hósdagur 14. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 151 - 14. august 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Russar keypa norskan fisk
Norski fiskavøruútflutningurin minkar støðugt, men
samstundis kunnu norðmenn fegnast um, at russiski
áhugin fyri norskum fiskavørum er veksandi. Tað eru
serliga laksur og síl, sum russar vilja hava úr Noregi.
Í juli keyptu russar norskar fiskavørur fyri 95
milliónir norskar krónur, og tað var tvær ferðir meiri
enn í juli í fjør. Tað merkir, at Russland var fimti-
størsti fiskamarknaðurin hjá norðmonnum. Teir
størstu eru Danmark, Frakland, Japan og Týskland.
Sølan til Japan minkaði kortini í juli, og soleiðis var
eisini við søluni til bretska marknaðin.
Í juli útfluttu norðmenn fiskavørur fyri 1,6 milliard
norskar krónur, og higartil í ár er útflutningsvirðið
15,6 milliardir krónur. Tað er ellivu prosent minni enn
sjey teir fyrstu mánaðarnar í fjør. Tað eru serliga tosk-
ur, rækjur og fiskamjøl, sum minni er selt av í ár, og
tað eru serliga bretski og japanski marknaðurin, sum
svíkja. Eitt nú var sølan til Bretlands 43 prosent minni
í juli enn í juli í fjør, og á japanska marknaðinum var
afturgongdin 32 prosent.
700 skulu gravast
uppaftur
Tann 1. juli í 1992 savnaði serbiski herurin allar menn
í bosnisku bygdini Bijeli Potok og flutti teir burtur
haðani. Síðani hevur eingin hoyrt nakað frá teimum.
Nú verður hildið, at teir horvnu menninir kanska
eru at finna í einari hópgrøv við Crni Vrh, sum varð
funnin herfyri, og sum er tann størsta hópgrøvin, sum
higartil er funnin í Bosnia. Serfrøðingar halda, at um
leið 700 lík eru í hópgrøvini, og teir halda, at serbisku
hermenninir hava savnað lík úr øðrum hópgravum og
flutt tey higar í einari roynd at fjala tey.
Avvarðandi hjá teimum monnunum, sum hvurvu úr
bygdini Bijeli Potok, eru komin til Crni Vrh at vita,
um ein maður, sonur, bróður, pápi ella abbi eru at
finna har. Men í hvussu er summi verða noydd at bíða
leingi, tí sambært serfrøðingunum fer tað at taka einar
níggju mánaðir at grava øll líkini uppaftur.
Fekk háv í garnið
Petter Danielsen úr Mandal í Noregi fekk í vikuni ein
bláhav í eitt av gørnunum, sum hann hevði sett á 200
favna dýpi.
Bláhávurin var einar fýra metrar langur og vigaði
um 500 pund. Hann var deyður, tá hann kom inn í
bátin. Petter Danielsen sigur við blaðið Aftenposten,
at hevði hávurin verið livandi, hevði hann slept hon-
um útaftur, men tá hann kortini var deyður, helt hann,
at hann skuldi taka hann við sær til lands, so onnur
kundu sleppa at síggja tann sjáldsama fongin.
Og sjáldsamur fongur var hetta, tí bláhávurin hel-
dur vanliga til á teimum subtropisku leiðunum.
Norskir fiskifrøðingar siga, at bláhávurin stundum er
at síggja vestan fyri bretsku strondina og vestan fyri
Írland, har hann livir av sild, makreli og øðrum fiski,
sum ferðast í torvum.
Næskur myndamaður
Løgreglan í svenska býnum Sundsvall tók í vikuni ein
29 ára gamlan mann, sum hevði til ítriv at taka myndir
av kvinnum, sum passaðu klæðir í passingarrúmun-
um í klædnahandlunum í býnum.
Tann 29 ára gamli maðurin hevði havt hetta ítrivið
í fleiri ár, uttan at nakar hevði varnast, hvat hann tókst
við. Men í vikuni varð hann avdúkaður. Tað hendi, tá
tvær ungar kvinnur brádliga sóu eitt myndatól verða
stungið inn undir forhangið í passingarrúminum, sum
tær vóru í. Tá tær ryktu forhangið frá, sóu tær mannin
standa við myndatólinum í hondini.
Seinni um dagin varð myndamaðurin tikin. Tá løg-
reglumenninir fóru at kanna teldu hansara, komu teir
fram á fleiri túsund myndir, sum maðurin hevði tikið
í ymsum passingarrúmum. Allar myndirnar vóru av
kvinnum.
Fyrradagin vóru trý
ár, síðani russiski
kavbáturin »Kursk«
sakk í Barents-
havinum. Tey
avvarðandi hjá
teimum, sum doyðu,
vilja hava málið
kannað av nýggjum
KURSK-VANLUKKAN
Árni Joensen:
118 russiskir herflotamenn
lótu lív, tá »Kursk« fór til
botns í Barentshavinum
tann 12. august í 2000. Á
ársdegnum fyri vanlukkuna
hevur verið skipað fyri
minningarhaldi í fleiri russ-
iskum býum, og soleiðis
var eisini týsdagin.
Avvarðandi hjá teimum,
sum doyðu við »Kursk«,
halda seg framvegis ikki
hava fingið allan sannleik-
an um tað, sum hendi aft-
aná, at kavbáturin fór til
botns. Tað kom fram, at 23
av manningini vóru á lívi
eina tíð, eftir at kavbáturin
var sokkin, og tey avvarð-
andi vilja vera við, at
myndugleikarnir vóru alt
ov skjótir at gevast við
royndunum at bjarga teim-
um 23 monnunum.
Moskva-blaðið Novaja
Gazeta skrivaði í gjár, at 40
familjur hava sent myndug-
leikunum bræv, har tær
krevja, at alt málið um
»Kursk« verður kannað av
nýggjum, tí tey kenna seg
sannførd um, at myndug-
leikarnir dylja týðandi upp-
lýsingar. Nevndin, sum
kannaði vanlukkuna, kom
til ta niðurstøðu, at teir 23
menninir livdu bert nakrar
tímar aftan á vanlukkuna,
men tey avvarðandi vilja
vera við, at menninir
kanska vóru á lívi í tvey
samdøgur, eftir at »Kursk«
kom at liggja á botni í
Barentshavinum. Tað hevur
ikki gjørt illgrunan minni,
at myndugleikarnir hava
gjørt av, at øll skjøl í sam-
bandi við vanlukkuna skulu
haldast loynilig í 25 ár.
Tann kjarnorkurikni kav-
báturin sakk norður úr
Murmansk
eftir
eina
spreinging í torpedorúmin-
um.
Amerikanska
fyritøkan Honeywell
hevur gjørt ein
nýggjan sjálvstýrara,
sum skal forða fyri, at
flogfør verða rænd og
nýtt til
yvirgangsatsóknir.
FLOGTRYGD
Árni Joensen:
Tann nýggi sjálvstýrarin
skal millum annað forða
fyri, at eitt flogfar rennir á
eini hús, og endamálið við
honum er at fyribyrgja van-
lukkum av tí slagnum, sum
vóru í USA tann 11.
september í 2001.
Amerikanska
elektro-
nikkfyritøkan Honeywell
hevur gjørt tann nýggja
sjálvstýraran í samstarvi
við evropeisku flogverk-
smiðjuna Airbus, og sam-
bært verkfrøðinginum Don
Bateman fer Airbus at
royna ta nýggju útgerðina í
einum av sínum flogførum
eina ferð næsta ár.
Trygdarserfrøðingar siga,
at amerikanska loysnin er
áhugaverd, men teir halda
ikki, at tað ber til einans at
seta sítt álit á teknologiskar
loysnir í hesum høpi. Teir
vísa í hesum sambandi á
ein tilburð á John F.
Kennedy-floghavnini
í
New York seinasta sunnu-
dag.
Har komu fólk fram á
tríggjar
stuttleikafiski-
menn, sum gingu og válaðu
á einari av flogbreytunum.
Tað vísti seg, at menninir
høvdu verið í einum lítlum
báti, sum var rikin á land,
haðani teir vóru komnir inn
á flogbreytina, uttan at
trygdarskipaninar
góvu
nakað tekin frá sær.
Krevja nýggja kanning av
vanlukkuni við »Kursk«
Sjálvstýrari skal forða flogránum
Fýra ára gamla Kristina við gravsteinin hjá pápa sínum, sum doyði við kavbátinum »Kursk«
Nr. 151 • hósdagur • 14. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ið toppskjúttin í
føroysku
landskappingini
minnist, hvussu tað
hilnaðist hjá KÍ í
europeisku
kappingini í fjør,
heldur hann onga
orsøk vera at kvíga
fyri stórtapi í kvøld
KÍ Í EUROPA CUP
Jóannes Hansen
SOSIALURIN-MOLDE:
Hjalgrím Elttør hevur havt
undanvind síðstu dagarnar.
Sunnudagin skoraði hann
fýra mál, og undan fráferð-
ini úr Føroyum týsdagin
fekk hann landsliðsboð.
Tey fýra málini ímóti EB/-
Streymi hava við sær, at
hann er toppskjútti í lands-
kappingini.
Hevur tú áður skorað
fýra mál í einum dysti?
- Tað havi eg ongantíð
áður gjørt í vaksnamanna-
deildini. Í yngru deildunum
skoraði eg ofta nogv mál.
Seinasta ferðin eg minnist,
at tað eydnaðist at skjóta
nógv mál, var í steypa-
finaluni í unglingadeildini í
fyrraárið. Tá haldi eg meg
minnast, at eg skoraði seks
mál.
Góðar royndir
Tá ið vit tosa um uppgáv-
una, sum er á skránni hjá
Hjalgrími og KÍ í kvøld,
kann hon tykjast ógvuslig.
Vandin fyri stórtapið lúrir
altíð, men toppskjúttin er
ikki bangin fyri, at tað skal
ganga av skriðuni.
- Tað er sjálvandi ilt at
siga. Men um vit nýta
royndirnar frá í fjør, so
nýtist okkum ikki at stúra.
Tá spældu vit ímóti ung-
verska Újpesti. Á heima-
vølli megnaðu vit 2-2. Tá ið
vit fóru niður til Budapest
lúrdi vandin fyri stórtapið
ivaleyst, men vit taptu bara
1-0. Ofta hevur tað víst seg,
at føroysk lið hava havt tað
torført í 2. hálvleiki, tí
orkan hevur ikki verið tann
sama, sum hon hevur verið
hjá mótstøðuliðunum, men
soleiðis var tað ikki hjá
okkum ta ferðina. Síðstu
løtuna trýstu vit teir, og eg
sendi bóltin í stólpan. Tá ið
vit nú hugsa aftur á dyst-
irnar í fjør, so var møgu-
leikin ivaleyst størri at
koma víðari í kappingini,
enn
vit
frammanundan
høvdu roknað við, minnist
Hjalgrím Elttør aftur á, og
hann leggur afturat:
- Føroysk lið fara neyvan
at røkka langt í europeisku
kappingini. Sjálvandi hevði
tað verið hugaligt hjá okk-
um sum fyrsta føroyska fel-
agið nakrantíð at spælt okk-
um víðari úr fyrsta umfar-
inum. Men í løtuni hugsa
vit fyrst og fremst at røkka
einum so mikið góðum
úrsliti á útivølli, at tað verð-
ur spennandi hjá okkara
áskoðarum og okkum, tá ið
Molde um tvær vikur kem-
ur at vitja okkum.
Upp og niður
KÍ var fyrsta føroyska
felagið, sum royndi seg í
Europa Cup í 1992. Síðani
hevur tað gingið eitt sindur
upp og niður. Í 2000 var KÍ
í fyrsta innleiðandi umfar-
inum í kappingini fyri
meistaralið, og tá gekk tað
av skriðuni ímóti eystur-
ríkska liðnum.
Frammanundan hevur KÍ
staðið seg væl á Svanga-
skarði ímóti ísraelska liðn-
um Maccabi Haifa. Ímóti
Skonto Riga í 1992 tapti KÍ
báðar dystirnar.
Molde er ikki væl fyri í
norsku kappingini. Norskur
fótbóltur verður kortini
skattaður so mikið hægri
enn føroyskur fótbóltur, at
eingin ivi er um, at norska
liðið er stórfavorittur á
heimavølli í kvøld. At
klaksvíkingar
kanska
kunnu megna meiri, enn
tað kann roknast við, er ein
onnur søga. Men teir hava
áður víst, at møguleiki er
fyri tí. Umstøðurnar at
spæla fótbólt í Molde í
kvøld verða ivaleyst góðar.
Í gjár vóru umleið átjan
hitastig, stilli og einki
avfall. Tað mugu sigast at
vera optimalar umstøður at
spæla fótbólt í.
Hjalgrím ræðist ikki Molde
Seinast Hjalgrím Elttør skoraði fleiri enn fýra mál var í steypafinaluni í unglingum, tá hann skeyt seks mál ímóti ÍF
KÍ-leikararnir spenna frá undan dystinum ímóti Molde í
kvøld
Mynd: Norðlýsið
C
M
Y
K
13
12