Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 152 - 15. august 2003 Nr. 152 - 15. august 2003 17 – Vit mugu venja okk- um við støðuna og brúka ta tíð tað tekur at finna oljuna. Vit mugu fara í gongd við tað vit hava í hondini og sum ber til innan fyri rímuliga stutt tíð- arskeið og annars halda grýtini í kók, tí tað fer at koma eitt leitiumfar aftrat. Tað verður eisini einaferð borað gjøgnum basaltið, og tað er at vóna, at vit einaferð koma í eina oljutil- gongd OLJAN Orð: Jan Müller Oljuvinnufelagið umrøddu støðuna í oljuvinnuni og oljuleitingini á fundi í vik- uni. Magne Arge, formaður sigur, at tey enn ikki hava viðgjørt úrslitið av ENI- boringini, men at tey í næstu framtíð ætla sær at fáa fund bæði við ENI og við Oljumálaráðið at við- gera úrslitið av boringini og støðuna sum heild í olju- leitingini á landgrunninum. – Vit kundu hugsað okk- um at fingið eina støðumet- ing her og nú sigur Magne Arge, sum leggur aftrat, at hóast negativu úrslitini higartil, so ætlar felagið at halda fast um at skipa ein ráðstevnudag um oljuleit- ing og oljuvinnu seinast í november ella tíðliga í des- ember eins og felagið hevur gjørt tey seinastu árini. Evnið fer at vera ein støðu- meting eins og seinast. Hvat metir man um støðuna út frá fýra brunnum og seismiskum kanningum annars. Eisini annað út- bjóðingarumfar og hvussu vit koma víðari fer at verða partur av tí ráðstevnuni. Hvat heldur so formaður- in í Oljuvinnufelagnum sjálvur um støðuna: – Vit eru greið yvir, at tað gjørdist einki bonasa á hes- um sinni við eini skjótari tilgongd, og vit mugu venja okkum til, at hetta er ein spakulig tilgongd vit eru í gongd við í oljuvinnuni. Tað er so heldur eingin or- søk til at leggjja árararnar inn av teirri orsøk heldur. Uppí oljuvinnu aðrastaðni Magne Arge heldur, at vit kanska heldur skulu leggja okkum eftir at koma upp í arbeiðið uttan fyri Føroyar. Her hugsar hann um tær fyritøkur, sum veruliga hava áhuga í at koma sær uppí oljuvinnuna t.d. mekaniskir verkstaðir ol. – Hví hava vit tá ikki lagt størri dent á júst tann part- in? – Kanska tí at vit hava verið nokk so nógv sentrer- að uppá at taka lut í tí, sum hendir her hjá okkum. Menn og kvinnur hava gjørt seg tilreiðar at fara í gongd, um olja bleiv funnin. Beint nú er tað eitt sindur óvist at siga, hvussu stórt tað virk- semi kann blíva, og tað virksemi kann eisini blíva torført at halda um, tá tíðin við virksemi er so stutt. So vit skulu nokk hyggja eftir øðrum økjum eisini. Magne Arge heldur tað eisini vera sera umráðandi hjá okkum at vísa á, hvussu góð servicestøð, veitingar- støð Føroyar kunnu verða, ikki bara fyri oljuvinnuna men fyri alla maritima tæn- astu yvirhøvur. Tað er so kanska ikki júst ein upp- gáva fyri Oljuvinnufelagið, men kortini er tað ein sann- roynd, at teir flestu limirnir í Oljuvinnufelagnum eru veitarar av einum ella øðr- um slagi eitt nú til virksemi á havinum. So tað er at fara í gongd við tað vit hava í hondini og sum ber til inn- an fyri rímuliga stutt tíðar- skeið og annars at halda grýtini í kók, tí tað fer at koma eitt leitiumfar aftrat. Tað verður eisini einaferð borað gjøgnum basaltið, og tað er at vóna, at vit eina- ferð koma í eina oljutil- gongd. Magne Arge minnir okk- um eisini á Marjunbrunnin. Vit vita jú ikki, hvat har verður at finna. Hann vísir eisini á, at tað er sera áhugavert, hvat hendir í bretskum og norskum øki. Her sipar hann til boringina norðaliga í bretskum øki eftir einum ristatórum gass- felti, Ben Nevis og so fund- ið, Ellida, sum júst er gjørt á djúpum vatni í norskum øki. Her er talan um jarð- løg, sum helst eisini finnast um okkara leiðir, so vit eiga avgjørt ikki at missa vónina um at gerast framleiðandi oljutjóð fyri tað, at nakrir brunnar eru turrir. Hvat viðvíkur seinasta brunninum tí hjá ENI, so er formaðurin í Oljuvinnu- felagnum sjálvandi vón- svikin, at hann bleiv turrur, men leggur dent á, at hetta vistu vit kundi henda. – Sjálvandi hevði eg vónað, at teir vóru hepnir. Men tær øgiliga vónirnar, sum vit høvdu skrúvað upp undan fyrstu boringini hava vit fyri langari tíð síðani punkterað. Magne Arge heldur, at vit mugu síggja realistiskt uppá tingini. Tað nyttar ikki at billa sær sjálvum inn, at tað stendur eitt oljuboom stutt fyri framman. Tað er alt, sum bendir á, at verður tað ein stór oljuvinna í Før- oyum, so fer tað at ganga yvir eitt longri tíðarskeið. Hann heldur tað annars verða rætt at fasthalda áhugan hjá oljufeløgunum. Tað er sera umráðandi og ein stór og týðandi uppgáva at halda oljufeløgini føst her. Treytirnar – Heldur tú at vit tá eiga at linka treytirnar fyri leita eftir olju? – Tað dugi eg ikki at síggja. Eg veit ikki, hvørjar treytir kunnu vera medvirk- andi til, at oljufeløgini hava størri ellla minni áhuga. Men sjálvandi skal tað vera praktiskt at kunna arbeiða. Hvat tí vinnuligu síðuni viðvíkur, so haldi eg tað hevur virkað væl. Vit hava so heldur ikki fingið aðra afturmelding frá oljufeløg- unum, og tí eri eg ikki til- reiðar av selja út av teimum áhugamálunum í løtuni. Magne Arge viðurkennur tó, at tað mest umráðandi er at fáa leitingarnar gjørdar. – Men hevur tað ikki ver- ið ein ávís misnøgd í vinn- uni við, hvussu ávís olju- feløg hava fyrihildið seg fyri føroyskum veitarum? – Tað hava vit eisini tosa um í nevndini at taka upp í eini evaluering saman við oljufeløgunum og Olju- málaráðnum og so taka við læru av tí. Eg haldi, at allir partarnir eiga at seta seg saman og tosa um støðuna, áðrenn man fer alment út við slíkum. Tað eru oftani frágreiðingar uppá, hví hes- in og hasin hevur borið seg at uppá ein ávísan hátt. Vit mugu hava møguleika fyri at greiða frá, áðrenn man staðfestir nærsagt brot og annað. Í nevndini í Oljuvinnu- felagnum eru Magne Arge, Gunnbjørn Joensen, Árni Joensen, Gunnvør Balle og Jákup Mikkelsen. Magne Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum: Enn eingin oljubonansa – men leggja ikki árar inn Nevndin í Oljuvinnufelagnum hevur avgjørt ikki mist trúnna uppá eina føroyska oljuvinnu. Vit mugu bara gera okkum greitt, at hetta tekur tíð Mynd: Álvur Haraldsen Tað er ikki bara sum at siga tað at finna olju. Tol og eisini hepni skal til Vænta mafiakríggj Løgreglan á italsku oynni Sisilia ber ótta fyri, at eitt veruligt mafiakríggj fer at taka seg upp á oynni, eftir at ein handilsmaður varð skotin, meðan hann var og klipti sær hjá einum hárskera í býnum Favara. Italsk bløð skrivaðu í gjár, at ein ella tveir menn komu inn til hárskeran og skutu tann 51 ára gamla Carmelo Milloti. Hárskerin segði seg ikki vita nakað at siga løgregluni, men tað er eisini tað vanliga svarið, sum løgreglan á Sisilia fær í slíkum viðurskiftum. Almenni ákærin í Palermo, Piero Grasso, sigur, at morðið er helst eitt tekin um, at tann friður, sum hevur valdað millum flestu mafiabólkarnar á Sisilia í sein- astuni, hevur fingið ein enda. Hann sigur seg seg vera sannførdan um, at tað, at morðið hendi á alljósum degi, er eitt tekin um, at tað var ætlað sum ein boð- skapur til ein ella annan. Tann myrdi Carmelo Milloti varð tikin í 1997 og dømdur sjey ára fongsul fyri ym- isk brotsverk, men hann varð latin leysur eftir bert at hava sitið stutta tíð í fongslinum. Hevði 1,5 tons av vápnum við hús Løgreglumenninir í Kvinnherad í Hordalandi í Noregi gjørdust ikki sørt skakkir, tá teir funnu hálvt annað tons av vápnum og lóðuri í íbúðini hjá einum manni. Hertta var stutt fyri jól í fjør, men almenningurin hevur einki hoyrt um ta stóru vápnagoymsluna fyrr enn nú, tí nú er maðurin dømdur eitt árs fongsul. Helmingurin av tíðini er kortini treytað. Revsingin umfatar kortini ikki bara vápnagoymsluna, tí maðurin er eisini dømdur fyri at hava víst seg naknan fyri nøkrum smágentum og einum kvinnuligum hýru- vognsførara. Løgreglan í Hordalandi sigur, at maðurin, sum er í fimtiárunum, hevur havt stóran áhuga fyri vápnum í mong ár. Í íbúð hansara funnu løgreglumenninir maskinbyrsur, hondgranatir og eina rúgvu av lóðuri, men hildið verður, at maðurin eisini kann hava fjalt vápn og lóður onkra aðrastaðni. Øltrot í Bretlandi Tann nógvi hitin í Bretlandi í seinastuni hevur gjørt, at bretar hava drukkið so nógv meiri øl enn vanligt, at eftirspurningurin er vaksin heili 40 prosent saman- borið við eitt vanligt summar. Bryggjarífyritøkan Carlsberg-Tetley í Northampton sigur bart út, at har megna tey ikki at fylgja eftir- spurninginum, og tí hevur fyritøkan gjørt av at inn- flyta øl úr Danmark. Talskvinnan hjá fyritøkuni, Donna Croswell, sigur, at tað hava ongantíð upplivað slíkan eftirspurning, og at tey hava ongan møguleika at bryggja nóg mikið, sjálvt um tey hava arbeitt nógv meiri enn vanligt. Hitin í Bretlandi hevur sett fleiri met í seinastuni, og fyri fyrstu ferð, síðani mátingarnar byrjaðu, fóru hitamátararnir upp um 38 stig nú ein dagin. Tað gamla metið var 37,1 stig og stavaði frá 1990. Vann 500 milll. í lotto Seinastu seks mánaðarnar hevur eingin havt seks røtt í italska lottospælinum, og tað hevði við sær, at vinn- ingurin var komin upp um á 66 milliónir evrur ella umleið eina hálva milliard krónur mikukvøldið. Hetta hevði við sær, at fólk úr grannalondunum Slovenia, Eysturríki, Fraklandi og Sveits fóru til Italia at royna at fáa aftur á tí stóra vinninginum, og nógv útlendsk ferðafólk, sum eru í Italia, lógu eisini fram- við. Italskir fjølmiðlar skriva, at pensjonistar, lesandi og fólk, sum annars ikki plaga at spæla í lottospæl- inum, royndu seg hesaferð. Mikukvøldið eydnaðist tað so loksins at finna ein vinnara. Hvør hann er, varð ikki almannakunngjørt, men tíðindastovan Ansa visti at siga, at tann hepni vinnarin býr einastaðni í útjaðaranum í stórbýnum Milano. Ólavsøkuaftan fór tangaskipið »Tasman Spirit« á land sunnan fyri pakistonsku strondina. Nú er vandi fyri, at 47.000 tons av olju fara í havið OLJUDÁLKING Árni Joensen »Tasman Spirit« hevur 67.000 tons av olju í tang- unum. Áðrenn manningin fór av skipinum, eydnaðist tað henni at tryggja nakrar av tangunum, men nú bera pakistonsku myndugleikar- nir ótta fyri, at 47.000 av teimum 67.000 tonsunum fara at renna út í havið. Skipið stendur á einari grynnu nakað sunnan fyri størsta havnarbýin í Paki- stan, Karachi, og havnar- meistarin har, Ahmad Hay- at, segði við BBC í gjár, at stórur vandi er fyri, at skip- ið ferst, og at øll oljan renn- ur út í havið. Havnarmeist- arin segði, at fleiri rivur eru komnar í tann 24 ára gamla skrokkin, og at rivurnar gerast bæði breiðari og fleiri, tí skipið livir rætti- liga nógv. Pakistanskir havfrøðing- ar siga, at tað verður ein sonn vanlukka fyri um- hvørvið har á leiðini, endar øll oljan í havinum. Á hes- um leiðunum er nógvur fiskur og nógv skeljadýr, og nógvar skjaldbøkur eru longu funnar deyðar fram við strondini, sigur BBC. Eitt reiðarí í Pakistan eigur »Tasman Spirit«, sum siglir undir grikskum flaggi. Tað sigur avstralski forsætisráðharrin, John Howard. Upp- lýsingarnar hevur hann frá landsins fregnartænastu YVIRGANGUR Árni Joensen Ovastin í avstralsku fregnar- tænastuni, Dennis Richard- son, heldur stóran vanda vera fyri, at Vesturheimurin skjótt fer at uppliva eina yvirgangsatsókn, sum kanska verður líka ógvuslig sum tann at Worl Trade Center í New York fyri skjótt trim- um árum síðani. – Vit eru rættiliga vís á, at atsóknin kemur. Tað er bara ein spurningur um tíð, segði Dennis Richardson fyri nøkrum døgum síðani. John Howard, forsætis- ráðharri, er samdur við sín- um fregnartænastuovasta. – Eg skal viðganga, at ein ávaring sum hendan kann ljóða ógvuslig, men hetta er tann heimur, sum vit liva í í dag. Eingin eigur at undir- meta, hvussu nógv heimur- in er broyttur síðani tann 11. september í 2001, segði Howard við Sky News í gjár. Avstralska uttanríkisráð- ið hevur mælt sínum ríkis- borgarum frá at fara til Indonesia, tí fregnartænast- an hevur fingið ábendingar um, at yvirgangsmenn fyri- reika fleiri atsóknir at vest- urlendskum málum har. Tað sama hevur ameri- kanska uttanríkisráðið gjørt. Vesturheimurin kann vænta eina stórari yvirgangsatsókn Vandi fyri oljudálking í Pakistan Tangaskipið »Tasman Spirit« hevur staðið á einari grynnu sunnan fyri pakistonsku strondina síðani ólavsøkuaftan. Nú er vandi fyri, at øll oljan í tangunum fer at renna út í havið C M Y K 17 16