Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 150 - 13. august 2003 Nr. 150 - 13. august 2003 13 - Tá ið summar- sesongin er av, og færri bilar verða at flyta við Norrønu, fer nýggja skipið einsa- malt at taka sær av øllum flutninginum hjá felagnum, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line FLUTNINGUR Vilmund Jacobsen 11. september gevst Clare at sigla við farmi fyri Smyrli Line. Tá hevur felagið leigað skipið til farmaflutning í eini tvey ár ella so. Óli Hammer, stjóri, sigur, at nýggja Norrøna fer at røkja allan flutningin í vet- ur, sum felagið hevur. – Vit meta, at Norrøna hevur nóg stóran kapasitet at taka sær av øllum farm- inum, nú summarsesongin fer at halla, og bilarnir verða færri, sigur hann. Gamla liggur Herfyri ljóðaði, at Smyril Line hevði ætlanir um at seta gomlu Norrønu, sum enn liggur í Esbjerg, at sigla í vetur, samstundis sum nýggja skipið fór í aðra sigling, men hetta av- sannar Óli Hammer og sig- ur, at einki er í hesum tíð- indum. – Skipið er ikki selt enn, men ein søla kann koma uppá pláss, nær tað skal vera, sigur Óli Hammer, stjóri í Smyril Line GAMLA NORRÖNA Vilmund Jacobsen Gamla Norröna liggur fram- vegis í Esbjerg. Hon er ikki seld enn, men Óli Hammer sigur, at tað framvegis er ein ávísur áhugi fyri at keypa skipið. Hann sigur, at tað er meiri enn tann eini keypar- in, sum vísir skipinum áhuga. Spurdur, nær hann vant- ar, at ein søla fer at fara fram, sigur Óli. – Vit hava eftirhondini hildið okkum hava selt skipið meira enn ta einu ferðina, men enn er eingin peningur komin. Hann dugir ikki at siga, nær ein endalig søla fer fram, men vísir á, at tað kann verða nær sum helst. – Í morgin, sum ein ann- an dag, sigur hann. Óli sigur, at teir, sum hava ætlað sær at keypt skipið, men eru lopnir frá, hava havt ryggin frían. – Teir hava sloppið sær burtur úr aftur avtaluni, sum vit mettu var komin uppá pláss, sigur Óli Hammer. Stjórin í Smyrl Line vil ikki siga, hvussu nógv felagið stílar eftir at fáa fyri skipið. – Orsøkin til, at gamla Norröna ikki er seld enn, er, at vit vilja ikki lata skip- ið fyri lítið og lætt, sigur Óli Hammer. Clare fer úr sigling um ein mánaða Clara gevst at sigla fyri Smyril Line, 11. september Ávísur áhugi er fyri gomlu Norrönu – Orsøkin til, at gamla Norröna ikki er seld enn, er, at vit vilja ikki lata skipið fyri lítið og lætt, sigur Óli Hammer – Tað er nærliggj- andi at hugsa sær, at samband er millum nebbasildina, sum lundin livir av og lítla gróðurin í sjónum, sigur leið- arin á Fiskirann- sóknarstovuni FUGLAVEIÐA Vilmund Jacobsen Tað hevur vignast illa við lundanum í ár. Kring landið, har menn plaga at ganga við stongini, lata teir illa at. Eisini frættist, at nógvar lundapisur ikki eru undankomnar, men liggja deyðar í holuni. Orsøkin kann bert vera hin eina, nevniliga, at fuglinum vantar føði. Misjøvn ár Tað er nú ikki nakað nýtt fyribrigdi, at summi ár roynast verri til fugl enn onnur. Vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tá ið sama fyribrigdi gjørdi seg galdandi. Tíðliga í nítiár- unum var fuglurin eisini fyri felli. Sildberar sóust stundum bera onnur fiskasløg enn nebbasild, ið er vanliga føðin hjá lundanum. Tá ið so er, spyrst lítið burtur úr av- kominum, og vanliga er lítil fuglur við landið eitt tílíkt summar. Er lítil nebbasild við landið, noyðist fuglurin til havs eftir føðini. Tað gongur út yvir pisurnar og útyvir veiðina hjá teimum, sum sita uppi í urðini ella í berginum við stongini. Slík ár ganga serliga útyvir tann fuglabólkin, vit vanliga rópa svart- fugl. Gróður og nebbasild Vit spurdu leiðaran á Fiski- rannsóknarstovuni, Hjalta í Jákupsstovu, hvørja viðmerking hann hevur til, at so lítið av lunda hevur verið at fingið í summar. – Tað er torført at meta um, hví so er, men nær- liggjandi er at hugsa sær, at ov lítið av nebbasild hevur verið við landið. Fuglurin hevur tí hildið seg longur úr landi enn vanligt er um summarið. Fiskirannsóknarstovan byrjaði at gera gróður- kanningar í 1990. – Hetta árið var gróð- urin í sjónum ógvuliga lítil. Sama var í fjør, tó at gróðurin var heldur fræg- ari enn í 1990. Hesi bæði árini var gróðurin tó langt, langt undir miðal. Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at fyrst í nítiár- unum og nú aftur í ár hevur lundin ikki havt tað gott. – Tí kann tað vera nær- liggjandi at hugsa sær, at samband kann vera mill- um nebbasildina og lítla gróðurin í sjónum, sigur leiðarin á Fiskirannsókn- arstovuni. Vit kunnu leggja aftrat, at hóast lundin sveik í summar, er ikki vist, at havhestatíðin, sum nú stundar til, fer at roynast líka illa, tí lundi og hav- hestur søkja sær føði á hvør sín hátt, og føðin er ymisk. Lundin svíkur »tí honum vantar føði« Tað er ikki vist, at havhestatíðin, sum nú stundar til, fer at roynast líka illa sum lundatíðin, tí lundi og havhestur søkja sær føði á hvør sín hátt, og føðin er ymisk Nik og Jay, sum eru eitt av heitastu nøvn- um í bæði Danmark og Føroyum nú, leita sær til Føroya í kom- andi viku. Her skulu teir hava eina konsert í ítróttarhøllini á Hálsi, og teir verða eisini at hitta í SMS og at síggja í Club 20. – Teir duga væl at upptraðka. Tað ljóðar væl á fløgunum, men tað ljóðar uppaftur betri live, sigur Elin í Stórustovu, sum hev- ur verið á fýra kon- sertum hjá Nik og Jay, og sum eisini hevur syrgt fyri at teir koma hendan vegin KONSERT Ingrid Bjarnastein Tann 23. august fer eitt av heitastu nøvnunum í Dan- mark á pall í Føroyum. Tal- an er um Nik og Jay, sum í seinastuni hava hittað stórt við løgum sum »Hot« og »Elsker hende mere«, og hava tey eisini verið nógv at hoyra her heima. Elin í Stórustovu stendur aftanfyri alt stríðið og alt arbeiðið í at hava fingið vælumtóktu donsku dreing- irnar til Føroya, og hon greiðir soleiðis frá gongd- ini: – Eg hugdi á DR1 ein dagin, og har sá eg eitt videolag, sum æt »Elsker hende mere«. Eg helt tað var gott, og nakrar dagar seinni sá eg tað aftur, og tá fór eg so oman í 3´aran at keypa fløguna. Inni í fløgu- húsanum stendur heimasíð- an hjá teimum, og eg fór so inn har og las og hugdi eitt sindur, og kom til ta niður- støðu, at eg hevði kunnað hugsað mær at sloppið á konsert. Men sum ikki einaferð tá ein býr í Føroyum, so er tað eitt sindur trupult at sleppa á konsertir hjá stórum nøvnum, bæði úr Danmark og sum vitja í Danmark. Men inni á heimasíðuni er ein leinkja til booking- felagið hjá Nik og Jay, so Elin gjørdi av at skriva til teirra og spyrja um tað ikki var eitt hugskot, at teir komu hendan vegin. – Eg fekk svar aftur, har bookingmanagerin segði, at tað var gamaní, og at eg kundi bara sjálv royna at finna útav, hvat og hvussu. Av fyrstan tíð var tað ikki meiningin, at eg skuldi gera alt hetta arbeiðið sjálv, men so byrjaði eg at spyrja meg fyri ymsastaðni, og so koyrdi tað bara, greiðir Elin frá. Á konsertir Alt byrjaði í mars mánaði, so tað hevur verið nógv at fáa uppá pláss seinastu tíð- ina. – Eg fór niður til Dan- markar at hitta booking- managerin har, og so slapp eg eisini á konsert við Nik og Jay, og síðani tá havi eg verið á fleiri konsertum. Teir duga væl at upptraðka, og tað ljóðar væl á fløg- unum, men tað ljóðar upp- aftur betri live, heldur Elin. – Tá eg var á konsert- unum so sá eg, hvussu alt var við ljós og ljóði og so framvegis. Teir fara at hava tað sama í Føroyum, har teir koma at hava tríggjar ljós- og ljóðmenn við. At skipa fyri eini tílíkari konsert krevur nógv ar- beiði, og sigur Elin eisini, at tað hevur verið ógvuliga tíðarkrevjandi. – Tað er so nógv eyka, sum skal gerast, tá teir koma til Føroya. Flúgvara og hotell og so víðari, og tí er tað týdningarmikið, at ein fær góðar stuðlar. Uttan stuðlarnar hevði hetta als ikki latið seg gjørt. Stuðlarnir til konsertina eru Tryggingarfelagið Før- oyar, KontoIn, Shell, Pepsi, Atlantic Airways og Hotel Føroyar. – Alt kostar ótrúliga nógv. At leiga høll, anlegg, hotell, flúgvari og so fram- vegis. Tað eru nógvir peng- ar, sum tað snýr seg um, og tað má bera seg uppá onkr- an máta. Tí gerast atgongu- merkini eisini dýrari her enn í Danmark. Ikki playback Ferðalagið, sum telur 14 fólk, kemur fríggjadagin í næstu viku. Umframt at hava hasar tríggjar ljós- og ljóðmenninar verða fýra tónleikarar við eisini. – Tað eru fleiri sum hava spurt meg, um tað ikki er alt playback, men tað er tað barastani ikki. Alt er live, staðfestir Elin við tíggju- tumma seymi. Fólkini hava nógv útgerð av øllum sløgum við, og longu fríggjadagin verður lagt í vaðið, tá heitu dreing- irnir skulu oman í Club 20. Leygardagin verða teir í SMS og skriva autografara og leygarkvøldið verða teir í høllini á Hálsi. – Eg haldi, tað er gott at fáa teir til Føroya nú, tí tað er nú teir eru frammi og kendir. Sum oftast so koma slík nøvn til Føroya eitt ár aftaná tey hava verið frammi. Vit fáa teir ongan- tíð hendan vegin meðan tað framvegis er »heitt«, sigur Elin. Og Nik og Jay eru »hot«, tað kanst tú uttan iva stað- festa. Teir hava fyri stuttum selt dupult platin í Dan- mark, sum eru 100.000 fløgur, og teir hava eisini vunnið fleiri virðislønir í Danmark fyri tónleikin. Nú er eisini ferð komin á atgongumerkjasøluna. Neyvu tølini eru ikki komin enn, men atgongumerki fáast til keyps í Shellstøðunum kring landið og í Kunning- arstovuni í Havn. Framførslan hjá Nik og Jay á Hálsi kemur at verða 70 minuttir til longdar uttan steðg. Og er lív í áskoðar- unum, so kann tað væl vera, at okkurt eykalag eis- ini verður á skránni. Sunnudagin skulu teir runt í Føroyum til eitt sind- ur av »sightseing«, og teir flúgva avstað aftur mána- morgun. Vilt tú hava meira at vita um Nik og Jay ber til at fara inn á heimasíðuna www.nikogjay.dk Teir eru »hot« Elin í Stórustovu hevur fingið heitu donsku dreingirnar Nik og Jay til Føroya. Teir skulu hava konsert í badmintonhøllini tann 23. august Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 13 12