Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. september 1995síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 167 — 2. SEPTEMBER 1995 - Tað er ikki neyðugt at leika so í um kreppuna, tí vit hava áður havt álvarsligar kreppur, og henda man fara at ganga yvir eins og hinar, heldur Kristoffur Thomassen, frá- farandi stjóri á løgtingsskrivstovuni 1. september legði Krist offur Thomassen frá sær sum stjóri á legungsskriv- stovum. Men hann er framvegis, tí formansskap- urin í unginum hevur biðað hann halda fram sum kon- sulent hjá formansskap- inum, tl nýggjur stjóri verður settur, kanska í næstu viku. Og síðan skal hann seta eftirkomaran inn í starvið Kristoffur sigur, at tá hann verður leysur av løg tingsskrivstovuni, ætlar hann ikki at stíga fram og úttala seg um eitt og annað av tí, hann í arbeiði sínum hevur fingið vitan um - Eg havi altíð arbeitt eftir tí reglu, at tá eg eri farin heim, havi eg lati hurðina aftur, og so hevur hon verið aftur Hann hevur ongar serliga ætlanir um, hvat hann fer at gera, tá hann verður liðugur á løgtunsskrivstovuni Fysrt hvíld Seinastu árini havi eg arbeitt nógv og verið nógv burturi. Nú sígi eg fram til bara at halda frið heima saman við konuni og styrkja meg, sigur Kristoffur, sum hevur havt nøkur heilsu- brek, men annars hevur tað gott Ég lesi annars nógv, og míni áhugamál eru samfel agsvidurskifti, sega og mál Kristoffur fór í 1949 nið- ur at lesa og tók juridiskt embætisprógv í Keyp mannahavn Síðan arbeiddi hann í nøkur ár í Den Danske Bank niðri, áðrenn hann í 1964 flutti heim og fekk arbeiði í Føroya Banka, í Klaksvík í tvey ár og síðan í bankanum í Havn, ul hann í 1971 fekk starv sum fulltrúi í lands- stýrinum Ov Ha mannað Tað var áhugavert arbeiði, men strævið, tí tey vóru so illa mannað í landsstyr inum, og hann hevði so stór målsøk: sum fíggjarmál, toll og skatt, lántøkur, skipafløgur, skipabyggin, skipasmiðjur umframt flein smærri målsøki - Tað var mangan nógv at gera, og eingin var at hjálpa, tí vit vóru so få. Eg hevði nógv at gera við låntøkur í útlondunum, og tað var sera tidarkrevjandi og kravdi nógvar uttanlandsferðir Eisini var hann skrivari hjá fíggjarneyndini, og tað kravdi sítt Kristoffur heldur tað vera skeivt, tá fólk nú geva um sitngini ein stóran part av skyldini fyri, at tað gekk so galið í Føroyum Áttu at kravt meira fólk - Vit arbeiddu so nógv, vit orkaðu, og útlendsk við- skiftafólk høvdu tað mang- an eisini á orði, at vit fingu nógv gjørt við tí lítlu mann- ing, vit høvdu tá. Arbeiðs- trysud var mangan stórt Skal eg viðganga nakað mistak, so var tað, at: vit ikki slerdu nevan í borðið og kravdi størri manning í um- sitingini, tí vit høvdu veru- liga ikki stundir at fylgja málum um og seta okkum niður at heildarmeta um støðuna, sigur Kristoffur Hann heldur, at fleiri teirra, sum nú stíga fram og finnast at einum og ødrum í 80-årunum, eru í so eftir klók, tf tey søgdu einki tå Í 80-árunum hildu tey flestu einki mark vera fyri, hvussu óferir føroyingar vóru, og knappliga fáa vit at vita, at vit øll hava verið hopleys Kristoffur er ikki líka svartskygdur sum so mong onnur um framtíðina hjá Føroyum Eln kreppa og onnur Vit hava flein ferðir áður verið í kreppu. Alt sam- felagið steðgaði eisini upp í 30-árunum, tá mangir fóru av knóranum Undir krígnum sigldu skipini undirmannað fyri at missa sum minst av fólki, og tá fóru nógvir føroyingar til Íslands at arbeiða. 800 mans vóru í 1941 yvir í Reykjavík og bygdu flog Kristoffur Thomassen, sum er 64 ára gamal, gevst heilt á løgtingsskrivstovuni, so skjótt nýggi stjóri er settur inn í arbeiðið Mynd. Kalmar vøllin Í 50-årunum høvdu vit eisini álvarsliga kreppu, men vit yvirlivdu allar hesar kreppur, og eg vænti, at um nøkur år koma vit fyri okk um aftur Tey koma aftur Eg dugi heldur ikki at síggja, tað skal vera so ræðuligt, at ein partur av fólkinum fer av landinum Tad er eisini áður hent, tá landið ikki hevur megnað at breydføtt øllum. Summi koma aftur, og tey hava tó vónandi vitan og hugskot, ið brúkast kunnu til at byggja landið upp aftur f 1971 fór Kristoffur Thomassen úr landsstýr mum og fekk tá nýggja starvið sum stjóri á leg- tingsskrivstovuni Har hevur hann eisini trivist væl og er væl nøgdur vid sítt avrik. Men nu kennir 'hann tað sum, at hann ikki hevur meira at geva Seinastu árini hava legungsmálini verið ótrú- liga nógv, men vit hava kortini orkað at avgreitt tey øll. Tá eg skal siga tað sjálvur, haldi eg tað vera væl klárað Fleiri uppgávur Við nýggju stýrisskipanini fær løgtingsskrivstovan meira at gera við at fyrireika mál, sum leggjast skulu fyri tingið. Aftrat leidaranuni, sum skal vera juristur, hevur løgtingsskrivstovan fingið tveir hálvdags juristar, men Kristoffur heldur, at løg- tingsskrivstovan má hava tveir heildags juristar fyri at kunna rekja sítt arbeiði til fulnar Kristoffur leggur ikki í at tosa alment um politisk viðurskifti, men av tí at hann kennir arbeiði hjá politikarunum betur enn tey flestu onnur, hevur hann hug at verja teir á einum øki móti álopum Poltikararnir oru Ikki so gainir - Eingin týr, hvussu nógv krevst av legtingsfólkun- um, sum skulu seta seg inn i nógv viðurskifti, og sum brúka ómetaliga nógva tíð til tað politiska arbeiði. Eg haldi, at mangan verður funnist alt nógv at teimum, og tað bøtir so ikki um nak- að bara at lasta politikarar- nar, sigur Kristoffur Thom- assen randi 48 TIf. 17500 -<hotellid við útsýninum Fermingar-TILBOÐ Ætla tit at gera dagin minnisríkan við góðum mati — ringið so tif. 17500 laks) og fáið næm | 4 at vita. — ?. Forrættir: 1. Klårsuppa við bollum 2. Aspargessuppa við asparges 3. Urtavidgjørdur laksur (gravet Heilstokt lambasteik vid grøn- meti og sås av soðnum Heilstoktur nakkakambur við reyðkáli, ertrum, hvítum brúnkaðum eplum og sós av soðnum . Gamaldags oksasteik við glasseraðum perluleyki og sås av soðnum Dessertir: 1. Pera Belle Helena 2. Appelsin fromasja 3. Try sløg av ísi vid fruktsós