Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 13. august 2003 15 KONSERT Frits Johannesen Mánakvøldið 21. juli kl 20 var kirkjukonsert í Fugla- fjarðar kirkju. Daisy Johan- nesen, sopran, og Jóannes Nólsøe, orgul, góvu ljóð í hesum fraga rúmi. Alt fór fram uppi á pulpiturinum . Daisy stóð høgd úr tón- leikaheiminum við síðuna av orglinum sum ein snjó- sólja – Ranunculus glacial- is. Snjósóljan veksur bert uppi í Blábjørgum um okk- ara leiðir – uppi í Mans- gjógv. Orgulpípurnar peiggj- aðu upp ímóti Blábjørgum, sum er ein risi í okkara lítlu verð. Bulmikla fjallið og snjósóljan hóskaðu væl saman – tað gjørdu Daisy og orgulljómurin úr teim- um 28 pípunum eisini. At vera uppi á Blábjørg- um og lata ljómin fara um tann víða fjørð uppi á pul- piturinum í Fuglafjarðar kirkju er eitt umfar av lit- ríkum tónum, ið vaksa uppi í rókum – í pípuorglinum í hesum seggja fjalli. Urgan kom út úr fjallavegginum í Toccatu í F-dur av Buxte- hude (1637-1707) í barok- tónum, í flyrrandi tónalagi av smidligum drøgum úr hond og fótspæli Jóannesar. Andin í fraseringunum kýndi snjólsóljulitunum í musikalskum doðaveðri, lagligum mjørkatámi, í surki og skadduvindi, sum karraði oman av Blábjørg- um uppi á pulpiturinum í Fuglafjarðar kirkju úr ein- um gotiskum barokfjalli. Ein listamaður fyrireikaði vegin til eina tónaverð við orgulmálmljóði úr basalt- flágum – úr stálkyndum orgulpípum... og hetta var bara í Fuglafjarðar kirkju í einum baroklagi undir ein- um gotiskum fjalli. Andin rætti sína hond út úr yndisrødd Daisysar í tveimum kingoløgum. Barok- andin leitaði sær upp í tróðrið í kirkjuni. Kingo livdi frá 1634 til 1703 og Buxtehude, sum sagt frá 1637 til 1707 – orglið og sopranini vóru í barokhýri. Daisy bar hetta fram einsa- møll í kveikjandi solosangi ovast uppi ímillum urgrót og skulpturar í Mansgjógv- uppi í Blábjørgum á pulpi- turinum í Fuglafjarðar kirkju. Reina rødd hennara salvaði løtuna í snjósólju- dámi, ekspressionistiskum strokum, sum fóru um alt hold í eini gjógv, har maðurin stinnur og sterkur búleikar alt árið í eini orgulpípu, sum ljómar við fagotljóði, trompetljóði, í rørstemmum o.s.fr. Árstíð- irnar fara um mannin í lag- andi summarloti, stumm- um heystarloti, køldum vetrarkyldum og vónríkum várljóði. Hetta er uppi í Mansgjógv uppi í Blábjørg- um í orgulpípunum á pulpi- turinum í Fuglafjarðar kirkju. Har stóð sopranin við ljómlittu rødd síni, sang kveikjandi reint og lagandi blítt... og maðurin í Mans- gjógv var skotin í røddini og gav seg til kennar við einum summarsmíli. Úr barokkinum undir tí tignarliga gotikkinum í Blábjørgum vendi ráki til nútíðartónleik í tulking Anton Heillers (1923-1979) av løgunum, Rís í Jesu navni nú, Som lilliens hjerte kan holdes grøde og Harmur og gleði í felag tey reika. Sigliljósini í orgli- num – grønt og reytt – komplimenterlitir, stóðu so stjørnuklárir á tí bláa himinum uppi yvir Blá- bjørgum. Urguljóðið fór upp ímillum stjørnudust og tinnuljós í tí aldargamla rúmdarhavinum úr bul- mikla standmyndini Blá- bjørgum, sum er í orglinum í Fuglafjarðar kirkju. Siðsta ár var Jóannes við á konsertferðini hjá Fugla- fjarðar sangkóri í Aalborg, Skagen, Gøteborg, Lund og Keypmannahavn, har hann leikti undir hjá okkum og spældi solo sjálvur, somu- leiðis var Daisy eisini við á hesi ferð, sang við sopran- ini og sang solo. Fyrst í juni í fjør var Jóannes aftur á konsertferð kring landið og ríkaði okkum við sínum orgulspæli. Ja, at vera farin um tey seksti og vera til dystin fús at tulka Bach og Buxtehude, tað er ikki øll- um urguleikarum beskorið, men Jóannes ger tað leik- andi lætt í tøttum frasering- um, sum ilt er at mana fram serliga á eini urgu, men hetta dugir hann. Vælsign- að verði hondin! Pauli í Sandagerði rørdi fram undir løtuna við tveimum løgum, sum Daisy sang og Jóannes sat við urguna. Flýgur tú lógv og Nú aftnar dagur. Tað norð- urlendska ljóðið í løgunum rann væl saman við tann partin av skránni, sum kom undir heitið: Tónleikur í nýggjari tíð. Kundi hugsað mær at lagið – Nú aftnar dagur gekk eitt sindur seinri. Minnis meg rætt, var lagið gjørt til jarðar- ferðina hjá Sverra Dahl, og er tráðurin í lagnum eitt sorgarlag. Møguliga kundu registreringarnar hjá Jóan- nesi verið annarleiðis ser- liga í fittliga lagnum hjá Paula, Flýgur tú lógv, tí sopranrøddin lá í so tøtt at teimum ljósu tónunum í orglinum og legði hetta eitt tám yvir røddina hjá Daisy; men samanumtikið var hetta væl úr hondum greitt. Hetta, sum her var ført fram, var bara nakað, sum kundi hugsast at verið øðr- vísi. Onkur annar hevur kanska annað skoðsmál, sum letur upp fyri onkrari aðrari meining. Hæddarpunktið í orgul- spælinum var uttan iva Triosonatan í Ess-dur av Bach. Havi hoyrt, at hetta er millum torførastu orgul- stykki at spæla. Hjá einum lurtara kennist flogið í hes- um tónleiki sera torført. Tað er stravið at koma fram til »formin og prinsippini« hjá tí, sum skal framføra og tulka tónleikastykkið. Hetta er ikki løtuverk at koma ígjøgnum. Tað er væl gjørt av Jóannesi at leggja til brots og koma so langt í spælinum at geva hesum stykki lív og anda, so sonat- an kundi sendast út í tún ílatin musiskan búna. Jóan- nes hevur sett sín listaliga dám á verkið, og tað er nakað, sum vit kunnu vera stolt yvir. ...og hann er eingin ársungi longur, men hann er ein sera seriøsur, lítaleysur tónleikari. Sum skilst, gjørdi Bach hetta stykkið til synir sínar sum eitt venjingarstykki, og tí setir tankin seg í musik- alska heimin í eina gloriu av livandi, musiskum tón- um, ið nerta við tað for- borgna, sum liggur í tón- leikinum hjá Bach. Hetta var tignarligt og væl úr hondum greitt! Litfagra rødd Daysisar hevði sína opusgongd í Kirkjuariuni av N.W. Gade 1817-1890. Romantiska, lyriska røddin lá ovast uppi og rósaðist í tróðrinum í Fuglafjarðar kirkju og mál- aði røkur og hamrar undir Blábjørgum í romantiskum strokum. Snjósóljuljóðið í inn- og útsúðinum í hesum lagi, hóskaði seg sera væl til rødd hennara. Hetta er jú romantiskur tónleikur. Niels W. Gade er matasta romant- iska tónaskald hjá dønum, so her var vón til, at romant- iski andin fekk tónaskaldið, sopranina og orglið til eina eind, sum dagaði uppi á Blábjørgum í Mansgjógv av dryppandi, impression- istiskum, ljóslivandi strok- um, har sopranin stóð rist í føroyskt grót við síðuna av einum orgli í eini gjógv, sum sjálvandi er ein romant- iskur heimur á pulpitur- inum í Fuglafjarðar kirkju. Sælar løtur hava mangan verið undir bitunum í okk- ara kirkju og á tindunum ovast uppi, tá ið natúrunnar ljóð settist í røkur og líður, men hvat er fagrari enn ein lyrisk, romantisk kvinnu- rødd millum leikandi pípur í einum Marcussen-orgli eitt summarkvøld í juli? Jú musiskur musikalitetur í tónum lyndrar kenslurnar og kveikir hugflogið í tí listaliga partinum, sum jú eisini hoyrir til tað, sum lyftir okkum úr dagligum strevi. Snjósóljan veksur bert oman fyri 300 m hædd og eigur listin í tónum, strokum og orðum at hevja seg upp um tað hvønn- dagsliga.... upp í hæddirnar. Soleiðis eigur tað at vera. Konsertin endaði við Final-March av Luis Boëll- mann (1862-1897), sum Jóannes spældi á urguna. Hetta stykkið er í 4 satsum. Fyrsti satsur er er prélude- pastorale, 2. satsur er alle- gretto con moto, 3. satsur andantino og 4. satsur final-marche, sum sagt spældi Jóannes 4. satsin . Væl hoyrdist at hetta var ein marchur, men undrað- ist eitt sindur yvir registrer- ingarnar, sum av og á, høvdu eitt viðbragd við sær, sum ikki hóskaði til romantiskan tónleik. Sum skilst, hevur tónasmiðurin sjálvur sett registreringar- nir inn ímillum nótarnar. Hesum fylgdi Jóannes, og var hetta sera sjaldsamt at hoyra, men inn ímillum hetta hulisliga ljóðið, var dámurin eitt romantiskt snið. Skráin var væl vald. Høvuðspunktini í skránni var prát ímillum barokk og romantikk. Hetta var væl gjørt. Hugsaði um síðsta stykkið, at ljómurin var ein dialektiskur andi millum ljós og myrkur í einum eks- pressivum, romantiskum tónalagi. Júst ein sannfør- ing um gongdina í skránni – ein inn- og útsúður mill- um tveir rætningar í listini – barokk og romantikk. Soleiðis var hetta eitt summarkvøld í Fuglafjarð- ar kirkju, og eg haldi, at bæði Daisy og Jóannes kunnu fara av aftur land- inum – fatt í herunum og bera høvdið høgt. Hetta var tignarligt! Orgul- og sangkonsert í Fuglafjarðar kirkju 15 14 Nr. 150 - 13. august 2003 VINDMYLLURNAR Páll Holm Johannesen Tað gongur sum fótur í hosu hjá Sp/F Røkt við at fáa tær tríggjar vindmyll- urnar upp á lendinum á Mýruni. Seinnapartin mánadagin vóru tvær av teimum trimum komnar upp, og eftir ætlan, skuldi tann seinasta verða klár seint týskvøldið. Síðan myllurnar komu við Clair seinasta mánadag, hava menn arbeitt á Mýruni í Vestmanna. Tríggjar mans eru frá donsku fyritøkuni Vestas, meðan fimm aðrir føroyingar er við, so í alt hava átta mans arbeitt við at fáa vindmyllurnar upp sein- astu dagarnar. Góða veðrið seinastu vikuna hevur havt við sær, at tíðarætlanin fer at halda, og sambært Janusi Peter- sen, ið er verkfrøðingur fyri verkætlanini, verða vind- myllurnar klárar at taka í nýtslu um mánaðarskiftið. Eftir, at allar tríggjar eru komnar upp, verður farið undir at binda vindmyllur- nar í netið hjá SEV. Hetta arbeiðið verður mett at taka góðar 14 dagar. Umframt at binda myllurnar til netið hjá SEV, skulu káplar og leiðningar dragast inni í sjálvum myllunum. 44 metur langar Stóru vindmyllurnar hjá S/F Røkt viga tilsamans góð 180 tons, og eru 44 metrar langar hvør. Tær eru bygdar í fýra løgum. Van- liga eru vindmyllur bygdar í tveimum løgum, og tískil víkja tær føroysku vind- myllurnar frá teimum út- lendsku. Nevnast kann, at hin føroyska vindmyllan, ið er á Nesi, eisini er bygd í tveimum løgum. Verkfrøðingurin, Janus Petersen, greiðir frá, at vindmyllurnar skulu fram- leiða smá tvey mega watt. Hetta svarar til 5 % av samlaða tørvinum í Før- oyum um dagin, og góð 10 % um náttina. Vindmyllan á Nesi framleiður í løtuni 150 kilo watt, so er talan er um eina munandi øking. Gongur væl við roynd- unum við teimum fyrstu vindmyllunum, so er ikki óhugsandi, at fleiri verða settar upp. Hædd er tikin fyri tí, og verður talan um fleiri, so verða tær eisini settar upp á Mýruni í Heygadali í Vestmanna. Vindmyllurnar hjá Sp/F Røkt: Tíðarætlanin heldur Tær tríggjar vind- myllurnar í Vest- manna skulu fram- leiða góð 2 mega watt. Hetta svarar til 5 % av samlaða tørvinum í Føroyum um dagin, og góð 10 % um náttina. C M Y K 14 Smyrilsvegur 7 FO-100 Tórshavn Tlf. 31 14 14 www.farodanecity.fo HOLAPPARAT Leitz, v/2 holum, í ymsum litum kr. 60,- CLIPSHALDARAR Bantex, v/magnet, í ymsum litum kr. 55,- PENNAR Stórt úrvæl í nógvum ymsum litum úr kr. 3,- A4 kr. 22,50 KOLLEGIEBLOKKAR A4 og A5, linier. og kvadrat. A5 kr. 16,00 HEFTITENGUR Relax, Office 25 & Office 56 úr kr.115,- SKILJIBLØÐ v/alfabet og nummererað úr kr. 5,- RUSKSPANNIR Brabantia, 12l. fyri kr. 365,- 5l. kr. 275,- TAPE DISPENSARI t/33mm rull kr. 125,- ALT til skrivstovuna - og eitt sindur afturat...