Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-08-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. august 1995síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 2. AUGUST 1995 6-mannafør kvinnur: Gongurólvur Mynd: Aki Hermansen 6-mannafør menn: Hvessingur Mynd: Aki Hermansen Fjordings-triathlon og 30 og 100 kilometra súkkling eru á skránni við fjórðingstriathlon nú leygardagin, og so verður hildið fram við kappingunum í 30 og leygardagin 19. august og leygardagin 2. september ; r Feroysku súkklararnir hava rættiliga gjørt vart við seg í summar. Fyrst við at hava sett sín dám á næstan allar stevnurnar kring landið við Grand Prix -kappingini, men ikki minst við teimum frå líku úrslitunum á Oyggja leikunum, har enntá heið ursmerki komu burturur Tad er her heima Tors havnar Súkklufelag. ið tekur stig til tær kappingar. ið eru innan føroyska sukkling. og hóast árið hevur hilnast sera væl, er langt frá liðugt enn, ti ikki færni enn trigggjar stórar kappingar eru eftir Longu nú leygardagin er ein áskránni, og tveir leygar dagar aftrat - 19. august og 2 sukklu september eru kappingar å skrånni Fjórðingstriathlon Nú leygardagin verður tann stóra kappingin — fjord ingstriathlon - ið bæði fevnir um svimjing, sukkling og renning. Orsøkin til, at hend an kapping eitur fjórðings triathlon er, at hon bert fevn ir fjórðingin av teinunum, ið ein full triathlon fevnir um hóast hendan kappingin, ið verður leygardagin, er va leysa umfatandi framman undan Luttakararnir skulu fyrst svimja 950 metrar, síðani sukkla 44 kilometrar og at enda renna 10.5 kilometrar Kappingin er skipað á tann hátt, at tå luttakararnir eru farnir útí at svimja, verður klokkan sett í gongd, og hon steðgar ikki, fyrrenn komið er á mál í renningini. Við eðrum orðum er skifting av klæðum og skóm við í sam anlegdu tíðini, so umráðandi er at skunda sær alla tíðina Byrjað verður sum sagt við svimjingini, og hon gongur fyri seg í Svimjihøllini í Havn Síðani verður sukklað á strekkinum Fystan Ring vegur, Sundsvegur, Vegurin Langi og Hvítanesvegur. og hesin teinur skal súkklast í átta umferum, áðrenn leiðin endiliga gongar niðan eftir Sundsvegnum fyri at fara í holt við renningina. Runnið verður tvær ferðir“ runt, og sjálvt málið er á Eystara Ringvegi, niðan fyri Elek tron Fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður stór. Tey undanfarnu árini hava mill um seks og fimtan verið við Triathlon-kappingar eru gjarna so háttaðar, at bara tað at vera við og gjøgnum føra er ein avbjóðing - per sonligur sigur í sjálvum sær Serliga stóran dent leggja fyrireikararnir á, at eisini fólk. ið ikki hava vant so nógv, melda seg til. Fleiri eru við. tess sterri undirhald er í hesi kapping Tórshavnar Súkklufelag spílar seg út nú í august og september við ikki færri enn trimum stórum súkklukappingum. Lagt verður fyri 100 kilometra súkkling, ið verða åivkavist Tilmelding til fjórðings triathlon fer fram hjá Gunn ari Dal-Olsen á tlf. 19030, og tilmeldingarfreistin er út hósdagin 3. august Hinar báðar kappingarnar Umframt hesa kappingina eru so tvær aðrar stórar kappingar eftir á skránni hjá Tórshavnar Sukklufelag Fyrst verður 30 kilometra sukklingin, ið er ein FM kapping. leygardagin 19. au gust, og tá verður sukklað í einkultstarti úr Havn allan vegin til Kaldbaks og aftur Síðani er tað hin kapping in, ið er 100 kilometra sukk! ing. Hon verður gjøgnum ferd við samlaðum starti leygardagin 2. september, og tá verður súkklað úr Skálabotni um Eiðisskarð til Havnar gjegnum Kaldbaks tunnilin, og síðani fimm ferð ir runt á einum vegastrekki í Havn, ið er hålvansætta kilo metur langt. Orsøkin til, at hetta sidsta rundstrekkid er tikid vid er tann, at fyrireik ararnir vilja gera hesa kapp ing áhugaverdari fyri áskoð ararnar. so teir kunnu fylgja við súkklingini á teimum síðstu 25 kilometrunum Forshavnar Sukklufelag sigur, at nærri verdur greitt frá seinni um hesar báðar kappingarnar hj.