mikudagur 13. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 150 - 13. august 2003
George W. Bush,
forseti, vitjar í Kali-
fornia í vikuni, men
hann fer at halda seg
langt burtur frá floks-
felaganum Arnold
Schwarzenegger, sum
roynir at gerast
guvernørur
USA
Árni Joensen:
Í Kalifornia tykjast fleiri og
fleiri veljarar hava hug at
atkvøða
fyri
Arnold
Schwarzenegger á guver-
nørvalinum, men verða
kalifornisku
veljararnir
spurdir, hvat teir halda um
forsetan, er úrslitið tað
øvugta.
Eftir teirri seinastu kann-
ingini halda 49 prosent av
kalifornisku veljarunum, at
Bush ger eitt rímiliga gott
arbeiði sum forseti, men
tað er lítið aftur ímóti einari
kanning á heysti í 2001, tá
heili 73 prosent søgdu tað
sama.
Nú forsetin vitjar Kali-
fornia, hava politiskir eyg-
leiðarar spurt, um hann
man ætla sær at hitta guver-
nørvalevnið
Arnold
Schwarzenegger, sum still-
ar upp fyri republikanar-
arnar og sostatt er floks-
felagi forsetans. Men flestu
eygleiðararnir eru á einum
máli um, at Bush fer at
halda seg langt burtur frá
Arnold.
Teir vísa á, at hóast
Arnold Schwarzenegger er
væl umtóktur í Kalifornia,
hevur hann ongar politiskar
royndir, og at nógvir amer-
ikanarar halda lítið um, at
ein filmsleikari skal vera
best umtókta valevnið í ein-
um so týðandi stati. Tí kann
tað skaða umdømið og
undirtøku forsetans, gevur
hann seg í hóslag við
Schwarzenegger.
Rætt er tað, at filmsleik-
arin stuðlaði George Bush,
eldra upp undir forsetavalið
í 1988, men síðani hevur
sagt ymiskt politiskt, sum
ikki hóvar Bush ella teim-
um flestu republikanarun-
um. Eitt nú er hann tals-
maður fyri eini meiri fræls-
lyntari fosturtøkulóg og
strangari vápnaeftirliti, eins
og hann hevur talað fyri
rættindunum hjá samkynd-
um. Mál, sum tann erka-
konservativi vongurin í
republikanska flokkinum
als ikki tekur undir við
honum í.
Tí er skilabest hjá Bush
at halda seg langt burtur frá
Arnold.
Charles Taylor er
farin úr Liberia. Til
eftirmann tilnevndi
hann Moses Blah,
sum gongur undir
navninum »Djev-
ulsins generalur«
LIBERIA
Árni Joensen:
Í Liberia dansaðu fólk í
gøtunum, tá tey í sjónvarp-
inum sóu Charles Taylor,
forseta fara umborð á eitt
flogfar, sum flutti hann til
Nigeria, sum hevur veitt
honum friðskjól, hóast
hann er skuldsettur fyri
krígsbrotsverk.
Men fólk í Liberia skulu
ikki vænta sær nakra stór-
vegis
broyting,
skrivar
týska blaðið Der SWpiegel.
Blaðið vísir á, at eftirmaður
Taylors, varaforsetin Moses
Blah, sanniliga heldur ikki
er av Guðs bestu børnum,
og at hann dagliga verður
umrøddur sum »Djevulsins
generalur«.
Stephen Ellis, sum er ser-
kønur í liberiskum viður-
skiftum, sigur við Der
Spiegel, at tann 56 ára
gamli Moses Blah er ikki
tann rætti maðurin til at fáa
frið í tí borgarakrígsherjaða
landinum. Hann vísir á, at
Charles Taylor og Moses
Blah hava verið samdir í
einum og øllum í mong ár,
og at bara tað tætta sam-
bandið teirra millum er nóg
mikið til at forða fyri, at
tann nýggi forsetin kann
geva liberiska fólkinum
frið.
Livandi skjøldur fáa bót
Fleiri amerikanarar, sum fóru til Irak at virka sum liv-
andi skjøldur, hava fingið bót, eftir at tey eru komin
heimaftur.
Blaðið Sarasota Herald Tribune skrivar, at sambært
myndugleikunum hava tey, sum fóru til Irak at virka
sum livandi skjøldur ímóti amerikonsku bumbuálop-
unum, brotið amerikonsku tiltøkini ímóti Irak. Um-
leið 300 útlendingar fóru til Irak undan krígnum at
virka sum livandi skjøldur, og av teimum vóru einir
tjúgu amerikanarar. Nøkur teirra hava nú fingið
10.000 dollarar í bót.
Men øll ætla sær ikki at gjalda. Tann 62 ára gamla
Faith Fippinger sigur við Sarasota Herald Tribune, at
hon ætlar sær ikki at gjalda bótina, sjálvt um tað kann
hava við sær, at hon má í fongsul. Hon hevur skrivað
fíggjarmálaráðnum í Washington bræv, har hon ger
vart við, at hon ætlar sær ikki at vera við til at fíggja
útreiðslurnar av, at stjórnin heldur fram við at út-
byggja amerikonsku vápnagoymslurnar.
Naziklæði tikin aftur
Ein klædnaverksmiðja í Hongkong gjørdi herfyri av
at seta tey gomlu nazieyðkennini á nøkur av sínum
pløggum, men nú hevur verksmiðjan gjørt av at taka
eyðkennini avaftur aftan á fleiri mótmæli.
Gloria Yu, sum er talskvinna hjá verksmiðjuni,
sigur, at tað var eitt mistak, tá tey gjørdu av at seta
nazitekin á summi pløgg, og at tey tí hava gjørt av at
taka tey avaftur. Hon hevur samstundis biðið almenn-
ingin um umbering fyri mistakið.
Umframt at seta nazitekin á pløggini nýtti verk-
smiðjan eisini fløgg og annað við nazistiskum
eyðkennum uttan fyri verksmiðjubygningin í Hong-
kong. Eisini tað fall mongum fyri bróstið, og aftan á
eitt formligt mótmæli frá ísraelska konsulátinum í
Hongkong eru fløggini nú tikin niður.
Pína fangar
Fimm bretar, sum herfyri sluppu leysir úr einum
fongsli í Saudiarabia, siga, at teir vóru fyri grovum
sálarligum og likamligum ágangi, meðan teir sótu í
fongslinum. Ein teirra vil vera við, at hann varð
píndur alla tíðina.
Teir fimm bretarnir og ein kanadiumaður vórðu
funnir sekir í at hava verið uppi í bumbuatsóknum í
Saudiarabia í 2000 og í 2001. Seinasta fríggjadag
sluppu teir leysir, og síðani hava teir funnist hvassliga
at saudiarabiska fongsulsverkinum.
Ein av bretunum, Alexander Mitchell, sigur, at
hann og hinir vórðu píndir, til teir noyddust at við-
ganga seg sekar, sjálvt um teir vóru førir fyri at
prógva, at teir vóru ósekir. Bretsku myndugleikarnir
hava leingi roynt at fáa teir fimm bretarnar leysar, og
mannarættindafelagsskapir hava sagt seg vera vísar í,
at menninir blivu píndir í saudiarabiska fongslinum,
tí sambært felagsskapunum er píning rættiliga vanlig
har.
Fleiri túsund uppsagnir
Tað gongst framvegis illa hjá skandinaviska flogfel-
agnum SAS at fáa flogið aftur aftan á kreppuna í flog-
ferðsluni.
Mánakvøldið boðaði leiðslan í SAS frá, at tey bæði
dótturfeløgini hjá felagnum, Braathens og Widerøe,
skulu spara 900 milliónir svenskar krónur innan árs-
lok 2004, og sambært varastjóranum, Gunnar Reiten,
fer tað at hava við sær, at fleiri hundrað starvsfólk
verða søgd úr starvi.
Samstundis hevur leiðslan í SAS boðað frá, at tey
bæði næstu árini skulu rakstrarútreiðslurnar hjá fel-
agnum skerjast millum 13 og 14 milliardir svenskar
krónur. Á tíðindafundi í Stockholm varð boðað frá, at
6.000 starvsfólk fara úr felagnum. Av teimum eru tey
fyrstu 1.500 longu farin.
UTTAN ÚR HEIMI
Bush heldur seg burtur frá
Arnold Schwarzenegger
Djevulsins generalur tók við
Arnold Schwarzenegger er væl umtóktur í Kalifornia, men Bush, forseti ger skilabest í at halda seg
langt burtur frá honum, siga politiskir eygleiðarar í USA
Nr. 138 • hósdagur • 24. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Einasti spælarin í
átjan manna lands-
liðnum, sum ikki
hevur spælt lands-
dystir, hevði onga
hóming av, at boð
hesa ferð fóru at
verða eftir honum
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Í gjár varð greitt, hvørjir
átjan spælarar skulu til
arbeiðis hjá Fótbóltssam-
bandinum mánamorgunin
klokkan tíggju. Tá verður
farið undir síðstu fyrireik-
ingarnar til EM undan-
kappingardystin,
sum
verður ímóti Íslandi miku-
kvøldið 20. august.
Í gjár roknaðu vit við, at
Hans Fróði Hansen fór at
verða endurvaldur, eftir at
hann varð settur uttanfyri
ímóti Íslandi og Týsklandi.
Vit dittaðu okkum eisini at
siga, at kanska fóru boð at
vera send eftir Tór–Ingar
Akselsen úr HB, sum hevur
verið sannførandi í høgra
borði á oddaliðnum síðsta
mánaðin og tískil eigur at
vera gott boð uppá av-
loysara fyri leikbannaða
Jákup á Borg. At redak-
atiónin rættuliga spískaði
okkara metingar við at seta
tær á matarseðilin, er nakað
heilt annað.
Hans Fróði Hansen fekk
landsliðsboð í gjár, og tað
fekk Tór–Ingar Akselsen
eisini. Í gjár segði Hans
Fróði Hansen her í blað-
num, at um hann ikki fekk
boð hesa ferð, so fór at vera
torført hjá honum at spæla
seg aftur í hitan. Tór–Ingar
Akselsen hevur ikki gingið
við dreymum um, at tað
hesa ferð fóru at vera boð
eftir honum.
– Eg visti av ongum, tá ið
eg kom til venjingar mána-
kvøldið. Tá segði venjarin
mær, at eg fór at fáa lands-
liðsboð, og í morgun havi
eg fingið brævið frá Fót-
bóltssambandinum,
sum
sigur, at eg skal møta
mánadagin. Tað er sera
hugaligt, sigur Tór–Ingar
Akselsen. Hann er sanda-
vágsmaður, og hann býr og
arbeiðir har vesturi. Hvørt
venjingarkvøld fer hann
gjøgnum undirsjóartunn-
ulin og so vestur aftur.
Men tað hevur gingið væl
seinastu tíðina?
– Tað hevur gingið væl
hjá HB í ár. Vit hava verið
fleiri, sum hava kappast um
plássini, so fram til summ-
arsteðgin í landskappingini
var tað eitt sindur inn og út
av liðnum hjá mær. Í seinna
Europa Cup dystinum var
eg ímillum teir fyrstu
ellivu, og síðani havi eg
spælt alla tíðina.
Tór–Ingar hevur tvey ára
sáttmála við HB. Sátt-
málaskeiðið verður liðugt í
heyst, men vágamaðurin í
HB hevur ikki tikið støðu
til, hvussu tað verður við
fótbóltsframtíðini hjá hon-
um. Tað er eingin loyna, at
teir í FS Vágum fegnir
høvdu viljað havt hann
vestur aftur at spæla fót-
bólt, og møguleikin er upp-
lagdur nú, hann býr og
arbeiðir har vesturi
– Eg havi ikki hugsað so
nógv um hetta enn. Tað er
ikki bara upp til mín at gera
av. Tað valdast eisini um,
hvat feløgini ætla sær, sigur
nýggi landsliðsmaðurin hjá
HB.
At
boð
eru
eftir
Tór–Ingar Akselsen
til
landsliðsfótbólt er ikki heilt
nýtt, hóast hann ikki enn er
skrásettur at hava spælt
nakran A landsdyst. Fyri
tveimum árum síðani hevði
Allan Simonsen hann við á
venjingarleguni í Spania.
Ta
ferðina
spældi
Tór–Ingar við í venjingar-
dysti ímóti donskum 1.
deildarfelag. Eisini hevur
hann verið á øllum ung-
lingalandsliðunum.
– Eg havi spælt á U–15,
U–17 og U–19 landslið-
unum, og har havi eg havt
Jógvan Martin Olsen til
venjara, minnist Tór–Ingar
Akselsen, sum er 22 ára
gamal, aftur á.
Broytingarnar
Teir átjan, sum í gjár fingu
boð um landsliðsúttøku,
eru hesir: Jákup Mikkelsen,
Partick Thistle, Jens Martin
Knudsen,
NSÍ,
Óli
Johannesen, TB, Jóhannis
Joensen, FS Vágar, Jón Rói
Jacobsen, Brøndby, Hans
Fróði Hansen, B68, Pól
Thorsteinsson, B36, Atli
Danielsen, KÍ, Súni Olsen,
GÍ, Tór–Ingar Akselsen,
HB, Julian Johnsson, ÍA
Akranes,
Jann
Ingi
Petersen,
B68,
Rógvi
Jacobsen, HB, Hjalgrím
Elttør,
KÍ,
Helgi
L.
Petersen, NSÍ, Christian
Høgni Jacobsen, Vejle,
Andrew av Fløtum, HB og
John Petersen, B36.
Sammett við ferðina til
Íslands og heimadystin
ímóti Týsklandi fyri hálv-
um triðja mánað síðani eru
fimm spælarar ikki við
hesa ferð. Teir eru Jákup á
Borg og Fróði Benja-
minsen, sum eru leikbann-
aðir, og Johan B. Hansen,
Heðin á Lakjuni og Jónhard
Frederiksberg, sum ikki eru
afturvaldir. Nýggju spæl-
ararnir
eru
Tór–Ingar
Akselsen,
Hans
Fróði
Hansen
og
Helgi
L.
Petersen. Fyrr í summar
vóru tjúgu spælarar í ferða-
lagnum. Nú eru teir átjan.
Ein stórur spurningur er,
hvussu tað verður við Óla
Johannesen. Liðformaðurin
og metmaðurin á landslið-
num spælir nú við TB í 2.
deild. Har fær hann neyvan
dystarvenjingina,
sum
venjarin metir vera neyð-
uga fyri at spæla á landslið-
num. 31 ára gamli Óli
Johannesen hevur áður
spælt í 2. deild samstundis,
sum hann hevur staðið seg
væl á landsliðnum. Tað ber
ikki til at seta ein so roynd-
an spælara uttanfyri, men
tað er einki at ivast í, at
venjararnir fara undir venj-
ingunum mánadagin og
týsdagin at hava serliga
vakið eyga við, hvussu
verjuálitið higartil er fyri at
spæla.
Tór-Ingar varð heilt kløkkur
– Eg visti av ongum, tá ið
eg kom til venjingar mána-
kvøldið. Tá segði venjarin
mær, at eg fór at fáa lands-
liðsboð, sigur Tór-Ingar
Akselsen um úttøkuna til
landsliðið. Her er hann í
dysti ímóti VB í Gundadali
Savnsmynd
Jákup Mikkelsen, Partick Thistle
Jens Martin Knudsen, NSÍ
Óli Johannesen, TB
Jóhannis Joensen, FS Vágar
Jón Rói Jacobsen, Brøndby
Hans Fróði Hansen, B68
Pól Thorsteinsson, B36
Atli Danielsen, KÍ
Súni Olsen, GÍ
Tór–Ingar Akselsen, HB
Julian Johnsson, ÍA Akranes
Jann Ingi Petersen, B68
Rógvi Jacobsen, HB
Hjalgrím Elttør, KÍ
Helgi L. Petersen, NSÍ
Christian Høgni Jacobsen, Vejle
Andrew av Fløtum, HB
John Petersen, B36
Landsliðshópurin:
C
M
Y
K
21
20