hósdagur 14. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 151 - 14. august 2003
Nr. 151 - 14. august 2003
21
inum eru tvey smá borð,
júst sum í flogførunum.
Undir loftinum framman er
ein fløguboks. Clim útgáv-
an hevur eisini aircondi-
tion.
Undir loftinum í viðføris-
rúminum er eitt rúmligt
skáp. Ein Modubox inn-
keypsvognur er eisini við í
keypinum. Berlingo er ein
fimm persónabilur, men
eitt eykasetur kann setast
inn í viðførisrúmið, sum
annars er so stórt, at ein
barnavognur passar inn
uttan at skula leggjast sam-
an.
Berlingo fæst við tveim-
um bensinmotorum við
ávikavist 75 og 110 hk og
tveimum
dieselmotorum
við 71 og 90 hk, sum er ein
HDI motorur.
Í nýggju útgávuni er Ber-
lingo eisini blivin ein trygg-
ari bilur við kraftigari air-
bagbjølgum, størri bremsu-
skivum og øðrum innbygd-
um trygdarskipanum. Servo-
stýringin verður ávirkað av
ferðini, soleiðis at bilurin er
lættari at stýra við lægri
ferð, og stýringin verður
tyngri og fastari, tá ferðin
veksur.
Í bíligastu útgávuni kost-
ar ein Berlingo kr. 153.000,-,
tá er tað ein við 1,4 litur
motori og 75 hk. Ein Multi-
space Modutop Clim við
aircondition, fartpiloti, toku-
lyktum, hita í setrunum,
armleni framman og lakk-
eraðum fendaralistum, kost-
ar kr. 192.780,-.
Mitsubishi
Grandis
Á bilaframsýningini í
Frankfurt í september
verður ein nýggjur
Mitsubishi
Grandis.
Bilurin, sum er 4,76 m
langur og 1,66 m høg-
ur, kemur eftir ætlan á
Evropeiska marknaðin
næsta ár við 2,4 litur
bensinmotori og seinni
sum diesel
Kelda: Motor Magasinet
Kvikur
Stilo
Ein serligur Fiat Stilo
er á veg á týska markn-
aðin. Tað er fyritøkan
Novitec, í Stetten í
Týsklandi ið stendur
fyri hesum bili við 2,4
litur kompressor-motori
og 237 hk. Toppferðin
verður 250 km/t, og
hann koyrir frá 0-100
kmt uppá 6,4 sekund
Kelda: Motor Magasinet
Liðugt við
Panda
Framleiðslan av Fiat
Panda, sum fyrstu ferð
kom á marknaðin í
1980, steðgar nú, eftir
at bilurin hevur verið
gjørdur í 23 ár. Í alt
vóru
framleiddir
4.491.349 Panda bilar
Kelda: Motor Magasinet
Citroën Berlingo
Multispace Clim
Motorurin:
1,6 litur 4 syl bensin við 110 hk
0-100 km/t:
11,3 sek
Bensinnýtsla:
13,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:
185/65-15
Stødd og vekt:
Longd:
413,7 cm
Breidd:
172,4 cm
Hædd:
181,0 cm
Eginvekt:
1250 kg
Viðførisrúm:
624 litrar
Prísur:
kr. 168.000,- (1,6 Multispace)
kr. 192.780,- (1,6 MultiClim
v.Modutop og Pack 2)
Søluumboð:
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Undir loftinum eru hillar og skáp, eisini í viðførisrúminum
Citroën Berlingo MultiClim
v. Modutop hevur ikki færri
enn fimm rútar í takinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Júst sum í flogførunum, smá borð til tey ferðandi á
baksetrinum
Sjálvt um tað illa bera
til at saman bera
Ólavsøkuna við
regattasigling, so
vóru tað fleiri í høvdu
á munni, at hettar var
betri enn nøkur
Ólavsøka. Regatta-
siglingin byrjaði á
Eiði fríggjakvøldið og
komið var út til
Nólsoyar leygardagin
REGATTA
Kaj Joensen
Tað var rokan í fjøruna á
Eiði fríggjakvøldið, millum
110 og 120 bátar gjørdu
klárt at sigla fyrsta teinin til
Hósvíkar í árligu regatta-
siglingini hjá Hósvíkar
róðrafelag. Eini 750 fólk í
øllum aldri mannaðu bát-
arnar. Einasta krav fyri at
vera við var at gjalda einans
100 krónur. So tað var einki
at siga til at tað var trongl-
igt í havnini á Eiði. Í ár er
fjórða árið lagt var av Eiði í
regattasigling. Tað fyrsta
árið sigldu bátarnir til
Havnar. Men trý tey síðstu
árini endastøðin verið í
Nólsoy á Ovastevnu.
Regatta er fyri øll
Hýrurin á okkum fimm
landkrabbum, sum ætlaðu
okkum til Hósvíkar fríggja-
kvøldið, var góður. Vit
høvdu gjørt okkum væl út.
Vit høvdu tann góðu hýrin
við, sum nokk man vera tað
mest umráðandi tá ið ein er
felags um okkurt. Eisini
høvdu vit gjørt okkum út
við bæði mati og drekka.
Hóast hettar er fjórða árið
at regattasigling fer av Eiði
so var tað fyrstu ferð at
nakar av okkum var við. Og
tað var ikki sørt at vit vóru
eitt sindur spent uppá túrin.
Har vóru nógv sløg av
bátum,
kappróðrabátar,
stuttleikabátar, útróðrabátar
væl riggaðir til ein hugna-
ligan túr. Ein kajak var eis-
ini at síggja ímillum bát-
arnar. Sjálv vóru vit við
einum 27 fót føroyskt
bygdum maskinbáti. Stutt-
ligt var tað at síggja bátarn-
ar sum spjaddust um allan
fjørðin tá ið vit komu útum
brimgarðin á Eiði.
Í mun til hini árini var
veðrið ikki av tí besta tá vit
fóru av Eiði, men tað sá
ikki út til at forða nøkrum.
Fleiri av kappróðrabátarnir
sum dúgliga plaga at rógva
tann størsta partin av ferð-
ini, blivu hesuferð sleipað-
ir, orsaka av veðrinum.
Eisini var tað hugaligt at
síggja hvussu nógv fólk
gera burtur einum sovorðn-
um túri. Nakrir bátar komu
longu hóskvøldið norður til
Eiðis.
Og
fríggjadagur
bleiv brúktur at vaska og
gera tað síðsta klárt. Men
teir flestu komu ikki norð
fyrr seint fríggjadagin.
Hósvíkingar tóku væl
ímóti
Sum vanligt hini árini, var
eisini steðgað í Hósvík á
leiðini til Nólsoyar. Og
sjálvt um veðrið ikki var av
tí besta, mundu tey flestu
hava ein góðan túr suður-
eftir. Tað bleiv siglt við
lágari
ferð,
suður
til
streymin. Komin suður um
brúnna, bleiv tað mjørki og
vátari í veðrinum, so bát-
arnir settu ferð á.
Á havnalagnun í Hósvík
stóðu fólk á kajini og
»dirigeraðu« bátarnar uppá
pláss. Um ellivu tíðina
komu teir síðstu bátarnir
undan í mjørkanum. Vit
komu at liggja við síðunar-
av
einum
skálvíksingi.
Hann var farin av húsum kl.
10 sama morgunin. Vit
vóru samdir um at hettar
var eitt óført tiltak sum ikki
mátti detta niðurfyri.
Í Hósvík var veðrið gott.
Og tað var gott lag á fólkið.
Nógv gingu ímillum bát-
arnar, og tað mundi verða
nógv reyp í Hósvík fríggja-
kvøldið. Tað bleiv bjóða
bæði av vátum og turrum
umborð á teimum flestu
bátunum. Og onkur sum
hevði ov nógv innanborða
endaði uttanborða. Men
tíanbetur vóru fólk hjá so
alt spældi væl av.
Møguleiki var eisini at
fáa ein bita í bygdarhúsin-
um, og sjálvt um vit høvdu
smyrjibreyð suður við, so
kom ein heitur rættur væl
við. Hósvíkingar høvdu
skipað væl fyri, og syrgt
fyri at einki manglaði. Um
ein ikki hevði møguleika at
gista umborð, var tjaldpláss
tøkt. Ella fáa innivist í
róðraneystium. Men tað
mundi ikki blivið nógv sov-
ið hjá teimum flestu, dans-
ur var í bygdahúsinum og
aftaná dansin var framvegis
nógv fólk úti. Veðrið og
lagið var av tí besta leygar-
morgunin so tað var ringt at
fara at sova.
Vónandi verður
regatta næsta ár
Tað bleiv ikki tann nógvi
svøvnurin, men tað bilti
einki. Vit høvdu mestum
gjørt av frammanundan at
vit ikki fóru líka til Nólsoy-
ar. Tá ið bátarnir fóru til
Nólsoyar
leygardagin,
fylgdu vit teimum eitt
sindur ávegis áðrenn vit
vendu nøsina norður aftur
til Eiðis. Men sjálvt um vit
ikki vóru við allan vegin so
vóru vit øll samd um at
hettar hevði verið ein fínur
túrur sum vit endiliga
mugu gera aftur næsta ár.
Kanska vit fara allan vegin
til Nólsoyar, hvør veit.
Í skemti høvdu vit sagt
okkara millum at regatta-
siglingin var betri enn ólav-
søkan. Hettar hugsaði vit
ikki stórvegis um tá ið vit
søgdu tað. Teir næstu dag-
arnar hoyrdu vit fleiri fólk
siga tað sama, so kanska
var tað okkurt um tað. Í
øllum førum kann man siga
at her talan um eina succes.
Tað koma fleiri bátar og
fólk við á hvørjum ári, og
úr øllum pørtum av land-
inum. Hósvíkar róðrafelag
skal eiga rós fyri einum
góðum og væl fyriskipað-
um tiltakið.
Regatta 2003:
Betri enn Ólavsøkan
C
M
Y
K
21
20