenna fyrisitingin er vaksin, ja bólgnað upp.
Sagt verður millum linjurnar, at hetta líkist ongum,
og nú skal annað skinn takast um bak. Hetta er ov lætt
sloppið. Tí tað er henda samgongan, sum einsamøll
hevur økt almennu umsitingina so nógv fyri at kunna
sita við maktini. Fleiri landsstýrisfólk aftrat er prísur-
in. At hon nú er tvingað til at fremja stórar sparingar
kann so eisini blíva hennara banasár. Men langt er til
val og tí má hugsast, at landsstýrið fer at taka skrædl-
ið nú heldur enn seinni.
Tað fer so at merkja, at týðandi funktiónir hjá tí al-
menna verða skerdar og amputeraðar tvs. at starvs-
fólk verða søgd upp, tey, sum eru eftir, koma at renna
skjótari og brúkarin fer at verða stóri taparin eisini.
Sjálvandi vil ein alt ov stórur almennur yvirbygning-
ur samtíðis sum kutað verður stórur biti av blokk-
inum um somu tíð sum búskapurin gongur niður á
bakka og nýggjar yvirtøkur skulu fremjast gera, at
tað fer at mangla í nógva staðni í samfelagnum. Her
er bert eitt at gera, og tað er hjá løgmanni at fáa reins-
að luftina og skriva út val. Eitt úrslit av tí kundi so
verið, at vit fingu tí so nógv umtalaðu breiðu sam-
gonguna. Tað líkist ongum, at tveir pinkuflokkar
skulu gera av, hvør stýrir landinum og hvussu landið
verður stýrt. Vit hava brúk fyri eini samgongu við
fleiri stórum flokkum, so ábyrgdin liggur á fleiri og
breiðari herðum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sparing og fíggjarlóg
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heri Simonsen
Skal ein lurta eftir útvarps-
upptøkum, sum geva fatan
av hvussu ólavsøkusangur-
in skal ljóða, og hvussu
hann ikki skal ljóða, skal
ein lurta eftir upptøkunum
frá 2000 og 2003. Upptøk-
urnar frá 2000 vísa hvussu
hann skal ljóða, bæði tekn-
iskt og við einum sangúr-
vali, sum fólkið kennir.
Upptøkurnar frá 2003 vísa
hvussu hann ikki skal ljóða,
bæði tekniskt og í aðrar
mátar. Víst vóru nakrir
sangir við í ár, sum fólkið
kennir, men tað vóru ov
nógvir sangir – um vakrar
yrkingar – sum fólkið ikki
kendi, og ikki dugdu at
syngja (kendu ikki løgini!).
Og tað kendist, sum um
hvørja ferð vit sungu ein
góðan og kendan, at vit
blivu »dykkaði« við einum
ókendum sangi beint aftaná.
Ein vøkur yrking ella solo-
sangur merkir væl ikki, at
hesin er vælegnaður til
felagssang hjá 12.000 fólk-
um, ella?? Ein dani kom
allan vegin úr Hvannasundi
fyri at uppliva ólavsøku-
sangin, men talan varð um
»flop« og »skuffelse« fyri
hansara viðkomandi. Før
okkum aftur til ár 2000, so
fólkið aftur sleppur at
syngja sínar yndissangir.
Fyri at umskriva Churchill:
»It was our finest hour!«. Í
2002 varð tað tekniska eis-
ini vánaligt, men løtan
bleiv (hálv)bjargað við ein-
um (fyri fólkið) kendum
sangúrvali. Vit gevast her!
Vónandi nær 2004 somu
hæddir, sum 2000. Ólav-
søkusangin í 2000 skalt tú
fáa (Riddara)rós fyri, Ólav-
ur!
Lurta eftir upptøkunum
frá 2000 og 2003,
og hoyr munin!
Oddfríður Marni
Rasmussen
Formaður í LISA,
Listafólkasamband Føroya
Eg kenni meg noyddan at
svara Inga Samuelsen aftur,
sjálvt um hatta, sum hann
skrivar ikki er vert at svara
aftur. Eg svari aftur bert tí,
at eg vil forsvara tey mongu
listafólkini, sum eru limir í
LISA (Listafólkasambandi
Føroya).
Ingi peikar á, at atgongu-
merkini til framførðslurnar
við føroyskum luttakarum,
eru ov dýrar. Tey dýrastu
atgongumerkini til føroysk-
ar framførðslur kosta 225
krónur á Listastevnuni,
meðan tey kosta millum
onki og 100 krónur restina
av árinum, sigur Ingi
Samuelsen. Listastevnan
hevur lagt eitt kostnaðar-
støði, sum eftir mínum
tykki (og eg veit eisini, at
nógv onnur eru samd við
mær í hesum) átti at verið
kostnaðarstøði alt árið.
Onki listafólk eigur at gera
nakað ólønt. Eisini kann
sigast, at grundin til, at at-
gongumerkini kosta 225
krónur og ikki 500 krónur
ella meir, er tí at vinnulívið
hevur
sponsurerað
við
nógvum pengum. Eisini
Dimman
hevur
spítt
100.000 krónur í eitt Lista-
stevnublað, og høvdu tit á
Dimmuni ikki gjørt tað,
kostaðu
atgongumerkini
helst einar 50 krónur meir
fyri hvørja sýning, og tað er
bert at fegnast um.
Dimman sponsorerar eisini Listastevnu Føroya
Vinnari í kapping
um kapping
Nú kappast skal
um kapping í
kapping um kapping at kappast
skal eg halda meg til
at kappast um
kapping um kapping
í kapping um kapping
so er bert at vóna
at dómsnevndin fer
at kappast um
kappingina at kappast
um kappingina at
velja bestu kappingina um kapping
um at kappast um
bestu kappingina –
tað verður ein
rimmar kapping –
tað er altíð gott
at kappast
Erling S.
Toskaveiðan í fjør var
ógvuliga góð, stívliga
40.000 tons.
- Vit vænta eina
minking í veiðini í ár,
helst við eini 5.000
tonsum ella so, sigur
Hjalti í Jákupsstovu,
leiðari á Fiskirann-
sóknarstovuni.
Hann fegnast um, at
løgtingið samtykti at
skerja fiskidagarnar
við 2 prosentum, men
heldur, at skerjingin
er alt ov lítil
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Eitt miðalár er toskaveiðan
undir Føroyum eini 25.000
tons, rund vekt. Okkurt árið
hava vit fiskað nógv meira
enn miðaltalið, men fara vit
góð 10 ár aftur í tíðina,
hevur veiðan eisini verið
nógv lakari – enntá heilt
niðri á eini 6.000 tonsum.
Toskaveiðan seinasta ár
var ógvuliga góð, stívliga
40.000 tons, og í 1996 fisk-
aðu vit eisini meira enn
40.000 tons. Miðskeiðis í
áttatiárunum
var
eisini
nógvur fiskur at fáa, og í
1985 fiskaðu vit stívliga
39.000 tons av toski undir
Føroyum.
Vaksandi veiðitrýst
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari
á Fiskirannsóknarstovuni,
sigur, at tá ið stovnurin í
summar mælti til ein niður-
skurð í fiskidagatalinum
komandi 2-3 árini uppá
25%, var málið at byrgja
uppfyri, at eitt nú toska-
fiskiskapurin aftur minkar
niður í lítið og lætt. Annars
er tað serliga fiskasløgini,
toskur, upsi og hýsa, sum
verjast skal um við eini
minking av fiskidagatalin-
um.
- Vit fegnast sjálvsagt
um, at løgtingið samtykti
ein lítlan niðurskurð í fiski-
dagatalinum uppá 2%, men
vit halda ikki, at hetta er
nóg mikið, skulu fiska-
stovnarnir umsitast skyn-
samiliga,
soleiðis
sum
gongdin er beint nú.
Hjalti sigur, at veiðitrýst-
ið er vaksandi og heldur, at
tað er vorðið ov stórt. Har-
aftrat kemur, at gróðurin í
sjónum var lítil síðsta ár, og
hóast meira gróður er í ár,
er málið fyri gróður fram-
vegis undir miðal.
- Tað hevði verið óhepp-
ið, um toskafiskiskapurin
aftur minkaði niður á sama
støði sum fyrst í nítiárun-
um. Vit eiga tí at gera tað,
vit kunnu fyri at byrgja
uppfyri,
at
veiðitrýstið
veksur, og at veiðan minkar
langt niður um tað, hon er
eitt miðalár. Málið eigur at
vera, at fiskiskapurin er so
støðugur, sum nú einaferð
til ber við teimum náttúru-
viðurskiftum,
sum
eru
galdandi.
»Vit eru fastløntir«
Hjalti sigur, at Fiskirann-
sóknarstovan byggir síni
tilmæli á tær kanningar,
sum stovnurin ger og ta
vitan, sum stovnurin hevur.
Sambært lógini um vinnu-
ligan fiskiskap, skal Fiski-
rannsóknarstovan
geva
landsstýrinum
ráð
um
burðardyggan fiskiskap.
- Tað eru ikki vit, sum
verða raktir, um tað gongst
illa í vinnuni, tí vit hava
fasta løn. Tey, ið verða rakt,
eru fiskimenn, skip, vinna
og samfelagið annars. Okk-
ara uppgáva er tí ikki tengd
at øðrum áhugamálum enn
at veita so holla ráðgeving,
sum vit nú einaferð eru
førir fyri.
At hetta ikki altíð er so
lætt, tá ið náttúruviðurskifti
spæla fiskifrøðingum eitt
»puss«, veit eingin betur
enn Hjalti sjálvur.
- Tá ið politiski myndug-
leikin ár undan ári ikki
tekur okkara ráð til eftir-
tektar, er bert at vóna, at
gongdin ikki verður, soleið-
is sum útlitini kunnu benda
á, sigur hann.
Leiðarin á Fiskirann-
sóknarstovuni vísir á, at
fiskidagarnar kunnu vit
áseta sjálvi, men tað eru
ikki
vit,
sum
avgera,
hvussu náttúruviðurskiftini
hátta sær.
- Tí er tað ikki so einfalt
at siga við vissu, hvat
hendir – antin vit velja at
gera hetta ella hatta, leggur
hann aftrat.
Útróðrarflotin
Hjalti heldur, at ein partur,
sum lítil hædd verður tikin
fyri í metingini av veiði-
trýstinum, er útróðrarflotin,
har bátar verða skiftir út við
nýggjari og skjóttgangandi
bátar við egningatrakt.
- Hesir bátar eru meira
effektivir enn teir gomlu,
og teir fara ofta langan veg
til útróðrar.
Hann fegnast um, at
nýggj skip eru komin í flot-
an, men ásannar, at útskift-
ingarnar ofta hava ein
tendens til øking av veiði-
trýstinum.
- So hvørt, sum skip og
bátar verða skift út við betri
og
effektivari
fiskifør,
veksur trýstið á fiskastovn-
arnar eitt sindur hvørja
ferð. Sum árini ganga,
verður vøksturin í veiði-
trýstinum ikki so lítil, hel-
dur Hjalti í Jákupsstovu.
Vænta minking í toskaveiðini í ár
- Vit vænta, at toskaveiðan í ár verður eini 5.000 tons minni enn seinasta ár, sum var eitt av
teimum heilt góðu árunum, sigur Hjalti í Jákupsstovu
Hóast eina minking uppá
5.000 tons, verður
toskaveiðan í ár helst eini
10.000 tons betur enn eitt
miðalár
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Rannsóknarskipið, Magnus
Heinason, ger í hesum døg-
um
summar-yvirlitstrol-
ingar á landgrunninum.
Hjalti í Jákupsstovu sig-
ur, at endamálið við hesum
trolingum er at finna út av,
hvussu støðan hjá fiska-
stovnunum er.
- Hetta eru neyvan kann-
ingar, har nøkur hundrað
tóg verða gjørd um allan
landgrunnin í ein heilan
mánaða. Vit gera tveir túr-
ar, sum vara í einar 14 dag-
ar hvør.
Sami reiðskapur á
somu leiðum…
Leiðarin sigur, at Magnus
Heinason
brúkar
sama
fiskireiðskap
til
hesar
kanningar á hvørjum ári og
leiðirnar, sum verða kann-
aðar, eru eisini tær somu.
- Hetta er tann vaksni
fiskurin, sum verður kann-
aður og eftir hvørt tóg,
verða eitt nú aldursbýti,
vøkstur og føðin skrásett.
- Tá ið yvirlitstrolingarn-
ar eru lidnar, verða saman-
beringar gjørdar við árini
frammanundan, sigur hann.
Petur og Jákup
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at yvirlitstrolingarnar eru
ein liður í stovnsmetingini.
Hendan fyrsta túrin er Petur
Steingrund við Magnusi
Heinasyni, og á seinna
túrinum
verður
Jákup
Reinert við.
Magnus Heinason ger
yvirlitstrolingar
Yvirlitstrolingarnar hjá
Magnusi Heinasyni eru ein
liður í stovnsmetingini hjá
Fiskirannsóknarstovuni
C
M
Y
K
11
10