hósdagur 14. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 14. august 2003
17
17
Í kvøld klokkan 19 fer
NSÍ at spæla sín
fyrsta dyst í
evropeiskum fótbólti
nakrantíð.
Mótstøðuliðið er
norska felagið Lyn,
sum kropsliga er sera
væl fyri
UEFA CUP
Stefan í Skorini
Jógvan Martin Olsen og
hansara menn hava lagt
seinastu hond á fyrireiking-
arnar undan UEFA Cup
dystinum ímóti Lyn á
Svangaskarði
í
kvøld.
Lykilin til eitt gott úrslit er,
at NSÍ leikararnir skulu
tora at spæla fótbólt.
– Vit skulu tora at spæla
fótbólt. Tað er vónleyst at
fara inn at berjast ímóti
norðmonnum, tí teir eru
sterkari og betri fyri krops-
liga enn vit, sigur Jógvan
Martin Olsen, sum hevur
góðar vónir til dystin.
Fullmannaðir
Hjá NSÍ eru allir mans
tøkir til dystin, og tað er
óivað tørvur á øllum kreft-
um til dystin í kvøld.
Nýggi leikarin Karsten
From verður ikki við, tí at
hann longu hevur spælt ein
Evropa Cup dyst í hesum
kappingarárinum, og tað er
ikki loyvi at spæla við fleiri
liðum í evropeiskum kapp-
ingum í sama kappingarári.
– Kropsliga eru teir sera
væl fyri, og teir spæla tann
vanliga norska fótbóltin við
nógvari ferð. Tekniskt eru
teir ikki serliga góðir, og
liðið leggur seg ikki eftir at
spæla kombinatiónsfótbólt,
sigur Jógvan Martin um
mótstøðuliðið.
Lyn fær nógv mál eftir
deyðbóltar, og tí skulu
runavíkingar vera væl fyri-
reikaðir til slíkar støður.
Jógvan Martin vísir á, at
føroysk
lið
ofta
eru
ókonsentrerað í slíkum
støðum. Sum dømi vísir
hann á dystin hjá HB ímóti
FBK Kaunas á Tórsvølli, tá
HB verjan varð tikin á bóli
eftir ein vanligan deyðbólt.
Eitt felag í kreppu
Lyn endaði á øðrum plássi í
undanfarna kappingarári,
og soleiðis eydnaðist tað at
koma við í UEFA Cup.
Í ár hevur úrtøkan tó ver-
ið væl lakari. Liðið liggur á
triðaftasta plássi í Tippe-
ligaini, og tað hevur havt
við sær, at bossarnir í fel-
agnum hava skorið nógv
niður í fíggjarætlanini hjá
felagnum.
Hetta
hevur
skapt órógv í felagnum, og
hetta tykist at ávirka leikar-
arnar á vøllinum.
Í seinasta dystinum tapti
Lyn 2-0 ímóti besta norska
felagnum, Rosenborg. Bert
átta minuttir vóru eftir at
spæla, tá Rosenborg fekk
hol á.
Millum størstu profilarn-
ir í Lyn er Steven Lustü,
sum vit kenna frá Herfølge,
har hann saman við Jákupi
Mikkelsen vann danska
meistaraheitið. Aðrir kendir
leikarar eru áleyparin Helgi
Sigurðsson, sum spælir við
íslendska landsliðnum, og
miðvallarin
Jan
Derek
Sørensen, sum áður hevur
spælt við týska stórfelagn-
um Borussia Dortmund.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ:
– Vit skulu tora at spæla
– Vit skulu tora at spæla fótbólt. Tað er vónleyst at fara inn at
berjast ímóti norðmonnum, tí teir eru sterkari og kropsliga
betur fyri enn vit, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ
Lesið
-tað loysir seg
16
Nr. 151 - 14. august 2003
C
M
Y
K
16
Til komandi
kappingarár hevur
hondbóltsfelagið
Stjørnan úr Klaksvík
fingið tríggjar nýggjar
jugoslavar til
kvinnuliðið.
Harumframt verða
tríggir fyrrverandi
stjørnuleikarar aftur
at síggja á liðnum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Stjørnar satsar til komandi
kappingarár hjá kvinnum.
Nevndin hevur nevniliga
fingið ikki færri enn tríggj-
ar jugoslaviskar leikarar til
felagið. Tann eina av kvinn-
unum, sum kemur henda-
vegin, skal eisini vera leik-
andi venjari.
Venjarin eitur Jelena
Barlov. Hon er ein all-
round spælari og er 23 ára
gomul.
Síðani er tað Katarina
Stjepanov, ið er 21 ára
gomul. Hon spælir vanliga
á høgra bakki. Og at enda
er tað Lidija Vlajic, ið er
málverji. Hon er 20 ára
gomul, men hevur longu
spælt í trý ár í bestu deildini
í Jugoslavia.
– Vit satsa í ár, og tað er
neyðugt at styrkja hópin,
um vit skulu gera okkum
vónir um at vinna meistara-
heitið,
sigur
Kristoffur
Ragnarsson, formaður í
Stjørnuni.
Stjørnan hevur áður havt
tilsamans fýra útlendingar,
og teir flestu hava roynst
ógvuliga væl.
Tær tríggjar jugoslavisku
kvinnurnar skulu arbeiða
við síðuna av hondbóltin-
um. Tær hava allar fingið
arbeiði í fiskivinnu á landi í
Klaksvík. Hetta er neyðugt,
um tær skuldu fáa uppi-
haldsloyvi í Føroyum.
Tríggir gamlir
kenningar
Umframt hesar tríggjar
útlendsku leikararnar verða
tríggir heimligir leikarar,
sum áður hava roynst væl
hjá Stjørnuni, aftur at
síggja í KÍ-høllini.
Talan
er
um
Onnu
Kristinu
Samson,
Joan
Midjord Joensen og Anniku
Ljósstein.
Anna Kristina Samson
hevur fyri stuttum átt, og
hon spældi tí ikki seinasta
kappingarár. Joan Midjord
Joensen, sum spældi nakrar
dystir við Stjørnuni móti
endanum av seinasta kapp-
ingarári eftir at hava verið
uttanlands, verður nú ver-
andi í Klaksvík og fer eisini
at spæla við klaksvíksfel-
agnum.
Annika Ljósstein hevur
búð í Havn í nøkur ár og
hevur spælt við Kyndli.
Hon vendir nú heimaftur til
Klaksvíkar.
Tað eru nøkur ár síðan, at
Stjørnan vann FM-heitið,
men nú sær út til at Stjørn-
an verður ein av favorittun-
um til komandi kappingar-
ár.
Ungdómsvenjari
Stjørnan hevur eisini sett
ein ungdómsvenjara til
komandi vetur. Tað er
havnarmaðurin
Rógvi
Nielsen, sum áður hevur
verið venjari hjá Stjørnuni,
ið skal venja tey ungu hjá
Stjørnuni.
Stjørnan spennir seg út
Annika Ljósstein hevur spælt við Kyndli í nøkur ár, men nú
verður hon aftur at síggja í reyðu troyggjuni hjá Stjørnuni.
Her er hon í dysti fyri Kyndil ímóti Stjørnuni
Savnsmynd