hósdagur 14. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 14. august 2003
15
15
14
Nr. 151 - 14. august 2003
C
M
Y
K
14
Dysturin ímóti KÍ í
kvøld ætlast at verða
høvið, har teir finnu
sjálvsálitið undan
týdningarmiklu upp-
gerðini í landskapp-
ingini í vikuskitinum
KÍ Í EUROPA CUP
Jóannes Hansen
SOSIALURIN-MOLDE:
Fótbóltslagið í Molde er
einki serligt undan upp-
gerðini í kvøld á stásiliga
stadion ímóti KÍ. Fyri bara
tveimum ella trimum árum
síðani droymdu teir í
Molde um, at fótbóltsliðið
hjá teimum skuldi verða
alternativið til Rosenborg í
Tróndheimi. Teir ikki bara
droymdu um tað, men teir
royndu eisini at gera nakað
við tað. Teir er nakað nógv
sagt. Heldur var tað hann,
altso Røkke, sum klaksvík-
ingar kenna so væl frá eit
nú Nærabergi. Hann syrgdi
fyri, at nýggja og mest
stásiliga stadion í Noregi
varð bygt, og hann gav fót-
bóltsfelagnum stórar upp-
hæddir, soleiðis at møgu-
leiki skuldi verða fyri at
keypa góðar fótbóltsspæl-
arar. Alt tóktist ganga rætta
vegin, og meðan Jákup
Mikkelsen var í Molde
megnaðu teir at vinna
silvurkrónurnar og harvið
kvalifisera seg til UEFA
Cup kappingina, sum teir í
kvøld fara undir.
Nú eru allir dreymar um
góða úrtøku í europeisku
kappingini burtur. Í hesum
kappingarárinum
hevur
gingið av skriðuni. Eingir
pengar eru í kassanum, og
tað hevur verið neyðugt
atskerja útreiðslurnar. Tað
var ein av orsøkunum til, at
Jákup Mikkelsen fyri ein-
um mánað síðani segði far-
væl. Á ítróttarliga økinum
duttu teir mánakvøldið enn
longri niður. Tá spældu teir
á heimavølli ímóti Bodø/-
Glimt. Molde hevði nógv
spæl, men teir megnaðu
ikki at skjóta mál. Gestirnir
fingu eitt mál seks minuttir
undan steðginum. Í 2. hálv-
leiki trýsti Molde, teir
sendu í tvørtræið, men teir
fingu ikki mál. Tá ið tað
restaðu tjúgu minuttir skor-
aði Bodø/Glimt, og vón-
brotið í Molde var øgiligt.
Eftir sekstan umfør er
Molde fjórði aftast. Teir eru
eitt stig frá triði niðasta
plássinum, sum ber enda-
spæl um rættin at halda
fram í bestu deildini við
sær.
- Aðalmálið hjá okkum í
heyst verður at spæla fyri
ikki at flyta niður. Tað tyk-
ist sum um spælararnir eru
pirkaðir ímóti at skjóta mál.
Sunnudagin skulu vit spæla
sera
týdningarmiklan
landskappingardyst ímóti
Lyn, sum bara er eitt stig
aftanfyri okkum. Tá verður
tað alneyðugt hjá okkum at
fáa stig burturúr og helst at
vinna. Skulu vit vinna, so
mugu vit finna vegin til
málið. Dysturin ímóti KÍ úr
Klaksvík skal fyrst og
fremst nýtast til at fáa glið á
málskjótingina,
sigur
Molde venjarin Odd Berg.
Hóast tað hevur gingið av
skriðuni, so verður í Molde
ikki tosað um, at venjarin
skal fáa sekkin. Hann fekk
starvið, tá ið svenski Gunde
Bengtsson fekk sekkin. Tá
hevði gingið illa, og tað
hevur ikki verið mett at
vera nøkur loysn enn eina
ferð at geva venjaranum
sekkin.
Dreymurin um at røkka
langt í UEFA kappingini er
langt burtur. Men í Molde
halda tey, at tað hevði verið
stórt vónbrot, um tað ikki
hevði eydnast at vunnið á
KÍ. Tað ræður um at skjóta
mál. Um tað eydnast, so
verða Molde spælararnir
ovurfegnir. Málini, sum teir
vóna at fáa í kvøld, skulu
teir sunnudagin minna seg
aftur á, tá ið teir fara á
vøllin ímóti Lyn liðnum, ið
tá verður komið til hús
aftur úr Føroyum, har teir í
kvøld fara at spæla ímóti
NSÍ.
Molde finnur ikki málið
Lagið var gott á KÍ spælarunum umborð á flogfarinum hjá Atlantic Airways á veg til Molde
Mynd: Norðlýsið
Í gjár skuldi norska
fótbóltsfelagið Lyn
koma til Runavíkar.
Teir skulu í dag spæla
UEFA cup dyst ímóti
NSÍ á Svangaskarði
FÓTBÓLTUR
Ingrid Bjarnastein
Runavík: Í dag skal NSÍ
møta norska felagnum Lyn
á Svangaskarði. Hetta er
fyrri dysturin í UEFA cup
ímóti norska felagnum.
Lyn skuldi koma til
Føroya seinnapartin í gjár,
og eitt sindur verður eisini
gjørt
burturúr
norsku
vitjanini á eystara armi á
Skálafjørðinum.
Millum
annað hevur Býráðið gjørt
av at vinda fløggini á stong,
tí tað skal síggjast, at NSÍ
er komið út í Evropa at
spæla.
– Annars verður skipað
fyri einum døgurða í
morgin (hósd., blaðm), har
bæði feløgini, býráðið og
UEFA cup umboðið verður
við, sigur Ian Højgaard,
sum spælir við NSÍ og
annars samskipar vitjanina
hjá norska fótbóltsfelagn-
um.
Norsku gestirnir steðga
ikki leingi, tí teir skulu við
flúgvaranum aftur longu í
kvøld aftaná dystin.
Flagga fyri norsku
gestunum
SPÆLARALOYVI
Stefan í Skorini
Vit vóru møguliga ov
grammir at staðfesta í
blaðnum í gjár, at Karsten
From nú kann spæla við
NSÍ, og at alt viðvíkjandi
skiftinum frá HB var kom-
ið uppá pláss.
Enn er spælaraloyvið
ikki sent NSÍ, og so leingi
spælaraloyvi ikki er sent til
NSÍ, kann Karsten From
sjálvandi ikki spæla við
nýggja felagnum.
Støðan er nú tann, at
sáttmálanevndin hjá Fót-
bóltssambandinum hevur
góðkent sáttmálan millum
NSÍ og Karsten From. Tó
er tað kappingarnevndin, ið
skal útskriva spælaraloyv-
ið, og tað hevur nevndin
enn ikki gjørt.
Karl Vidtfeldt er formað-
ur í kappingarnevndini,
men hann vildi fyrrapartin
týsdagin ikki úttala seg
beinleiðis um málið. Hann
sigur, at nevndarlimirnir
hava fingið skjølini í mál-
inum, so at ein avgerð fyri-
liggur væntandi skjótt.
Ætlanin var, at kapping-
arnevndin skuldi hava fund
um málið týsdagin eftir
evstamark hjá blaðnum.
NSÍ kann tí vænta sær eitt
svar frá kappingarnevndini
skjótt.
Ivi um From
RÍÐING
Tíðindaskriv
Fjórða og seinasta FM
kappingin hjá Føroyskum
Íslandsrossafelag í hesum
kappingarárinum
verður
21.-23. august.
Innleiðandi kappingarnar
verða hósdagin 21. og
fríggjadagin 22. august.
Finalurnar verða leygar-
dagin 23. august klokkan
14. Í hesum seinastu kapp-
ingunum verða Føroya-
meistararnir í fjórðgongd
fyri ung og vaksin, fimm-
gongd og tølt funnir.
Eisini verður funnið fram
til hvør ríðari hevur flest
stig samanlagt í øllum
kappingunum í ár. Trý tey
fremstu fáa steyp til ognar,
meðan føroyameistararnir
og ríðarin við flest stigum
samanlagt fáa ferðasteyp í
varðveitslu.
Roknað verður við stór-
ari luttøku um metast skal
eftir teimum undanfarnu
kappingunum.
Seinasta freist at tekna
seg til kappingina er týs-
kvøldið 19. august klokkan
20 hjá ítróttarnevndini.
Fleiri
upplýsingar
um
kappingina kunnu fáa við
at venda sær til Símun
Petersen á telefon 215898.
Íslandsrossakapping