leygardagur 16. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Norskt, fúlt og ógvu-
liga stuttligt stand-up
show í Norðurlanda-
húsinum
UMMÆLI
Heri á Rógvi
Tað snúði seg um muslim-
ar, perkarar, jomfrúhind,
forhúð, kynsgøgn, enda-
tarmar, Norra og nógv
annað, sum eitt stand-up
show vanliga hevur at
bjóða.
Stand-up er eftir øllum at
døma vorðin til listagrein í
Føroyum, tá tað er ein norsk-
ur pakistanari sum Shabana
Rheman, ið framførir. Hetta
er nú nóg gott til hægsta
listarliga tind á Føroya
landi, Listastevnuna. Tú
fært varhugan av, at tað á
ein ella skal rættvísgerast,
at tú tekur nakað við, sum í
roynd og veru fyri tað
nógva er fúlt undirhald.
Men hetta er nakað fólki
dámar. Og í hesum ummæl-
inum halda vit, at tað er júst
tað Listastevnan vantar –
tað fólksliga. Stevnan er í
so nógv stongd inni í Norð-
urlandahúsinum og ikki ein
partur av dagligdegnum og
dagliga prátinum hjá fólki.
Tómu stólarnir til flest øll
tiltøk bera boð um eina
fjarstøðu millum fasta og
mentaða kompaníið í norð-
urlendska húsinum og lívið
uttanfyri.
Hóskvøldið var tað stutt-
ligt – ordiliga stuttligt. Hó-
ast tilstaðar var tann heilt
feiti boðskapurin var so
sum so at fáa eyga á, men
tað var stuttligt. Tað var rátt
við dagligum slang máli,
sum er ein stórur partur av
stílinum.
Í Føroyum eru næstan
eingir perkarar, men vit
flenna allíkavæl eftir øllum
vittigheitunum um teir. So-
leiðis tók ein áhoyrari til,
og tað er væl eisini kjarnin
í øllum hesum við skemti
og stand-up. Tú mást á ein
ella kunna kenna teg aftur í
tí, tú skal flenna at. Men at
skilja, hví tey í einum parti
av Norra eru meira hetta
ella hatta enn hini, var í
støðum heldur torført. Men
perkararsøgurnar nýttu tey
í salinum.
Og sum ofta til tílík show
fekk eisini ein ávísur áskoð-
ari, sum er so óheppin at
siga í fremstu røðunum,
toyggið frá Shabanu –
meira enn eina ferð. Til
síðst varð hesin eisini drig-
in upp á palli, har hann og
Shabana endaðu undir musl-
imska klædnabúnanum –
»burka«. Eisini dugdi hon
væl at gera gjøldur burturúr
sær sjálvum, sum ikki
minst er vanligt í stand-up.
Tað er eitt sindur ringt at
siga frá øllum, tí skemti
riggar nú betri á palli enn á
prenti. Og avgjørt kundi
stand-up verið áhugavert at
síggja meira til.
Fyri 225 krónur vilja vit
eisini flenna, og tað gjørdu
tey flestu nógv, men kortini
225 ferðir ella líkavið. Tí
ikki toppkarakter ella há-
bærslig lýsingarorð. List
ella ikki list, so var tað
stand-up, sum tað eigur at
vera.
Ordiligt stand-up
Shabana Rheman fekk føroyingar at flenna hóskvøldið
Mynd: Heri á Rógvi
Eitt av trimum setr-
um á rutunum mill-
um Føroyar og
Danmark eru tóm.
Serliga februar og
november mánaði
eru lítið hugaligir
hjá flogfeløgunum
FLOGFERÐSLA
Heri á Rógvi
Ruturnar millum Føroyar
og Danmark eru eisini
loftferðslurutur, har kapp-
ing er millum tveir veit-
arar.
Tøl, sum Sosialurin
hevur fingið upplýst ymsa-
staðni frá, vísa, at í 2002
vóru umleið. 197.000
retur setur til Danmarkar
og 131.476 ferðafólk
sótu í setrunum. Tað vil
so siga, at triðja hvørt
setur er tómt á rutunum
til Føroya.
Serliga í februar
og november
Skilið er serliga ringt í
mánaðunum februar og
november. Summarfrítíð-
in og jólafríðin eru góðir
dagar hjá flogfeløgunum.
Viðmerkjast skal eisini,
at í tíðarskeiðum er eftir-
spurningurin væl størri
til Føroyar enn hinvegin
ella øvugt.
Eftir hvat vit hava
fingið uppspurt, so eigur
Atlantic Airways á leið
57% av marknaðinum,
og Maerks-Air hini 47%.
Tað eru bert hesir báðir
veitararnir, sum hava
loyvi at flúgva til og úr
Føroyum.
Ikki tíð
Tað hevur gingið illa í
hond at fáa viðmerkingar
frá Atlantic Airways og
Maersk-Air. Bæði Magni
Arge, stjóri fyri Atlantic
Airways, og Keld Mos-
gaard Christensen, vara-
stjóri hjá Maersk-Air,
høvdu ikki stundir at tosa
við blaðið áðrenn evsta-
mark.
Arbeiðsbólkurin, sum
skal orða nýggjan
loftferðslupolitikkin,
er bert mannaður við
umboðum fyri
Atlantic Airways og
Vinnumálaráðið
LOFTFERÐSLA
Heri á Rógvi
Landsstýrismaðurin í flog-
ferðslumálum, Bjarni Djur-
holm, hevur sett ein bólk at
arbeiða við at orða ein
nýggjan loftferðslupolitikk.
Orsakað av serliga broyt-
ingum í manningini hjá
Vinnumálaráðnum er glið
ikki komið á arbeiði enn.
Men manningin í bólkinum
gevur ein sterkan fyrimun
til Atlantic Airways.
Tað er nevniliga soleiðis,
at manningin í dag telir
stjóran í Atlantic Airways,
Magna Arge, og nevndar-
formannin,
Christian
Andreasen.
Hesar upplýsingar hava
vit fingið frá Vinnumála-
ráðnum.
Marita Danielsen, for-
kvinna í Ferðaráð Føroya,
var eisini partur av bólki-
num, men eftir fyrsta fund-
in tók hon seg úr bólkinum.
Formaðurin fyri nevndina
er í skrivandi stund Niels
Winther, fulltrúi í Vinnu-
málaráðnum. Niels Winther
upplýsir, at tað av fyrstan
tíð bert var Christian
Andreasen, sum var umboð
fyri Atlantic Airways í ar-
beiðsbólkinum, men føroy-
ska flogfelagið helt tað vera
skilabest, um Magni Arge
sum stjóri eisini kundi vera
við í arbeiðsbólkinum, og
hesum tók Vinnumálaráðið
undir við.
Niels Winther leggur
afturat, at tá arbeiðsbólkur-
in hevur gjørt sítt tilmæli,
fer tað til hoyringar hjá øll-
um viðkomandi pørtum.
Ikki Finnbogi
Ætlanin hjá Vinnumálaráð-
num var, at Finnbogi Nicla-
sen, stjóri á Ferðaráð Før-
oya, skuldi taka yvir eftir
Maritu Danielsen, men
hetta gjørdist av ongum, tí
danska ferðslumálaráðið
ikki vildi ganga við til
hetta.
Bjarni Djurholm sigur
seg undrast nógv um, hví
ferðslumálaráðið ikki vil
loyva hesum.
Teir vilja ganga við til
yvirtøkur av flogvøllinum,
men ikki at vit manna ar-
beiðsbólkin, sigur Bjarni
Djurholm.
Enn eru ikki allar súðir
syftar, men sum er sleppur
Finnbogi ikki upp í part.
Kanska ov snævur
Bjarni Djurholm ásannar,
at arbeiðsbólkurin kanska
er ov snævur samansettur.
– Tað er møguligt, at
hann fær eina øðrvísi
breidd, sigur Bjarni Djur-
holm, sum kortini ikki vil
útgreina,
hvat
øðrvísi
breidd merkir.
Atlantic einsamallir
um politikkin
Triðja hvørt
setur tómt
Saman við umboðum fyri Vinnumálaráðið eru nevndarformaðurin og stjórin í Atlantic
Airways einastu umboðini í einum bólki, sum er settur at gera tilmæli til nýggjan
loftferðslupolitik
Savnsmynd
4
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
5
Løgfrøðingurin, sum
Fiskimálaráðið hevur
valt sær at føra eitt
møguligt rættarmál
um veiðiloyvið hjá
Jógvani S, hevur
alment boðað frá, at
hann er ivasamur um
ta avgerð, hann vegna
Fiskimálráðið skal
verja
UMSITING
Edvard Joensen
Tað verður Halgir Winther
Poulsen, løgfrøðingur, sum
skal føra eitt møguligt rætt-
armál fyri Fiskimálaráðið,
um so verður, at reiðaríið
hjá Jógvani S stevnir eftir
endurgjaldi, sigur Jacob
Vestergaard,
landsstýris-
maður við fiskivinnumál-
um. Sjálvur sigur Halgir
Winther Poulsen, at tað veit
hann einki um.
Tað er ikki ókent fyri
almenninginum, at Halgir
Winther Poulsen er iva-
samur um, hvørt tað er rætt
at taka veiðiloyvið hjá
Jógvani S aftur. Er tað so
ikki óheppið, at Fiskimála-
ráðið velur sær ein sakfør-
ara, sum kanska er í parti
við mótpartinum?
– Nei, heldur Jacob
Vestergard, landsstýrismað-
ur við fiksivinnumálum.
Tað haldi eg ikki. Halgir
Winther Poulsen er royndur
løgfrøðingur, og hann fer at
føra sakina fyri okkum.
Annars fer rætturin at taka
støðu út frá tí, sum har
kemur fram, og einki er at
ivast í, at øll tey skjøl, sum
finnast í málinum, fara at
verða løgd fram har. Dóm-
stólurin er óvildigur, so har
síggi eg ongan vanda, sigur
Jacob Vestergaard.
Annars heldur landsstýr-
ismaðurin, at tað er ikki
vist, at tað ber til at finna
nakran løgfrøðing, sum er
púra samdur við landsstýr-
ismálanevndini.
Halgir Winther Poulsen
hevur ikki aðrar viðmerk-
ingar til upplýsingarnar hjá
landsstýrismanninum enn,
at hann sigur seg ikki vita
nakað um, at hann skal vera
sakførari
hjá
Fiskimálaráðnum.
Jógvan S fiskar enn, og
tað undrar fleiri fólk. Tí
tann
nógv
umtalaða
tilsøgnin um veiðiloyvi var
skjót at avgreiða, men nú
boðað er frá, loyvið verður
tikið aftur, gongur seinni,
vísa fleiri keldur á.
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður
við
fiskivinnumálum, sigur, at
hann eisini hevur fingið
spurningin um, hví so er.
Og
hann
vísir
til
fyistingarlógina.
–Tað er soleiðis, sigur
hann, at tá eitt slíkt skriv fer
út, skal móttakarin hava
eina viku hoyringsfreist.
Og til tann freistin er farin,
er ikki rætt at taka loyvi
aftur. Í mínari verð ger tað
ongan mun, um skipið
fiskar eina viku meira ella
minni, sigur hann.
Hann greiðir frá, at
skrivið til reiðaríið er
dagfest á Fiskimálaráðnum
tann 14. august og skuldi
sostatt verið reiðarínum í
hendi dagin eftir. Síðan
hevur reiðaríið fingið ta
vikuna at umráða seg í,
áðrenn svarað verður aftur
upp á hetta skrivið, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tað er gjørt
soleiðis í Fiskimálaráðnum
eftir at tey hava ráðført seg
við
Halgir
Winther
Poulsen, sakførara. Hann
var annar teirra, sum av
Fiskimálaráðnum
varð
biðin um at kanna málið
fyri Fiskimálráðið. Og nú
roknast kann við einum
rættarligum
eftirspæli,
hevur fiskimálaráðið biðið
Halgir Winther Poulsen um
at vera sakførara hjá sær.
Guðstænastan í
Hvalvíkar kirkju í
morgin verður heldur
øðrvísi, enn hon
vanliga plagar at vera.
Allir sálmarnir verða
á donskum og
sungnir við gomlu
Kingoløgunum
GUÐSTÆNASTA
Edvard Joensen
Hvalvíkingar og øll onnur,
sum hug hava at fara í
kirkjum í Hvalvík í morgin,
hava høvi at uppliva eina
guðstænastu, sum víkir frá
tí vanliga. Orglið er tagnað,
og bara Kingosálmar uttan
undirspæl verða at hoyra.
Hvalvíksprestur, Mogens
Tilsted Christensen, sigur,
at tað er í samband við
listastevnuna, at hendan
øðrvísi guðstænasta verður
hildin.
Sum so verður guðstæn-
astan at fara fram eftir van-
ligum leisti annað enn tað,
at orglið verður ikki brúkt.
Bæði præludium og post-
ludium verða eisini sungin
av
Kingobólkinum
í
Tjørnuvík, sum eisini fer at
standa fyri sálmasanginum
gjøgnum alla guðstæn-
astuna.
Guðstænastan
verður
sum í gomlum døgum, sig-
ur prestur. Sjálvur tosar
hann bara danskt, sigur
hann. So har veðru alt á
donskum uttan kanska inn-
og útgangsbønin.
Sálmarnir verða fram-
førdir á gomlum donskum
máli, sum teir vórðu yrktir
á. Løgini er eisini tey upp-
runaligu, greiðir prestur
frá. Og tá nú Hvalvíkar
kirkja er tann elsta av
gomlu flagtaktu trækirkj-
unum í Føroyum, er tað eitt
sera passandi umhvørvi at
hava eina slíka guðstænastu
í, sigur Mogens Tilsted
Christensen,
prestur
í
Hvalvík.
Sakførari í báðum pørtum
Halgir Winther Poulsen skal vera sakførari hjá Fiskimálaráðnum í einum møguligum rættarmáli
um veiðiloyvið hjá Jógvani S. Hóast hann sigur seg vera ivasaman um avgerðina hjá
landsstýrismanninum, hann skal verja
Kingo guðstænasta í Hvalvík
Guðstænastan í Hvalvíkar kirkju í morgin verður sum í
gomlum døgum, tá alt varð sungið uttan orgulfylgispæl
C
M
Y
K
5
4
Almenn móttøka
Tann 31. juli 2003 fór Napoleon Nólsoy frá fyri aldur sum skúlastjóri í Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla og í Tórshavnar Musikkskúla.
Í hesum sambandi verður almenn móttøka í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin 22.
august kl. 16-18.
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
og Tórshavnar Musikkskúli