leygardagur 16. august 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
11
Mong gjørdust kløkk, tá formaður Tjóðveldisfloks-
ins og tvífalt landsstýrismaður í SvF kunngjørdi, at
flokkur hansara fer at koma við uppskoti um at
lækka prísirnar hjá SL fyri at fremja økismenning.
Økismenning er økið hjá Elttør, og Strandferðslan
økið hjá Djurholm.
Vit hava verið vitni til kríggj og balladu, síðani
samgongan sá dagsins ljós. Og vit hava aftur og
aftur fingið at vita frá oddamonnunum, at nú skuldi
annað skinn takast um bak. Nú skuldu teir fara í ar-
beiðsklæðini osfr. Nú leggur formaður Tjóðveldis-
floksins seg alment út í øki, ið tveir aðrir lands-
stýrismenn umsita. Og fólk spyrja: er hetta ein
náttúrligur partur av demokratiinum, er hetta ein
provokatión ella er hetta tann beri taktikkur!!!
Formaður Tjóðveldisfloksins er ov klókur til at fara
út við slíkum av tilvild og óvart. Hetta er sjálvandi
tilætlað. Kanska eitt takk fyri seinast. Ella er tað
bara enn eitt tekin um, at Tjóðveldisflokkurin als
ikki ynskir at halda fram í samgonguni, nú so stór
myrk skýggj eru fyri framman. Vit hava hoyrt fólka-
floksmenn gita, at Tjóðveldisflokkurin roynir at
finna høvi til at sleppa úr samgonguni og helst verða
tveittur út av Fólkaflokkinum. Hetta seinasta út-
spælið hjá Hoydal, provokatión um tú vil, kundi
bent á tað. Kann tað vera ein »revsing« til Fólka-
flokkin, tí hann enn ikki skrivliga hevur boðað reið-
arríinum hjá Jógvan S frá avgerðini um at taka fiski-
loyvið aftur?
Tey, sum fylgja við politiska glantrileikinum, nýtast
ikki nakað serligt innlit fyri at gjøgnumskoða tað, ið
hendir. Vit hava eitt landsstýri, sum er ósamt um so
gott sum alt. Vit hava nakrar landsstýrismenn, sum
als ikki kunnu sita í stovu saman. Vit hava ein løg-
mann, sum neyvan heldur nógv av varaløgmanni, og
vit hava ein varaløgmann, sum ger alt fyri at provo-
kera sama løgmann, sum so aftur finnur seg í næstan
øllum. Nær er bikarið fult harra løgmaður.
Eingin kann taka frá Tjóðveldisflokkinum, at hann
betri enn nakar annar flokkur megnar tað taktiska
spælið í politikki. Hetta hava vit eisini sæð mong
dømi um, eitt nú tá Anita á Fríðriksmørk setur alla
dagskránna í miðlunum við at fara eftir skattalætt-
anum til sjómenn – samtíðis sum hon veit, at henn-
ara egni flokkur við fíggjarmálaráðharranum als
ikki tekur undir við tí. So vit síggja hetta sama
mynstrið. Tjóðveldisflokkurin provokerar ikki bert í
landsstýrinum, hann provokerar eisini í løgting-
inum. Sjálvandi skulu tingfólk bera fram tað tey
hava uppá hjartað, men hvar er logikkurin og sam-
gongustevið, tá tjóðveldispolitikarar taka sær um-
røddu fríheitir uttan um sínar egnu samstarvspartar-
nar. Hetta líkist í veruleikunum tí taktikki, sum Óli
Breckmann brúkti øll tey árini Fólkaflokkurin sat í
samgongu við eitt nú Sambandsflokkin. So kanska
eru flokkarnir ikki so ólíkir á hesum økinum heldur.
Teir liggja, sum teir hava reitt. Hetta byggir í hvussu
er ikki land.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samgongusirkus
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heðin Zachariasen
løgtingsmaður
Eg bleiv ikki sørt kløkkur,
tá eg sá og hoyrdi Høgna
Hoydal úttala seg í Degi og
Viku hóskvøldið um, at nú
skal eitt samfersðlugjald til
at fíggja Strandferðsluna og
at hetta er ein liður í at
menna útjaðarin. Um hetta
skal fíggjast við eitt nú at
hvør bilur skal gjalda meira
í vegskatt og tað eru 20.000
bilar í Føroyum, so verður
gjaldið hækkað 7.500 kr pr
bil fyri at fíggja SL. Høgni
Hoydal heldur, at tað er
skeivt at tey sum brúka SL
gjalda eitt brúkaragjald,
sum er umleið helvtin,
meðan hin helvtin verður
goldin yvir skattin sum allir
føroyingar gjalda ídag. Er
tað skeivt, at tey sum brúka
SL gjalda fyri tænastuna,
so er tað heilt skeivt, at tey
sum als ikki brúka SL
skulu gjalda.
So kunnu vit spyrja, hví
tað er Høgni Hoydal, sum
nú kemur inn á økið hjá
Bjarna Djurholm, sum er
landsstýrismaður í sam-
ferðslumálum og Eyðun
Elttør sum er landsstýris-
maður í útoyggjamálum.
Hevur Høgni Hoydal so
lítið at gera? Tað átti hann
ikki, nú hann hevur tveir
landsstýrissessir at umsita í
forvegin. Mátin hjá Høgna
Hoydal er eftir mínum
tykki provikerandi og ein
niðurgerðing av Bjarna
Djurholm og Eyðun Eltør.
Tað eru jú teir sum eru
landsstýrismenn á nevndu
økjum.
Høgni
Hoydal
kundi
heldur fortalt Føroya fólki,
hvussu hann ætlar at fíggja
yvirtøkuna av eitt nú løg-
regluni, sum hann umsitir í
landsstýrinum. Er hetta upp-
skotið ein máti at gera pláss
á fíggjarlógini at fíggja tær
100 mill. kr., sum ein yvir-
tøla av løgregluni væntandi
fer at kosta føroysku skatta-
borgarunum um árið.
Høgni Hoydal provikerar
samgongusamarbeiðið
Óli Jacobsen
Formaður
í Føroya Fiskimannafelag
Útvarpið hevur seinastu
dagarnar ført ein reguleran
hets móti skattaskipanini
hjá fiski- og sjómonnum.
Hetta mál verður nærri lýst
í komandi FF-blað, men í
hesum umfari skal bert
verða lýst tann beinleiðis
villleiðing, sum útvarpið
nýtir í hesum máli.
Grundarlagið fyri tíðind-
unum er orðaskiftið um
løgmansrøðuna, har Annita
á Fríðriksmørk mælti til at
avtaka hesa skipan. Grund-
gevingin var m.a., at tann
vandi, sum í 1998 skuldi
vera fyri, at fiskimenn
fluttu til Noregs vegna
lagaligari skatting av fiski-
monnum har, var í hvussu
er ikki til staðar í dag.
Vit hava fingið staðfest,
at tann tá lagaliga skatting-
in av fiskimonnum í Noregi
er enn lagaligari í dag!
Síðan hevur útvarpið
fingið roknað út, at um-
rødda skipan síðan 1998
hevur kostað 350 mill.
»Typiskt« fyri útvarpið
hava teir ikki roknað inn-
tøkurnar við. Nevniliga teir
skattaborgarar, vit hava
fingið í fiskimonnum, sum
eru búsettir aftur í Føroy-
um. Tað finst einki tal fyri
hesum. Men rokna vit sum
eitt dømi við 100 skatta-
borgarum, sum hvør rinda
150.000 kr. í skatti, so gev-
ur hetta eftir 5,5 árum 82,5
mill. Hevði so verið rokn-
að uppá, hvat hetta merkir
fyri búskapin kundi skjótt
fingist eitt heilt annað tal
enn tað bílagda hjá útvarp-
inum.
Síðan verður Herman
Oskarson førdur fram sum
sannleiksvitni. Hann vísir
til, at løgtingsmaður skal
hava sagt undir sama orða-
skifti, at síðan fiskimanna-
skattingin kom í gildi, hev-
ur FF eingi krøv sett reiðar-
um. Og út frá hesum ger
hann ta niðurstøðu, at tann
»stuðul«, sum er ætlaður
fiskimonnum harvið er
kanaliseraður yvir til reið-
arar.
Hertil er fyrst at siga, at
tað ber als ikki til at sam-
meta sáttmálaviðurskifti hjá
fiskimonnum við tey hjá
t.d. arbeiðarum, sum mugu
kempa seg til hvørja krónu
omaná tímalønina. Fiski-
menn fáa prosentpart av
veiðuni, og hesin partur
liggur vanliga fastur yvir
eitt longri tíðarskeið. Inn-
tøkurnar hjá fiskimonnum
fylgja við inntøkunum hjá
skipinum bæði upp og nið-
ur.
Hóast hetta er tað júst
eydnast FF at fáa reiðarar
av sínum parti av gjalda
part av eftirlønarskipan hjá
fiskimonnum. T.v.s. at sam-
stundis við skattalættanum
er prosentparturin hjá fiski-
monnum við hesi skipan
enntá øktur. Tískil er veru-
leikin tann beint mótsatti av
tí, sum Herman rør upp-
undir.
Hetta merkir, at grund-
gevingarnar hjá Hermani,
og tí løgtingsmanni, hann
hevur sum keldu, eru bæði
villleiðandi og beinleiðis
ósannar.
Niðurstøðan er, at tíðind-
ini hjá útvarpinum í hesum
máli eru bygd á ósannindi
og manipulatiónir. Hetta er
annars bert ein váttan av
teirri fatan, ein framman-
undan hevur av almenna
tíðindaflutninginum í Før-
oyum.
Útvarpið nýtir ósannindi móti fiskimonnum
VIÐMERKINGAR
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldisflokkin
Breið politisk semja er nú
um, at tíðin er komin til, at
seta punktum fyri kreppu-
loysnunum,
ið
gjørdar
vórðu í 90’unum. Harvið er
tíðin komin til, at lata
landsins banka – Føroya
Banka – aftur á privatar
hendur. Treytin er tó, at før-
oyingar fáa sum mest fyri
hesa almennu ognina – sum
mest fyri tað stóra takið, ið
allir føroyingar máttu taka í
samband við fíggjarligu
bjargingarnar av bank-
unum.
Rættuligt kjak hevur nú
aftur tikið seg upp viðvíkj-
andi einskiljingini av Før-
oya Banka. Allir flokkar
eru samdir um, at ein ein-
skiljing skal fara fram á
varligan og gjøgnumskygd-
an hátt, men uppskotini til,
hvussu inntøkurnar frá hesi
einskiljing skulu nýtast,
hava verið mong.
Eisini Tjóðveldisflokkur-
in hevur sítt boð.
Rætt at einskilja
í góðum tíðum
Einstakir politikarar hava
víst á, at tað ikki er rætt at
einskilja í góðum tíðum – tí
tá er avkastið jú gott. Til
hetta er at siga, at tað sjálv-
sagt er júst í góðum tíðum,
at føroyingar hava møgu-
leika fyri at fáa sum mest
fyri tey almennu virði, ið
landið eigur. Ikki er rætt at
einskilja tá illa stendur til.
Tá fæst vanliga minni enn
veruliga virðið er.
Munandi minni
avkast framyvir
Til spurningin viðvíkjandi
stóra avkastinum úr Føroya
Banka undanfarnu árini er
at siga, at høvuðsorsøkin til
hetta hevur verið, at ávísar
avsetingar ímóti tapi í
90’unum hóast alt ikki
gjørdust til tap – og tí eru
hesar avsetingar inntøku-
førdar seinastu árini. Hetta
hevur givið bankanum av-
bera góð úrslit – og land-
inum gott avkast. Hesar
inntøkuføringar av avset-
ingum eru nú um at verða
av, og skal avkastið úr Før-
oya Banka til landskassan
ikki væntast at gerast stór-
vegis komandi árini.
Stóru avsetingarnar vegna
alivinnuna í ár gera, at helst
onki avkast skal væntast
komandi árið. Tí eigur hetta
við avkastinum ikki at
verða nøkur forðing fyri at
lata bankan einskilja.
Tað almenna ikki
reka vinnufyritøkur
Aðrar orsøkir til at einskilja
bankan eru, at fáa frígivið
almenn virði og somuleiðis
vil ein einskiljing tryggja
greiðari ábyrgdarbýti og
skilnað millum alment og
privat virksemi. Sum víst
hevur verið á so ofta áður,
eigur tað almenna at nýta
tíð og orku til vælferðar-
tænastur og at skapa karm-
ar – ikki til at reka vinnu-
ligar fyritøkur.
Ikki tí – bankin verður í
dag rikin sum ein fyritøka,
óheft av politisku skipanini.
Men sum kunnugt er tað
Landsstýrið, ið – umvegis
Fíggingargrunnin – eigur
Føroya Banka. Tað er tí
Landsstýrið, ið velur limir-
nar í nevndina hjá Fígging-
argrunninum. Við núverandi
ognarviðurskiftum kann tað
tí ikki tryggjast, at politisk
áhugamál ikki fara at
snýkja seg inn í framtíðini.
Útlendskir og føroyskir
partaeigarar
Spurningurin viðvíkjandi
føroyskum og útlendskum
ognarparti hevur eisini ver-
ið vendur, og eru nógvir
møguleikar hesum viðvíkj-
andi. Tó er greitt, at tað óiv-
að hevði verið best fyri
virksemi bankans at fingið
ein størri »strategiskan
partnara« úr útlondum. Síð-
an kundi restin av parta-
brøvunum verið seld yvir
eitt áramál.
»Bankin til fólkið«
Undir heitinum: »Bankin
til fólkið« boðaði Javnaðar-
flokkurin herfyri frá, at
ynskt varð, at einskiljingin
av Føroya Banka m.a.
skuldi innibera, at allir før-
oyingar fingu partabrøv
ókeypis. Harvið varð bank-
in latin aftur til føroyingar.
Hetta er ein góður tanki,
men veruleikin er, at føroy-
ingar sum heild fáa minni
ágóða við partabrøvini
verða býtt út – heldur enn
at bjóða hesi partabrøv út
og fáa sum mest fyri hesi.
Ikki býta
banka-partabrøv út
Orsøkirnar eru fleiri.
1) Fíggjarligu bjargingar-
nar av bankunum, og
harvið ein stórur partur
av uttanlandsskuld Før-
oya, varð í sínari tíð
áløgd øllum føroyingum
– uttan at hesir vórðu
spurdir. Nú punktum
skal setast er rætta manna-
gongdin ikki at nýta
sama hátt, og áleggja
øllum føroyingum at
eiga ein part av bank-
anum – uttan at hesir
verða spurdir.
2) At býta partabrøv út til
føroyingar merkir bert,
at tey, ið ætlaðu at keypa
hesi, nú fáa tey ókeypis
– meðan tey, ið ikki
ynskja partabrøv kunnu
selja tey. Vegna keyp og
sølu vil tað yvir tíð óivað
verða tey somu, ið eiga
partabrøvini – uttan mun
til um hesi upprunaliga
verða býtt út ella seld.
3) Stórur partur av inntøk-
unum vil enda sum priv-
at nýtsla, og landið miss-
ur við hesi loysn møgu-
leikan, at nýta inntøkur-
nar frá einskiljingunum
til felags besta nú og
framyvir – eitt nú til
rindan av uttanlands-
skuld.
4) Virði á partabrøvum
broytist yvir tíð. Verður
neyðugt við meira kapi-
tali til bankan, ella velur
bankin at fáa nýggjan
kapital og ognara inn –
so verða tey partabrøv,
ið eru latin føroyingum
lutfalsliga minni verd.
Vit vita frá øðrum bank-
um, at partabrøvini yvir
tíð enntá kunnu enda við
nærum als onki virði at
hava.
Partabrøv skapa
virðisbrævamentan
Hinvegin hevur Javnaðar-
flokkurin víst á, at við at
lata øllum føroyingum parta-
brøv vildi ein virðisbræva-
mentan verið grundað – og
hetta kundi verið ein góð
byrjan fyri ein føroyskan
virðisbrævamarknað. Hetta
er rætt og somuleiðis ein
góður tanki – men neyvan
ein nóg góð grundgeving
fyri, ikki at tryggja, at før-
oyingar fáa sum mest fyri
síni virði í Føroya Banka.
Verður einskiljingin framd
í verki, verða partabrøvini í
Føroya Banka helst seld
umvegis ein komandi før-
oyskan virðisbrævamarkn-
að, og har fáa áhugaðir før-
oyingar møguleika at keypa
og selja hesi í framtíðini.
Ikki nýta inntøkur
til vinnulívsstudning
Eisini formaðurin í ting-
bólki Fólkafloksins hevur
verði frammi við uppskoti
um, hvussu inntøkur frá
eini einskiljing skulu nýt-
ast. Hetta uppskotið varð,
at nýta inntøkur frá ein-
skiljing av Føroya Banka
(ella uppsparing í Lands-
bankanum) til at seta í
grunn, ið skal stuðla ali-
vinnuni. Hetta má sigast at
verða eitt undrunarvert upp-
skot, ið á ein hátt tekur pen-
ing úr bankanum at seta í
grunn, fyri óbeinleiðis at
lata henda pening aftur til
bankan.
Hetta uppskotið er somu-
leiðis í stórari andsøgn við
støðu Landsstýrisins, ið er,
at beinleiðis stuðul ikki
skal latast alivinnuni og
vinnulívinum sum heild.
Studningsleiðin varð roynd
fyri stuttum – og endaðu
føroyingar tá á blindvegi.
Nú er at royna nýggjar leið-
ir.
Rinda uttanlandsskuld
og skerja blokk
Tjóðveldisflokkurin hevur
hinvegin skotið upp eina
heilt aðra loysn – nevnliga
at nýta inntøkur frá eini
einskiljing av Føroya Banka
til at rinda uttanlandsskuld
landskassans aftur, og at
nýta spardu útreiðslurnar til
rentur og avdráttir at skerja
blokkin.
Nevnast kann, at í sam-
bandi við viðgerðina av
Ólavsøkurøðu Løgmans á
tingi, tók Løgmaður nú eis-
ini undir við at nýta inntøk-
urnar at rinda uttanlands-
skuld landsins.
Orsøkirnar til uppskot
Tjóðveldisfloksins eru fleiri.
1) Stórur partur av uttan-
landsskuld landskassans
á 3,35 mia. kr. (+0,5 mia.
kr. rentu- og avdráttar-
frítt), skyldast fíggjarligu
bjargingarnar av bank-
unum fyrst í 90’unum.
Tí er rætt, at nýta inntøk-
ur frá einskiljing av
bankanum – á um 2 mia.
kr. (eginpeningur bank-
ans er 1,5 mia. kr., avset-
ingar 0,6 mia. kr.) – til at
rinda aftur hesa uttan-
landsskuld.
2) Uttanlandsskuldin hjá
landskassanum verður í
dag rindað aftur við 5%
rentu. Hetta er ein renta,
ið liggur væl yvir altjóða
rentustøðinum. Tí vil ein
afturrindan av uttan-
landsskuld í dag verða
ein góð íløga.
Arbeitt verður somu-
leiðis við møguleikanum
at umfíggja ein part av
uttanlandsskuld lands-
kassans til eina lægri
rentu – fyri soleiðis at
spara útreiðslur.
3) Afturrindan av skuld
merkir færri útreiðslur
til rentur og minni av-
dráttir. Verður øll skuld-
in rindað yvir eitt áramál
– partvís við inntøkum
frá einskiljingini, partvís
við uppsparing úr Lands-
bankanum – er talan um
323 mió. kr. árliga í
spardum rentum og av-
dráttum.
Hetta gevur fíggjarligt
rúm, ið skal nýtast til at
gera føroyska búskapin
minni heftan av studn-
ingi úr útlondum, og
harvið til at minka ríkis-
stuðulin – blokkin – úr
615,5 mió. kr. í 292,5
mió. kr.
4) Við at nýta inntøkurnar
frá einskiljingini til at
rinda uttanlandsskuld-
ina, og nýta tær spardu
útreiðslurnar til rentur
og avdráttir til at minka
blokkin verður tryggjað,
at inntøkurnar frá ein-
skiljingini av bankanum
verða nýttar sum íløga í
framtíðina fyri allar før-
oyingar – heldur enn til
vinnulívsstudning, størri
almenna fyrisiting ella
annað.
Eitt virðiligt punktum
Greitt er, at ongin peningur
kann veita fult endurgjald
fyri tann stóra kostnað, ið
allir føroyingar máttu rinda
fyri búskaparkreppuna fyrst
í 90’unum. Men verða inn-
tøkurnar frá eini einskiljing
av Føroya Banka nýttar
eftir nevnda leisti vil ein-
skiljingin:
– Tryggja at føroyingar
fáa sum mest aftur fyri
virði landsins í Føroya
Banka, og at hesar inn-
tøkur verða nýttar sum
íløga í framtíðina fyri
allar føroyingar.
-
Tryggja
ein
nærum
skuldarfrían landskassa.
-
Skerja blokkin í helvt -
og harvið gera føroyska
búskapin nærum óheftan
av studningi úr útlond-
um.
Hetta má sigast at verða eitt
virðiligt punktum fyri tí í
mangar mátar óvirðiligu
bankakreppuni.
Einskiljing av Føroya Banka
skal rinda uttanlandsskuld og skerja blokk
Upplýsingar:
Uttanlandsskuld landskassans,
ið skal rindast: . . . . . . . . . . . . . . .
3,35 mia. kr.
Uppsparing í
Landsbanka Føroya um: . . . . . . . .
2,3 mia. kr.
Inntøkur við einskiljing
av Føroya Banka um: . . . . . . . . . .
2 mia. kr.
Ríkisstuðul – blokkur – árliga: . . .
615,5 mió. kr.
Rentur og avdráttir
av uttanlandsskuld árliga: . . . . . . .
323 mió. kr.
Yrking
Modernisma er ein brotin rútur –
og onkur vinnur 5.000 krónur.
Becham moggar Poch Spice –
og onkur vinnur 5.000 krónur.
Fostrið andar lunguni full av vatni –
og onkur vinnur 5.000 krónur.
Fyrr var yrking orð, sum rímaðu -
tann tíðin er farin.
Ein grindalokkur í leysari luft –
og onkur vinnur 5.000 krónur.
List eru fólk, sum halda seg vera –
men ikki eru!!!
Sámal Mathias er farin –
og listin er »kejserens nye klæder«
Anna Joensen
C
M
Y
K
11
10