Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 150 - 13. august 2003 C M Y K 22 Nr. 150 - 13. august 2003 23 Nýggi danin í Runa- vík, Karsten From, er nú klárur at tørna til fyri NSÍ. Mána- kvøldið avgreiddi FSF málið FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Tað elvdi til ikki sørt av ónøgd í NSÍ, at nýggi áleyparin Karsten From ikki slapp at spæla við ímóti GÍ sunnudagin, sum NSÍ annars vann 1-0. NSÍ sendi Fótbóltssam- bandinum pappírini fríggjadagin eftir middag, men FSF hevði ikki av- greitt málið áðrenn dystin sunnudagin, og tað vóru runavíkingar sera ónøgdir um. Mánakvøldið varð málið tó avgreitt, og Karsten From kann spæla við í komandi landskappingar- dysti hjá NSÍ, sum verður ímóti VB í Vági tann 24. august. Eingir trupulleikar Hetta kvøldið hevði sátt- málanevndin hjá FSF fund um málið, og hon góðkendi skiftið hjá Karsten From úr Havn til Runavíkar. Hetta upplýsir Dánjal Andreasen, formaður í FSF. Dánjal Andreasen sigur, at Karsten From og HB undirskrivaðu sáttmála áðr- enn dystin millum HB og NSÍ tann 3. august. Síðani varð hann loystur aftur frá sáttmálanum fyri at gera nýggjan sáttmála við NSÍ. Við at undirskriva ein sáttmála gjørdist Karsten From yrkisleikari ístaðin- fyri áhugaleikari, og tá er ikki neyðugt at bíða í ein mánað, áðrenn eitt felags- skifti kann gerast veruleiki, sum tað annars er hjá áhugaleikarum. Evstamark hjá áhugaleik- arum at skifta felag er 31. juli, men hjá yrkisleikarum er markið 10. august, og tí kundi Karsten From skifta felag eftir at hava undir- skrivað ein sáttmála. Runavíkingar óttaðust kanska fyri, at Karsten From varð noyddur at sita yvir í ein mánað, um FSF ikki góðkendi skiftið, men ongar forðingar vóru fyri hesum. Skilir ikki ónøgd Dánjal Andreasen sigur seg als ikki skilja ta ónøgd, sum ítróttarstjórin í NSÍ, Ian Højgaard, gevur til kennar í Dimmalætting. – Eg skilji ikki ónøgdina hjá teimum. Teir kunnu ikki vænta, at vit kunnu av- greiða eitt mál, sum vit fáa í hendi fríggjadagin seinna- part, so at ein leikari kann spæla við sunnudag, sigur formaðurin í FSF. Dánjal Andreasen sigur, at løgfrøðingurin hjá FSF, sum er Christian Andreasen var uttanlands, og hann var ikki aftur í Føroyum fyrr enn leygarkvøldið, og tí kundi málið ikki avgreiðast beinanvegin. Dánjal Andreasen sigur, at júst henda støðan millum HB, Karsten From og NSÍ var nýggj fyri FSF og fór at skapa fordømi fyri onnur líknandi mál. Tí var ikki møguligt at avgreiða tað uppá standandi fót. From sleppur nú at spæla Hann fann ikki serliga væl útav tí við HB, men nú kann Karsten From endiliga gera seg til reiðar at spæla fyri nýggja felag sítt, NSÍ. Mánakvøldið kom alt uppá pláss viðvíkjandi skiftinum úr HB til NSÍ FCK, sum eftir øllum at døma fer at spæla uttan vanliga liðfor- mannin, fer at lúra eftir møguleikanum fyri snarálopum í Glasgow í kvøld EUROPA CUP Jóannes Hansen Í kvøld fara Todi Jónsson og liðfelagarnir í FCK undir týdningarmiklasta stríðið, sum felagið hjá teimum hevur verið í nakrantíð. Setningurin er at røkka bólkaspælinum í europeisku kappingini fyri meistaralið. Eingin føroy- ingur hevur nakrantíð áður verið við í tí kappingini. Um tað skal eydnast Toda og teimum at røkka so langt, so skulu teir vinna samanlagt í kvøld á Ibrox í Glasgow og um fjúrtan dagar, tá ið Rangers fer at vitja í Parkini í Keyp- mannahavn. FCK ferðalagið fór til Glasgow fyrrapartin í gjár. Teir eru tjúgu spælarar í ferðalagnum. Millum teirra er óvæntað brasilski álops- spælarin Álvaro Santos, men tað verður ikki roknað við, at hann verður á vøll- inum. Í hvussu so er ikki millum teir fyrstu ellivu. FCK venjarin, Hans Backe, sigur, at brasilski spælarin er fyrst og fremst við í Glasgow fyri at fáa viðgerð fyri skaðan, sum hevur hildið honum burtur frá fót- bólti í nakrar vikur. Men samstundis leggur eitt sindur hulni venjarin aftur- at, at tað er ikki heilt úti- lokað, at nýggi spælarin verður settur á vøllin, um tað verður mett at verða neyðugt. Danskir fjølmiðlar siga, at alt bendir á, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu. Hann og Zuma fara at manna álopið, og teir báðir eru fullvæl greiðir yvir, hvat tað snýr seg um. – Hetta verður, sum tað plagar at vera í Parkini. Heimaliðið fer at kroysta okkum. Vit mugu ansa eftir ikki at gera mistøk í verj- uni, og so mugu vit vóna, at vit fáa nyttu burturúr møguleikunum, sum vit heilt víst fara at fáa fyri at fara í snarálop, sigur Zuma, sum heldur, at myndingin av spælinum fer heilt víst at passa væl til FCK álops- spælararnar, sum ivaleyst fáa møguleikar at vísa, hvussu ferðmiklir teir eru, og hvussu væl teir duga við bóltinum. Liðformaðurin hjá FCK, miðvallarveteranurin Peter Nielsen, er so mikið skadd- ur í rygginum og lærinum, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla. Tí verður roknað við, at Thomas Røll fer at spæla undir liðini á Erik Mykland á sentrala mið- vøllinum, og at Morten Bisgaard, sum hevur verið leingi skaddur, fer at spæla í vinstrua borði. Erik Mykland heldur ongan iva vera um, at Glasgow Rangers er favo- rittur, og at teir í FCK skulu spæla upp til sítt besta og samstundis vera hepnir, um tað skal eydnast hjá teimum at røkka einum úrsliti, sum kann verða gott grundarlag undir returdystinum um tvær vikur. – Tað hevði sjálvandi verið framúr og sera týd- ningarmikið, um tað hevur eydnast hjá okkum at skora eitt mál, sigur Zuma. Uppgerðin verður at síggja á TV Danmark 1 rás- ini í kvøld. Todi og Zuma á toppinum Zuma og Todi vera allar- helst menninir, sum fara at manna álopið hjá FCK ímóti Glasgow Rangers í kvøld - Fiskimálaráðið hev- ur greitt brotið lógina um vinnuligan fiski- skap, og har er finst einki annað orð fyri tað enn ólógligt, sigur Heini O. Heinesen, formaður í lands- stýrismálanevndini í viðmerking til at ein av arkitektunum han- dan stýrisskipanar- lógina fanst at løgfrøðiliga málburð- inum í niðurstøðuni hjá nevndini um Jógvan S. ORÐALAG Rúnar Reistrup Landsstýrismálanevndin er ein politisk nevnd og átti ikki blandað jura og polit- ikk saman, segði ein av arkitektunum handan stýr- isskipanarlógina, Annfinn V. Hansen, løgfrøðingur, við Sosialin í gjár, og vísti millum annað til, at tað er óheppið at ein politisk eftirlitsnevnd sum lands- stýrismálanevndin brúkar eitt løgfrøðiliga so sterkt orð sum »ólógligt« í niður- støðu síni um Jógvan S málið, eftir bert at hava viðgjørt tað politiskt. Men orðið ólógligt tænir einari søk í niðurstøðuni, sigur formaðurin í lands- stýrismálanevndini, Heini O. Heinesen. Nevniliga at fáa tingmenn at skilja, at nakað álvarsamt er á vási. - Um man ger spakar við- merkingar, so er tað ikki ein tingmaður, sum lurtar. So tá nakað er ólógligt, er betur at siga tað sum tað er, heldur enn at kalla tað okkurt annað, sigur Heini O. Heinesen, formaður í landsstýrismálanevndini. Hann vil vera við, at tær ymsu kanningarstjórafrá- greiðingarnar, sum hava verið lagdar fyri tingið millum ár og dag, hava ver- ið orðaðar nakað veikt og tað hevur onkuntíð elvt til at tingmenn ikki rættiliga hava skilt álvarsemið í ákærunum. - Fiskimálaráðið hevur greitt brotið lógina um vinnuligan fiskiskap, og har er finst einki annað orð fyri tað enn ólógligt, sigur Heini O. Heinesen, sum ikki ætlar at brúka smærri orð í framtíðar niðurstøð- um hjá landsstýrismála- nevndini. Árliga Open by Night tiltakið í Hjørring var nakað serligt í ár tí okkara kendi sanglerkur Guðrun Sólja vitjaði við síni undurføgru rødd Orð og myndir: Ólavur í Beiti Eg hevði ætlanir um at fáa eitt stutt prát við Guðrun Sólju eftir at hon hevði verið á palli, men tað var ógjørligt. Aftan fyri stóra pallin vóru gyrðingar og við endan av eini gongd stóð ein vøruvognur, sum tipti fyri so eingin slapp inn aftanfyri. Fleiri royndu at rópa inn um gyrðingina, men neyv- an hjálpti. Og tað vóru mong, sum vildu hava eina undirskrift frá Guðrun Sólju, men eg veit ikki, um tað eydnaðist teimum seinni. Open by Night í Hjørring fríggjadagin tann 8. august var nakað serligt fyri okkum føroyingar her í Vendsyssel, tí Guðrun Sólja skuldi syngja, men eg skilti, at føroyingar vóru eisini komnir aðrastaðni frá at hoyra hana. Og ikki bara føroyingum dáma Guðrun Sólju, tað skiltist á øllum brøgdum, tá hon kom á pallin og fór at syngja teir vælkendu sang- irnar frá kappingini Stjerne for en aften, sum hon vann. Guðrun Sólja sang eisini aðrar sangir, eitt nú Imagine hjá John Lennon, og eg má siga at hesin sangur fekk líkasum nýggj- an íblástur og nýggjan búna, tá Guðrun Sólja framførdi hann við síni yndisligu og stóru rødd. Keld Heick, sum bæði sang og var konfrencier, málbar seg soleiðis, at Guðrun Sólja (danir nevna hana bara Guðrun) hevði líka stórbæra rødd sum tann vakra og stórbæra føroyska náttúran, og spurdi so yvir alla mannamúgvuna: Har I været der? Se&Hør Tað er Se&Hør, sum stendur fyri Summar Rokk- inum í ár, og av tí at eg ikki fekk orð á Guðrun Sólju veit eg ikki, hvussu víða tey hava verið við hesum til- taki. Onnur nøvn í Hjørring í ár vóru vælkendi Peter Belli, Keld og Hilda Heick, Niemeyer, Søs Fenger og Guðrun Sólja. Men sjálvt tiltakið Open by Night umfataði mangt annað, eitt nú fleiri kapp- ingar av ymiskum slagi, og so høvdu allir handlarnir í miðbýnum sera góð tilboð. Veðri siga vit einki um á hesum sinni, tí júst sum eg skrivi hesar reglur eru vit miðskeiðis í eini hitabylgju her í Danmark. Summar rokkur í Hjørring Millum kendu nøvnini á pallinum í Hjørring á árliga Open by Night tiltakinum var Peter Belli Stór orð hoyrast betur BÝARSKIPAN Landstýrismaðurin í um- hvørvismálum hevur í dag valt nýggja Býar- skipanarnevnd. Uppgávan hjá Býar- skipanarnevndini er sam- bært løgtingslóg um býarskipanir og byggi- samtyktir at ummæla býarskipanir og byggi- samtyktir hjá kommun- um og broytingar í hes- um. Somuleiðis virkar nevndin sum ráðgevandi nevnd hjá Oljumálaráðn- um í øðrum býarskipan- ar- og byggimálum. Limir í nevndini næstu fýra árini verða: Ole Jensen, Lands- verkfrøðingurin Øssur Á. Midjord, Matrikulstovan • Jóhannes Dalsgarð, Føroya Jarðarráð • Erika Lómstein Peter- sen, Føroya kommunu- felag • Heini Holm, Føroya kommunufelag • Trygvi F. Guttesen, Tórshavnar kommuna • Gurið Joensen, stjóri á Kærustovni Føroya Nýggjur formaður í Býarskipanarnevndini verður Gurið Joensen, meðan Petur Nielsen heldur fram sum skrivari. Nýggj Býarskipanar- nevnd Guðrun Sólja Jacobsen bergtók eisini norðurjydarnar, eins og hon hevur bergtikið fólk alla aðra staðni í ríkinum Katrin var ein av føroyingunum, sum hevði leitað sær til konsert við Guðrun Sólju, nú hon vitjaði í Hjørring 23