Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 151 - 14. august 2003 Nr. 151 - 14. august 2003 5 Málið um Jógvan S hevur sett nógvar spurningar, sum ikki øll hava hildið seg fingið svaraðar. Sambært skjølum hjá Fiskimálaráðnum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, eru nógvir ógreiðir spurninar um tulking av lógini um vinnu- liga fiskiskap LÓGARTULKING Edvard Joensen Lógin um vinnuliga fiski- skap hevur veruliga sett bæði fyrisiting og poli- tikarum sínar avbjóðingar. Niðurstøður eru gjørdar, og avgerðir eru tiknar, sum tulkaðar verða hvønn sín veg, alt eftir, hvør tað er, sum tulkar. Landsstýrismálanevndin er ósamd við viðger av ávísum máli og kallar tað ólógligt. Síðan kemur óvildugur løgfrøðingur við sínum metingum, sum siga, at soleiðis kann landsstýris- málanevndin ikki siga, tí hon hevur ikki førleika til tess. Hon viðgerð málið politiskt Tað, sum Fiskimálaráðið hevur gjørt, er lógligt, halda løgfrøðingar, sum hava kannað umstøðurnar eftir áheitan frá landsstýris- manninum. Og so verður víst til, at lógin er soleiðis orðað, at einki er í vegin fyri at gera soleiðis og soleiðis, hóast ein annar løgfrøðingur, sum arbeiðir fyri eina løgtingsnevnd, heldur nakað heilt annað. Orsøkin er ivaleyst tann einfalda, sum fyrrverandi løgtingsformaðurin, Finn- bogi Ísakson, fyri stuttum vísti á, har hann beinleiðis leggur løgtingið undir at fara ov lætt um sítt lógar- smíð og geva landsstýris- monnunum alt ov víðar heimildir til at áseta kunn- gerðir um bæði hitt og hetta. Lógin um vinnuliga fiskiskap, ið átti at verið ein tann týdningarmesta lóg í føroyska samfelagnum yvirhøvur, er eitt talandi dømi um, hvussu lætt farast kann um, og hvussu lætt tað er at tæga eina slíka lóg sundur. Eisini óskrivaðar manna- gongdir hava verið brúktar í umsitingini av hesi lóg, og hava tær eftir øllum at døma ikki altíð verið líka væl kannaðar og gjøgnum- førdar. Í innanhýsis notati, sum aðalstjórin í Fiskimálaráð- num tann 18. juli í ár hevur latið landsstýrismanninum, verður nortið við, at lands- stýrismálanevndin setur spurnartekin við, um fiski- før, sum hava fingið ræðis- avmarking og eru farin úr føroyska fiskiflotanum, kunnu kunnu koma inn aftur í fiskiflotan, um aðrar treytir sambært lógini ann- ars eru loknar. Í viðmerkingunum til tann spurningin vísir aðal- stjórin í Fiskimálaráðnum, Kaj P. Mortensen, til ein dóm frá 1999 í Føroya Rætti. Hesi dómur stað- festir, at: »…tað ikki í lóg- ini um vinnuliga fiskiskap er nakað krav um, at fiski- far, sum er farið úr veiði- flotanum, ikki kann koma innaftur«. Hendan niðurstøða hjá rættinum gjørdi so, at sið- venjan í Fiskimálaráðnum var broytt samsvarandi dómsgrundunum, sigur Kaj P. Mortensen. Men hann sigur ikki, nær hendan siðvenja varð broytt. Tí hóast dómurin er frá 1999, hava seljari og keypari av gomlu Ågot so seint sum 17. august 2001 skrivað undir uppá, at skip- ið ongantíð aftur má fara til fiskiskap í føroyskum sjógvi ella undir føroyskum flaggi. Annaðhvørt bendir tað á, at umsitingin hevur verið óneyv og inkonsekvent, ella at hesir menninir hava verið beinleiðis hildnir fyri gjøldur. Og tá Rasmus Effersøe, sum var gamlið Snoddið, varð innfuttur úr Íslandi, var ikki minsta rokið, tí skipið var ræðisavmarkað í síni tíð til ongantíð aftur at koma til Føroya at fiska. Tó skal sigast, at hann hevði fingið upphøggingarstuðul og hevði verið skrásettur í Íslandi. Tað hevði Ågot ikki. Um málið við ræðisav- markingini um Ågot sigur Kaj P. Mortensen í síni frágreiðing til Jacob Vester- gaard soleiðis: »…at skipið ikki verður sett inn í vinnu- liga fiskiskap undir før- oyskum flaggi. Henda orð- ing er seinni broytt og víkir eisini frá teimum vanligu treytunum og framgongur heldur ikki av ræðisav- markingini. Møguleiki er fyri, at hetta seinni kann hava ført til misskiljing.« Og tað verður verri enn. Í løgfrøðiligu frágreið- ingini, Julianna Klett hevur latið Fiskimálaráðnum, verður sagt um ræðisav- markingar, at tær eru rætt- iliga avmarkaðar. Julianna Klett sigur so- leiðis: »Við kanning av løg- tingslóg um vinnuliga fiskiskap sæst, at »ræðis- avmarking« bert er nevnt í § 8 í samband við flytan av veiðiloyvi, ið fiskifarið hevði, áðrenn ræðisav- markingin var skrásett í skipaskránni. Hetta merkir, at greinin bert umrøður ræðisavmarking í samband við, at eitt skip fer úr skip- anini um fiskiloyvir.« Víðari sigur hon, at í dóminum í Føroya Rætti frá 1999 stendur soleið- is:…» og er tað ikki í lógini um vinnuligan fiskiskap nakað krav um, at fiskifar, sum er farið úr veiðiflot- anum, ikki kann koma inn- aftur – sæð í relatión til, at treytirnar fyri at fáa kravdu loyvini ikki eru loknar.« Víðari heldur Julianna Klett, at tað kundi væl hent, at ein annar dómur kundi komið til øvugta niður- støðu. Hetta grundar hon á, at tað ikki framgongur av lógini, hvat endamálið er við ræðisavmarkingini. Tað kann tí tykjast og tulkast soleiðis, at ræðis- avmarking, sum ikki er definerað sambært Julionni Klett, bert er galdandi fyri eitt skip, sum fer úr flot- anum og ikki skal brúkast. Tá so skipið kortini seinni kemur innaftur, er eingin avmarking, hóast bæði selj- ari og keypari hava skrivað undir, at so er. Einasta, sum nógvu inn- blandaðu partarnir tykjast vera greitt er, at rættiliga nógv er ógreitt í lógini um vinnuligan fiskiskap. Ógreiða um lógartulking Í Fiskimálaráðnum hava tey broytt mannagongdir – eitt nú við útrokning av veiði- orku – og havt nógvar tulk- ingartrupulleikar av lógini um vinnuligan fiskiskap, sum fyri fleiri tykist ógvuliga ógreið og ófullfíggjað C M Y K 5 4