Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-08-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. august 1995síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 161 — 25. AUGUST 1995 tíðindablaðið Eisini um heystið og um veturin ber til at sleppa suður í heitari lond og heimaftur til Foroya fyri tilsamans góðar 3000 krónur Ferðir suðureftir: Nogv biligari yvir Skotland Við at gera ferðirnar yvir Skotland kann Strandferðslan útvega førovingum fleiri túsund krónur bíligari ferðir í suðurlond Í summar hava útvarpið og sjónvarpið at kalla hverja viku havt lýsingar frá Strandferðsluni við ferða tilboðum sudureftir Ferðir ul Gran Canana Íbiza, Mallorca og aðra staðni fyri úr góðum 3000 krónur fyri eina viku úr Føroyum og aftur Hetta ber til, tí tað dyr asta, tå føroyingar gera ferðir sudurefur við donsk um ferðaløgum, er flogferð in millum Føroyar og Dan- mark. Nógv er at spara við at fara yvir Skotland, tí ferð- in við Smyrli ul Aberdeen og aftur er væl bíligari enn ein flogferðaseðil Higartil í ár hava umleið 170 føroyingar roynt hesa leiðina suðureftir Øll, sum eru farin við, hava fingið spurnarblað at fylla út um ferðina, men bara fá hava svarað. Á ferðamannadeildini halda tey, at tey flestu ferðafólk- ini hava verið nøgd. Ein klaga er tó komin Nakað nýtt Fólk hava einki ímóti at royna eitt skotskt ferðalag í staðin fyri eitt danskt, og nógv nýta hetta samstundis sum ein møguleika at læra meira av enskum mál: Innivist fæst á hotelli ella í íbúð, sum fólk ynskja tað Strandferðslan selur ikki bara hesar bíligu ferðirnar suðureftir. Tey, sum líka leggja í, hvat ferðin kostar kunnu eisini fáa meira luxus-kendar ferðir, ersimi við at fara yvir Skotland Um summand sælir Smyril tvær ferðir um vikuna til Aberdeen, og tað ber altíð til at fáa eina ferð víðari við stuttum steðgi í Aberdeen. Nakrar ferðir fáast suðureftir beinleiðis úr Aberdeen, men oftast fer flogfanð úr Glasgow, hagar farið verður við toki úr Ab- erdeen. Av og á fer flogfarið úr Edinburgh, hagar eisim slepst við toki Onkuntíð er neyðugt at gista eina nátt ella tvær í Skotlandi, áðrenn ferðin gongur víðari Á ferðamannadeildini siga tey, at fleir føroyingar samanseta ferðina suðureft- ir við td. eini viku í Skot landi Í summar hava flestu føroyingarnir, sum eru farn- ir suðureftir um Skotland, farnir til Ibiza, Mallorca, Korfu og Gran Canaria. Út- boðið av ferðum til hesar oyggjar er eisini størst Onnur ferðamál hava ver ið Malta, Tunis og Turka land Gørvísi foria Crikkaland er eisini eitt land, sum er áhugavert at vitja. Strandferðslan hevur í summar selt onkra ferð til oynna Folegandros. Har ber til at halda eðrvísi feriu, tí á Folegandros eru fleir áhugaverð skeið, t.d. í tekn ing, málningalist. kera mikk-arbeiði, guitar-spæli, filosofi, vider fimleiki kropsvenjing, yoga, gongu turum í nátturum o. m. á. og har er eisini nógv fyn børn og skeið er fyri eldri fólk Strandferðslan kann eis ini skipa fyri ferðum alt árið ul fjarari lond sum t. d Fjareystur, Caribiska hav ið, USA ella hvagar, fólk ætla sær Altid heitt á Gran Canaria Sjálvt um summarið er farið at halla, ber framvegis til at gera ferðir yvir Skotland suðureftir í heitari lond Men í vetrarárstíðini siglir Smyril bara eina ferð um vikuna til Skotlands, og um fólk ikki hava stundir og ráð at steðga eina viku í Skot landi eisini, ber bara til at fara til Gran Canaria. Men tað er ikki versta staðið at vitja um veturin, tí miðal- hitin á Gran Canaria í vetr- arárstíðini liggur millum 18 og 25 stig randi BÅRU-BILURIN er vunnin Vinnaraparið Kathrina og Jens Otto Djurhuus úr Skopun fáa her handaðan bilin, sum Bygdarfelagið Báran í Arnafiråi burturlutaði á lutaseðli í summar. Bilurin hevði nr. 4150 Uttast til hogru á myndini er tað Esmar Justinussen úr Arna- firði, sum handar teimum bilin, og var tað eisini hann, sum seldi teimum vinnaraseðilin. mynd: asj Um nóg stórur áhugi er skipar STH fyri skeiði í WORDPERFECT 6.1 TIL WINDOWS Skeið nr. 95026. 1 Endamálið við skeiðinum er at læra luttakaramar at nýta tekstviðgerðarfortið WordPerfect 6.1 til Windows á ein skynsaman hátt Skeiðið er ætla teimum. sum vil vita eitt sindur um WordPerfect 6.1 til Windows TØ: 20 timar. Tysdagin 05. september 1995 Hósdagin 07. september 1995 Tysdagin 12. september 1995 Hósdagin 14. september 1995 Allar dagar kl. 15.30-19.30 Pláss er fyri 10 fólkum. Føroya handilsskúl í Torshavn Sonja Oyrabo Petersen. Kr. 2.550,- fyri hvønn, íroknað frálæru, skeiðtilfar og mat Fráboðan um luttoku innan 28. august 1995. Nágreiniligar upplýsingar fáast á Føroya Handilsskula í Tórshavn SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS STHx Eftir- og víðariútbúgving á Feroya Handilsskúla Postsmoga 177, 77, 110 Tórshavn, Tlf, 17177, Fax 13374