Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 152 - 15. august 2003 Nr. 152 - 15. august 2003 7 Føroyska teldufyri- tøkan, Formula, hevur gjørt sam- starvsavtalu við týsku risafyritøkuna Siemens. Forritið er ment í Føroyum, og føroyski heima- marknaðurin hevur verið avgerandi fyri, at Formula kann breggja sær av hava fingið avtalu við Siemens í lag NÝTT FORRIT Páll Holm Johannesen Mánakvøldið í Útvarpi Føroya kundi stjórin á teldufyritøkuni Formula, Fróði Magnussen, boða frá, at Formula hevur fingið avtalu sum undirveitari fyri risafyritøkuni Siemens. Talan er um eitt forrit til ein telefonvekslara. Før- oyska fyritøkan hevur ar- beitt við forritinum sein- astu tvey árini, og Siemens hevur so stóran áhuga í før- oysku framleiðsluni, at partarnir undirskrivaðu samstarvsavtalu í vár. Forritið ment á Formula Hugskotið við nýggja for- ritinum hjá Formula er sprottið út í fyritøkuni sjálvari. Fyri góðum seks árum síðan vantaði For- mula eina skipan, har fyri- tøkan til ein og hvørja tíð kundi síggja, hvar starvs- fólkini vóru at hitta. Fyri at loysa tann trupul- leikan, setti fyritøkan sær fyri loysa tørvin við sjálv at menna eina skipan, sum kundi fylgja við, um starvs- fólki á Formula var inni, úti ella nær tey vórðu tøk. Skipanin kallast ein inn/út skipan, og fleiri føroyskar fyritøkur nýta í dag forritið, sum Formula hevur ment. Formula vildi í 2001 taka inn/út skipanina eitt stig víðari, og menna hana enn meir. Ein trupulleiki var, at fólki á Formula ynskti eina skipan, har telefon og telda kundu samantvinnast. Á teldumarknaðinum var ein slík skipan ikki at fáa eyga á, og tískil setti Formula sær fyri sjálv at gera eina slíka skipan. Føroyska fyritøkan setti seg í samband við donsku deildina hjá Siemens, og hon vísti Formula víðari til týsku deildina, sum alt fyri eitt var áhugað í føroyska hugskotinum. Teir kendu ikki til nakra framleiðslu, har telefon og telda gingu saman á tann hátt, sum Formula hevði valt at gera skipanina Seinni í 2001 samdust Siemens og Formula um at gera eina samstarvsavtalu, har fyritøkurnar í felag skuldu menna nýggja for- ritið. Síðan 2001 hava so fyritøkurnar arbeitt saman um forritið, og fyrr í vár varð so endalig avtala fing- in í lag um, at føroyska fyritøkan skuldi verða undirveitari hjá risafyritøk- uni Siemens. Avtalan inniber, at for- ritið verður marknaðarført av Siemens sum ein fram- leiðsla hjá Siemens. Í løtuni verður forritið selt í Noregi, Svøríki og Danmark. Tá mett verður, at nóg nógvar royndir eru gjørdar í Norð- anlondum, er ætlanin at fara út um Norðanlond við forritinum. Stjórin á Formula, Fróði Magnussen, sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um søluna, tí ikki fyrr enn um eitt gott ár ber til at siga nakað ítøkiligt um, hvussu forritið fer at standa seg á altjóða marknaðinum. Føroyski heimamarknaðurin avgerandi Stjórin á Formula, Fróði Magnussen, sigur, at før- oyski heimamarknaðurin hevur verið avgerandi fyri menningini av nýggja for- ritinum. Fróði nevnir, at fyri stórar altjóða fyritøkur, sum McDonalds, Coca Cola og Danfoss er heima- marknaðurin avgerandi, og so er eisini hjá Formula. Hann fortelur, at Ar- beiðseftirlitið, MBM, Løg- mansskrivstovan, Vinnu- málaráðið, Mentamálaráðið og Løgmálaráðið hava ver- ið avgerandi og eru tað framvegis í menningini av nýggja forritinum hjá For- mula. Fyritøkan hevur ment forritið í tøttum sam- starvið við føroyska heima- marknaðin. – Føroysku kundarnir hava absolut verið við til at ment forritið, og tað hevur havt við sær, at vit hava kunnað víst útlendingum eitt liðugt produkt, sum hevur verið roynt millum føroyskar kundar, og tað er avgjørt positivt yvirfyri út- lendingunum, greiðir Fróði Magnussen at enda frá. NORÐURLANDA- FUNDUR Páll Holm Johannesen Komandi mánadag hevur Norðurlandaráðið fund í Karlskrona í Svøríki. Tað eru ráðharrar í øllum norð- urlendsku londunum, sum skulu røða um sosial- og heilsumál. Fyrrverandi danski for- sætisráðharrin, Poul Schlü- ter, hevur gjørt eina kann- ing fyri Norðurlandaráðið um marknaðarføring, og úrslitið av kanningini verður eisini kunngjørt á fundinum mánadagin. Føroysk umboð við Bæði landsstýrismaðurin í almannamálum og heilsu- málum, Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen, verða við á fundinum hjá Norður- landaráðnum í Karlskrona. Páll á Reynatúgvu sigur, at árligi sosial- og heilsu ráð- harrafundurin fevnir bara yvir tveir dagar, og tískil er avmarkað, hvat ein kann fáa burturúr stutta skot- bráðnum. Á almanna økinum verð- ur røtt um almenna trygd og um sokallaðu Norbak rapportina. Rapportin snýr seg um rættindi hjá norð- búgvum at starvast í einum landi, uttan at hava fastan bústað í tí. Í Føroyum hevur eisini verðið roynt at betra um tey viðurskiftini, Norbak rapp- ort viðger. Páll á Reyna- túgvu fer at leggja fram úr- slitini fyri hinum norður- lendsku ráðharrunum í sosialmálum. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum leggur aftur- at, at slíkir ráharrafundir eru eitt frálíkt høvi til at finna út av, hvat aðrar norð- urlendskir ráðharrar takast við í teirra londum. Landsstýrismenn á fund í Norðurlandaráðnum Formula undirveitari hjá risafyritøkuni Siemens Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum, fer í komandi viku saman við Bill Justinussen á árliga ráðharra- fundin í Norðurlandaráðnum Teir báðir Torkil Holm (t.v) og Fróði Magnussen hava alla grund at verða fegnir í hesum døgum. Formula hevur fingið avtalu í lag sum undirveitari við risafyritøkuna Siemens. Talan er um eitt forrit til ein telefonvekslara Mynd: Álvur Haraldsen Atlantsflog bjóðar nú viðskiftafólki sínum nýggja bonusskipan, sum gevur rætt til ymiskar vinningar, alt eftir, hvusus nógvar ferðir tú hevur ferð- ast við flogførum felagsins FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Atlantsflog bjóðar viðskiftafólki sínum eina nýggja bonusskipan, tað sonevnda Súlukortið. Skip- anin gevur rætt til ymsar virðislønir alt eftir, hvussu ofta verður ferðast. Kappingin um ferðafólk- ini á loftleiðunum til og úr Føroyum harðnar. Bara nakrar fáar dagar eftir, at Maersk Air kom við einari serstakari bonusskipan á Føroyarutuni, boðar Atlants- flog frá, at felagið eisini hevur eina skipan, sum lík- ist hinari rættiliga nógv. Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, váttar, at til- boðið frá kappinganeyta- num er atvoldin til, at hend- an skipanin kemur beint nú. – Vit høvdu nú ikki sett hetta sum tað sentrala kapp- ingarpunktið, sigur Magni Arge. Vit hava heldur hug at kappast á øðrum økjum so sum fráferðum til tíðina, hægri tænastu umborð á flogførunum og slíkum, sum kemur ferðafólkunum til góðar. Men ein slík skipan hev- ur ikki ligið teimum so øgi- liga fjar, og tí bar eisini til at svara rættiliga skjótt aftur, sigur stjórin á Atlants- flogi. Skipanin er ikki so øgiliga ólíkt teirri Euro- Bonus skipanini sum gald- andi hevur verið, og fram- vegis er í gildi, vísir hann á. – Men tað man vera ein- dømi í europeiskari flog- søgu, at tvær so líkar bonus- skipanir eru galdandi á somu fráferðum, sum vit síggja tað her, heldur Magni Arge. Skipanin virkar soleiðis, at tá ferðafólkini veðra inn- skrivað í Vágum, fáa tey eitt sonenvt súlustempul á eitt súlukort, sum tey hava fingið frá ferðaskrivstov- uni, ið seldi teimum feðra- seðilin. Eisini kann kortið fáast á skrivstovuni hjá Atlantsflogi á flogvøll- inum, greiðir Magni Arge frá. Tilboðið er bert galdandi fyri fólk, sum eru myndug. Tað vil siga, at børn og ung undir 18 ár hava ikki møgu- leika at savna sær súlukort. Heldur ikki er tilboðið gladandi fyri sponsorfeðrir og aðrar ferðaseðlar, sum ikki eru keyptir fyri gald- andi listaprís. Kortini er tað ikki so, at um tú hevur vunnið ein ferðaseðil á bingo ella lutaseðli, at tú ikki fært súlustempul. Er seðilin goldin av tí, sum vinningin letur, hevur hann somu rættindi, sum aðrir feðraseðlar. – Men beinleiðis sponsor- eraðar ferðir sum eitt nú ferðaseðlarnir hjá fótbólts- landsliðnum, telja ikki við, staðfestir stjórin á Atlants- flogi. Hóast súlukortið er per- sónligt, ber til at flyta vinn- ingarnar ímillum fólk i sama húsi. Hevur eit nú maðurin savnað sær fimm súlukort, ber til hjá konuni at nýta vinningin, sum tá er ein ókeypis feðaseðil aftur og fram við Atlantsflogi, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Vinningarnir kunnu heint- ast hjá Atlantsflogi í Føroy- um, sigur Magni Arge. Súlurnar strúka avstað Atlantsflog svaraði skjótt aftur, tá kappingarneytin kom við eini bonusskipan á Føroyarutuni. Talan er um beinleiðis avleiðing av tí tilboðnum, váttar magni Arge, stjóri á Atlantsflogi Mynd: Edvard Joensen Tað verður dúgliga ferðast undir Vest- mannasundi. Einir 1.000 bilar koyra dag- liga gjøgnum Vága- tunnilin VÁGATUNNILIN Edvard Joensen Vágar: Ferðslan undir Vest- mannasundi er so nógv, sum hon ikki hevur verið fyrr. Einir 1.000 bilar koyra dagliga aftur og fram gjøgnum tunnilin. Feriutíð er, og nógv fólk ferðast um flogvøllin. Nógv teirra koyra við egnum bili ella verða koyrd av vinum og skyldfólki. Eisini eru nógv fleiri frammandir bil- ar at síggja í Vágum í summar, enn verið hevur árini frammanundan, tá far- ast skuldi um Vestmanna- sund við ferju. Hetta eru í stóran mun bilar, sum bíða í Føroyum, meðan Norröna er í Bergen mánadag og týsdag. Reinhold Isaksen á skriv- stovuni hjá Vágatunlinum sigur, at tey tøl, hann hevur fingið í seinastuni, vísa, at tað dagliga eru umleið 500 gjaldingar til partaelagið Vágatunnilin. Tá so roknað verður við, at talan er um bilar, sum koyra aftur og fram, verður hildið, at einir 1.000 bilar eru í tunlinum um samdøgurðið. Hetta eru tøl, tey eru nøgd við, sigur Reinhold Isaksen. Heilt neyv tøl fyri tað, sum farið er av august, hevur hann ikki, men rokn- ar við, at talið ikki er lægri enn í juli, haðani talið við teimum 1.000 bilunum stavar. Framvegis sita fólk allan sólarringin við tunnils- munnan og krevja pengar frá fólki. – Tað er ikki nøktandi, sigur Reinhold Isaksen, at gjaldskipanin ikki er í lagi enn. Men nú siga teir enn einaferð úr Keypmanna- havn, at teir skulu fáa skip- anina at rigga, og at teir koma upp hendanveg ein av fyrstu døgunum at avgreiða hetta. Og einaferð enn hava vit valt at trúgva teimum, sigur hann. Nógv ferðsla gjøgnum Vágatunnilin Tað koyra umleið 1.000 bilar aftur og fam gjøgnum Vágatunnilin um samdøgurðið Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6