fríggjadagur 15. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 152 - 15. august 2003
Nr. 152 - 15. august 2003
9
- Tey fyrstu árini var
tungt at reka skipið, tí
vit høvdu nærmast
fiskaloysi, men síðan
1996 hevur tað gingið
ógvuliga væl.
Seinastu árini hevur
Núpur fiskað fyri
einar 14-15 milj.
krónur um árið, sigur
reiðarin, Erling
Petersen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Mikumorgunin kom línu-
skipið, Núpur, aftur á
Klaksvík eftir at hava verið
á
bedingini,
Karlsson
Marine í Hirtshals, síðan
hálvan mai. Hetta er sama
beding, sum nútímans-
gjørdi línuskipið, Pison, í
fjør.
Reiðarin, Erling Peter-
sen, sigur, at nútímansger-
ingin av Núpi varð sett til
12 vikur, og hesa tíðarfreist
megnaði bedingin væl at
halda.
Hann sigur, at reiðarríið
er væl nøgt við arbeiði,
sum gjørt er í Hirtshals.
Betraðar umstøður
Nútímansgeringin av Núpi
hevur kostað felagnum,
sum eigur skipið, P/F SJG,
stívliga 4 milj. krónur.
- Endamálið við øllum, ið
gjørt er, er at gera manning-
arumstøðurnar betur. Alt
framskipið er broytt. Áður
hevði skipið hvalabak, men
bakkin er nú lagdur út og er
bygdur beint upp. Sama er
við dekkinum undir bakk-
anum, sum ikki longur
skráar uppeftir.
Reiðarin sigur, at hesar
broytingar gera framskipið,
har øll manningin heldur
til, nógv rúmligari.
-
Áður
vóru
20-22
koyggjur har frammi, tí
skipið í sínari tíð var á
saltfiski.
Nú
eru
11
koyggjupláss undir bakkan-
um í eitt og tvey-mans-
kømrum. Manningin hevur
fingið nýtt uppihaldsrúm,
umklæðingarrúm og nýggj
brúsurúm. Somuleiðis eru
goymslurúmini undir bakk-
anum rúmligari.
Erling sigur, at har afturi
í skipinum eru kømrini hjá
yvirmonnunum, skipara,
stýrimanni, meistara og
kokki.
- Hesin parturin av skip-
inum varð nútímansgjørdur
í 1986 og er í góðum standi.
Hann vísir á, at í 1986, tá ið
Joensen & Olsen áttu skip-
ið undir navninum, Jógvan
S, fekk skipið nýggjan
motor.
- Eldur kom í skipið, og
tá vórðu rúmini har afturi
gjørd av nýggjum.
Gott arbeiðsdekk
Arbeiðsdekkið á Núpi er
eisini nýtt, og her hevur í
minstu smálutir verið hugs-
að um manningina.
- Fiskurin kemur úr línu-
rennuni og fer síðan á slisk-
ur og bond, soleiðis at alt,
ið gjørt verður, er í mans-
hædd. Ongum manni nýtist
longur at bukka seg niður
eftir fiskinum, og tí gongur
arbeiði, sum fer fram á
dekkinum, ikki á sama hátt
útyvir ryggin sum áður.
Reiðarin sigur, at í 1999
varð skipið sandblást, bæði
innan og uttan.
- Alt stálið er sandblást
og metaliserað og sær nær-
um eins væl út í dag, sum tá
ið skipið kom úr Skagen í
1999.
Erling sigur, at í ár 2000
fekk Núpur eisini stabili-
seringstanga, sum er bygd-
ur frammanfyri stýrhúsið.
Tað var Tórshavnar Skipa-
smiðja, sum gjørdi hetta
arbeiði.
- Skipið er ikki at kenna
aftur; tað er ógvuliga gott í
sjónum og kann fiska í øll-
um veðri.
Reiðarin sigur, at í seks
ár hevur Núpur neyvan lig-
ið bakk meira enn ein hálv-
an dag.
- Góði stabiliteturin ger,
at skipið ikki hivar í línuna
alla tíðina, hóast vánaligt
veður er, sigur Erling.
Hann vísir á, at hugsað
hevur eisini verið um
trygdina hjá manningini.
- Nú Núpur hevur verið í
Hirtshals, er nýtt rekkvert
eisini gjørt omandeks har
afturi á skipinum, har boyur
og standarar verða kastaðar
í havið. Heila rekkverkið,
sum er umleið ein metur
høgt, ger tað tryggari og
heitari hjá manningini at
standa á bátadekkinum.
Gingið ógvuliga væl
Í 1992 keypti partafelagið,
SJG, sum stendur fyri Stig,
Jóannes og Gunnar, Núp,
og seinni kom so Erling
upp í felagið.
Erling er virkandi reiðari
og stjóri í felagnum, sum
bara eigur Núp.
- Tey fyrstu árini var
tungt at reka skipið, tí vit
høvdu nærmast fiskaloysi,
men síðan 1996 hevur tað
gingið ógvuliga væl.
Reiðarin sigur, at tá ið
Núpur varð keyptur, varð
mett, at hann skuldi fiskað
fyri einar 5-6 milj. krónur
fyri at bera seg, men sein-
astu árini hevur skipið fisk-
að fyri 14-15 milj. krónur
um árið.
- Í ár hevur eisini gingið
rættiliga væl, og áðrenn
skipið fór niður til Dan-
markar í mai, vóru mánað-
irnir undan helst teir bestu
nakrantíð, sigur Erling
Petersen, reiðari.
Skipari á Núpi er Birgir
Poulsen úr Hvannasundi,
og stýrimaður er Jóannes
Vágsgarð, sum býr í Klaks-
vík.
Núpur,
fyrrverandi
Jógvan S, er bygdur í fimti-
árunum og lastar 1300
kassar av ísfiski.
- Trupult er vanliga at
fáa handverkarar um
summarið, men vit
vóru hepnir í so máta
og hava fingið tað
gjørt, sum vit stílaðu
fram ímóti, sigur
Jason Johannesen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Eitt av virkjunum hjá Før-
oya Fiskavirking, sum hev-
ur ligið stilt vegna summar-
frí, er virkið í Saltangará.
Har fóru tey í summarfrí
beint fyri ólavsøku, og
ætlandi fer fólkið aftur til
arbeiðis mánadagin kom-
andi.
Neyðugar ábøtur
Jason Johannesen, virkis-
leiðari, sigur, at leiðslan av-
gjørdi at leggja stilt í tríggj-
ar vikur, tí ymiskar ábøtur
skuldu gerast.
- Vit hava eitt nú skift
tríggjar hurðar út á frystar-
ínum. Neyðugt var at skifta
hesar út nú. Síðan hava
málarar og elektrikarar
snøggað um og framt ymis-
kar ábøtur á instalatiónirn-
ar.
Jason sigur, at hóast
verkfallið á privata arbeiðs-
marknaðinum var drúgt, so
vísir tað seg kortini, at fólk
vilja hava frí nakrar vikur
mitt um summarið.
- Fyri tveimum árum síð-
an avgjørdu vit ikki at
leggja stilt, tí vit høvdu
havt verkfall, men tað vísti
seg, at tá ið summarið kom,
fóru nógv arbeiðsfólk í
summarfrí kortini.
Hann sigur, at hesaferð
var ikki so nógv at tosa um,
tí neyðugt var at gera
ábøtur.
Hepnir
- Trupult er vanliga at fáa
handverkarar um summar-
ið, men vit vóru hepnir í so
máta og hava fingið alt
gjørt, sum vit stílaðu fram
ímóti, sigur Jason Johanne-
sen.
Gongst sum ætlað, verð-
ur fiskaarbeiði aftur á virk-
inum hjá Føroya Fiskavirk-
ing í Saltangará mánadag-
in.
Núpur er sum eitt nýtt skip
Núpur er eitt ógvuliga gott
skip í sjónum. - Seinastu seks
árini, hevur skipið neyvan
ligið bakk meira enn ein
hálvan dag, sigur reiðarin,
Erling Petersen
Hirtshals kommuna fylgir væl við, hvat vinnulívið í býnum fæst við. Toskurin á skipssíðuni er
ein gáva frá kommununi og ferðavinnuráðnum í býnum
Fara í gongd aftur í Saltangará
Mathilda
Abrahamsen 65 ár
– nøkur minnisbrot
Leygardagin 16. august
verður
Mathilda
systir
sekstifimm ár. Borin í heim
í Toftum í Fuglafirði, har
mamma og pápi búðu eini
tvey ár, áðrenn tey festu
búgv Norðuri á Bakka.
Mamma var úr Oyndarfirði
– dóttir Daniel Jacob
Anthoniussen, bátasmið og
Lenu Anthoniussen, hús-
móðir. Abbi var úr Ansa-
stovu og omma var úr Tarti.
Faðir var úr Toftum í Fugla-
firði, sonur Jóhannu Mariu
og Thomas Johan Johanne-
sen. Omma var ættað úr
Toftum og abbi var av Hell-
unum. Hetta er ein partur
av uppruna okkara.
Seks ár eru millum okk-
um bæði. Í barnaárunum er
hetta nógv, men tá ið komið
er upp í vaksnamannaliðið,
er javnvág komin í. Tá eru
t.d. barnaárini ein felgas
ogn, sum ikki er merkt av
ein um ávísum ársmuni.
Tá ið leitað verður aftur í
tíðina, er henda tíð runnin
avstað í einum umhvørvi,
sum var merkt av fjálgum
løtum Norðuri í Bú, sum
hetta stað eisini verður
rópt. Mamma var altíð við
hús og faðir sigldi. Skipini
lógu við Stórubrúgv, kaiina
ella lógu fyri teym á vágni.
Hetta var okkara barnaverð,
ein skaldaheimur við anga
úr New Foundlandi, Grøn-
landi,
Íslandi,
Noregi,
Hvíta havinum, Norðsjó-
num og Bretlandi. Koksið,
Stórhús, Kolhjallarin og
Stórabrúgv var ein rás út í
heim. Her komu stórir
damparar í okkara eygum
og skipaðu farm upp – salt,
kol, stykkjagóðs og lastaðu
klippfisk. Á Luftbrúnnið
vóru skinnarar, har lunna-
vagnar fóru út og inn við
salti og koli. Hetta var ein
sera framkomin máti, tá ið
lossað og landað varð; sum
fáastaðni í okkara lítla
landi. Hetta hava eygu tíni
sæð, og vart tú mangan við
í hesum roka, tá ið t.d. fisk-
urin skuldi turkast í Turki-
húsinum, ella tá ið gula
flaggið hjá Pidda fór upp á
sumrið: Nú skuldi fiskurin
breiðast út á fiskastykk-
inum hjá Gamla Sámal
Peturi. Ikki so sjáldan hevði
tú ein treiskan beiggja í
knæsbótunum við tær. Tað
skal tú hava tøkk fyri, at tú
hevði umsorgan fyri mær,
og ikki lat meg ganga fyri
vág og vind. Hetta var ein
lætti hjá móðir, sum tíðliga
kendi bága av giktini.
Frá fyrsta degi av vísti tú
títt hegni at vera sera ar-
beiðssom og sera dugnalig
til hendurnar, lærdi væl í
skúlanum og ágrýtin. Mangt
plaggið virkaði tú upp á
mín kropp. Øll árini, meðan
eg gekk í skúla í Havnini,
varð mangt bakilsi sent
suður og stungið í skjáttina,
tá ið farið var suðuraftur til
høvuðsstaðin. Onkuntíð verð-
ur sitið í kurvastólinum í
sissheimi við eini feitari se-
rutt, meðan hugsað verður
um hesar dagar.
Tú spældi hondbólt –
stóð í málinum á liðnum
hjá ÍF. Serliga minnist meg
dystirnar, sum tit høvdu
ímóti Stjørnuni. Dystirnir
vóru spældir á kaiøkinum,
áðrenn fótbóltsvøllurin varð
tikin í nýtslu. Her varð eis-
ini sparkað og væl bar til.
Ein dyst minnist meg ser-
liga væl, sum var spældur í
ringasta áarføri. Tómar
sildatunnur stóðu á kaiini.
Vit dreingir vóru aldri ráða-
leysir, tá ið umstøðurnar
ikki vóru eftir okkara
høvdi. Fóru niður í hesar
tunnur, løgdu lok omanyvir
og settu tær dygst við linj-
una, ið var um vøllin, og
hugdu eftir dystinum út
ígjøgnum spungslið. At
síggja ein heilan dyst út
ígjøgnum eitt so lítið hol,
var ein kykmynd, sum renn-
ur fram fyri ein, tá ið sitið
verður í kurvastólinum. So
knávar tit vóru, og so stinn
tú vart í málinum. Nei, tað
kann næstan ikki sigast frá
hesum. Tit vunnu, og hóast
klaksvíksgentur vóru eitt
sindur rísnar eftir dystin, so
var var lagið gott, tá ið
Emanuel, Polaris ella Bark-
ur løgdu aftur frá landi.
John Reid Bjartalíð stóð
frammi á bógnum og helt
lítla talu, rópti hurrá, og øll
skóru útí at syngja: Land
mítt, har grasið í líðum
grør. Herluf Berthelsen
segði nøkur orð á kaikant-
inum, rópti hurrá , og vit á
landi tóku dyggiliga undir
við sanginum. Genturnar úr
Klaksvík høvdu fingið ein
góðan drekkamunn heima
við hús, áðrenn farið varð
inn aftur til Klaksvíkar, so
nú var skúlvurin á teimum
ein annar. Hetta var ein
góður ítróttarandi, ið ofta
verður róð afturá, og hevur
sett seg í hugan frá eini tíð,
har alt var meiri fólkaligt.
Eina tíð arbeiddi tú í Tip-
Top. Her var stílur í hjá
gamla Dora. Hvítur kittil og
hvítur kappi um hárið
prýddi teg. Hvít frá høvur
til fót. Hugsi tit vóru eini
fýra fimm, ið arbeiddu í
hesum tignaðarliga bakaríi.
Um hetta mundi vóru tvey
bakarí í bygdini – hitt var
Krossbúðin. Ikki skulu
dagar takast ímillum, hvar
breyð og køkur smakkaðu
betur, men Napoleonskøk-
urnar í Tip-Top sóust ikki
so sjáldan á borðinum á
Bakkanum, og smakkaðu
tær stak væl. Eitt annað,
sum var forkunnugt, tað
var, tá ið skiltið var sett í
gluggan: Ísur í dag. Tá
hevði ísmaskinan verið í
sving um morgunin, og nú
ráddi um at vera í fremstu
røð við fimmti oyrum, so tú
fekst smakkin av hesum
leskiliga summarlystimet-
inum. Hetta var í eini tíð,
har mangt og mikið varð
virkað úr næstan ongum, og
mundi tógvið vera mangan
at fáa alt at bera til, so ísur
úr Tip-Top frøddi barna-
sinnið. Ísurin var ikki at
forsmáa, og serligan tokka
hevði tú til henda ís, tí tað
var systir tín, ið hevði
flýggjað tær hann, og ikki
sørt errin vart tú av hesum.
Ja, ja,... »Ísur í dag!«
Øll á Bakkanum vóru í
sama báti. Fedrarnir vóru
sjómenn og burtur størsta
partin av árinum. Í slupp-
tíðini lógu skipini fyri teym
um veturin, men í trolara-
tíðini var siglt alt árið. Tá
vóru bara gomul fólk,
ommur og børn á Bakk-
anum. Mangan, tá ið so var,
lá leiðin norður um Fugla-
fjarðarboðar til Oyndar-
fjarðar, ella gingið varð um
Skarðið. Móti jólum 1941,
greiddi mamma frá, at tú
vart borin í einum leypi, um
Skarðið. Minnis meg rætt,
var tað Tummas Løkstein á
Hellunum, sum hevði teg á
rygginum í leypinum. Hetta
rann mær til hugs næstsíð-
sta sunnudag, tá ið Helena
hjá Ansgari hevði eina so
frálíka talu uppi á Skarð-
inum, har hon tók nøkun-
lunda soleiðis til orðanna:
Skarðið, hegnið var markið
millum tað, sum er og var.
Hetta var so frálika væl
sagt, at flyta seg úr einum
hagaparti í ein annan og so
síggja tað, at ein onnur verð
rann
upp
fyri
einum.
Hvussu tú sum trý ára
gomul hevur sæð henda
ævintýrheim út ímillum
rimarnar á torvleypinum
hjá faðir og móðir, minnist
tú kanska ikki, men tað
sum vit minnast, er hvussu
væl vit vóru havd av ommu
og abba í Ansastovu, og
hvussu mangan vit hava
sitið væl inni á Skorpis-
heyggi og inni hjá mammu-
beiggja. Ofta var tað so, at
tú hevði umsorgan fyri ein-
um smádreingi, sum var so
balstýrin, at hann næstan
ikki var at flættast við...
men eg má aftur siga, at tað
skalt tú hava takk fyri. Jú
Skarðið var markið millum
tað sum var, og tað sum er.
Ævintýrið í Oyndarfirði
var markleyst. Minnist tú á
einum sinni vit hjálptu Elsu
og Olivinu í Húsi við hoygg-
ingini? »Stelirnar ikki, sum
tit eru røsk! Komið tíl hús
við Elsu og Olivinu. Okkurt
eigur Elsa, at geva. Ja,
lukka, Elsa er ikki sør, Elsa
veit okkurt.« Vit fóru um
ánna við hesum úr miðøld-
ini skaptu gomlu konunum,
sum høvdu miklan skald-
skap í sær av einum ba-
rokkanda, sum tú vart drig-
in at. Ikki settu tær stór
krøv til tilveruna, men
fingu tær mettuna, sum ikki
var óvanlig hugsan manna
millum, so var tað miðald-
arliga sinni tamt av inn-
tonktum dagsmálum.
Elsa fór inn í høsnarhúsið
og kom út aftur við fýra
eggum – tvey í part. »Ja,
lukka, vælsignað, egg eigur
Elsa, Elsa eigur at geva,
Elsa er ikki sør. Heilsa
ommu tykkara i Ansastovu,
hon er móðir Guðs á jørð.
Ja, stelirnar ikki, lukka!«
Ja, hetta var lønin at vera
dagleigari hjá Olivinu og
Elsu í Húsi ein dag fyrst í
fimmti árunum. Eg meini
tað, hetta var annað bedatt!
Á Fuglafjørð komu nógv-
ir norskir sildabátar. Teir
kundu gott liggja her í
nakrar dagar og tá var...
dans på brygga. Harmoniku-
dansur í Dansistovuni. Eini
tvey summur upp í slag
(53-54?) lá Andenes (ein
norsk korvett) her og reins-
aði ketil í einar 14 dagar.
Hugsi, hetta skip var hjálp-
arskip hjá teimum norsku
sildabátunum, sum vóru á
sild norðan fyri Føroyar.
Sumrini vóru so sera góð,
so dansað varð næstan hvørt
kvøld.
Fleiri fótbóltsdystir vóru
millum manningina og ÍF á
kaiøkinum. Tá ið bólturin
fór á sjógvin, lupu hesir
brasnu marinarar á bláman
eftir bóltinum. Hesir knark-
ar vuksu í okkara eygum,
so smidligir teir vóru í
vatninum.
Minnist tú Mathilda sjeik-
arnar? Var hann ikki reyð-
hærdur, sum tú dansaði
við? Spæliorkestur var um-
borð, so hetta setti ein ser-
ligan dám á hesar dagar í
dansistovuni. Onkur yrkti
ein sang um skipið, tá ið
tað var farið. Tá stóðu gent-
urnar eftir á Sandinum og
hugdu út á tann bláa fjørð
við langtandi eygum. Meg
minnist bara 1. ørindi:
Nú Andenes er farin,
so keðiligt tað er,
og Tetis er komin ístaðin,
men tað kanska sama ger.
Ein ungur lærari av Strond-
um kom inn í myndina í
1954. Arnold var komin til
Fuglafjarðar 1953 sum
lærari. Tit blivu skotin
hvørt í øðrum og giftust
1958. Veturin 1955/56 var
tú á Vejle husholdnings-
skole, meðan Arnold var á
Læraraháskúlanum. Hetta
var tíðin, at genturnar skul-
du búgva seg út til at vera
dugnaligar húsmøður, og
hugsi eg, at tú fekst væl á
skaftið hetta árið, tí mat-
gera hevur tú verið ófør til,
og undirvíst hevur tú fleiri
ár í Fuglafjarðarskúla og í
kvøldskúlanum.
Tú og Arnold hava bygt
eitt gott heim uppi í Fløtu-
gerðinum, og ikki kann
annað sigast, at børnini eru
væl undan komin og ommu
og abbabørnini eru so stak
fitt. Lagnan er so ymisk,
men danir plaga at taka til:
Andin sigrar á likaminum,
tá ið holdið rennur dyst við
lagnuna. Hóast giktin er
farin um teg, hevur tú við
tínum vilja, áræði og
stremban lagt árar út og
bart ímóti sjúkuni. Tú ert
okkum øðrum eitt gott fyri-
dømi, men eg má leggja
afturat, at Arnold hevur
verið tær ein góður stuðul
øll hesi ár í hesi gongd, og
hetta er fyrimyndarligt.
Ja, sekstifimm ár eru far-
in í tíðarinnar hav. Hetta er
ikki smávegis, og havi eg
bara nomið við okkurt hiss-
ini, sum rann mær til hugs í
kurvastólinum, nú tú rund-
ar hesi ár. Okkurt annað
kundi verið nomið við, men
hetta bleiv so tað. Hjarta-
liga til lukku við seksti-
fimm ára degnum.
Frits
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. august. Mariumessa. Hildin til minnis um himmals-
ferð Mariu. Dagurin varð eisini róptur mariumessa í
hoyna. Tendringin um hetta mundið eitur í hoyna.
Jákup Jakobsen doyði hendan dagin í 1918.
Christian Reinert
Petersen 70 ár
12. august fylti Christian
Reinert Petersen í Havn 70
ár. Christian er føddur og
uppvaksin í Saltnesi, sonur
Ninnu, f. Reinert, úr Kald-
bak, og Dávur Petersen úr
Saltnesi.
Christian byrjaði at læra
til jarnsmið hjá Hans M.
Reinert í Havn og gjørdi
seg lidnan við hesa útbúgv-
ing í Danmark.
Hann sigldi eina tíð, áðr-
enn hann fór á maskinskúla
í Havn og fekk útbúgving
sum maskinmeistari. Eftir
tað sigldi hann sum maskin-
meistari við føroyskum
línuskipum.
Fyrst í 70-unum keypti
hann skipasmiðjuna í Vest-
manna saman við John
Smith og Jesmari Hansen.
Teir bygdu t.d. teir ser-
gjørdu línubátarnar Stapan
og Thomas Nygaard, ið
vóru sera framkomnir tá í
tíðini.
Christian
sigldi
sum
maskinmeistari við sjúkra-
bátinum Reyðakrossi í nógv
ár og var seinni sum maskin-
maður á Landssjúkrahús-
inum, til hann fór frá fyri ald-
ur fyri trimum árum síðan.
Annars hevur hann í
nógv ár sungið við í Tórs-
havnar Manskóri og Kristi-
liga Sangkórinum, hann er
enn við í báðum kórunum.
Christian hevur sera gott
handalag, hann ger ymiskar
prýðislutir úr stáli og sagar
trælutir við leyvusag. Hann
er vanliga við á framsýn-
ingum við hesum prýðislut-
um.
C
M
Y
K
9
8