fríggjadagur 15. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 152 - 15. august 2003
Nr. 152 - 15. august 2003
5
Sparingar hjá heilsu-
og heimarøktarum
føra til stóran
ruðuleika á økinum.
Limirnir hjá Heilsu-
hjálparafelagnum
hava fingið boð um,
at vegna sparingar
skulu limirnir halda
seg innanfyri
setanarbrøkin og so
lítið av meirtímum
sum gjørligt skulu
brúkast. Hetta meta
heilsu- og heima-
røktararnir verða
ómøguligt
ÓNØGD
Ingrid Bjarnastein
Heilsu- og heimarøktararn-
ir í Suðurstreymoy hava
fingið boð um, at enn eina-
ferð skulu sparingar gerast.
Hesuferð á arbeiðsøkinum
hjá heilsu- og heimarøktar-
unum. Boð eru givin frá
økisleiðaranum um, at so
fáir yvirtímar skulu takast
sum møguligt, men sama
arbeiðið skal gerast innan
givna setanarbrøkin.
– Heilsu- og heimarøkt-
ararnir hava havt ein setan-
arbrøk, sum er millum 25
og 35 tímar. Um ein hevur
arbeitt til dømis 25 tímar
um vikuna, so hevur altíð
borið til at fáa teir meirtím-
arnar, sum tørvur hevur
verið á, tí ongin kann liva
fyri 25 tímar um vikuna,
greiðir Ása Olsen, for-
kvinna í Heilsuhjálparafel-
agnum frá.
– Nú hava vit fingið at
vita, at tað er liðugt við
meirtímunum, og um meir-
tímar verða tiknir, so skulu
teir helst avspákast. Tað er
tað nýggjasta útspælið frá
økisleiðaranum, og er tað
hetta limir okkara eru sera
ónøgdir við.
Kreppufund
Mikudagin
varð
ein
kreppufundur hildin fyri
limirnar hjá Heilsuhjálp-
arafelagnum
í
Suður-
streymoy.
– Limirnir kenna seg
ótryggar og tað skapar til
stóran ruðuleika og ónøgd,
at eitt slíkt útspæl er komið
frá økisleiðaranum. Nú
hava vit fólk, sum ikki
kunnu liva av sínum ar-
beiði, og tað kunnu vit ikki
hava, sigur Ása Olsen.
– Okkara limir verða
trýstir og útbrendir, um teir
skulu arbeiða á henda hátt.
Eitt dømi er ein kvøld-
vakt, sum hevur eini 20
vitjanir eitt kvøld. Hetta
skal kvøldvaktin klára inn-
an átta tímar. Arbeiðið hjá
eini kvøldvakt fevnir seg
um alt frá persónligari røkt,
at geva heilivág, at geva at
eta og at leggja tey gomlu í
song, so tað er ymiskt,
hvussu langa tíð, hvør vitj-
an tekur.
– Tað ber ikki til at fara
soleiðis við fólki. Ein kann
eisini seta spurnartekin við
tænastuna, sum nú skal
verða veitt brúkarunum. Og
umframt arbeiðið, so skulu
vaktirnar eisini koyra runt í
býnum, so tað er satt at siga
ómøguligt.
Tiltøk
Ása Olsen skilir ikki, hví
limirnir ikki kunnu koma í
ein setanarbrøk, sum ásetur
rætta tímatalið.
– Men higartil hevur tað
ikki verið nakar trupulleiki,
tá limirnir hava kunnað tik-
ið teir meirtímarnar tørvur
er á.
Heilsu- og heimarøktar-
arnir vilja hava skil á hes-
um økinum, og so skjótt
sum gjørligt eisini.
– Um okkurt ikki hendir
skjótt, so fara vit at seta
tiltøk í verk, sigur Ása
Olsen, sum enn ikki dugir
at siga, hvørji tiltøk tað
verða.
– Tað kann vera so nógv,
og vit fáa at síggja við tí til
ta tíð.
Økisleiðarin fyri Suður-
streymoy vil onga viðmerk-
ing gera til støðuna, men
vísir til stjóran í heimarøkt-
ini, Mary í Garði. Tað
eydnaðist okkum ikki at fáa
fatur á henni áðrenn evsta-
mark okkara.
Býráðið hevur keypt
ognina Tinghúsvegur
37. Húsini verða
leigað út til AA og Al
Anon, sum eru
felagsskapir fyri
rúsdrekkamisnýtarar.
Økið rundanum
verður til eina park,
sum skal verða opin
hjá almenninginum
at vitja
KEYP
Ingrid Bjarnastein
Tinghúsvegur 37 er nú ogn
býráðsins. Talan er um eini
sethús, sum nú verða út-
leigað til AA og Al Anon,
sum eru felagsskapir fyri
rúsdrekkamisnýtarar
og
teirra avvarandi.
– Tey hava fingið húsini
til leigu, og tað verður so
teirra uppgáva at umvæla
tey og halda tey við líka,
sigur Jens Marius Poulsen,
býráðsskrivari, so hvussu
og nær húsini verða tikin í
nýtslu veit hann ikki at
siga.
– Dansifelagið hevur
Hornahúsini, og Kvinnufel-
agið hevur til dømis Mettu-
stovu. Tað stendur ikki í
nakrari lóg, at býráðið skal
hýsa felagsskapum sum
hesum, men hetta er gjørt
fyri at bøta um trivnaðin í
høvuðsstaðnum.
Til ognina Tinghúsvegur
37 hoyrir ein stórur grønur
garður, og harafturat eigur
býráðið frammanundan tað
grøna økið frá Sjónleikara-
húsinum niðan til Tungu-
gøtu. Sostatt strekkir økið
hjá býráðnum seg frá Sjón-
leikarahúsinum og heilt
niðan á Tinghúsvegin.
– Hetta økið kemur at
verða ein park. Ein grønur
blettur í býnum, har tað
skal verða opið hjá almenn-
inginum at vitja, sigur Jens
Marius Poulsen.
Heilsuhjálparafelag Føroya:
Sparingar elva til ruðuleika
Ása Olsen, forkvinna í Heimarøktarafelagnum, sigur, at limirnir eru sera ónøgdir við sparingar,
sum eru settar í verk. Hótt verður eisini við møguligum tiltøkum
Savnsmynd
Tinghúsvegur 37 til AA og Al Anon
Tinghúsvegur 37 er nú ogn býráðsins og eru húsini útleigað til
AA og Al Anon
Mynd: Álvur Haraldsen
Rundanum Tinghúsveg 37 og oman til Sjónleikarahúsið er ein
grønur blettur mitt í býnum. Býráðið eigur nú alt hetta økið, og
skal tað verða opið hjá almenninginum at vitja
Mynd: www.kortal.fo
Ove róð á sinni til
Danmarkar, Guðrun
Sólja vann Stjerne For
En Aften, Heidi
Andreassen hevur
heimsmet í svimjing,
og Torkil Nielsen
skoraði í Landskrona.
20 ára gamla
havnargentan, Katrin
Knudsen, hevur eisini
skrivað seg inn í
søgubøkurnar. Hon
er nevniliga fyrsti
studentaskúlanæmin
gur, sum ikki hevur
mist ein tann einasta
skúlatíma í samfull
trý ár, og hetta hevur
eingin annar
føroyingur megnað
UPPMØTING/-
SKÚLAGONGD
Heini í Skorini
Katrin Knudsen úr Havn,
sum fekk lokið students-
prógv í summar, hevur í trý
ár verið ein vanligur næm-
ingur í Føroya Studenta-
skúla í Hoydølum. Men eitt
fyribrigdi hevur gjørt Kat-
rin til ein øðrvísi næming
enn allar hinar, nevniliga
fráveran.
Katrin Knudsen hevur
sum fyrsti næmingur nak-
rantíð ikki mist ein tann
einasta skúlatíma í samfull
trý ár, og tað ger 20 ára
gomlu havnargentuna til
nakað serligt.
Umframt at hava møtt
upp til 100% av skúlatím-
unum hesi trý árini, hevur
hon í fólkaskúlanum líka
frá fyrsta flokki ongantíð
skulkað.
- Teir einastu tímarnir, eg
misti í fólkaskúlanum, var,
tá vit skuldu til tannlækna,
men tá varð ein ikki skriv-
aður upp sum fráverandi,
sigur Katrin Knudsen, tá vit
hittu hana í Dalinum Fagra
í Hoydølum frammanfyri
skúlanum, hon í trý ár
hvønn skúladag hevur møtt
upp á. So í veruleikanum
tosa vit um 13 ár og ikki
bert trý ár
Birgir Kruse legði
lunnar undir
Spurd, hví hon hevur valt
hesa heldur óvanligu skúla-
leið, er Katrin skjót at
svara, at ein hending fyri 13
árum síðani hevði stórt árin
á hana.
- Eg var ov sein í skúla í
fyrsta tíma mínum í fyrsta
flokki, og Birgir Kruse var
lærari. Hendan dagin hugdi
hann í eygu míni og segði,
at í skúlanum møtir ein
upp, eisini til tíðina. Síðani
tá havi eg ikki megnað at
hyggja ein lærara í eyguni,
um eg havi verið fráverandi
í tímum hansara, sigur
Katrin Knudsen við einum
smíli.
Hon heldur, at tá ein lær-
ari fyrireikar hvønn einasta
tíma og sjálvur møtir upp,
heldur hon tað vera synd í
læraranum, um næming-
arnir ikki møta upp. Katrin
vísir víðari á, at júst sjónar-
horn lærarans hevur verið
høvuðsorsøk hennara at
møta upp til allar tímarnar
gjøgnum øll árini.
- Tað hevur ikki verið av
fakligum orsøkum, at eg
ikki havi viljað mist nakran
tíma, men fyri lærarans
skuld, sum hevur fyrireikað
alt og tískil eigur at fáa
virðing.
Katrin
leggur
flennandi afturat, at hon
sanniliga ikki altíð hevur
verið til staðar sálarliga,
hóast hon likamliga hevur
sitið á plássi sínum í stov-
uni.
Flokkurin argaði
Ein kann ikki bara sær at
spyrja, hvussu ólukkan hon
hevur megnað at fullføra
hetta, og hvat hon hevur
gjørt við allar tær forðingar,
sum eru á leiðini fram
ímóti lovaða landinum,
nevniliga 0% í fráveru eftir
trý ár.
- Flokkur mín hevur ver-
ið ein forðing, serliga í
byrjanini. Tey skiltu ikki, at
eg ikki vildi missa nakran
tíma, men eg skilti heldur
ikki, at tey ikki kundu skilja
meg og mína søk, sigur
Katrin. Hon leggur mær
eina við at fáa við, at talan
altso var um ein sera góðan
flokk, hóast tey av og á arg-
aðu hana við ymiskum.
- Einaferð, tá eg gekk á
høkjum, og vit skuldu
skifta stovu, vórðu høkj-
urnar tiknar frá mær, so eg
ikki kundi flyta meg, men
tíbetur megnaði eg at fáa
tær aftur og skifta stovu,
áðrenn næsti tímin byrjaði.
Annars hava tey ofta tikið
skúlating míni, so eg skal
vera ov sein til næsta tíman
og harvið skrivað upp sum
fráverandi,
men
mítt
illsinni gjørdi, at tey góvust
við hesum, sigur ein flenn-
andi Katrin.
Katrin sigur víðari frá, at
ein dagin var lærari sjúkur,
og flokkurin kundi tískil
fara heim.
- Eg var eisini farin heim,
men knappliga ringdu tveir
floksfelagir og søgdu, at
lærarin allíkavæl var møttur
upp. Eg skundaði mær
oman so skjótt eg kundi, og
tá sótu tey í vindeyganum
og flentu, sigur Katrin.
Sostatt hevur hon á ein
hátt verið undir einum
bólkatrýsti, og Katrin hel-
dur, at tað at vera øðrvísi
hevur verið høvuðsforðing
hennara. Nýklakta studen-
tapisan undirstrikar tó, at
flokkurin mest gjørdi hetta
í spølni uttan nakrar ónd-
sinnaðar ætlanir.
Kapping móti
endanum
Sum tíðin leið, broyttist
hugburðurin uttanífrá, og
Katrin sigur frá, at flokkur-
in gjørdist stoltari av henni.
- Móti endanum av
skúlaskeiðinum
søgdu
fleiri við meg, at tað var
flott ikki at hava mist nak-
ran tíma, og flokkurin gjør-
dist eisini stoltur av tí. Jú
nærri vit komu endanum, jú
fleiri søgdu við meg, at nú
skuldi eg halda fast um
avrikið, og tað, sum byrjaði
sum nakað náttúrligt, gjør-
dist móti endanum til eina
kapping og avbjóðing móti
mær sjálvari, hugleiðir
Katrin.
Hon leggur afturat, at
hon frá byrjan ongantíð
setti sær nakað mál viðvíkj-
andi fráveru, tað var ein
heilt náttúrligur partur av
skúlagongdini at møta upp
til tímarnar.
- Men móti endanum
skuldi eg altso halda fast,
sigur hon brosandi.
Endamálið at røkja
skyldu sína
Fráveruskipan
skúlans
loyvir í mesta lagi 10% í
fráveru, og spurd, hvat
endamálið er at enda við
0% gjøgnum trý ár, tá ein
hevur loyvi at fráverandi
10%
hvørt
ár,
hevur
havnargentan eina einfalda
orsøk.
- Endamál mítt hevur
stutt sagt verið at røkja
skyldu mína. Eg havi kent
tað sum eina plikt at møta
upp, og eg havi altíð havt
sera torført at skuffa fólk, í
hesum
føri
lærararnar,
sigur Katrin einfalt.
Einaferð ov sein
Tað er bert einaferð hent, at
Katrin er komin ov seint,
men tað var ikki hennara
skuld.
- Í sambandi við eina
verkætlan vóru vit í SMS
og skuldu framkalla nakrar
myndir saman við lærara
okkara. Hann tók longri tíð
enn ætlað, og tað gjørdi so,
at eg ikki náddi niðan í
Hoydalar til næsta tíman,
sum eg var skrivað upp sum
fráverandi fyri.
Katrin leggur tó afturat,
at hon eftir hetta fekk við-
komandi lærara at skrivað
undir uppá, at hon varð ov
sein orsakað av eini verk-
ætlan, og tískil fekk hon
hildið fráveruna á 0 tímum.
Skúlin framum
skulkidag og
jarðarferð
Jarnvilji Katrins er veruliga
royndur ígjøgnum hesi trý
árini, tá serlig høvi hava
verið á skránni, sum hava
sett Katrin í eina tvístøðu.
- Tá langabbi mín doyði,
sum eg stóð sera nær, var
eg í eini torførari tvístøðu.
Eg valdi at fara í skúla, so
eg misti fyrsta partin av
jarðarferðini, og orsøkin til
avgerð mína var, at lang-
abbi hevði skilt meg og søk
mína, sigur Katrin Knud-
sen.
Viðvíkjandi sjúku nevnir
Katrin, at tað hevur borið
so á, at hon bert hevur verið
sjúk í vikuskiftum og frítíð-
um, og at talan bert hevur
verið um smávegis krím í
skúlatíðini.
Av øðrum líknandi til-
burðum nevnir hon tiltikna
skulkidagin, tá allir 3.
g´arar fara við bussum inn í
Eysturoynna og halda stóra
veitslu frá morgni til myrk-
urs, men tá valdi hon eisini
at fara í skúla.
- Skulkidagin hevði eg
gjarna vilja havt upplivað,
men tað var ongantíð ein
tvístøða, tí eg visti, hvat eg
vildi. Hon leggur afturat, at
einsamøll varð hon undir-
víst av Svannu Hanusar-
dóttir í føroyskum, meðan
hinir lærararnir ikki tímdu
at undirvísa bert einum
næmingi.
Fantastiskt
Ja, hvat skal man siga... Vit
gera okkum galdandi á
ymsum økjum og velja
ymsar greinir at leggja dent
á. 20 ára gamla Katrin
Knudsen valdi sostatt eina
heldur øðrvísi avbjóðing og
kapping at taka upp, og
líkamikið um vit hava hug
at rósa ella finnast at, er
talan í øllum førum um eitt
satt bragd, sum eingin
føroyingur
áður
hevur
megnað.
- Eg angri so ikki, at eg
ikki onkuntíð tók mær av
løttum og lat onkran tíma
detta niður ímillum, eru
afturlítandi metingar Katrin
Knudsens at enda.
Fantastiskt!
Katrin Knudsen, studentaskúlanæmginur:
Trý ár uttan fráveru
- Eg angri ikki, at eg ikki tók mær av løttum og ikki fór í skúla av og á, men tað hava verið nakrar tvístøður, m.a. tá langabbi mín
fór til gravar, sigur Katrin Knudsen m.a.
Frá byrjan setti eg mær ongantíð sum mál ikki at
missa nakran tíma, tí tað fall mær náttúrligt at
møta upp, men móti endanum royndi eg so at
fullføra hetta, sigur 20 ára gamla havnargentan, Katrin
Knudsen
”
”
C
M
Y
K
5
4