fríggjadagur 15. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 15. august 2003
13
Alt er nú komið uppá
pláss viðvíkjandi
nógv umtalaða
skiftinum hjá Karsten
From frá HB til NSÍ
LEIKARASKIFTI
Stefan í Skorini
Kappingarnevndin
gav
mikukvøldið nýggja leikar-
anum hjá NSÍ, Karsten
From, neyðuga spælara-
loyvið, og nú er hann endi-
liga klárur at spæla við
runavíkingum.
Fundur var um málið,
men nevndin sá ikki nakra
forðing fyri at geva honum
spælaraloyvið beinanvegin,
og hann sleppur tískil
undan at bíða í ein mánað,
áðrenn hann kann tørna til
fyri NSÍ.
Júst hetta skiftið hevur
elvt til kjak viðvíkjandi
mannagongdini, tá leikarar
skifta felag. HB og Karsten
From skriva undir ein
sáttmála, sum er dagfestur
leygardagin 2. august. Sátt-
málanevndin hjá FSF fær
sáttmálan til góðkenningar
fríggjadagin tann 8. august.
Hetta upplýsir Karl Vidt-
feldt, formaður í kapping-
arnevndini.
Longu sama dag verður
Karsten From loystur frá
sáttmálanum við HB og ger
nýggjan sáttmála við NSÍ,
sum eisini verður sendur til
góðkenningar. Evstamark
fyri at skifta felag er 10.
august hjá bæði avtalu- og
áhugaleikarum.
Sum avtaluleikari skal
Karsten From ikki bíða í
ein mánað, áðrenn hann
sleppur at spæla fyri eitt
annað felag, sum áhuga-
leikarar skulu, og tað er
hetta, sum partarnir eru
slopnir uttanum í hesum
førinum.
Formaðurin í kappingar-
nevndini, Karl Vidtfeldt,
heldur, at hetta málið verð-
ur tikið upp til eftirmeting,
tá feløgini fara at hava fund
eftir landskappingina.
Sjálvur vil hann ikki gera
nakrar viðmerkingar til, um
hann heldur at manna-
gongdirnar skulu broytast.
FCK hevur nú annað
beinið í Champions
League bólkaspæl-
inum, har tær nógvu
milliónirnar bíða.
Todi Jónsson gjørdist
stóra hetjan, tá hann
javnaði til 1-1
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað hevur leingi verið ein
dreymur hjá øllum í FCK at
koma við í Champions
League, har møguleiki er
fyri at møta evropeiskum
stórfeløgum. Hesin dreym-
ur er nú nærri enn nakran-
tíð áður.
Við einum 1-1 javnleiki
ímóti Rangers á Ibrox leik-
vøllinum í Glasgow hevur
FCK eitt framúr gott grun-
darlag undan seinna dystin-
um, sum verður spældur
tann 27. august í Parkini í
Keypmannahavn.
Skelkandi byrjan
FCK
leikararnir
vórðu
frammanundan
ávaraðir
um, at Rangers fór at leggja
út sum eitt óløgi, og tað var
júst tað, sum hendi.
Eftir bert sjey minuttir
legði tann skjóti danin Peter
Løvenkrands
heimaliðið
framum. Spaniólin Miguel
Arteta sendi eitt fríspark
innfyri úr vinstru. Málverj-
in
hjá
FCK,
Balázs
Rabóczki úr Ungarn, fór
skeivur av bóltinum, og
fekk bert skumpað hann út
til Løvenkrands, ið stóð við
handaru stong og langaði
bóltin í netið.
Rangers legði stórt trýst á
FCK-málið fyrstu løtuni,
og fleiri mundu halda, at
danska liðið fór at verða
rent um koll av tí bláu
bylgjuni. Men luftin fór
skjótt úr ballónini hjá Ran-
gers, og FCK kom spaku-
liga inn aftur í dystin, sum
fyrri hálvleikur leið.
Stinn verja
Dysturin gjørdist ongantíð
nøkur stór fótbóltsuppliv-
ing, um hugt varð við
óheftum brillum. Glasgow
Rangers spældi ikki væl og
hevði sera ilt við at skap
veruligar málmøguleikar.
Rangers hevði bert ein
annan opnan málmøgu-
leika. Tað var eftir horna-
spark, har bólturin varð
høvdaður inn í málteigin,
har hollendski áleyparin
Micheal Mols stendur beint
undir málinum. Málverjin
Rabóczki var tó kvikur og
fekk blokerað á strikuni.
Annars skal sigast, at
verjan hjá FCK stóð seg
sera væl, um vit síggja bur-
tur frá fyrstu løtuni av dyst-
inum.
Serliga
Martin
Albrechtsen var sera stinn-
ur ímóti Rangers áleypar-
unum.
Rangers-viðhaldsfólk
saknaðu óivað tann mál-
søkna argentinska áleypar-
an Claudio Caniggia, sum
hóast sín høga aldur hevur
víst seg at vera sera vanda-
mikil. Hann er tó ikki long-
ur í felagnum.
Todi á blettinum
FCK kom alt meira við í
dystin, og eftir steðgin leik-
aði tað ógvuliga javnt á
báðar vegir. FCK satsaði
mest uppá skjótálop, og
fleiri ferðir kundi tað blivið
vandamikið, men tað vant-
aði altíð tað seinasta, tá
FCK nærkaðist brotsteigin-
um við bóltinum.
Tað var í veruleikanum
ein ógvuliga tilvildarlig
støða, sum endaði við, at
Todi sendi bóltin í netið.
Hjalte Bo Nørregaard,
sum spældi á høgra vongi,
royndi seg við einum skoti
langt úti frá. Bólturin fór tó
í krovið á einum Rangers
verjuleikara og datt beint
niður til tað vandamikla
vinstra beinið hjá Toda.
Hann sendi eftir jørð
dygst úti við stongina
framvið týska málverjanum
Stefan Klos. FCK hevði nú
eitt sera virðismikið mál á
útivølli, og sjálvsagt var
stór frøi á leikarunum, sum
nú sóu Real Madrid og
Juventus fyri sær.
Ónøgd viðhaldsfólk
Hvørki Rangers ella FCK
megnaði at skapa sær
nakran málmøguleika eftir
hetta. Móti endanum royndi
Rangers at leggja trýst á
útiliðið, men lítið flog var
yvir spælinum hjá skotska
stórfelagnum.
Peter Løvenkrands, sum
vanliga stendur fyri ágang-
andi spæli í vinstra borði,
slapp sjáldan til baklinjuna,
og Ole Tobiasen, sum ann-
ars ikki er av skjótastu leik-
arum, hevði gott tak á hon-
um. Løvenkrands var tann
leikarin, sum FCK leikar-
arnir ræddust mest undan
dystinum, fjølmiðlar settur
spurnaðartekin við, um
Tobiasen var rætti maðurin
at ansa eftir honum. Tað
vísti seg tó, at tað ikki gekk
eftir vild hjá Løvenkrands.
Tað var annars stuttligt at
síggja bóltsnillingin Sibo-
sisu Zuma, tá hann móti
endanum av dystinum helt
uppá bóltin, hóast Rangers
leikarar bæði rivu og
skræddu í hann.
Tá dysturin varð bríksl-
aður av, gjørdi Rangers-
viðhaldsfólkið vart við sína
ónøgd, og einki var at ivast
í, at tey krevja meira av
sínum liði. Í fjør tapti Ran-
gers ímóti einum tjekkisk-
um liði og slapp tá heldur
ikki í Champions League.
Stórt bonus
Um FCK sleppur víðari til
bólkaspælið, kunnu spælar-
ar gleða seg til ein stóran
kekk frá Flemming Øster-
gaard. 250.000 krónur fáa
spælararnir í sín lut, um
FCK fyri fyrstu ferð nak-
rantíð sleppur víðari.
Fyri tveimum árum síð-
ani spældi FCK ímóti Lazio
í seinasta kvalifikatións-
dystinum til Champions
League. Liðið úr Keyp-
mannahavn vann 2-1 á
heimavølli men tapti 4-1 í
italska høvuðsstaðnum.
Møguleikin hjá FCK fyri
luttøku
í
Champions
League hevur ongantíð ver-
ið so góður sum nú, men
venjarin Hans Backe hevur
mælt til ikki at gleðast ov
tíðliga, tí enn er ein dystur
eftir at spæla.
– Tað er enn sera opið,
hvør fer víðari. Vit eru sera
fegnir í skiftingarrúminum
í løtuni, men vit royna at
hava bæði beinini á jørðini,
segði Hans Backe, ið er
venjari hjá FCK.
– Tað er ein dystur aftur
um tvær vikur, og vit skulu
als ikki halda, at sigurin er
komin í hús. Rangers skal
fram á vøllin í seinna dyst-
inum, og vit eiga at spæla
ein góðan dyst framman-
fyri okkara egnu áskoð-ar-
um, segði ein smílandi
Hans Backe við danskar
fjølmiðlar eftir dystin.
Ísland – Føroyar
Ísland og Føroyar spældu fyri stuttum landsdyst í talvi, og her
prentað vit úrslitini frá teimum einstøku dystunum.
(Íslendskir telvarar av norður- og eysturlandinum)
Fyrra umfar: 6,5 – 3,5
1. Askell Ø. Karason (2279) - IM John Rødgaard (2234) (hvítt)
0-1
2. Arnar Tórsteinsson (2263) - Carl Eli N. Samuelsen (2187)
0,5-0,5
3. Rúnar Sigurpálsson (2214) - Martin Brekká (2084)
1-0
4. Tór Valtysson (2229) - Finnbjørn Vang (2013)
0-1
5. Pálmi Petursson (2130) - Bernhard Thomsen (1960)
0,5-0,5
6. Halldór Halldórsson (2155) - Herluf Hansen (1914)
1-0
7. Jón Bjørgvinsson (2167) - Jákup á R. Andreasen (1849)
0,5-0,5
8. Stefan Bergsson (1991) - Gunnar Joensen (1827)
1-0
9. Skafti Ingimarsson (1835) - Rúni Dragaberg (1724)
1-0
10. Sigurður Eiriksson (1815) - Jón Mikkelsen (1650)
1-0
Seinna umfar: 4,5 – 5,5
1. Askell Ø. Karason (2279) - IM John Rødgaard (2234) (svart)
0,5-0,5
2. Rúnar Sigurpálsson (2214) - Carl Eli N. Samuelsen (2187)
0-1
3. Tór Valtysson (2229) - Martin Brekká (2084)
0,5-0,5
4. Gylfi Tórhallsson (2218) - Finnbjørn Vang (2013)
0-1
5. Pálmi Petursson (2130) - Bernhard Thomsen (1960)
1-0
6. Halldór Halldórsson (2155) - Herluf Hansen (1914)
1-0
7. Jón Bjørgvinsson (2167) - Jákup á R. Andreasen (1849)
0-1
8. Stefan Bergsson (1991) - Gunnar Joensen (1827)
1-0
9. Skafti Ingimarsson (1835) - Rúni Dragaberg (1724)
0-1
10. Sigurður Eiriksson (1815) – Rani Baldursson (1561)
0,5-0,5
Samanlagt endaði dysturin 11-9 til íslendingar.
Glasgow Rangers – FCK 1-1 (1-0):
Lovaða landið í eygsjón
Hans Backe, venjari hjá FCK, mælir sínum leikarum til at hava
bæði beinini á jørðini, tí ein dystur er eftir enn
Savnsmynd
From fingið loyvi
13
Nr. 152 • fríggjadagur • 15. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
– Eg hugsaði ikki um,
hvussu nógv málið
var vert. Heldur
hugsaði eg um, at eg
mátti skjóta eitt
afturat, so vit kundu
vinna dystin, helt
Todi Jónsson eftir
málið, sum kann vera
hálvthundrað
milliónir vert fyri
FCK
CHAMPIONS LEAGUE
Jákup Mørk
Tað var sjálvandi ein glaður
og væl nøgdur Todi Jóns-
son, sum vit fingu orðið á
hósmorgunin, áðrenn hann
saman við liðfeløgunum
setti kósina aftur móti
danska høvuðsstaðnum.
Sum málskjútti var Todi
helst størsta hetjan á danska
meistaraliðnum, men meira
enn málið, so mundu tað
vera mongu milliónirnar,
sum nú eru í eygsjón hjá
Østergaard og teimum, sum
stjólu
yvirskriftirnar
í
donsku miðlunum.
Ætlaði sær meira
Einki er at ivast í – og tað
segði Todi eisini við sjón-
varpið eftir dystin – at mál-
ið hjá honum mundi vera
týdningarmesta málið, sum
hann hevur skotið fyri
FCK.
Men er tað ikki í øllum
førum eisini eitt av teimum
so absolutt týdningarmestu
málunum hjá tær persón-
ligt?
- Tað er tað eisini. Hatta
er jú ein av teimum stóru
dystunum, sum tú sjáldan
sleppur at spæla, so sjálv-
andi var tað nakað heilt
serligt.
Tá tú skjýtur eitt mál sum
hatta. Rennur tað so ikki
gjøgnum
tankarnar,
at
hatta skotið kanska var vert
einar
40-50
milliónir
krónur fyri felagið?
- Nei. Tað hugsar tú ikki
um á vøllinum. Sjálvandi
veitst tú, at tað er ein stórur
dystur, men sjálvur hugsaði
eg bara um, at nú ráddi bara
um at gera eitt mál afturat,
so vit eisini kundu vinna
dystin.
Og tað var kanska heldur
ikki so langt burturi, at
hetta kundi eydnast. Eftir at
skotska stórfelagið hevði
lagt stórt trýst á fyrstu trý
korterini, so var FCK mun-
andi betri við eftir steðgin,
og tó at teir heilt stóru
møguleikarnir ikki komu,
so lúrdi vandin alla tíðina.
- Tað er einki at ivast í, at
høvdu vit verið eitt lítið
sindur kaldari, so kundi tað
eydnast okkum. Vit fáa jú
eina katastrofala byrjan,
men at vit høvdu javnað,
vóru teir avgjørt til at tosa
við, men okkara trupulleiki
var kanska mest, at vit
høvdu nýtt so nógva orku í
verjupartinum, at vit ikki
fingu framrættaða spælið at
koyra soleiðis, sum vit
vildu hava tað at gera.
Einki at óttast
Málið hjá Toda kom sum
kunnugt tíðliga í seinna
hálvleiki. Hóast føroyska
gleði um hetta, so vóru tað
helst mong, sum mundu
óttast, tá Todi eitt korter
fyri leiklok brádliga steðg-
aði upp í einum spurti.
Armarnir vórðu eisini alt
fyri eitt vendir móti skiftis-
beinkinum, so ein útskift-
ing kundi fáast í lag.
Tað líktist einum av teim-
um eftirhondini so væl
kendu fipurskaðunum, sum
Todi tíverri kennir alt ov
væl, men boðini frá leikar-
anum sjálvum vóru eitt
sindur sissandi í so máta.
- Eg kendi á tjúkkunum,
at eg var um at fáa krampa.
Tá veit eg eisini við mær
sjálvum, at ein skaði ikki er
so langt burturi, og tí bað
eg alt fyri eitt um at verða
skiftur út.
Soleiðis er líkt til, at Todi
eisini kann verða partur av
seinna dystinum móti Glas-
gow. Ein dystur, sum fer at
gera av, hvørt avrikið í
Skotlandi var til nakra nyttu
yvirhøvur. Uppgerðin fevn-
ir jú um tveir dystir, og tað
er bert samlaði vinnarin,
sum
fær
atgongd
til
Champions
League
og
nógvu milliónirnar.
- Undan dystinum miku-
kvøldið varð mett, at Glas-
gow vóru favorittar at koma
víðari. Tað eru teir kanska
eisini framvegis, men við
málinum í Glasgow eru tað
í øllum førum vit, sum hava
fyrimunin. Kanska ikki ein
serliga stóran fyrimun, men
og skora teir bara eina ferð
í Parkini, so er tað burtur,
men vit standa við betru
kortunum, sigur Todi, og
hann leggur afturat, at hann
veruliga trýr upp á møgu-
leikan.
- Skal metast eftir dystin-
um í gjár, so haldi eg ikki,
at vit skulu vera so bangnir.
Sjálvandi verður uppgávan
trupul, men sum eg minnist
dystin, so skaptu teir at
kalla ongar møguleikar
burturúr trýstinum, sum teir
høvdu.
Álopsleikararnir
vóru heldur ikki av tí stóra,
bretska slagnum. Tí høvdu
teir heldur ikki tað vápnið,
sum er at oysa bóltarnar inn
í verju okkara, soleiðis sum
bretsku liðini annars ofta
gera, tá trýst skal leggjast á.
Hevur rindað
skuldina
Og skuldi tað eydnast Toda
og teimum at spælt seg
víðari, so verður Todi fyrsti
føroyski leikarin, sum av
álvara er við í europeisku
meistarakappingin.
Har
sum mótstøðuliðini kunnu
vera Real Madrid, Juven-
tus, Bayern München og
Manchester United, bara
fyri at nevna nøkur.
Skuldi tað borið soleiðis
á. Er tað so ikki nakað av tí
størsta, sum tú kann uppnáa
sum fótbóltsleikari.
- Akkurát hvat er størst
og ikki, er ofta ringt at taka
dagar ímillum. Men tað er í
øllum førum stórt. Tað eru
jú nakrir av heimsins bestu
leikarum, sum spæla her,
og tað er í øllum førum ikki
ofta, at tú hevur møguleik-
an at spæla móti slíkum,
sigur Todi Jónsson at enda.
Maðurin, sum fyrr í ár
hevði ilt við at tosa seg til
eina lønarhækkan í FCK,
men
sum
mikukvøldið
rindaði fyrsta avdrátt av
lønarhækkanini. Við rent-
um.
Vinstra beinið í Champions League
Sæð burtur frá málinum, so skapa teir ikki so nógvar kjansir, so eg haldi avgjørt ikki, at vit skulu vera bangnir undan seinna dystinum í Parkini, sigur Todi
Jónsson
Mynd: Scanpix/Carl Redhead
C
M
Y
K
12