Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 152 - 15. august 2003 Nr. 152 - 15. august 2003 3 Hanna Augustinussen 80 ár Í dag 15. august fyllir Hanna Augustinussen í Vági 80 ár. Hanna er dóttir Lenu úr Skopun og Jákup Mohr úr Vági. Hon vaks upp vesturi við Misá í Vági sum triðja av fimm systkj- um. Elstur var Arni, sum búði í Vági, síðan Poulina, sum búði í Klaksvík, og tey yngru vóru Mourentza, ið búði í Vági og Birgir, sum býr á Sandi. Av teimum eru nú bert Hanna og Birgir eftir á lívi. Hanna giftist inn í Smill- um við Joen Paula, í dag- ligari talu nevndur Pallin. Hetta var stutt eftir, at ver- faðirin var gingin burtur við Grasinum. Har vóru nógv fólk í húsi og sjálvi fingu tey fýra børn. Har afturat kom nógv fólk inn á gólvið, so mangan gekk prátið lívliga í køkinum. Gerandisdagurin var tann vanligi, har jørð var í hús- inum og maðurin var sjó- maður. Tá mátti konan taka sær av øllum tí sum var at gera heima. Av tí at vit ikki búðu í somu bygd, so knýta okk- ara minnir seg mest til frí- tíðirnar. Vit vóru har suðuri alla summarfrítíðina, ofta eisini á páskum og hvítu- sunnu. Yngsta systirin búði eisini har suðuri í tveir mánaðir, meðan foreldur okkara vóru í Danmark í sjúkraørindum. Hóast hús- ini tá á døgum ikki vóru so stór, sum húsini vanliga er nú, so var altíð pláss fyri okkum. Um ikki ein song var í part, so svóvu vit sam- an við systkinabørnunum. Nógv var at gera í hús- inum, men tað hugsaðu vit ikki um, tá vit vóru børn, tí ongantíð merktu vit at mostir ikki hevði tíð til okkum., Tað kendist so trygt, tá hon var har, so okkum longdist ikki norður aftur, hóast foreldur okkara ikki vóru við. Nakað av tí sum okkum dámdi best var at hoyggja. Í Klaksvík høvdu vit ikki møguleika til at uppliva tann partin av bygdarlív- inum, so fyri okkum var tað ein útferð í góðum veðri at vera við á bønum. Fyrst fóru vit tó til Sandur við Misá at keypa piparkøkur og sodavatn, fløskurnar kundu altíð »avreiðast« seinni. Hvørja nyttu vit gjørdu, tosa vit minni um, men so stuttligt hildu vit tað vera at ein okkara í páskafrítíðini eitt árið, veðrið var so sera gott, bað mostir koma vestur á bøin at hoyggja. Nú vit eru blivnir eldri, hugsa vit ofta um, hvussu hon fekk tíðina at strekkja til. Sjálvt um húsarhaldið nú er vorðið minni, er hon framvegis í gongd og altíð er hon fús at geva eina hjálpandi hond við yngru ættarliðunum. Við sínum lætta sinni og altíð við tí góða orðinum, tykist tað, sum hon hevur gjørt orðini hjá mammu síni, sum Birg- ir tók tilæ á ættarstevnuni í Skopun herfyri, til síni, at arbeiði er eitt vælsignilsi. Góða mostir! Vit vilja við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku og Guðs signing við 80 ára degnum og vóna, at tú fært nógv góð ár saman við tínum børnum, ommu- og langommu- børnum, og samstundis takka vit fyri nógv góð minnir. Systirdøturnar í Klaksvík Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma, dóttir, systir, verdóttir og svigarinda okkara Sigbjørg Dahl, Oyri (fødd Poulsen, Eiði) lá sjúk, andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á B5 á Landssjúkrahúsinum, Emil, prest, fyri vøkur orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, tykkum ið stóðu fyri ervinum, tykkum ið komu inn á gólvið, ringdu og á annan hátt hjálptu í stóru sorg okkara. Tøkk fyri blómur, kransar, peningagávur til Norðskála kirkju, og tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Maður, børn, svigarbørn og ommubørn MÓTTØKA Í sambandi við,at FSF-húsið alment verður tikið í nýt- slu,verður skipað fyri almennari móttøku í húsinum, mikudagin 20.august 2003,frá kl.14.00 til kl.16.30. Millum gestir okkara hendan dagin verður Hr.Joseph S. Blatter, FIFA-presidentur og Hr. Eggert Magnús- son, UEFA-nevndarlimur. Høvið verður hjá fólki at síggja húsið. KONSERT Tíðindaskriv Sunnudagin komandi kl. 16.00 fer kórið Tarira at hava konsertí Müllers Pakk- húsi. Á hesi konsert verður framført eitt nýskrivað verk av Sunleif Rasmussen. Hetta er fyrsta frumfram- førðsla av einum kórverkið hjá Sunleif Rasmussen í Føroyum síðan 1992. Verk- ið eitur Døgg, orðini eigur Karsten Hoydal. Sunleif Rasmussen stjórnar kórinum, sum um- framt hansara kórverk eis- ini framføra fólkaløg, Kingo, verk erftir Vagn Holmboe og Paula Hansen. Tónaskaldið Sunleif Rasmus- sen er kosin heiðursforseti fyri Listastevnu Føroya og til setaninna av Listastevn- uni framførdi kórið verkið »Blátt« eftir Sunleif Rasmussen. Føroyska kórið Tarira, sum telur 18 sangarar, varð stovnað á vári í fjør. Tarira leggur seg eftir at bera fram nýggjan føroyskan og norð- urlendskan tónleik og renessansutónleik. Øðrvísi, forvitnislig og nýskapandi. Soleiðis kann sangskráin til konsertina hjá nýggja kór- inum Tarira lýsast í stutt- um. Ein prima konsert Tarira hevði tvær várkon- sertir fyrst í apríl mánað í ár, eina í Fuglafirði og ta seinnu í Tórshavn. Í um- mæli av seinnu konsertini í Havn varð skrivað soleiðis: »konsertin var eitt lítið til- trongt ljós á leiðini, sum onnur eiga at fáa lut í«, »nýskapandi konsert á høg- um stigi.« Navnið, sum er tikið úr hugaheimi William Heine- sens, sipar til spælandi gentuna, sum er hálvur dreymur og hálvur veru- leiki. Tarira umboðar leik, list og vakurleika og er eyð- kend fyri sínar longu, leik- andi fingrar, sum síggjast aftur í búmerkinum hjá kór- inum. Sangararnir eru settir saman á henda hátt: Sopran: Joanna Johan- sen, Berghild Poulsen, Ar- ina Bischoff, Unn Paturson og Urd Johannesen. Alt: Píl Reinert, Gunnvør Poulsen, Durita Eliasen og Elspa Samuelsen. Tenor: Peter Niclasen, Hans Debes, Pauli Hansen og Uni Petersen. Bass: Eyðun Eliasen, Høgni Debes, Andrias Peter- sen, Niels Winther og Fróði Sandoy. Tarira konsert í Müllers Pakkhúsi Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða kona og mamma okkara Sannemi Hansen andaðist týskvøldið 12. august á Landssjúkrahúsinum, 74 ára gomul. Kistan kemur í Glyvra kirkju fríggjakvøldið klokkan 18.30. Jarðarferðin verður leygardagin klokkan 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Fyri tey avvarðandi Bjarni, Johan Hans og Hilmar Jan Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, abbi, beiggi og verpápi okkara Borgar í Andrasstovu Nybo ættaður og búsitandi í Tórshavn, andaðist í heiminum 13. august, 61 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin 16. august kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Ásfríð, børnini og abbabørnini Tey, ið ynskja at lata blómur ella krans, kunna í staðin lata eina peningagávu á konto í Føroya Sparikassa. Seinasta orðið er eftir øllum at døma ikki sagt um umsitingar- háttin í Fiskimálaráð- num í sambandi við samanlegging av veiðuloyvum. Í næst- um verður sjálvur umsitingarhátturin tikin upp í Lands- stýrismálanevndini, lovar Heini O. Heine- sen EFTIRLIT Rúnar Reistrup Landsstýrismálanevndin fer í næstum at hyggja nærri at fleiri av teimum veiðuloyv- unum, sum vórðu givin eftir sama leisti sum nógv umtalaða tilsøgnin um veiðiloyvi hjá Jógvan S. Tað sigur formaðurin í nevndini, Heini O. Heinesen. – Um vit fara undir veru- ligar kanningar av øllum málunum ella vit velja nøk- ur einstøk mál út fyri at kanna umsitingarligu manna- gongdina, dugi eg ikki at siga enn, tí tað veldst um, hvat landsstýrismálanevnd- in kann semjast um, men í øllum førum taka vit tað upp, sigur Heini O. Heine- sen. Í niðurstøðu í frágreiðing síni til Fiskimálaráðið um Jógvan S málið, sigur Halg- ir Winther Poulsen, advo- katur, at tað er grovt brot á rættartrygdina at taka aftur tilsøgnina um veiðiloyvi hjá Jógvan S, um onnur veiðiloyvi, givin á líknandi hátt, ikki fáa somu lagnu. Og hóast Heini O. Heine- sen beinanvegin gav til kennar sína greiðu meining ímóti, at Fiskimálaráðið bað løgfrøðingar meta um málið, er hann ikki ósamd- ur við Halgir Winther Poul- sen um at tað er skeivt at velja bara eitt mál burturúr rúgvuni. Ætlað frá byrjan Heini O. Heinesen kundi sjálvur hugsað sær, at málið varð kannað meira breitt frá byrjan, men hesum var ikki meiriluti fyri í nevndini. – Eg var av teirri fatan, at tað var betri at kanna málið breitt, men ein meiriluti í nevndini (hinir báðir nevnd- arlimirnir Kaj Leo Johanne- sen og Jákup Mikkelsen, blaðm.) valdi at viðgera bert hetta einstaka málið við atliti til sjálva kæruna frá felagnum Línuskip, og hesum mátti eg boyggja meg fyri, sigur formaðurin í landsstýrismálanevndini. Hetta hendi á fundi hjá landsstýrismálanevndini 26. mars í ár, eftir at nevndin fyri aðru ferð hevði fingið ummælið fiskimálaráðharr- ans av kæruni. Tekur ár Kaj Leo Johannesen, limur í landsstýrismálanevndini sigur, at skuldi nevndin far- ið undir at kanna øll tey mongu 32 málini afturat um veiðiloyvi givin á sama skeiva grundarlagi sum til- søgnin um Jógvan S veiði- loyvi bygdi á, hevði arbeið- ið ikki tikið mánaðir, men ár. Kaj Leo vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til hvørja støðu hann hevur til at taka sjálvan umsitingar- háttin í Fiskimálaráðnum upp til viðgerðar, nú tá Jógvan S málið er avgreitt, men vísir til at landsstýris- málanevndin hevur skyldu til at taka allar kærur upp. Velur landsstýrismála- nevndin at fara undir veru- ligar kanningar av umsit- ingarligu mannagongd- unum á Fiskimálaráðnum í sambandi við samanlegg- ing av veiðuloyvum, so kann tað sambært Heina O. Heinesen gerast á ein skjót- ari hátt enn Jógvan S kann- ingin. – Man kann hugsa sær at vit heldur enn at fara undir drúgt brævaskifti velja at taka fundir við teir inn- blandaðu partarnar. Slíkt kann ofta loysast skjótari við fundum enn við bræva- skifti, sigur Heini O. Heine- sen. Fíggjarmálaráðið sendi í gjár tíðinda- skriv út til fjølmiðlar- nar fyri at greiða frá hvussu tað og fíggjar- málaráðharrin síggja málið um eykajáttan til vegagerð í sam- bandi við Norðoya- tunlinum. Nú stendur orð ímóti orði POLITIKKUR Rúnar Reistrup Í tíðindaskrivi, sum Fíggj- armálaráðið sendi fjølmiðl- unum í gjár, harmast Kar- sten Hansen, fíggjarmála- ráðharri um, at tíðinda- flutningurin um Norðoya- tunnilin er farin at snúgva seg um, hvør hevur borið seg skeivt at í sambandi við eina eykajáttan til keyp av jørð til vegagerð, og kemur síðan við einum íkasti afturat í kjakið um hvør tað í veruleikanum er, sum hevur borið seg skeivt at. Í Sosialinum seinastu tvær vikurnar hava vinnu- málaráðharrin, Bjarni Djur- holm, og fíggjarmálaráð- harrin, Karsten Hansen, kjakast dúgliga um orsøk- ina til at ein eykajáttan, sum vinnumálaráðharrin fyrr í ár bað fíggjarmála- ráðharran um, ikki varð játtað. – Upplýsingar frá lands- stýrismanninum í Vinnu- málum, sum Sosialurin ber víðari, kunnu geva fólki ta rangvørgu fatan, at lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um hevur lagt forðingar í vegin fyri, at umsóknin um peningin til jarðarkeypið er játtað, skrivar Fíggjarmála- ráðið, men siterar Karsten Hansen fyri, at hann undir ongum umstøðum hevur lagt slíkar forðingar í vegin. Tíðarfestingar Eins og vinnumálaráðharr- in í farnu viku legði sína út- gávu av tíðarfestingunum í málinum alment fram, leggur fíggjarmálaráðharr- in nú sína útgávu av tíðar- festingunum fram við tí fyri eyga at prógva, at tað var Vinnumálaráðið, ikki Fíggj- armálaráðið, sum bar seg skeivt at. Av tíðarfestingunum sæst, at Vinnumálaráðið heili fýra ferðir sendi Fíggjar- málaráðnum skriv um eykajáttan. Fíggjarmálaráð- ið sigur í tíðindaskrivinum, at eingin av teimum fýra umsóknunum gingu undir kravið um útreiðsluneutral- itet, og tí kundu tær ikki játtast. – Hesar upplýsingar vísa, at umsóknin frá Vinnu- málaráðnum kundi ikki gangast á møti. Høvuðsor- søkin er, at umsóknin í síni heild ikki var útreiðsluneu- tral so, sum reglurnar áseta. Orsøkin er ikki, at eg ella ráðharrastova mín legði forðingar í vegin, verður Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, siteraður fyri at siga. Harafturat vísir Fíggjar- málaráðið á onnur óheppin viðurskifti í sambandi við eykajáttanarumbønina frá Vinnumálaráðnum. – Eitt nú kom Vinnu- málaráðið við teirri sein- astu umsóknini eftir ar- beiðstíð tann 27. februar. Hetta var dagin fyri, at upp- skotið til eykajáttanarlóg skuldi viðgerast á lands- stýrisfundi, sigur Fíggjar- málaráðið. RÆTTING Rúnar Reistrup Frumsýningin av film- inum Føroyar.dk hjá Ulla Boje Rasmussen, verður frumsýndur í Norður- landahúsinum fríggja- kvøldið kl. 19.30, og alt- so ikki, sum vit skrivaðu í gjár, í Havnar Bio.Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar. Ulla Boje Rasmussen kom annars til landið í gjár við flogfarið, og sum tað fyrsta legði hon leið- ina til Gásadals, sum ikki longur er teir 1700 metr- arnar frá framtíðini, sum filmskvinnan lýsti í sín- um filmi um bygdina. Frumsýning í Norðurlandahúsinum Heini O. Heinesen, formaður í landsstýrismálanevndini: Umsitingarhátturin verður kannaður Orð ímóti orði um Norðoyatunnilin Tíðarfestingar Fíggjar- málaráðsins fyri eykajátt- anarlóg fyri mars 2003 20. januar 2003: Rundskriv um eykajáttanir í 2003 verður sent út, har tíðarfreistir og krøv til útreiðsluneutralitet og við- merkingar verða ásett. Í rundskrivinum er eisini ásett, at tvey uppskot til eykajáttanarlóg verða løgd fram í Løgtinginum í 2003. Freistin at koma við umbønum um eykajáttan er ásett til ávikavist 10. juni og 14. oktober. 13. februar 2003: Á landsstýrisfundi verður avgerð tikin um, at neyðugt er við eini eykajáttanarlóg, serliga orsakað av umbøn um eykajáttan til nýggja bygningin hjá Landssjúkra- húsinum. 14. februar 2003: Fyrsta skriv frá Vinnumálaráðnum, har boðað verður frá, at neyðugt verður við eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin og 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1. 24. februar 2003: Annað skriv frá Vinnumálaráðnum, har boðað verður frá, at neyðugt verður við eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin, 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1, 400 tús. kr. til keyp av lendi til vegagerð Borðoyarmegin í sambandi við Norðoyatunnilin og møguliga til eina kærunevnd, sum skal taka sær av málum viðvíkjandi barsilsskipanini. 26. februar 2003: Triðja skriv frá Vinnumálaráðnum, sum er umbøn um eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin, 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1 og 400 tús. kr. til keyp av lendi til vegagerð í sambandi við Norð- oyatunnilin. 27. februar 2003 (kl. 16.08): Fjórða skriv frá Vinnumálaráðnum, sum er umbøn um eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin, 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1, 400 tús. kr. til keyp av lendi til vegagerð í sambandi við Norðoya- tunnilin og 66 tús. kr. til Kunningartænastu á Norður- bryggjuni í Keypmannahavn. 28. februar 2003 (kl. 13): Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003 verður viðgjørt á landsstýrisfundi og latið løgtingsskrivstov- uni. Á §6 Vinnumál er umbønirnar um eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin og 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1 tiknar við. Karsten Hansen leggur nú síni prógv á borðið, fyri at tað ikki var hann, men Bjarni Djurholm, sum bar seg skeivt at í sambandi við eykajáttan til vegagerð til Norðoyatunnilin Savnsmynd C M Y K 3 2