leygardagur 16. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
9
Sambært fiskiveiði-
sáttmálanum millum
Føroyar og Grønland,
kunnu føroysk og
grønlendsk skip
keypa ófiskaðar
kvotur frá hvørjum
øðrum. Hetta hevur
verið gjørt seinastu
árini, men í ár er líkt
til, at grønlendskir
myndugleikar, sum
skulu góðkenna hesar
avtalur, draga málið
út. - Tað kann bjarga
okkum árinum, at vit
sleppa at fiska ta
kvotu, sum vit hava
gjørt avtalu um, sigur
Anfinn Dam á skriv-
stovuni hjá Arctic
Viking í Kollafirði
AVTALUR
Vilmund Jacobsen
Í nøkur ár hevur staðið í
sínámillum fiskiveiðiavtal-
uni millum Føroyar og
Grønland,
at
reiðaríir
kunnu keypa ófiskaðar
kvotur frá hvørjum øðrum.
Hesar avtalur skulu kortini
góðkennast av myndugleik-
unum, áðrenn tær kunnu
praktiserast.
Nøkur føroysk rækjuskip
hava gjørt brúk av hesi
avtalu og hava keypt kvotur
frá grønlendskum reiðarí-
um. Grønlendskir myndug-
leikar hava áður góðkent
hesar avtalur, men í ár er
líkt til, at myndugleikarnir
har yviri draga avgreiðsl-
una – av ókendari orsøk.
- Í mai gjørdu vit avtalu
við reiðaríið, Polar Seafood
í Nuuk, um keyp av eini
700-800 tonsum av rækjum
í Eysturgrønlandi. Vit vita
eisini um annað føroyskt
felag, sum hevur gjørt líkn-
andi avtalu við Royal
Greenland. Men í báðum
førum er stígur komin í, tí
eingin góðkenning er kom-
in
frá
grønlendsku
myndugleikunum.
Ókendar orsøkir
Anfinn Dam, sum starvast
á skrivstovuni hjá Arctic
Viking í Kollafirði, sigur, at
tað eru grønlendsku feløg-
ini, sum hava til uppgávu at
fáa viðurskiftini við myn-
dugleikarnar uppá pláss,
soleiðis at føroysku skipini
kunnu sleppa at fiska í
Grønlandi.
- Grønlendsku feløgini
hava gjørt sína uppgávu,
men ásanna, at tey fáa einki
svar. Tey duga tískil ikki at
síggja, at meira er at gera
hjá teimum.
Av ókendum orsøkum,
sigur Anfinn, eru málini
hesaferð ikki viðgjørd í
grønlendska heimastýrin-
um – og enn minni av-
greidd.
Í tvey fylgjandi ár hevur
rækjutrolarin,
Arctic
Viking, fiskað av keyptari
kvotu í Grønlandi, bæði í
Eysturgrønlandi og Vestur-
grønlandi.
- Vit skilja ikki, hví
myndugleikarnir í Grøn-
landi hava drálað so leingi
við avtaluni í ár.
Heystið áhugavert
Anfinn vísir á, at tað er
ógvuliga umráðandi hjá
einum felag, sum hevur
rækjuskip, at leggja fiska-
ríið til rættis, soleiðis at alt
hongur saman.
- Vit skulu hava reiðskap
til ymisku leiðirnar, og vit
skulu hava pakning eina tíð
fram. Tú fert ikki bara til
Grønlands soleiðis uttan
víðari, sigur hann.
Virkandi reiðarin vísir á,
at tá ið rúm er givið fyri
slíkum avtalum í sáttmálan-
um millum londini, væntar
felagið eisini, at hesar
kunnu fáast undir land í
rímiligari tíð, soleiðis at
nytta er í teimum.
- Vóru viðurskiftini við
myndugleikarnar
komin
uppá pláss tíðliga í summ-
ar, hevði einki verið til
hindurs hjá okkum at
fiskað eini 700-800 tons av
keyptari kvotu, tí fiski-
skapurin í Eysturgrønlandi
hevur verið hampiliga góð-
ur.
Anfinn sigur, at tað ser-
liga er heystið, sum er
attraktivt í Eysturgrønlandi,
tí tá flytir ísurin seg av leið-
um, sum hava ligið óroynd-
ar. Tá ið árið fer at halla,
tekur ísurin seg uppaftur á
hesum leiðum.
- Ymiskt er, hvussu árini
vignast, og torført er at siga
neyvt, nær besta tíðin er,
men í august í fjør fingu
skipini nógvar rækjur á
hesum leiðum, sigur hann.
Stóran týdning
Anfinn leggur dent á, at nú
rækjuflotin liggur í anda-
leypi, hava slíkar avtalur
velduga stóran týdning fyri,
hvussu árið roynist.
- Sluppu vit at fiska eini
500 tons av nevndu kvotu
nú í heyst, hevði hetta
bjargað okkum árinum.
Hann vísir á, at tað er
stórur munur á at fiska
rækjur á
Flemmish Kap fyri 8-9
kr. fyri kg. og so at fiska
rækjur í Eysturgrønlandi
fyri einar 20-25 kr. fyri kg.
- Sjálvt um vit gjalda eina
ávísa upphædd fyri kilo av
keyptu kvotuni, er talan um
góðar avtalur fyri rækju-
skipini, sigur Anfinn Dam
á skrivstovuni hjá Arctic
Viking í Kollafirði.
Grønlendska heimastýrið súltar avtalur
- Sjálvt um vit
gjalda eina
ávísa upphædd
fyri kilo av
keyptu kvotuni í
Grønlandi, er
talan um góðar
avtalur fyri
rækjuskipini,
sigur Anfinn
Dam á
skrivstovuni hjá
Arctic Viking í
Kollafirði
- Eg haldi ikki, at
nýggi landsstýrisfor-
maðurin og fiski-
málaráðharrin í
Grønlandi eru so
heitir hendanvegin,
sigur formaðurin í
Reiðarafelagnum,
Jákup Sólstein
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sosialurin royndi í gjár at
fáa fatur á Jacobi Vester-
gaard,
landsstýrismanni,
Andrassi Kristiansen og
Jens Helga Toftum, embæt-
ismonnum í fiskimálaráðn-
um, um viðmerking til, at
grønlendskir myndugleikar
drála við at góðkenna avtal-
ur, sum gjørdar eru millum
føroysk
og
grønlendsk
reiðaríir um at fiska óbrúkt-
ar kvotur hjá hvørjum
øðrum.
Eingin teirra var tøkur, tá
ið vit ringdu.
Úr
fiskimálaráðnum
frættu vit annars, at tann
parturin av avtaluni millum
Føroyar og Grønland, ið
snýr seg um avtalur millum
reiðaríir, í fyrsta lagi er mál
millum feløgini og reiðara-
feløgini í londunum báð-
um.
Ikki so einfalt
Formaðurin í Føroya Reið-
arafelag, Jákup Sólstein, er
ikki vísur í, at tað verður so
lætt hjá føroysku reiðaríun-
um at fáa umtalaðu avtal-
urnar um at fiska óbrúktar
kvotur uppá pláss í ár.
- Vit hava havt eitt ynski
um, at sáttmálin millum
Føroyar og Grønland eisini
fevnir um, at reiðaríir í
báðum londunum kunnu
gera sínámillum avtalur um
at fiska óbrúktar kvotur hjá
hvørjum øðrum. Hetta kom
við í sáttmálan fyri tveim-
um árum síðan, og føroysk
skip hava í tvey ár fiskað í
Grønlandi
eftir
slíkum
avtalum.
Men, leggur Jákup Sól-
stein, dent á.
- Í avtaluni stendur ikki,
at slíkar avtalur skulu ger-
ast, men kunnu gerast. Tí
kunnu myndugleikarnir eis-
ini drála við góðkenning,
um teir ikki eru so fegnir
um slíkar avtalur.
Ikki so heitir
Formaðurin í Reiðarafel-
agnum heldur ikki, at nýggi
landsstýrisformaðurin og
fiskimálaráðharrin í Grøn-
landi eru so heitir hendan-
vegin, sum ynskiligt hevði
verið.
- Eg veit ikki rættiliga,
hvat hetta botnar í, men eg
haldi, vit hava merkt, at eitt
ávíst stríð er millum før-
oyskar og grønlendskar
myndugleikar á fiskivinnu-
økinum.
Jákup Sólstein vísir á, at
tað, sum hendi á Grand
Bank fyrr í summar, tá ið
grønlendsk rækjuskip –
ímóti føroyskum vilja -
fóru á hesar leiðir at fiska,
er eitt tekin um, at føroy-
ingar og grønlendingar ikki
rættiliga »tosa sama mál« í
løtuni.
- Hetta kom okkum dátt
við, nú føroysk fiskiskip
hava verið stongd úti í
Kanada so leingi, sigur
formaðurin í Reiðarafel-
agnum.
Vit vóna…
Jákup Sólstein sigur seg
ikki duga at meta um,
hvussu útfallið verður við
avtalunum, sum føroysku
reiðaríir nú hava gjørt við
grønlendsk feløg.
- Men vit vóna sjálvsagt,
at grønlendskir myndug-
leikar fara at góðkenna hes-
ar avtalur, soleiðis at før-
oysk rækjuskip sleppa til
Grønlands at fiska.
At enda sigur Jákup Sól-
stein, at grønlendska reið-
arafelagið hevur tosað fyri
hesum avtalum og hevur
verið við til at lagt trýst á
grønlendsku myndugleik-
arnar í hesum sambandi.
VITJAN
Vilmund Jacobsen
Runavík: Útnorðurráðið,
sum er í Føroyum í hesum
døgum, hevði sín árliga
fund á Eiði hósdagin.
Í gjár vitjaðu umboðini,
sum telja eini 20 fólk til-
samans,
í
Runavíkar
kommunu.
Rodmundur Nielsen, bý-
ráðsformaður, sigur, at
ráðið ynskti at vitja komm-
ununa og síggja ein part av
vinnulívinum her.
- Vit avgjørdu at vísa um-
boðunum Æðuvík, maskin-
verkstaðin, FJM og báta-
virkið, AWI-Boats.
Rodmundur sigur, at
kommunan vildi vísa um-
boðunum bygdina, Æðu-
vík, tí hetta er ein lítil bygd
í kommununi, sum liggur
tætt við sjógvin.
- Vit halda eisini, at tað
hevur týdning, at útlendsku
umboðini
síggja,
hvat
maskinídnaðurin og báta-
ídnaðurin í kommununi
hava at bjóða. AWI-Boats
hevur selt nógvar bátar til
Grønlands, og við í ferðini
eru eitt nú grønlendingar,
sum kunnu hava týdning
fyri føroyska marknaðin
har yviri.
Á vitjanin í Runavíkar
kommunu, var Útnorður-
ráðið eisini ein túr við ein-
um nýggjum AWI-Star
báti, sum bátavirkið hevur
bygt.
At enda var Runavíkar
kommuna
vertur
fyri
einum døgurða í kappróðr-
arneystinum á Glyvrum.
»En kold skulder« úr Grønlandi
Útnorðurráðið vitjar
í Runavík
Fiskimálaráðið hevur ikki rættiliga hug at blanda seg uppí tær
avtalur, sum føroysk og grønlendsk feløg gera sínámillum. - Eg
haldi, at ein ávísur kinkur er komin í millum føroyskar og
grønlendskar myndugleikar á fiskivinnuøkinum,
sigur
formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein
At nógvir føroyingar
leita sær eftir íbúð í
danska høvuðs-
staðnum, mátti ein
lýsari hjá Sosialinum
sanna, tá hann setti
eina íbúð mitt í Keyp-
mannahavn til leigu í
lýsingartorginum
ÍBÚÐARNEYÐ
Rúnar Reistrup
Eftirspurningurin
eftir
einari íbúð í Keypmanna-
havn hevur leingi verið
ovurstórur, eisini millum
føroyingar, sum manna ein
so stóran part av íbúðunum
í Keypmannahavn, at býur-
in er uttan iva Føroya næst-
størsti býur máldur eftir
»føroyingatali«.
Á flestu hægri útbúgv-
ingarstovnum í Danmark
byrjar
undirvísingin
1.
september, og tí er trýstið á
íbúðarmarknaðinum ser-
stakliga høgt í august mán-
að á hvørjum ári.
Føroyingar, sum skulu til
Danmarkar í lestrarørind-
um í hesum døgum, hava av
tí sama ikki nakra lætta
uppgávu, tá tey royna at
finna sær tak yvir høvdið.
Tey lesandi, sum fara til
Keypmannahavnar, hava ta
torførastu uppgávuna, tí har
er trýstið á íbúðarmarkn-
aðin størst.
Hetta mátti ein lýsari hjá
Sosialinum sanna, tá hann
herfyri setti eina íbúð mitt í
Keypmannahavn til leigu á
lýsingartorginum
her
í
blaðnum. Tí áðrenn prent-
blekkið á avíspappírinum
var tornað, byrjaði ein
rættiligur telefonstormur.
- Fyrsta kvøldið ringdu
eini tjúgu ymisk fólk eftir
íbúðini. Dagin eftir tók eg
als ikki telefonina, sum
ringdi áhaldandi allan dag-
in. Tá eg fór at hyggja eftir
vóru yvir tjúgu ymisk
nummur, undir »ubesva-
rede opkald«, sigur lýsarin,
sum rættiliga varð tikin á
bóli av stóra eftirspurning-
inum.
Ung pør
Meginparturin av teimum,
sum ringdu, vóru ung pør,
ið skuldu flyta niður til
Keypmannahavnar í næst-
um, tí annar ella bæði
skuldu fara undir eina
útbúgving.
- Tað hoyrdist á fleiri av
teimum, at tey vóru rætti-
liga rædd fyri als ikki at fáa
nakað at búgva í, og at tað
lá stórt trýst á teimum,
greiðir lýsarin frá.
Prísurin, sum lýsarin tók
fyri íbúðina, var rættiliga
sámiligur
sammett
við
marknaðarprísin fyri aðrar
líknandi íbúðir í Keyp-
mannahavn, og tað hevur
kanska vaksið enn meira
um áhugan. Men vildi hann
tað, kundi lýsarin uttan iva
fingið nógv meira fyri
íbúðina, tí tilboðini vantaðu
ikki.
- Fleiri av teimum, sum
ringdu, lótu meg skilja, at
tey vóru til reiðar at gjalda
meira enn tann prísin, eg
hevði sett, og so stórur sum
eftirspurningurin var, kundi
eg uttan iva sett prísin upp
við eini 50 prosentum uttan
at tað av teirri orsøk gjør-
dist verri at leiga hana út,
sigur lýsarin. Hann hevði tó
ongan áhuga í at útnytta
støðuna soleiðis og leigaði
heldur íbúðina út til tann
fyrsta persónin, sum tók av.
Eftir tað var bara eftir at
siga nei til øll hini, sum
ringdu.
Lýsarin hevði uppruna-
liga biðið um, at lýsingin
skuldi setast í blaðið tríggj-
ar ferðir, men mátti sanna,
at eina ferð var ivaleyst og
heitti tí á blaðið um ikki at
prenta lýsingina aftur.
- Eg væntaði ongantíð at
tað fór at vera trupult at
leiga íbúðina út, men at
tørvurin er so stórur, kom
óvart á meg, sigur lýsarin.
Havnarfólk fyrst
Sum
flestum
kunnugt,
verða føroysku bløðini bor-
in haldarum í Havn kvøldið
fyri útgávudagin, meðan
haldarar uttan fyri Havnina
fáa bløðini við postinum
útgávudagin. Tað gevur
fólki búsitandi í Havn ein
ávísan fyrimun, tá tey leita
eftir einhvørjum í lýsingar-
torginum hjá Sosialinum.
Men á Internetsosialinum
ber til hjá øllum at síggja
lýsingarnar á lýsingartorg-
inum longu áðrenn blaðið
verður borið út. Ikki er
neyðugt at vera haldari av
blaðnum fyri at fáa atgongd
til lýsingartorgið á netin-
um. So sjálvt fólk á út-
oyggjum við ringum post-
sambandi hava møguleika
at verða tey fyrstu at síggja
eina lýsing á lýsingartorg-
inum.
Øgiligur eftirspurningur
eftir íbúð í Keypmannahavn
Umboð fyri nevnd-
ina, sum Norður-
atlantsbólkurin hevur
sett at kanna fólka-
rættarligu viðurskifti
Føroya og Grønlands,
fara í næstum til New
York at hitta umboð
fyri ST
FÓLKARÆTTAR-
KANNING
Rúnar Reistrup
Í næstum fara íslendski
fólkarættarserfrøðingurin,
Gudmundur Alfredsson og
fyrrverandi danski løg-
málaráðharrin Ole Esper-
sen saman við skrivaranum
hjá Norðuratlantsbólkinum
á Fólkatingi, Sjúrða Skaale,
til ST høvuðsskrivstovuna í
New York at spyrja seg fyri
um fólkarættarligu støðuna
hjá føroyingum og grøn-
lendingum í danska rík-
inum.
Fundirnir í New York við
umboð fyri ST eru partur
av arbeiðinum hjá einari
nevnd, sum Norðuratlants-
bólkurin hevur sett at kanna
fólarættarligu støðu Føroya
og Grønlands. Teir báðir
Gudmundur Alfredsson og
Ole Espersen eru tveir av
høvuðsserfrøðingunum
í
nevndini, sum sambært
skrivaranum hjá Norður-
atlantsbólkinum kann kall-
ast púra óheft, hóast hon er
sett av einum politiskum
bólki.
- Vit hava altjóða gitnar
serfrøðingar við í nevndini,
og teir hava frá byrjan
tryggjað sær, at eingi polit-
isk atlit verða tikin, hvørki í
kanningararbeiðinum ella í
niðurstøðunum,
sum
nevndin kemur fram til,
sigur Sjúrður Skaale. Hann
sigur júst hetta vera stóru
styrkina
hjá
nevndini,
hvørs niðurstøður sambært
skrivaranum tískil ikki nýt-
ast at hóva teimum, sum
hava biðið um tær.
Niðurstøðurnar og frá-
greiðingar um kanningar-
arbeiðið hjá nevndini verða
samlaðar í eitt nevndarálit
seinni í ár. Álitið er ætlað
sum eitt grundarlag fyri
framtíðar arbeiðinum hjá
Norðuratlantsbólkinum, og
harumframt verður hon
latin øllum fólkatingslim-
um til kunningar.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini, sum fremur
fólkarættarkanningina fyri Norðuratlantsbólkin í
Fólkatinginum, er at kanna hesi viðurskifti:
• Fólkarættarliga støða Føroya og Grønlands í dag,
og hvørjar møguleikar og hvørjar avmarkingar
henda støða hevur við sær tá tað snýr seg um
virkisføri Grønlands og Føroya mótvegis altjóða
felagsskapum sum ST, NATO, WTO og IWC.
• Hvørji rættindi og hvørjar møguleikar gevur
fólkarætturin Føroyum og Grønlandi í eini
samráðingarstøðu um ein meiriluti ger av, at farast
skal frá heimastýri til sjálvstýri.
• Hvussu hevur Danmark higartil umsitið
fólkarættarligu støðu Føroya og Grønlands, og
hvørjar
eru
tær
fólkarættarligu
og
tær
statsrættarligu avleiðingarnar av hesum.
• Viðurskiftini millum ta fólkarættarligu støðuna
og ta donsku grundlógina, herundir avleiðingar av
møguligum broytingum í heimastýrislógunum.
Kanningin verður set í verk í 2002 og skal verða
liðug í 2003.
Kelda: www.dnag.dk
Fakta
Til New York at spyrja
um fólkarætt
Grønjordskollegie er eitt av væl umtóktu búplássunum hjá føroyingum í Keypmannahavn
C
M
Y
K
9
8