hósdagur 14. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 14. august 2003
19
Fleiri hava ivaleyst
lagt til merkis ein
lítlan fittan bil, sum
verður sýndur fram
við Marknagilsvegin í
Havn. Talan er um ein
Smart Passion CDI,
sum er ein eyðsýndur
býbilur, ið koyrir úti
við 30 km/l
BILAR
Magnus Gunnarsson
Smart er gjørdur út frá
kanningum sum vísa, at tað
sum oftast eru tvey fólk í
teimum smáu bilunum,
sum koyra inni í býunum.
Smart verkætlanin kom
upprunaliga frá designmið-
støðini hjá Mercedes-Benz
í USA, men tað vísti seg at
Nicolas Hayek, stjórin á
Swatch urverksmiðjuni í
Sweits, hevði næstan sama
hugskot. Hetta førdi til eitt
samstarv millum Mercedes
og Swatch um hendan lítla
og orkusparandi býbilin.
Eftir nøkrum árum tók
Swatch urverksmiðjan seg
úr hesum samstarvi, og í
dag er tað DaimlerChrysl-
er, sum eigur fyritøkuna.
Bilurin verður gjørdur í
Alsace í Fraklandi.
Smart er ein lítil bilur til
tveir persónar, ið er 2,50 m
langur, 1,51 m breiður og
1,53 m høgur. Tað vil siga
at bilurin er lítið longri enn
nógvir stórir bilar eru
breiðir, og hann er líka høg-
ur, sum hann er breiður. At
byrja við gav tað, at hann er
lutfallsliga høgur, trupul-
leikar við stabilitetinum í
bilinum, serliga í svingum,
men tað kom skjótt upp á
pláss.
Smart fæst bæði sum
bensin og diesel, bensin-
motorarnir er upp á 0,7
litur, meðan dieselmotorur-
in er upp á 0,8 litur. Motor-
urin liggur oman á bakaksl-
inum, og bilurin er bak-
hjólsdrivin.
Hóast Smart er ein mini-
bilur, virkar hann ikki so
lítil, tá man koyrir hann.
Bilurin verður nógv brúktur
í teimum stóru býunum í
Evropa, har tað vegna
plásstrot er sera hent at
hava ein bil sum bert er
tveir og ein hálvan metur
langur og harvið lættur at
parkera. Serliga konufólk-
ini hava tikið væl í móti
Smart. Bilurin fæst í ymisk-
um útgávum, eisini sum
cabriolet.
Nr. 151 • hósdagur • 14. august 2003 • 77. árg.
Smart CDI Passion
Motorurin:
0,8 litur 3 syl. CDI diesel við 41 hk
0-100 km/t:
19,8 sek
Oljunýtsla:
29,4 km/l
Dekkstødd:
135/70-15 framman
175/55-15 aftan
Stødd og vekt
Longd:
250,0 cm
Breidd:
151,0 cm
Hædd:
153,0 cm
Vekt:
800 kg
Viðførisrúm:
150 litrar
Prísur:
kr. 148.800,-
Søla:
Autoimport
Tel. 217778
Smart CDI Passion:
Smartur lítil bilur til tvey
Smart CDI Passion. Ein
lítil orkusparandi býbilur
til tveir persónar, ið
koyrir úti við 30 km/l
Mynd: Álvur Haraldsen
Innan er gott pláss til
tveir persónar
Mynd: Álvur Haraldsen
Motorurin liggur
oman á bakakslinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Smart er bert 2,50 m langur, lítið meira enn ein stórur bilur er breiður
Mynd: Álvur Haraldsen
Citroën Berlingo
kom fyrstu ferð á
marknaðin í 1996.
Bilurin bleiv
beinanvegin væl mót-
tikin av barnafamilj-
unum í Evropa og
aðrastaðni. Í fjør
bleiv Berlingo broytt-
ur bæði uttan og inn-
an
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nýggi Berlingo fæst í út-
gávunum
Advance
og
Multispace.
Multispace
fæst so aftur í útgávunum
Modutop og Clim, sum
gera bilin meira praktiskan
og brúkaravinarligan, við
tað at plássið undir loft-
inum er so væl útnyttað.
At seta seg inn í ein Ber-
lingo í Modutop útgávuni
er sum at koma inn í eitt
flogfar, har eru ikki minni
enn fimm loftvindeygu,
fleiri hillar, skáp við lúk-
um, og ventilatiónsdysir.
Til tey ferðandi á baksetr-
Citroën Berlingo Multispace Mudutop:
Sum í einum flúgvara
Í fjør bleiv Citroën Berlingo, sum kom
fyrstu ferð kom á marknaðin í 1996,
broyttur bæði uttan og innan
Mynd: Álvur Haraldsen
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
KIA SEPHIA 1.5 GTX
Árg Mar-97, Km 150.000. Fjarstýrt
centrallás-El.rútar-El-spegl-Spoylara
aftan- Alufelgur- v.m.. Kr. 66.000.
Tilboð uttan bil í býti
kr. 56.000,-
SUZUKI WAGON R 1.2
Árg Maj 00, Km 42.000. C.D
Anlegg- El rútar- El.spegl-
Síðuspoylarar- Takspoylara-
sleipikrók- píkadekk v.m..
Kr. 86.000.
Tilboð uttan bil í býti
kr. 76.000,-
TOYOTA LANDCRUISER DIESEL
Árg Maj 1986, Km 136.000.
Innregistreraður sum
persónvognur.
Kr. 28.000,-
HONDA CIVIC
Árg Sept .2001, Km 20.700.
Aircondition - El.rútar - El.spegl
v.hita -Radio - Fjarstýrt centrallás
v.m.
Kr. 145.000,-
FORD ESCORT 1.8 DIESEL
SEDAN
Árg Okt. 95, Kr. 60.000.
Tilboð uttan bil í býti
kr. 50.000,-
ROVER 620 GSDI 2.0 T.DIESEL
Árg Dec. 99, Km 146.800. Leður
setur- Aircondition- Fjarstýrt-
centrallás- El. Sóltak- El. rútar- El.
spegl Alufelgur v.m.
Kr. 150.000,-
KIA K 2700 LASTVOGNUR
KING CAB 2700 DIESEL
3.200 KG
Árg 21. Juni 2001, Km 38.500.
Aircondition - Centrallás -
C.D.Anlegg - Sleipikrók-
Differentiale sperru - eyka
tectylviðgjørdur - Klæddur við
plátum innv. í lastini. v.m.
NÝPRÍSUR: 190.300,-
Kr. 125.000,-
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650
MERCEDES-BENZ 190 D - 2,0
DIESEL
Árg 1989, Km 270.000. Bilurin er í
góðum standi, koyrir 15,0 km/l.
Kr. 75.000.
tel. 447175 ella 217175
CITROËN JUMPY 1,9 TD
Árg 1999, Km 69.000. Sera væl
hildin vøruvognur. Innrættaður til
handverkara. Til sølu um hóskandi
boð fæst.. .
Ringið tel. 371937 ella 211937
RÚMLIGUR 7 PERSÓNA
FAMILJUBILUR
MERCEDES BENZ 230 TE
Árg 1991, Km 118.000. Bilurin er í sera góðum standi. Nýsýnaður, eyka
felgur fylgja við, nýtt útstoyt (komplett), nýggjur akkumulator, nýggjar
bremsuskivur framman og nýggir el-rútavindarar. Søluprísur: kr. 149.000.
Nærri upplýsingar fáast við at ringja á
tlf. 216135
C
M
Y
K
19
18