leygardagur 16. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
7
– Eitt samferðslugjald
gevur Strandferðsluni
eitt breiðari inntøku-
grundarlag, og um-
framt at tænastustøði
hækkar, skapar hetta
eisini betri møguleik-
ar hjá útjaðaranum at
mennast, halda tjóð-
veldismenninir Høgni
Hoydal og Hergeir
Nielsen
SAMFERÐSLUGJALD
Heini í Skorini
Høgni Hoydal og Hergeir
Nielsen hava fleiri ferðir
havt uppskotið um sam-
ferðslugjald á lofti á lands-
stýrisfundum, men enn er
eingin broyting farin fram.
Floksformaður og tingmað-
ur Tjóðveldisfloksins hava
báðir ta fatan, at eitt fast
samferðslugjald loysir fleiri
trupulleikar.
Hækkar tænastustøði
– Í einum framkomnum
samfelagið sum okkara eig-
ur tænastustøði Strand-
ferðslunnar at vera hægri,
har fólk kunnu ferðast nær
og hvar, tey vilja, sigur
Høgni Hoydal. Hann vísir
á, at eitt samferðslugjald
kundi verið ein loysn á
æviga kjakinum um Strand-
ferðsluna og tænastustøði
hennara.
Høgni Hoydal vísir víðari
á, at í staðin fyri støðugt at
hækka prísirnar á ferða-
seðlum og farmaflutnings-
gjøldum, skuldi samferð-
slugjald verið innført, so
ferðast kann til útoyggjar
uttan at gjalda.
– Í staðin fyri kunnu prís-
irnir hækka á t.d. bensini,
olju og vegskatti, og á
henda hátt kundu fleiri
herðar verið við til at fíggja
Strandfersðluna, so karmar
høvdu verið skaptir til eitt
høgt tænastustøði, sigur
Høgni Hoydal.
Hann vísir víðari á, at um
prísirnir hækka á øðrum
økjum, kundi talan verið
um gratis ferðir til útoyggj-
arnar, meðan kostnaðurin
til størru plássini eisini
hevði lækkað.
Útjaðarin við
sviðusoð
Tingmaður
Tjóðveldis-
floksins, Hergeir Nielsen,
vísir á, at í løtuni eru út-
reiðslurnar til útjaðaran alt
ov høgar.
– Í verandi støðu eru tað
borgararnir í útoyggjum,
sum í alt ov stóran mun
tryggjað
Stranderðsluni
inntøkurnar, og hetta skað-
ar kappingarføri í vinnulív-
inum í útjaðaranum. Í stað-
in skuldu íbúgvarnir í mið-
staðarøkinum eisini luttikið
at fíggja Strandferðsluna,
heldur Hergeir Nielsen.
Hann vísir víðari á, at um
vinnan í útoyggjum skal
yvirliva, er neyðugt við
broytingum.
– Lemmavirkið í Vági er
eitt sera gott dømi, tí hjá
teimum loysir tað seg betri
at flyta vøru til Klaksvíkar
umvegis Danmark í staðin
fyri beinleiðis norður. Tá er
okkurt heilt galið, og tað
sigur nakað um, hvussu dýr
farmagjøldini eru í løtuni,
sigur Hergeir Nielsen av-
gjørdur.
Partur av
økismenning
Umframt at geva Strand-
ferðsluni betri fíggjarligar
karmar at virka undir og
harvið hækka tænastustøði,
er talan sostatt eisini um ein
økismenningarpolitikk, Her-
geir og Høgni eftirlýsa.
– Økismenning hevur
verið eitt ævigt kjak, og
skulu vit veruliga gera okk-
urt fyri at betra menningar-
møguleikar útjaðarans, má
tað síggjast aftur í prísvið-
urskiftunum, sigur Hergeir
Nielsen.
Sostatt sláa teir báðir
Høgni Hoydal og Hergeir
Nielsen fast, at eitt sam-
ferðslugjald hevði loyst
fleiri trupulleikar. Umframt
at
hækka
tænastustøði
hevði talan sambært teim-
um verið um eitt framstig í
gongdini at føra økismenn-
ing út í lívið, og hetta hevði
avgjørt verið við til at gera
útoyggjavinnuna kapping-
arføra, vísa teir báðir á.
– At hækka skattin við álegging
av samferðslugjaldi er sosialist-
iskur politikkur, tá hann er
villast, og hetta líkist ikki sørt
kubanskum framferðarhátti,
sigur ein sera avgjørdur Bjarni
Djurholm um uppskotið um
samferðslugjald
SAMFERÐSLUGJALD
Heini í Skorini
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, er
sera avgjørdur í aftursvari sínum um sam-
ferðslugjald til tjóðveldismenninar Høgna
Hoydal og Hergeir Nielsen.
Hann sigur, at Fólkaflokkurin grund-
leggjandi er ímóti at hækka nakað
gjald/skatt, og at hetta ikki fer at henda,
meðan hann er landsstýrismaður í vinnu-
málum.
40 mió. skulu fíggjast
Bjarni Djurholm sigur, at ferðainntøkur
Strandferðslunnar eru á umleið 40 mió.
Um hvør bilur í fríari ferðslu skal átaka
sær at fíggja hesa upphædd, verður talan
samanlagt um 5.000 kr.per bil, og tað er
burtur úr vón og viti.
– Vit vilja gjarna taka spurningin upp,
um møguleiki er at lækka ferðakostnaðin,
men so skal sparast innanfyri verandi
karmar. At áleggja gjøld í fríu ferðsluni
kemur ikki uppá tal, so leingi eg eri
vinnumálaráðharri, slær ein avgjørdur
Bjarni Djurholm fast.
80´ini øtast
Vinnumálaráðharrin heldur talan vera um
eitt vandamikið rák, og líkist hetta ikki
sørt skilaleysa framferðarháttinum í
80´unum.
Nógv verður tosað um, at vit ikki mugu
gera somu mistøk aftur, men sannleikin
er, at uppskotið líkist ikki sørt føroyska
80´arapolitikkinum, sigur Bjarni Djur-
holm. Hann vísir á, at talan er um rein-
dyrkaða sosialismu, tá ein vil hækka
skattin fyri at fíggja Strandferðsluna, og
at 80´ini høvdu bliknað av hesum hugs-
anum.
Skipanin til frama fyri øll øki
Víðari vísir leiðari Vinnumálaráðsins á, at
verandi skipanin gevur fleiri møguleikar
og fyrimunir til útoyggjar.
– Vit hava innført frían post- og pakka-
flutning, allar neyðsynjarvørður ferðast
frítt til útoyggjarnar, og vinnan í útoyggj-
um hevur frían flutning til meginøkið,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann leggur afturat, at Vinnumálaráðið
nýtir 5 mió. til flutning við tyrlu um árið,
og at talan tískil er um eina skipan, sum
leggur lunnar undir kappingarføri og um-
støðum á jøvnum føti millum ymsu økini.
Modernisera innanfyri verandi
karmar
Bjarni Djurholm leggur dent á, at støðugt
og intenst verður roynt at modernisera og
dagføra Stranderðsluna og skipan tess,
men innanfyri verandi karmar, uttan at
talan verður um nakað samferðslugjald.
– Innanfyri verandi fíggjarkarmar royna
vit støðugt at betra um viðurskiftini, og
Strandferðslan hevur fingið 70 mió. játt-
aðar á verandi fíggjarlóg. Uppskot teirra
um samferðslugjald er als ikki í tráð við
hendan politikk, vit hava sett okkum.
– Ikki meðan eg eri
landsstýrismaður
Bjarni Djurholm leggur dent á, at hetta er
eitt sosialistiskt uppskot, sum fer út um
verandi fíggjarkarmar og áleggur hægri
skatt og gjald til fólkið, í staðin fyri at
halda seg til realistisku fíggjarviðurskift-
ini á verandi øki.
– Um Tjóðveldisflokkurin ynskir at
innføra samferðslugjald, mugu teir stinga
í sekkin og royna at fáa nýggjan lands-
stýrismann í vinnumálum, tí hetta verður
ikki tikið í nýtslu, so leingi eg eri Vinnu-
málaráðharri, slær ein avgjørdur Bjarni
Djurholm fast.
Bjarni Djurholm um samferðslugjald:
80´ini umaftur!
– Uppskotið um samferðslugjald líkist ikki
sørt framferðarháttinum í 80´unum, og er
hetta sosialistiskur, kubanskur politikkur, tá
hann er uppá tað villasta, sigur ein
avgjørdur Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðharri
Høgni og Hergeir:
Samferðslugjald loysnin
hjá Strandferðsluni
– Um samferðslugjald ikki verður innført, er
vinnan í útoyggjum ikki kappingarfør við
vinnuna í miðstaðarøkinum, og tískil má
okkurt gerast, sigur Hergeir Nielsen
Høgni Hoydal ynskir nú at innføra fast sam-
ferðslugjald og harvið opna møguleikan at
ferðast til útoyggjar uttan at gjalda. –
Samstundis kundu prísirnir hækka á øðrum
økjum, og á henda hátt høvdu vit hækkað
tænastustøði Stranderðslunnar, slær Høgni
Hoydal fast
Vend tykist verða
komin í søluna av før-
oyskum øli sammett
við innflutta ølið.
Eftir føroyski markn-
aðarparturin minkaði
í 2000 og 2001, so siga
tølini fyri 2002, at
føroyingar aftur
drekka meira av øl-
inum hjá Føroya Bjór
og Restorff. Verri
stendur til við soda-
vatninum, har út-
lendski innflutning-
urin hevði metár í
fjør
HAGTØL
Páll Holm Johannesen
Í hagtølunum yvir sølu av
øli í 2002, kunnu bæði før-
oysku bryggjaríini, Restorff
og Føroya Bjór, fegnast um,
at føroyingar aftur eru farn-
ir at drekka meira føroyskt
øl. Sammett við árið fram-
manundan er sølan av før-
oyskum øli økt við trimum
prosentum.
Býtið millum føroyskt øl
og innflutt øl er 81,7% mót-
vegis 18,3%, so framvegis
eru føroysku framleiðslur-
nar við greiðan yvirluta
yvir innflutta ølinum.
Gongdin er gott tekin til
føroysku bryggjaríni, tí
sambært hagtølunum hjá
Rúsdrekkasølu Landsins,
so hevur føroyski marknað-
arparturin minkað seinnu
árini, men nú tykist vend
verða komin í.
Vit drekka eisini størri
nøgdir av øli, enn vit áður
hava gjørt. Sammett við
2001, drukku føroyingar
góðar 50000 litar meira av
øli í 2002.
Meira útlendskt
sodavatn
Meðan føroysku bryggjarí-
ini kunnu breggja sær av at
hava greitt yvirtak á føroy-
ska øl-marknaðinum, so
stendur verri til við soda-
vatninum. Hóast føroysku
framleiðslurnar framvegis
hava yvirtakið, so hevur út-
lendska sodavatnið størri
marknaðarpart enn nakran-
tíð.
Tølini fyri 2002 siga, at
sølubýtið er 60-40 til føroy-
skan fyrimun. 60 % av før-
oyska sodavatnsmarknað-
inum er minsti marknaðar-
parturin
hjá
føroyska
bryggjaríunum nakrantíð
Lýsingar avirka nógv
Heilsølurnar Poul Hansen
og Poul Michelsen eru
høvuðsumboð fyri innflutta
sodavatnið
í
Føroyum.
Mest selda útlendska soda-
vatnin er Coca Cola, sum
Poul
Hansen
umboðar.
Petur Zachariassen er sølu-
leiðari á Poul Hansen, og
hann fegnast sjálvsagt um
vøksturin av útlendskum
sodavatni í Føroyum.
Spurdur, um hvør orsøk-
in er, at føroyingar drekka
meira útlendskt sodavatn,
svarar Petur, at hann dugir
ikki rættiliga at siga ítøki-
ligt um orsøkina, men allar-
helst ávirka nógvu lýsing-
arnar. Hann sigur frá, at teir
merkja beinanvegin eina
størri sølu av útlendska
sodavatninum, um onkur
nýggj lýsing er frammið í
fjølmiðlunum
Sølustjórin fortelur eis-
ini, at longu nú kann Poul
Hansen staðfesta, at sølan
av sodavatni í ár verður
størri enn í fjør. Serliga juli
mánaði eydnaðist væl, og
talan var um metsølu.
Spurningurin er so, um
metsølan hjá Poul Hansen
fer at ávirka marknaðarbýt-
ið av útlendskum sodavatni
í mun til føroyska sodavatn-
ið, tá árið 2003 er lagt aftur
um bak.
Grannar við Markna-
gilsvegin ilskast inn á
allar rotturnar, ið
halda til har um leið-
ir. Teir meta, at
trupulleikin við rott-
unum stavar frá um-
byggingin av Markna-
gilsvegnum, tá beint
varð fyri fleiri
kloakkrørum
ROTTUR
Páll Holm Johannesen
Seinastu tíðina hava fleiri
fólk, ið búgva við Markna-
gilsvegin, givið ilt av sær, tí
dagliga fáa tey eyga á rott-
ur, sum halda til har um
leiðir. Grannarnir hava
gjørt vart við trupulleikan á
Tórshavnar Býráð, og hóast
fólk hava verið og lagt
rottugift, so røkist lítið fyri
at trupulleikin við rottunum
er loystur, tí tær gerast fleiri
og fleiri í tali.
Grannarnir
halda,
at
rottutrupulleikin stavar frá
umfatandi vegarbeiðinum,
ið varð gjørt á Marknagils-
vegnum fyri nøkrum árum
síðan. Teir, ið høvdu byggi-
arbeiðið undir hond, brutu,
í samband við vegarbeiðið,
fleiri rør, ið gingu út til eina
av kloakkunum á Markna-
gilsvegnum.
Ætlanin var so, at nýggj
rør skuldu setast í, men fyri
nøkur av húsunum eru
nýggj rør aldrin løgd í aftur,
og sambært tí eina grann-
anum, so hanga tey rørini
framvegis í leysari luft.
Grannin, ið ikki ynskir at
verða navngivin, sigur, at
fólk við Marknagilsvegin
hava mistankað um, at
kloakkrørini eru orsøkin til,
at rotturnar hava funnið seg
so væl til rættis við Markna-
gilsvegin.
Hann fortelur frá, at
grannar hava gjørt vart við
trupulleikan í býráðnum,
men trupulleikin er fram-
vegis ikki loystur, og núver-
andi støða er ikki serliga
tespilig hjá grannunum at
verða í.
Síggjast dagliga
Grannin sigur, at rotturnar
nørast skjótt, og seinastu
tíðina eru tær blivnar fleiri í
tali.
– Vit síggja til rotturnar
dagliga, og vanliga eru tær
at síggja í túninum ella í
urtagarðinum millum ra-
barburnar, greiðir grannin
frá.
Hann hevur sjálvur roynt
at leggja rottugift, men lítið
hjálpir.
Grannin
sigur
skemtandi, at rotturnar eru
ov klókar til at lata seg
lumpa av rottugiftinum.
Hann fortelur frá, at hann
hevði lagt rottugift ímillum
rabarburnar, men rotturnar
hava ikki gjørt mætari enn
at flyta pakkan við rottu-
gifti, so tær sleppa at grava
í fri. Grannin sigur bros-
andi, at tað má verða tí, at
rotturnar kunnu lesa á
pakkanum at rottugift er
sera vandamikið.
Rottufangari sigur
seg einki vita
Rottufangarin hjá Tórs-
havnar Býráð sigur seg
einki vita um støðuna á
Marknagilsvegnum. Hann
sigur, at hann á staðnum
fyri góðum tveimum mán-
aðum síðan, men síðan
hevur einki hoyrt til at støð-
una. Hann legði rottugift,
og eftir, hvat hann hevur
frætt, so varð trupulleikin
loystur, tí hann hevur ikki
hoyrt frá grannunum síðan.
Hann fortelur annars, at
tað ikki eru stórir trupul-
leikarnir við rottum í
høvuðsstaðnum, og at teir
hava tamarhald á støðuni.
Rottugift er ein sera effek-
tivt loysn, og giftin hevur
tálmað nøringini av rottum
í Havn.
Føroyingar drekka føroyskt øl
Framvegis drekka føroyingar
væl meira av føroyskum øli
enn av innflutta ølinum.
Verri stendur til Restorff og
Føroya Bjór við
sodavatninum, har
innflutningurin av
útlenskum sodavatni hevði
metár í fjør
Mynd: Álvur Haraldsen
Rottur taka sær av løttum
á Marknagilsvegnum
Grannar við Marknagilsvegin ilskast inn á allar rotturnar, sum halda til við Marknagilsvegin.
Hóast fólk hava lagt rottugift, so røkist einki fyri at trupulleikin er loystur. Tær nørast skjótt, og
tað eru longu fleiri í tali
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6