mikudagur 13. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 150 - 13. august 2003
Nr. 150 - 13. august 2003
17
Um vikuskiftið byrj-
aðu upptøkurnar til
fjórða spælifilmin um
Trølla Pætur og
Ommuna. Hesaferð
koma tey í holtur við
sisiliansku mafiuna.
Menninir aftanfyri
filmin halda, at tað er
tungt at fáast við
filmsframleiðslu í
Føroyum
FILMUR
Eyðun Klakstein
– Gott Erling.
Tann skríggjandi røddin
hjá Trølla-Ommuni ljóðar í
góðveðrinum hendan sunnu-
morgunin.
Erling Politistur hevur
tikið eina smágentu, sum
fór avstað við stavinum hjá
Trølla-Ommuni, og tað er
Omman fegin um.
Liðið aftanfyri filmarnar
um Trølla Pætur og Omm-
una eru farin undir upptøk-
urnar til fjórða spælifilmin,
og fyrstu upptøkurnar verða
gjørdar í Klaksvík. Tað er
lív í kring upptøkurnar.
Nógv børn fylgja við, og
eisini vaksin hava hug at
forvitnast.
– Hygg her, vit hava
skriva, at Omman sigur:
»Erling, tú ert ein góður
politistur«, sigur Niclas
Heri Jákupsson, sum saman
við Jógvani Eliasen stendur
fyri nýggja filminum.
– Okay, vit taka tað um-
aftur, svarar omman, og so
verður ein nýggj roynd at
fáa hendan partin av film-
inum í kassan.
Filmur fyri
hálva millión
Trølla Pætur er vorðin eitt
kend andlit millum børnini
– ella kanska skuldu vit
sagt, at hann hevur fingið 9
kend andlit.
Hann og omma hansara
hava seinastu árini undir-
hildið børnum og vaksnum
á konsertum og á filmi.
Miðskeiðis í november
kemur so fjórði filmurin í
røðini um Trølla Pætur og
Ommuna,
og
hesaferð
verður meira gjørt burtur úr
enn nakrantíð áður.
– Hetta er eitt størri pro-
jekt enn allir hinir filmar-
nir, sum vit hava gjørt. Vit
hava gjørt eitt meira full-
fíggjað leikrit, enn vit hava
havt áður, og so verður tað
nógv action í hesum film-
inum, sigur Niclas Heri
Jákupsson.
Filmurin kostar umleið
eina hálva millión at fram-
leiða, og upptøkur skulu
gerast í Klaksvík, Havn,
Keypmannahavn
og
á
Kreta.
Mafian upp í leikin
Í hesum fjórða filminum
um Trølla Pætur kemur
sisilianska mafian upp í
leikin. Mafian sendir tveir
av sínum bestu monnum til
Føroya at stjala allar leikur
og pengar, teir koma fram
á.
Trølla-Omman, sum hev-
ur verið nakað bundralig
áður, hevur fyri fyrstu ferð
fingið sær eitt veruligt ar-
beiði, men tá ið hon fer í
bankan fyri at heinta løn
fyrstu ferð, kemur eitt kuff-
ert hjá henni í bland við tað
hjá mafiuni, og so er galið.
Omman endar aftur í
fongslinum, men hon vil
reinsa seg sjálva, og tað
verður byrjanin til eina
jagstran eftir røttu brots-
monnunum bæði heima og
úti. Trøllini leypa út í fall-
skermi, og ein bilur verður
sprongdur í luftina.
Filmurin verður givin út
miðskeiðis
í
november
mánaði, og ætlanin er, at
hann skal koma á bæði dvd
og video.
Ongin stuðul
Ein filmsætlan fyri hálva
millión er ikki vanlig í Før-
oyum, og sølan av film-
inum, sum er 2500 eintøk,
kann ikki einsamøll bera
ætlanini.
– Tað er tungt at fáast við
filmsframleiðslu í Føroy-
um, tí sølan er avmarkað,
og tað fæst ikki sami al-
menni stuðul til filmar, sum
tað fæst til aðra mentan,
sigur Niclas Heri Jákups-
son.
– Føroyingar lata fitt av
pengum til mentanina, og
tað er púra rætt at gera. Eg
unni øllum teimum, sum
fáa stuðul til mentanarligt
arbeiði, pengarnar, men tað
virkar eitt sindur løgið, at
filmar fyri børn, sum vit
hava so lítið av í Føroyum,
ikki kunnu verða stuðlaðir
eisini, sigur hann.
Jógvan Eliasen heldur, at
filmarnir um Trølla Pætur
er gott føroyskt undirhald
til føroysk børn.
– Filmarnir um Trølla
Pætur verða meira spældir
enn symfoniin hjá Sunn-
leifi Rasmussen, men vit
fáa ongan almennan stuðul
til at gera film fyri. Vit
mugu renna til somu spon-
sorarnar, sum vit áður hava
brúkt, og hevði tað ikki ver-
ið fyri vinnulívið, so bar
tað ikki til at gera filmar í
Føroyum, sigur Jógvan
Eliasen.
– Tað er gott, at fínkultur-
urin verður væl stuðlaður,
men tann fólksliga mentan-
in átti eisini at fingið peng-
ar. Til dømis hesin filmur-
in, sum verður tráðspældur
av føroysku børnunum.
Til Kreta
Um nakrar dagar fer films-
liðið, sum telir 25 fólk, til
Kreta, har tey fara at verða
í tvær vikur. Nógvar upp-
tøkur skulu gerast undir
sólini sunnanfyri, og tá ið
tey koma aftur til Keyp-
mannahavnar, verða upp-
tøkur eisini gjørdar har.
Tað er felagið Iris, sum
fer at geva filmin út, men
Bónus hevur longu tryggj-
að sær øll tey 2500 eintøk-
ini av filminum, sum verða
framleidd.
Og tá ið nýggi filmurin
kemur út, fara børnin helst
at býta merki í, at Trølla-
Omman
hevur
fingið
nýggja garderopu, og Trølla
Pætur hevur fingið eitt
andlitslyft.
Jú, soleiðis eru stjørnur-
nar, og millum føroysku
børnini eru trøllini stjørnur.
Mafian í hølunum á trøllunum
Stuðlað filminum um
Trølla Pætur hava:
Føroya Banki
Trygd
BR Leikur
Skipafelagið Føroyar
Farodane
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Kall
Tórshavnar Skipasmiðja
JF Kjølbro Heilsøla
Sisilianska mafian sendir tveir av sínum bestu monnum til Føroya at stjala leikur og pengar
Mynd: Maria Olsen
Trølla Pætur og Omman enda hesa ferð í klørnunum á mafiuni, men tey eru ikki ráðaleys
Mynd: Maria Olsen
Upptøkurnar til nýggja spælifilmin byrjaðu í Klaksvík um vikuskiftið. Um nakrar dagar fer filmsliðið til Kreta at taka upp
Mynd: Maria Olsen
Mafian tekur sær av
løttum eina løtu
Mynd: Maria Olsen
Politiovastin kemur eisini
upp í við sínum prutli
Mynd: Maria Olsen