Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 152 - 15. august 2003 SÚKKLING TíÝindaskriv Leygardagin 16. august verður kappast í 30 km einkultstarti. Hesaferð stend- ur kappingin bert millum unglingar og vaksin. Tórshavnar Súkklufelag hevur aftur hesa ferð valt at súkkla sama teinin, sum kappast hevur verið á sein- astu nógvu árini. Teinurin er úr Havn til Kaldbak og aftur til Havnar. Startur og mál er við Plantusøluna við Hvítanes- vegin. Vent verður nakað áðrenn »nýggja« byggistig- ið í Kaldbak. Ein orsøk til at koyrt verður sama tein er sjálv- andi fyri at hava møguleika at samanbera tíðirnar ár eftir ár, og fylgja við um menning er innan súkkling- ina. Sterka síðan hjá Rógva Johansen er avgjørt einkult- startur, og hann eigur tí metið á hesum 30 km langa teini. Metið er 41 minuttir og 5 sekundir. Men væl gekk hjá Gunnar Dahl-Ol- sen og Sverra Mohr Edvins- son í fjør og megnaðu teir báðir at betra um sítt per- sónliga met so mikið, at hesir nú eru tætt við bestu tíðina hjá Rógva. Gunnar koyrdi teinin uppá góðar 42 minuttir til FM í fjør, meðan tíðin hjá Sverra lá um góðar 43 minuttir. Báðir ætla sær sjálvandi fyrst og fremst at gerast føroyskur meistari, men stuttligt hevði sjálvandi verið, at sláa trý ára gamla metið hjá Rógva. Báðir eru tó samdir um, at skal nýtt føroyskt met setast, ja so skulu nógvir »brikkar« fella uppá pláss komandi leygardag. Toppformurin skal rakast, veðrið skal vera tilvildar og onki óhapp má henda. Enn hevur onki konufólk stilla upp í hesum »aldurs- bólkum« í ár, men møtur onkur upp, eru hesi hjarta- liga vælkomin. Kappingin byrjar kl. 15.00, og allir luttakarar skulu møta upp kl. 14.00. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá TSF, sum er: www.tsf.fo. So gongur slag í slag. Leygardagin 23. august verður kappast í 100 km landavegsúkkling og leyg- ardagin 30. august verður kappast um FM-heitið í bý- arsúkkling. Um hálvan september skulu føroyskir súkklarar til Íslands at kappast ímóti bestu súkklarunum úr Ís- landi. Svimjarar hjá svimji- felagnum Skeggjum úr Gøtu svumu í sam- fullar fimmti tímar umborð á Norrönu SVIMJING Stefan í Skorini Tá Norröna loysti frá bryggju í Havn seinasta mánamorgun við kós ímóti Lerwick í Hetlandi vóru 24 svimjarar í aldrinum 10-16 ár úr svimjifelagnum Skeggj- um við á ferðini. Ætlanin var at svimja út í eitt í tí lítla hylinum um- borð á skipinum á túrinum úr Tórshavn umvegis Ler- wick til Bergen og heim- aftur. Svimjararnir svumu til- samans 158.036 metrar. 79.708 metrar á veg til Bergen og 78.328 metrar á heimferðini. Hylurin er bert 6,45 metrar til longdar, so tað skuldu nógvar longdir til fyri at náa hesum máli. Stuðulssvimjing Endamálið við svimjingini var at fáa penging til vega til felagið. Privatpersónar og fyritøkur høvdu framm- anundan bundið seg til at rinda eina ávísa upphædd fyri hvønn meturin. Sørin Olsen er venjari hjá svimjarunum, og hann var sera væl nøgdur við tiltak- ið. Ætlanin var annars at fáa hetta metið við í Guinn- es metbókina, men hon boðaði frá, at áhugi var ikki fyri at seta hetta metið í bókina. Einasti trupulleikin var, tá tað rullaði illa. Tá vórðu svimjararnir næstan tveittir úr hylinum, men eingin vandi var tó á ferð. Svumu úr Føroyum til Noreg FM í 30 km einkultstarti Hesir 24 svimjararnir vóru við á ferðini hjá Skeggjum, og teir løgdu 158.036 metrar aftur um bak C M Y K 14 Nr. 152 - 15. august 2003 15 FÓTBÓLTUR Tíðindaskriv Í sambandi við landsdystin 20. august móti Íslandi fer 12 Maður at hita upp á Vertshúsinum hjá Restorff frá kl 15.00. Har verða ym- isk tiltøk og sum vant fer 12. maður og allur hópurin í skrúðgongu niðan í Gundadal áðrenn dystin. Aftan á dystin er aftur opið hús á Vertshúsinum, og tá fer Headache Blues Treo at spæla sigursblues. 12 Maður vónar nogv fólk fara at taka undir við tiltakinum. Tólvti maður á Vertshúsinum ALIVINNA Hans Kárason Mikkelsen Føroya Havbúnaðarfelag hevur júst samtykt, at ar- beiðsbólkur skal setast fyri at kanna støðuna í kreppu- raktu alivinnuni. Hetta upp- lýsir Jan Mortensen, for- maður í Vinnuhúsinum, vegna Føroya Havbúnaðar- felag. Arbeiðsbólkurin skal koma við uppskoti til tiltøk, sum kunnu bøta um støð- una í alivinnuni. Eitt líkn- andi tiltak varð sett í verk fyrst í 90’unum, tá alivinn- an eisini var í kreppu. Tá skrivaði ein skjóttarbeið- andi bólkur frágreiðingina »Alivinnan – nútíð og fram- tíð«, ið gav vinnuni ta leið- beiningina, sum varð neyð- ug fyri at tryggja tann vøksturin, sum alivinnan hevur sæð meginpartin av 90’unum. Men nú kreppan í ali- vinnuni av álvara er við at gera um seg aftur, hevur Havbúnaðarfelagið sett ein arbeiðsbólk, ið skal tilmæla um, hvat skal gerast fyri at menna alivinnuna nú og yvir eitt longri áramál. Limirnir í bólkinum eru Torbjørn Andreasen úr Før- oya Banka, Ejvind Mourit- sen úr Føroya Sparikassa og Virgar Dahl úr Trygg- ingarfelagnum Føroyar. Fyri Havbúnaðarfelagið eru umboðini í bólkinum Odd Eliassen, Atli Gregersen, og Jan Mortensen. LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Í Ribarhúsi í Fuglafirði letur upp listaframsýning mikudagin 20. august. Listafólkini nevna fram- sýningina »Tríggir menn og ein kona«, og sum heit- ið sigur, so eru tað tríggir menn og ein kona, sum sýna fram, tey eru: Frits Johannesen, Heðin Kambsdal, Øssur Mohr og Kristina Joensen, sýna fram málningar. Framsýninginn er opin til mikudagin 20. august, og verður opið mánadag til fríggjadag frá kl 15-17.30 og leygardag 11-13. Alivinnan skal kannast Tríggir menn og ein kona 15