leygardagur 16. august 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
3
Úrslitið av at Marjun
Ferjá í Streymnesi
keypti lutaseðlar frá
ommusoninum í
Havn, Atla undir
Kletti, varð at honn
vann ein Toyota
Corolla. Tað var
Tórshavnar Ítróttar-
ráð sum burturlutaði
bilin
VINNINGUR
Magnus Gunnarsson
Ein av vinningunum á luta-
seðlunum hjá Tórshavnar
Ítróttarráði í summar var
ein Toyota Corolla sedan.
Nógv ungfólk ganga í hús-
ini og selja hesar lutaseðlar.
Ein av teimum var 12 ára
gamli
havnardrongurin,
Atli undir Kletti.
Marjun Ferjá í Streym-
nesi, ið er omma Atla,
keypti fýra lutaseðlar ein
dagin hon var í Havn.
Seinni kom Atli norður
til Streymnesar og hevði
nakrar lutaseðlar við sær,
sum hann seldi har í bygd-
ini. Marjun keypti tá ein
lutaseðil frá honum. Tað
vísti seg at tá drigið var,
hevði Marjun vunnið ein
Toyota Corolla upp á tann
seðilin, sum hon keypti í
Streymnesi. Hetta var ein
Corolla sedan við bensin-
motori.
Av tí at hon arbeiðir á
Lágargarði í Havn aðru-
hvørja viku, fekk hon býtt
bilin um við ein Corolla 2,0
hatchback við dieselmotori.
Marjun er sera fegin um
vinningin, bilurin hjá teim-
um var vorðin fimm ára
gamal, so tað kom væl við
at fáa ein nýggjan bil
ókeypis.
Ommusonurin seldi lutaseðilin
Jóhan Pauli Johansen, frá Tórshavnar Ítróttarráð, handar her
Marjun Ferjá úr Streymnesi nýggja Toyota Corolla. Fremst á
myndini er stolti ommusonurin, Atli undir Kletti, sum seldi
ommuni lutaseðilin
Hósnáttina varð
álvarsligt herverk
framt í Sandvík
HERVERK
Hans Kárason Mikkelsen
Eitt ferðalag úr Havnini var
farið ein túr til Suðuroyar,
og tey høvdu tríggjar bilar
við sær, sum allir blivu illa
skøvaðir við steini. Hesir
vóru parkeraðir fyri náttina
uttan fyri húsini, sum eigar-
anir høvdu leigað sær í
Sandvík.
– Morgunin eftir høvdu
allir bilarnir djúpar skøvur,
og ókvæmisorð vóru rist
við steini inn í lakkið, sigur
Tummas Jacobsen, bileig-
ari. Tummas metir, at hetta
fer at kosta teimum einar
kr. 20,000 í nýlakering, so
illa teir er skøvaðir.
Løgreglan í Suðuroynni
hevur í skrivandi løtu ikki
illgruna til nakran ávísan
persón ella persónar. Tó
siga teir á politistøðini, at
ábendingar er um, at ung-
dómar standa aftan fyri
herverkið.
– Ókvæmisorðini, sum
vóru rist inn í lakkið á bil-
unum eru eisini at síggja á
skúlaveggjunum, sigur Poul
Poulsen, sum heldur, at
hetta er tekin um, at ungt
fólk stendur aftanfyri.
Herverk fyri kr. 20.000
– Tað man mangan
vera við bivandi
hjarta, at foreldur
senda síni smáu á
skúlans leið, sigur
Ferðslutrygd, sum
minnir bilførarar á at
sýna størsta varsemi,
nú so nógv børn
verða á gøtunum
FERÐSLUTRYGD
Tíðindaskriv
Mánadagin 18. august er
summarfrítíðin av og tá
fara 748 næmingar í skúla
fyri fyrstu ferð.
Tað man mangan vera
við bivandi hjarta, at for-
eldur senda síni smáu á
skúlans leið, og hugmyndin
um lítla barnið í millum
bilar og bussar er satt at
siga skakandi. Helst vildu
foreldur sloppið at fylgt
børnunum heilt til skúla-
dyrnar. Men tað er verri
enn so altíð, at tað ber til, tí
tey skulu jú møta til arbeið-
is sjálvi um somu tíð. Har-
afturat man tað í mongum
førum vera so, at børnini
vilja sleppa at ganga sjálvi
– tey vilja ikki hava for-
eldrini við – tey eru jú byrj-
að at ganga í skúla!
Sum vant fáa børnini 1.
skúladag ein faldara heim
við til foreldrini, har tað
verður greitt frá um trupul-
leikarnar viðvíkjandi børn-
um og ferðslu.
Tá ið vit komandi vikur-
nar hasta á veg til arbeiðis í
bilum við køldum, osandi
motori og bilrútum, sum
hava hug at døgga, mugu
vit hava teir nýbyrjaðu
næmingarnar í 1. flokki í
huga, heilsar Ferðslutrygd.
Mánadagin fara
748 børn í skúla
á fyrsta sinni
Ferðslutrygd heitir á bilførarar um at hava næmingarnar, ið
byrja í 1. flokki nú mánadagin, í huga
Savnsmynd
Savnsmynd
C
M
Y
K
3
2