Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 151 - 14. august 2003 Nr. 151 - 14. august 2003 3 Best umtókti bólkur- in í landinum verður at hoyra um viku- skiftið. Fríggjakvøldið í Platform í Havn og leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði KONSERT Tíðindaskriv Frændur vóru við á stóru ólavsøkukonsertini fyri kortum, og har gjørdust teir stóru sigursharrarnir. Teirra kendu sangir hava framveg- is fastatøkur á ungdóm- inum í landinum, og til hvønn tann einasta sang, teir spæla, syngja hundrað- tals røddir við allatíðina. Frændur eru eitt fyri- brigdi, sum ikki hevur sín líka í føroyskum tónleiki. Sangirnir, sum teir hava givið út síðani 1984, eru so væl móttiknir millum fólki, at hvørt mansbarn dugir eina røð av sangum hjá teimum. Næsta ár verða Frændur 20 ár, men í hesum seinasta árinum sum tannáringar hava teir kunnað staðfest, at tað finnist eingin størri før- oyskur tónleikabólkur enn teir. Eftir ólavsøkukonsertina høvdu øll Frændur á munni. Bólkurin skaraði fram úr millum allar bólk- arnar, sum spældu hetta kvøldið, og nú verður so møguleiki at hoyra Frændur aftur á palli. Fríggjakvøldið fara teir á pall á Platformi í Havn. Har rokna tey við, at nógv fólk fara at koma til hesa live framførslu hjá Frændum. Tað sama vænta tey í Fuglafirði. Har verður framførslan í Mentanarhús- inum leygarkvøldið frá kl 23.30 til 03.45. Bussar koyra úr Havn, av Strondum, av Toftum, úr Sørvági og úr Vestmanna áðrenn dansin og heimaftur aftaná. Í løtuni er 23 svimjar- ar millum 10 og 16 ár úr Gøtu í ferð við at svimja seg til eitt met, sum ætlanir eru at fáa í metbókina hja Guinness SVIMJIMET Tíðindaskriv Tað er ikki nakar vanligur frítíðartúrur teir 23 ungu svimjararnir úr svimji- felagnum Skeggjar úr Gøtu eru á, nú Norröna er á veg til Bergen og heimaftur. Ungu svimjararnir, sum eru millum 10 og 16 ár, hava ætlanir um at seta eitt met, sum felagið vónar kann koma í metbókina hjá Guinness. Ramman um metroyndina er svimjihyl- urin umborð á Norrönu, har svomið hevur verið líka frá tí, Norröna legði frá landi kl. 8.30 í gjáramorgunin (mánadag), til hon leggur til aftur seinnapartin í morgin (miku- dag). Bert avbrotið í einum steðgi upp á fáar tímar, meðan skipið liggur at í Bergen. Beint undan miðdegi í dag høvdu svimjararnir lagt 74 kilometrar aftur um seg, og fram til klokkan 14.45 mikudagin verður strembað ímóti at leggja í minsta lagi 150 kilometrar aftur um bak. Tað skuldi so verið nóg mikið til at fingið metroyndina góðtikna av Guinness. Sambært einum brævi frá Guinness til svimjifelagið er tó óvist, um metið hjá gøtuskjeggjum verður góð- tikið í fyrstu atløgu. Ein av fyrireikarunum, Sørin Djur- huus, vónar tó, at hetta fer at eydnast. Redaktiónin hev- ur í øllum førum biðið um at fingið alt tilfarið um met- royndina tilsent, so møgu- leikararnir áttu at verið til staðar, heldur hann. Svimjingin umborð á Norrönu er eisini skipað sum stuðulssvimjing, har einstaklingar og fyritøkur hava lovað at stuðla tiltak- inum. Svimja seg til Guinness umborð á Norrönu Við at leggja í minsta lagi 150 kilometrar aftur um bak, vóna ungu svimjararnir úr svimjufelagnum Skeggjar úr Gøtu, at koma í metbókina hjá Guinness Frændur spæla í Havn og í Fuglafirði um vikuskiftið Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, rópar varskó í sambandi við heimsumfatandi hitabylgjuna, sum eisini hevur herjað í Føroyum. - Miðal- hitin her heima er vaksin við 1-2 hita- stigum í ár, og hetta er eitt úrslit av dálkingini, sigur fólksins veðurmaður, Petur Skeel Jacobsen, sum vísir á eina hættisliga støðu HITABYLGJA/- DÁLKING Heini í Skorini Hóast vit merktu meiri til fløvandi sólargeislarnar fyrr í ár, taka norður- lendsku grannar okkara í hesum døgum glaðbeintir havastólarnar fram, grilla og hugna sær í sólskinin- um. Men veðurfrøðingarnir seta harafturímóti knyklar í brýr. Talan hevur nevniliga verið um eina óvanliga og møguliga hættisliga hita- bylgju í Europa og um allan heim, sum serliga hevur gjørt seg galdandi í granna- londum okkara sum Dan- mark, Týsklandi og Ong- landi. Fleiri met Í ár er hitin í Onglandi mát- aður at vera á 37 hitastig- um, og tað er nýtt met. í Danmark restaði lítið í nýggjum meti. 32 hitastig eru máld í Danmark í aug- ust, meðan metið er á 36,4 hitastigum, sum varð mált 10. august í 1975, altso um somu tíð. Í Týsklandi hevur talan eisini verið um met. Føroyski veðurfrøðingur- in, Petur Skeel Jacobsen, vísir á, at í Føroyum hevur talan eisini verið um meiri hita enn vant er. - Í miðal er hitin í ár í Føroyum vaksin við 1-2 stigum, og tað er sera stórur vøkstur uppá bert eitt ár, slær veðurfrøðingurin fast. Vaktrarhúsárin Høvuðsorsøkin til hita- bylgjuna í ár er sambært Petur Skeel vakstrarhús- árinini, sum er eitt úrslit av dálkingini. - Ov nógv útlát er av evn- inum CO2, og hetta ger, at hitin kemur inn, men slepp- ur ikki út aftur, eins og í einum vakstrarhúsi. Sólar- geislarnir, sum verða sendir móti jørðini, eiga eisini at verða kastaðir aftur, men orsakað av nógva CO2 út- látinum sleppur hitin ikki út aftur, og tískil er hitin eitt úrslit av dálking. Ídnaðarlondini heitast Áskoðan veðurfrøðingsins um dálkingina sum høv- uðsorsøk verður meiri ella minni staðfest, tá hugt verður at, hvørji lond hava havt størstan hitavøkstur. - Sambært mátingunum hava ídnaðarlondini verið fyri størsta hitavøkstri í ár, og júst hetta undirbyggir, at dálking er høvuðsorsøkin til náttúrunnar óreglusemi. Sum kunnugt teljast átjan oyggjar okkara millum hesi lond, og tískil er talan um ein sera viðkomandi og aktuellan trupulleika fyri umhvørvispolitikk í Føroy- um. Globali hitin í vøkstri Petur Skeel Jacobsen vísir á, at hetta er eitt hættisligt tekin, tí um menniskjan heldur á at grípa oyðileggj- andi inn í náttúrunnar gongd, verður úrslitið skaðiligt. - Globali hitin er vaksin við 0,7 hitastigum í ár, og tað er nógv í so stuttum tíð- arskeiði. Av ítøkiligum av- leiðingum hava t.d. sera nógvir skógareldar verið kring heimin í ár, tí plantu- og skógarlívið ikki megnar hitan, sigur ein hugsunar- samur veðurfrøðingur. Hvussu við Kyoto sáttmálanum? Við einum hitavøkstri á 1-2 hitastigum gjøgnum bert eitt ár er Føroyar eitt før- andi land í hesum høpi, og júst eitt høvuðseyðkenni Føroya á umhvørvispolit- iska økinum eru ovurstóru nøgdirnar av CO2, sum verða latnar út í atmosfer- una, einamest av skipaflot- anum. Eyðun Elttør, landsstýris- maður í umhvørvismálum, hevur enn ikki tikið undir við Kyoto sáttmálanum (sáttmáli, sum ásetir CO2 útlát pr. íbúgva), og hita- vøkstur okkara er júst eitt úrslit av vantandi luttøkuni í stríðnum at basa dálking- ini. Við einum relativt stór- um skipaflota og fiskivinn- uni sum næstan suverenu høvuðsinntøku landsins er sjálvsagt torført at taka støðu til Kyoto sáttmálan, men av landsins avvarðandi myndugleikum átti spurn- ingurin av álvara at verið tikin upp og umhugsaður, um Føroyar veruliga skal vera ein førandi tjóð á hes- um øki og hava ivasama heiðurin at vera eitt av mest dálkandi londum. Vit hava til fragd at vísa náttúru okkara fram fyri ferðandi, vit búleikast í náttúruni, forfedrar okkara bygdu hetta land gjøgnum náttúrunar tilfeingi, men tá tað kemur til stykkis, tykist eingin virðing vera fyri henni...? Fyrsta stigið til sjálvt arbeiðið við Norðoya- tunnlinum varð tikið týsdagin, tá tilboðini skuldu vera inni til atkomuvegin leirvíks- megin. NCC, sum stóð fyri arbeiðnum við Vágatunnlinum, hevur bíligasta boðið á 9 mió. NORÐOYATUNNILIN Heini í Skorini Fimm boð vóru komin Partafelagnum Norðoya- tunnilin í hendi við lisitatiónina týsdagin kl 14, tá evstamark var at søkja um arbeiðið. Sjey umsøkj- arar vórðu góðkendir, men tveir valdu ikki at bjóða seg fram. Javnt millum bíligastu boðini Boðini, P/F Norðoyatunni- lin hevur fingið, eru komin frá NCC, J & K Petersen, Pihl & Søn Føroyar, Kan- jon og M.T. Højgaard Før- oyar. P/F Norðoyatunnilin upplýsir, at bíligasta tilboð- ið kom frá NCC, sum stóð fyri Vágatunnlinum, og var hetta á góðar 9 mió. kr. Tó er sera javnt millum trý tey bíligastu boðini, og tískil tykist talan vera um kapping at standa fyri vega- gerðini leirvíksmegin. Munurin er stórur millum boðini, tí frá teimum bílig- astu boðunum á góðum 9 mió. krónum eru dýrastu boðini uppi á 22 mió. krón- um. Metingin fyri sjálvt ar- beiðið er á umleið 13 mió. krónur. Dávur Reinert Han- sen, stjóri á Norðoyatunnl- inum, lat væl at við lisitatiónina. - Vit eru glaðir og nøgdir fyri luttøkuna og boðini, vit hava fingið, og talan hevur verið um ein stóran ar- beiðsinnsats frá fyritøkun- um, sigur ein vælnøgdur stjóri. Avgerðin um tvær vikur Sostatt skal P/F Norðoya- tunnilin næstu dagarnar taka støðu til, hvør skal hava ábyrgdina av vega- gerðini í Leirvík. Partafelagið upplýsir, at ætlandi skal sáttmáli undir- skrivast 26. august, og saman við ráðgevaranum, Landsbyggifelagnum, skal metast um bestu avgerðina. - Vit leggja størstan dent á kostnaðin, tíðarætlan og arbeiðsætlan, og í høvuðs- heitum verður avgerð tikin við støði í hesum viður- skiftum, sigur Dávur Rein- ert Hansen. Treytað av endaligum av- talum um lendi og viðgerð í Yvirfriðingarnevndini er ætlanin, at arbeiðið skal byrja tvær vikur eftir 26 august. Vegagerðin og inn- takið til tunnilin skal vera liðugt um mánaðarskiftið november/desember í ár, tá tunnilsgerðin eftir ætlan skal byrja Leirvíksmegin. Stóra avgerðin hálvan oktober Hóast avgerð í næstum verður tikin um vegagerð- ina leirvíksmegin, verður stóra avgerðin tikin hálvan oktober. Sambært Dávi Reinert Hansen verður tá avgjørt, hvør skal standa fyri sjálvari borðingini og tunnilsgerðini, sum eftir fyrstu meting ljóðar at kosta 325 mió. - Arbeiðini verða bjóðað út í september, og avgerðin verður tikin hálvan oktober. Eingin fyritøka er góðkend enn, men vit hava havt eina pre-kvalifikatión, sigur stjórin í P/F Norðoya- tunnlinum, Dávur Reinert Hansen, at enda. Føroyar millum dálkandi flaggskipini Fólksins veðurfrøðingur, Petur Skeel Jacobsen, setir sól og summar í eitt øðrvísi høpi. - Hetta er eitt úrslit av dálking, sum m.a. Føroyar eiga sín stóra leiklut í, sigur Petur Skeel NCC bíligast við 9 mió - Vit eru glaðir og nøgdir fyri luttøkuna og boðini til vegagerðina, vit hava fingið frá hesum fimm fyritøkunum, segði Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoyatunnlinum, sum her situr við endan av fundarborðinum við lisitatiónina týsdagin Í miðal er hitin í Føroyum uppá eitt ár vaksin við 1-2 hitastigum, og tað er óvanliga nógv. Orsøkin er m.a. stóra og dálkandi útláti okkara av CO2, sigur Petur Skeel C M Y K 3 2