mikudagur 13. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Áhoyrararnir í Norð-
urlandahúsinum
vóru ikki eina løtu í
iva um, at Mari Boine
í allar mátar skaraði
framúr mánakvøldið
FRÁSØGN
Heri á Rógvi
Mari Boine er ein sermerkt
songkvinna.
Ikki ger hon tað stóra
burturúr at flyta seg runt á
pallinum, men sambandi
við áhoyrarnar tóktist als
ikki at bila, tá hon fram-
førdi í Norðurlandahús-
inum sunnukvøldið.
Eitt sindur seinkað trein
hon á pallin saman við
fimm tónleikarunum. Og
tey gjørdu ikki nakað hóva-
sták burturúr. Mari Boine
sermerkta og væl eisini frá-
líka songkvinnan saman
við fimm monnum í ger-
andisklæðum. Øll virkaðu
tey sum um, at hetta við at
frammanfyri
hampuliga
stórari fjøld í Norðurlanda-
húsinum var nakað, tey
gjørdu hvønn dag.
Og tað var eisini ein ávís-
ur friður yvir framførsluni.
So skjótt tey eru komin á
pallin byrja fyrsta lagið –
sermerkt
og
ógvuliga
spennandi, og fjøldin er
beinanvegin við. Sámiska
høvuðsnavnið á ársins Lista-
stevnu syngur á sámiskan
ópolerað og líkatil – og
ógvuliga væl. Tað er sám-
iskur sangur blandaður
saman við nútímans tón-
leik. Frá tvørfloytu til el-
ektronisk loops.
Framførslan er innilig og
óhugnalig væl vand. Burt-
ursæð frá fáum broytingum
í ljóðmyndini koyrir fram-
førslan sum ein væl smurd
maskina.
Men tað er kortini ikki
fult hús. Ikki tí. Hetta er
væl tað besta høvuðsnavnið
higartil í trý ára longu søgu
Listastevnunnar. Men eitt
fult hús høvdu valla ikki
nógv roknað, og tað ger
lítið fyri tey, sum eru har,
men fleiri kundi óivað fing-
ið gleði av teimum sløkum
tveimum
tímunum
við
nøkrum av tí mest modern-
aða upprunatónleiki, sum
væl hevur vitjað á klett-
unum.
Tankin um at nýta 225 kr.
fyri at hoyra sámiskan tón-
leik og missa allar tær góðu
løturnar frammanfyri sjón-
varpinum eitt mánakvøld,
hevur mestur fingið tey
flestu at setast aftur. Synd
fyri tey er dómurin frá
teimum mongu áhoyrar-
unum, sum kortini ikki
fyltu alt húsið – fyltust øll
innan av hesari serstøku
upplivingini.
Tað gongur fyri sovítt
slag í slag, framførslan.
Hvørt lagið er ótrúliga væl
lagt til rættis. Sjálv stendur
Mari Boine mest still á
pallinum. Fyrsta tíman flyt-
ir hon seg bert nøkur fá fet.
Skiftir búnað nakrar ferðir.
Sigur lítið, men fangar,
stillisliga. Tað kann valla
sigast á annan hátt enn við
hesari royndini at skriva
poetiskt í støvum. Tí hon er
bæði poetisk og virkar sum
í einum transi á pallinum.
Sangirnar eru allir ógvu-
liga livandi, hóast eg ikki
skilji eitt orð av, hvat hon
sigur. Haldi kortini, at eg
skilji, at tað er gott. Tað
hildu í øllum førum hini.
Nøkur sámisk dansifet
gravar Mari Boine eisini
fram á pallinum. Hinir tón-
leikararnir í gerandisklæð-
unum standa mestsum still-
ir meðan teir spæla. Dansi-
fetini eru kortini bert ein
lítil løtu av framførsluni.
Tað mesta fer við at syngja
sámisk løg og práta stillis-
liga við áhoyrarnar.
»Eg haldi, at hesin sang-
urin kann vera um...«, sigur
Mari Boine, sum í fleiri
førum leggur fleiri týdning-
ar í sínar sangir – alt eftir
hvussu lyndi virkar.
Vinnarin av tónleika-
virðislønini hjá Norður-
landaráðnum fekk eftir
fleiri eykaløg blómur fyri
Sunleifi Rasmussen, og
fjøldin heilsar við at fara
føtur og lógvabrestum. Tey
komu ikki innaftur, tá før-
oyska fjøldin ynskir at
klappa tey innaftur á pallin
– men samager.
Og hesaferð var tað so
eitt høvuðsnavn, sum fang-
aði og gav nakað til fólkið.
Og nógv vildu fegin staðið
enn, og fingið nógv meiri
Boine.
Mari Boine hugtók føroysku
fjøldina mánakvøldið í
Norðurlandahúsinum
Sámuligt
Listastevnan er í stór-
an mun savnað um
miðstaðarøkið, men
treyðugt so eru tiltøk
í útjaðaranum. Tiltak
við upplestri av yrk-
ingum hevur ferðast
kring landið við
nøkrum av fremstu
yrkjarunum við pjøk-
anum fullum av
veingjaðum orðum.
Góð orð, bergtikinir
lurtarar. Nógv orð,
fáir lurtarar
LISTASTEVNA
Dagfinn Olsen
Tiltakið við yrkjarum undir
tjøraðum plankum byrjaði í
Müllers Pakkhúsi í Havn og
hevur síðani ferðast.
Tað eru teir 3 Carl Johan
Jensen, Jóannes Nielsen og
Tóroddur Nielsen, ið hava
tikið pjøkan á bakið og eru
farnir á ferð fyri at lesa upp
egnar yrkingar í hugnalig-
um umhvørvi.
Vitjað hevur verið í
Fuglafirði og sunnukvøldið
lósu teir upp í Stóra Pakk-
húsi í Vági.
Góð orð, fá fólk
Kim Simonsen hevur í blað-
num í gjár neyva gjøgnum-
gongd av sjálvum yrking-
unum, ið skøldini høvdu
valt at lesa í Havn. Skráin
var næstan hin sama, um
ikki júst, í Vági, so her
verður ikki endurtikið.
Samd kunnu vit tó vera í
orðunum hjá fyrrnevnda
greinskrivara, at Carl Johan
er hin mest akademiski,
Jóannes hin hugtakandi og
kensluborni og Tóroddur
hin stuttligasti.
Stóra Pakkhús er hósk-
andi karmur, tó talan er ikki
um tjøraðar plankar. Hóast
tjøran kanska ikki er til
staðar í nøkrum av fram-
førslustøðunum, so eru
hetta støð, har søgan um
farnar tíðir livir millum
skins og hold.
Í dimminum í Pakkhús-
inum sunnukvøldið var ein-
asta tjøran í roykinum frá
vindlunum, ið sendu síni
roykboð undir loftið, með-
an yrkjarar lótu síni boð
ljóma, sum teir meta, at
boðini, yrkingarnar, skulu
ljóða.
Carl Johan legði fyri við
yrkingum og sonettum,
Jóannes honum á baki við
sínum kendu yrkingum við
eyðkenda orðalagnum, og
Tóroddur við sínum stutt-
ligu, beinraknu yrkingum,
lisnar á undirfullan hátt.
Onkur vildi kanska tikið
seinna stavilsi í navnið
høvundans og flutt í enska
merking; odd = løgið. Tað
er bara ein Tóroddur, men
gott at hann er.
Allir megnaðu teir at fáa
lurtararnar at rakna við av
og á, antin í játtandi
keipum og stunan ella í
látri.
Meira skal ikki sigast um
innihaldið, sum er gjølla
viðgjørt frammanundan.
Men hinvegin eiga yrkj-
arar rós og fólk annars rís:
Hóast bert eini 10 -15
fólk høvdu leitað sær at
hoyra veingjaðu orðini, so
lósu høvundarnir, sum var
húsið fult, og tað eiga teir
rós fyri. »Framførslan« var
til UG og var innilig.
Hinvegin kann kanska
spurnartekin setast við,
hvar lurtararnir vóru, tí bert
eini 10 fólk er ikki at reypa
av og skal góð grundgeving
til, áðrenn útjaðarin kann
krevja tiltøk av Listastevn-
uni næstuferð, tá undirtøka
ikki er fyri tí, ið er.
Suðuroyggin hevur av
listakøkuni fingið eina
framsýning í Gallarí Oynni
og so tiltakið við yrkingum
sunnukvøldið. Kanska eitt
heldur tunt ella tungt tiltak,
tykjast summi, og halda seg
tí burtur, men tey í hinvegin
leitaðu sær í Pakkhúsið
sunnukvøldið fingu eitt
gott kvøld við góðum yrkj-
arum, ið vóri væl fyri,
høvdu nakað upp á hjartað
og sum lótu av sínum
skaldagávum, uttan mun til
nøgd av oyrum, ið hoyrdu.
Og tað er nokk eisini tað,
ið tað snýr seg um. Inniligt
og tætt. Yrkjarin yrkir fyri
sær sjálvum, fyri tí ein-
staka, fyri fjøldini. Orð
megna at snúgva sær, har
plankarnir er tættastir fyri
og orðið hevur í søguni
mangar sigrar at vísa á.
Og hóast stóra Pakkhús
ikki varð pakkað við lurtar-
um, so fingu tey møttu
óinnpakkaðar sannleikar og
hugarensl frá nøkrum av
fyndugastu pennum í land-
inum.
Pakkhúsið í Vági:
Yrkjarar á ferð
Yrkjarar á ferð. Carl Johan Jensen, Jóannes Nielsen og Tóroddur Poulsen vitjaðu Stóra Pakkhús í Vági sunnukvøldið í samband við Listastevnuna
Rættleiðing
»tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi
vendu sær í flognum og komu aftur
sum rovfuglar við sterkum klóm
og fremmandum eygum«
Orðini, Líkasum, Rói Patursson, 1985
At Listastevnan og Útvarpið í felag varpa út nýggjar tekstir er bara at fegnast um.
Leygarkvøldið vórðu tó tríggir stuttir tekstir hjá mær lisnir upp í táttinum
»Dagsins yrking«, og tíverri blivu allir tekstirnir lisnir upp sum ein, hóast eg ikki
hevði gjørt hesa raðfylgjuna, og ljóðaðu tekstirnir tí ikki, sum eg upprunaliga kendi
teir. Eisini er okkurt einstakt orð komið skeivt fyri. T.v.s. at hvørki høvd ella hali var
á upplestri og innihaldi. Hvussu slíkt kann henda, skilji eg ikki.
Eg gjørdi vart við mistakið hjá Listastevnuni í Dimmu í gjár, men nú síggi eg, at
Sosialurin í týsdagsblaðnum eisini prentar umskrivingina av mínum tekstum. Vón-
andi er mistakið hjá Listastevnuni hervið rættað.
Theodor E.D. Olsen
18
Nr. 150 - 13. august 2003
Nr. 150 - 13. august 2003
19
C
M
Y
K
19
18