Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 152 - 15. august 2003 Nr. 152 - 15. august 2003 11 Henrik Thomsen Totalt feitt at síggja Toda skora í champions league kval. kappingini. Todi er tað størsta og besta, sum er hent innan føroyskan fót- bólt síðani Jóannes Jacob- sen & Co. gjørdu sína entré á europeisku vígvøllunum. Tað sigur ikki so lítið, tí av- rikið hjá Jóannes & Co. var frammúr. Men stóð tað til ítróttar- skrivara, so var søgan um Toda stutt, tí kann tað nú verða rætt at KÍ-leikari er við í champions league á so høgum støði? Eg meini so við. Hann kemur hóast alt frá KÍ, og tí lágu føroysku 1. deild, so leiðslan í FCK mátti hugsað og arbeitt har- eftir. Sami ítróttarskrivari ger sær tankar um Óla Johanne- sen, Johannes Joensen og Hans Fróða. Hansara trupul- leiki og trupulleikin hjá føroysku tjóðini er at Óli og Johannus tíverri ikki leika á tí skeiva liðnum og tí pr. de- finitión eru í vanda fyri at missa sessin til leikarar, sum tíbetur fyri teir, eru á rætta liðnum. Nei, hvørki Óli ella Johannus hava leikt seg av liðnum. Tvørtur- ímóti hevur leikari sum Johannus staðfest pláss sítt við góðum avrikum, og at hann nú leikar við blá/hvít- ari troyggju ístaðin fyri reyð/svartari, kann ikki dis- kvalifiserað hann til lands- liðið – ella hvat? Minnist leikara sum Henn- ing Jensen, sum spældi seg á danska landsliðið bein- leiðis úr donsku 4. deildini. Minnist eisini ein aðalfund í FSF, har HB legði uppskot framm um, at lið úr lægri føroysku deildunum ikki skuldu hava møguleika fyri at luttaka í føroysku steypa- kappingini. Tað var jú irri- terandi, at lið, á lægri støði, kundu skumpa lið á hægri støði úr kappingini. Hetta metti HB verða vandamikið fyri føroyskan fótbólt. Tí- betur metti aðalfundurin, at HB-uppskotið var til skaða fyri føroyskan fótbólt og havnaði tí uppskotinum. Gott at FIFA hugburðurin var meira álíkur tí hjá før- oysku feløgunum, tí annars var gáttin inn í altjóða fót- bóltskapping vorðin ov høg fyri FSF. Nei ein kapping uttan forfrískandi úrslitum, sum at AB vinnur á KÍ í steypa- kappingini, ella at ein Sumba-leikari vinnur sær sess á landsliðnum, er ein kapping uttan áhuga, intensi- tet og sjarmu. Góða eydnu við lands- dystinum ímóti Íslandi. Hesaferð vinna ogur! Í tíðum við hóttafalli á nógvum økjum úti sum heima er altíð gott við góðum tíðindum. Og hesi finnast so sanniliga eisini. Fyri tey mongu, sum eru fótbóltsáhugað var javnleikurin FCK fekk í Glasgow í gjár góð tíðindi. Og orsøkin er sjálvandi tann, at okkara føroyski Todi var dagsins maður. Við einum professionellum, knappligum og vælplaseraðum skoti eydnaðist tað Toda at taka skotsla liðið aftur, so endaliga støðan gjørdist javnleikur. Hetta er sjálvandi av avgerandi týdningi undan seinna kvalifiser- ingsdystinum í Parkini um fjúrtan dagar. Við hesum málinum kann liðið hjá Toda tryggja sær luttøku í mest týðandi altjóða kapp- ingini millum øll tey bestu liðini í Europa. Tað merkir so aftur, at ein av okkara bestu fótbólts- spælarum gjøgnum tíðirnar sleppur at royna seg og vísa síni evni millum heimsins bestu spælarar. Tað kann so aftur merkja nógv størri fokus á føroyskan fótbólt, tí hóast Todi spælir fyri danskt lið er hann føroyingur og vil í al- tjóða fótbóltshøpi eisini verða umrøddur sum so. Vit kunnu bara ímynda okkum forsíðurnar í stóru bløðunum á europeiska meginlandinum, tá Todi fer at skora sigursmál og fella fótbólts- risar!!! Og hvør veit so eisini, hvat framtíðin tá kann bjóða uppá sæð í landsliðshøpi. Tað vil tíðin so vísa. At hetta eru spennandi tíðir fyri føroyskan fót- bólt er so heldur eingin loyna. Tí um knappa viku fáa vit vitjan av íslendska landsliðnum og bert fáar vikur seinni fara okkara menn til Skot- lands at spæla. Hvør veit um ikki vit her fara at megna tveir sigrar! Og harvið lyfta umdømi okkara enn hægri. Vit kunnu so bara vóna, at okkara frægastu spælarar fara at gera sítt ítarsta fyri at vinna hesar báðar komandi dystirnar. Tá hugsað verður um, hvussu nær vit vóru koll- veltandi úrslitum móti bæði Skotlandi og Týskalandi, so eiga vit at trúgva uppá, at hesa- ferð fer at bera til at basa teimum stóru. At spælari sum Hjallgrim Eltør, sum á sinni var fáar millimetrar frá sensatiónini í Hannover, skorar heili fýra mál í landskappingardysti boð- ar frá, at okkara landslið kann fáa góð úrslit. Góða eydnu Todi og góða eydnu landsliðið. DAGSINS MEINING Sosialurin Óført Todi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Todi, Óli og Johannes Jóhan F. Magnussen Nú allir rópa um privatiser- ing, halda vit í Vágum, at vit eisini skulu halda okk- um framat at yvirtaka flog- vøllin og ikki at gloyma undirsjóvartunnilin, sum eftir okkara tykki kundi verðið rikin nógv bíligari og betri enn nú. Vit skuldu nokk fingið hasa gjaldskip- anina at virka betri, enn hon ger í dag. Tí ivist eg ikki í. Vit føroyingar hava fólk, sum kann gera minst líka góðar skipanir sum aðrir. Og ikki bara tað. So vóru tað eisini føroyingar, sum høvdu ábyrgdina av, at skipanin virkar. Nakað, sum upptekur fólk nógv her í Vágum er, at man skal gjalda eyka fyri at hava fólk standandi har. Billettin kundi verið rími- liga bíligari, um hetta varð útboðið. Hetta er nakað, sum norðoyingar ikki skulu lata fara aftur við borðinum, tí tað vísir seg, at er man ikki við frá byrjan, endar alt í meginøkinum. Tað, sum fólk tosa nógv um, er, hví hetta arbeiðið ikki er boðið út. Eg vil meta, at vit her í Vágum hava gott fólk, sum kann gera hetta arbeiði líka gott og bíligt. Man fær aldrin at vita, hvør prísurin er, tá tað ikki er utboðið. Nú hevur man hoyrt, at sjógvur er komin á koyri- breytina. Nágreiniliga hví hevur man ongantíð fingið at vita. Um tað er skipanini ella eftirlitinum, tað er gal- ið við. Men eg kann hugsa mær til, at tað er eitt ella annað eftirlit, ella skipan, sum skal koma inn og starta pumpum, sum ikki riggar, sum hon skal. Nú hevur at kalla hvørt hús í Føroyum bát liggjandi á sjónum. Hesum hevur onkur ábyrgdina av at pumpa og halda flótandi. Á sama hátt má tað vera ábyrgdin hjá leiðsluni fyri Vágatunlinum, at hesar skipanir virka. Tað má vera leiðsluni í Vágatunlinum, tað er nakað galið við. Eitt, sum verður nógv havt á máli er, hví kontórið hjá Vágatunlinum liggur Úti á Skansa í Havn. Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at tað lá her í Vágum, nú so nógv verður tosað um privatisering, og at meira skal leggjast út til komm- unurnar. So her er ein skylda hjá Felagskommun- uni at gera nakað munagott og ikki bara bíða. Flogvøllurin skal yvir- takast og gerast til eitt partafelag, sum kemur at liggja her vesturi. Her eigur Felagskommunan at vera við beinanveg og ikki bíða, til avgerðir eru tiknar. Tá er ofta ov seint. Tað sæst sjónliga, at teir, sum í dag stýra, vilja av við so nógv sum gjørligt úr Tinganesi. Hvussu tað verður, og hvørjum tað endar við, er ringt at siga. Tí koma ikki pengar við út til kommunurnar, er bara ein vegur, og tað er at hækka skattaprosentið. Tað skal sparast allastað- ni. Nú skulu teir eftir tele- fonpengunum hjá fiski- monnum. Hvat tað næsta verður, er ringt at spáa um. Kanska pensionistarnir fara at standa fyri skotum. Tað kann nokk ikki farast aftur í statskassan efir teimum milliónunum, teir hava avreitt til danir. Men tær høvdu verið góðar at havt nú at hjálpt alivinnuni við. Orðatakið sigur: »Spar mens du har«. Privatisering Føroyingar eru nógv meira jarðbundnir enn danir. Tit halda tykkum ikki duga alt, sum danir gera, sigur Fay Weldon millum annað í samrøðu SAMRØÐA Heri á Rógvi »I don’t have a message, I just write books. I write mostly novels, and if poeple ask me questions I answer them«. Heimskendi bretski rit- høvundurin, Fay Weldon, er ein ógvuliga fryntlig kona, sum fegin vil práta um næstan hvat sum helst. Men tá tann útsendi roynir at fara í dýpdini, so flóta vit skjótt aftur. Royni at spyrja um boðskapurin er nóg sterkur í hennara ævisøgu, men svarið er bert, at hon hevur ongan boðskap. Nak- rar meiningar hevur hon, sum hon fegin sigur frá. »Eg kann seta meg at telja, men eg veit faktiskt ikki upp á standandi fót, hvussu nógvar bøkur, eg havi skrivað. Og ikki finn bara okkurt á netinum, tí tað er altíð skeivt«, sigur Fay. Tað kennist sum um, at vit hava kent hvønn annan í longri tíð, tí hon er so ótrúliga líkatil. Vit siga við hana, at hetta ikki verður nøkur drúgv samrøða, men tað ger henni stórt sæð tað sama. Meira enn danir Hetta er ikki nøkur klassisk djúp grein. Vit spyrja sjálv- andi Fay mest um okkum sjálvi. Eitt ella annað er tað eisini spennandi at hoyra Fay Weldon siga sína hugs- an um fólk í Føroyum. Meiningar eigur hon nógv- ar - og eisini um føroyingar. Sunnudagin var hon við eitt tiltak í Norðurlanda- húsinum, har hon las upp, og fólk høvdu eisini høvi at seta nakrar spurningar. - Vanliga luttaki eg á stevnum eini 2-3 ferðir árliga. Koma tey eftir mær og koyra meg heimaftur, so havi eg einki ímóti at fara avstað, sigur Fay Weldon. Og løtuna sunnudagin var Fay bara glað fyri. - Eg hugsaði: føroyingar eru frálíkir áhoyrarar. Tit halda tykkum ikki duga alt, sum danir gera. Serliga enska málið halda danir seg vera ótrúliga stinnir í. Í Danmark flenna tey ikki at skemtinum beinanvegin, tí tey royna at fylgja við, men her flenna fólk beinanvegin og fanga alt nógv skjótar, sigur Fay Weldon, sum hev- ur nýtt nógva tíð í skandin- avisku londunum millum ár og dag, og hon hevur eisini verið fleiri ferðir í Ìslandi. - Haldi eisini, at fólk komu til tiltakið av áhuga. Ikki tí tað er mentað og ein eigur at koma, sigur Fay Weldon. Úr fortíðini Tá hugsað verður um, hvørji evni vórðu tikin upp, so líktist tiltakið sunnudag- in ógvuliga nógv teimum, ið Fay hevur luttikið sein- astu árini. »I’m getting to be so old that the best I can bring to such discussions are tales from the past«, sigur Fay Weldon ein stórum skálka- smíli. - Eg havi skrivað um eina tíð, sum var so nógv øðrvísi enn tann, vit liva í dag. Tey, sum hava upplivað femin- istisku kollveltingini, minnast illa, hvat tað var. Hini, ið ikki vóru á lívi tá, hava onga hóming, hvussu skilið var tá ið tíðini, sigur Fay Weldon. Í nógvum av sínum bók- um viðger Fay Weldon órímiligu umstøðurnar hjá kvinnum. - Tað var ikki lætt at vera kvinna. Menninir stýrdu øllum og høvdu allar fyri- munirnar. Kvinnur vórðu hildnar aftur, sigur Fay Weldon. Broytt hugsan Mangt broytist, og tað sami er galdandi fyri hugsanirn- ar hjá Fay Weldon. - Heimurin hevur broytt seg. Tað er ikki soleiðis longur, at menn eiga ábyrgdina fyri støðuni hjá kvinnunum í samfelagnum. Fyri tretivu árum síðani áttu tær ábyrgdina fyri ringa skilið, men tað er løgið, um einki er broytt eftir tretivu árum. Tað er framvegis torførari at vera kvinna enn maður, og tað eru fyri nógva bert kvinn- urnar uttan børn, sum koma langt fram í samfelagnum, sigur Fay Weldon, ið hevur fingið nógv hørð orð fyri sínar hugsjónir - broyttar og óbroyttar. Í fleiri av sínum seinastu bókum og leikum leitar hon aftur í tíðini við millum annað sínari egnari ævi- søgu. Hon sigur seg rokna við, at lesararnir eru í stór- an mun teir somu enn sum áður. Tær ungu kvinnurnar veit Fay ikki rættiliga, hvussu hon skal fara við. - Eg síggi ungar kvinnur sum heilt aðrar verur. Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg skal fáast við tær. Men eg rokni við tær allar verða til meg einaferð seinni, sigur Fay Weldon. Tá hetta blaðið er komið í sølubúðirnar er Fay Weldon farin av landinum. Steðg- urin gjørdist eina góða viku. Og vit skulu heilsa og siga, at henni hevur dámað ógvuliga væl í Føroyum. Fay Weldon um kvinnur í samfelagnum: Kunnu ikki geva monnum skyldina longur Navn: Fay Weldon Aldur: Umleið 70 ár Útbúgving: Búskaparfrøðingur Starv: Rithøvundur Hevur skrivað: Eitt ótal av bókum, sjónleikum og útvarpsleikum. Varð fødd í: Ongland, men flutti til Ný Sæland og búði har til hon var fjúrtan ár. Flutti síðani til Onglands og byrjaði at lesa búskaparfrøði. Býr nú í: Dorset, Onglandi - eini 200 kilometrar sunnanfyri London. Byrjaði at skriva: Tá hon var eini 30 ára gomul og hevur skrivað líkasíðani. Hevur broytt: Hugsjón um leiklutirnar í samfelagnum - serliga leiklutin og støðuna hjá kvinnum. Arbeiðir í løtuni við: At skriva eina bók, sum er helvt um helvt skaldsøga og ævisøga. Fakta Mynd: Àlvur Haraldsen C M Y K 11 10