Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 16. august 2003 15 Tíðindaskriv Nevndin fyri FPS (Føroyskir psykia- triskir sjúkrarøktar- frøðingar) Fyrru helvt av september 2003 verður upplýsingar- átak fyriskipað í mun til børn og ung í Føroyum. Bólkurin, átakið skal fevna um, er børn og ung í aldr- inum 10 - 18 ár, teirra lær- arar og foreldur. Tað er FPS (Føroyskir psykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar) og FsykiatriFonden, sum saman við Sinnisbata standa fyri fyriskipanini. Evnið, upplýsingarátakið viðgerð er: Børn og ung, sum av einihvørji orsøk hava sálarligar trupulleikar, antin vegna trupulleikar í heiminum, ella tí barnið sjálvt er merkt av angist, ótryggleika, tunglyndi ella etingarólagi, ella tí barnið verður happað. Endamálið við átakinum er at viðgera sálarlívið hjá børnum og ungum meira opið. Er ein væl fyri sálar- liga, eru barna- og ung- dómsárini trygt støði at byggja lívið á. Er ein hin- vegin ikki í sálarligari javn- vág fyrstu árini, kann tað laga seg skeiva vegin á mangan hátt. Trupulleikar við innlæring, útbúgving, sosialu menningini- og samlívi sum heild. Børn, ung, lærarar og foreldur eiga tí at vera opin í mun til hesi. Á henda hátt kunnu trupulleikar og sjúkur fyri- byrgjast meðan sálarliga heilsan verður ment. Kunningarbussurin hjá Psykiatrifondinum hevur vitjað danskar skúlar sein- asta hálva annað árið. Hesin bussurin kemur til Føroyar um mánaðarskiftið við tí endamálið at geva íblástur og annars virka fyri størri tryggleika í sálarliga umhvørvinum hjá børnum og ungum. Við í bussinum eru tvey roynd starvsfólk, sum siga frá, vísa video og annað tilfar til skúla- brúks.Vegna tíðartrot er avgjørt at tað einamest verða ung í framhalds- og miðnámsskúlum, sum hesuferð fara at fáa lut í kunningini. Mánadagin 1. september er ráðstevna í Norðurlanda- húsinum: Í sambandi við upplýs- ingarátakið, verður skipað fyri ráðstevnu í Norður- landahúsinum, har øll áhugað eru vælkomin. Ókeypis atgongd. Sjá við- løgdu skrá fyri ráðstevn- una! Átakið hevur verið væl stuðlað peningaliga og á annan hátt. Hesi hava stuðl- að átakinum: Sinnisbati, Happadráttargrunnurin, Familju- og Trivnaðar- málaráðið, Mentamálaráð- ið, Smyril Line, Atlantic Airways og Sparikassin. Fyrireikararnir vilja við hesum nýta høvi at takka teimum hjartaliga, sum stuðlað hava. Psykiatribussurin í Føroyum Psykiatribussurin vitjar hesi støð í Føroyum: • Mánadagin 1. september: Almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum • Týsdagin 2. september: Skúlan á Giljanesi. • Mikudagin 3. september: Miðnámsskúlan í Vági (í Suðuroy) • Hósdagin 4. september: Runarvíkar Kommunuskúla • Fríggjadagin 5. september: Studenta- og HF- skúlan í Kambsdali • Leygardagin 6. september: Bussurin verður staddur í høvuðstaðnum og er opin fyri almenninginum. • Mánadagin 8. september: Klaksvíkar HF- skeið. • Týsdagin 9. september: Eysturskúlan. Seinni sama dag vitja landsstýrismenn og løgtingsmenn psykiatribussin • Mikudagin 10. september og Hósdagin 11. september: Føroya Studentaskúla og HF- skeið í Havn Skrá fyri ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum 1. september 2003: • 13.00 - 13.15: Landsstýrismaðurin, Bill Jústiniusen setur ráðstevnuna • 13.15 - 13.45: “Et barn har brug for en voksen i hver hånd”. Professari í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen, limur í stýrinum hjá psykiatriFonden og áður formaður fyri “Børneområdet i Danmark” • 13.45- 14.05: Sjónarmið á happing – við serligum denti á skúlan. Sálarfrøðingurin, Hanna Kampmann, sernámsdepulin. • 14.05- 14.25: Sálarligir trupulleikar hjá børnum og ungum í Føroyum. Um tørvin fyri upplýsing og kjaki. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur. • 14.25- 14.35: Dansur • 14.35- 15.15: Steðgur – við møguleika fyri at síggja Psykiatribussin, fáa tilfar um bussin og sálarligt samskifti hjá børnum og ungum, Psykiatri- Infor- matión blaðið, bøkur og nógv nógv annað. • 15.15- 15.35: PsykiatriFondens barna og ungdóms arbeiði og um upprunan til bussin. Elisabeth Karlsson og Steen Budde Lund, PsykiatriFonden. • 15.35- 15.50: “Ein vanligur dagur við Psykiatribussinum”. Tey bæði bussstarvs- fólkini, Lisbeth og Carl. • 15.50- 16.45: Pallborðsfundur við fyrilestrahaldarum, ábyrgdarhavandi myndug- leikum v.m. • 16.45- 16.55: Kórsangur við Dupultkvartettini • 16.55- 17.00: Endi við Landsstýrismanninum, Bill Jústiniusen. Orðstýrari: Leiðandi sálarfrøðingur, Heri Kragesten John H. Monro, pastorur í Calvary Bible Church í Kala- mazoo, Michigan, í USA, hevur sent eitt takkarskriv til føroy- ingar fyri nakrar ógloymandi dagar, tá Calvary-kórið var her á vitjan frá 12. til 16. juni KÓRVITJAN Takkarskriv Tað, sum vit sóu, hoyrdu og upplivdu í Føroyum, verður ongantíð gloymt av teimum 56 limunum í Calvary Bible Church í Kalamazoo í Michigan, sum vóru her fýra ógloymandi dagar, frá 12. til 16. juni 2003, tá vit ferðaðust í tykkara ótrúliga vøkru oyggjum. Tey í kór- inum undraðust serliga á tað skiftandi veðri tit hava, at tað var ljóst alt samdøgr- ið og á andaligu lívskraft- ina í teimum ymisku sam- komunum vit vitjaðu. Fyri tey flestu í kórinum var hetta teirra fyrsti túrur handan hav. Hóast kona mín, Gudny Gunnarsson Monro, hevði fyrireika tey í kórinum upp á túrin, yvir- gekk hetta allar teirra for- væntningar. Eitt vakurt hóskvøld flugu vit úr Aber- deen við Atlantic Airways til Føroyar. Tá vit komu í land, vóru vit hjartaliga væl móttikin. Kona mín, sum kom til Føroyar nakrar vikur áðrenn vit, tók ímóti okkum á flogvøllinum saman við bussførarunum, sum stóðu klárir og bíðaðu eftir okkum við tveimum bussum. Inga Simonsen í Havn hevði gjørt eina full- fíggjaða skrá og lagt alla vitjanina sera væl til rættis. Skjótt vóru vit á veg til Havnar. Litirnir á húsunum, sjógvurin, grøna grasið, teir smølu vegirnir og allar áir- nar, hypnotiseraði tey í kórinum. Vegna arbeiði í undirsjóvartunnlinum máttu vit steðga á eina góða løtu uttan fyri tunnilin. Øll fóru úr bussunum, tóku myndir og innandaðu ta frísku føroysku luftina eftir ein langan túr heilt frá Kalamazoo til Chicago, Toronto, Glasgow og Aber- deen, til vit at enda komu til Føroyar. Tá vit vóru í Havn um ellivu tíðinu um kvøldið, sang Ebenezer kórið undir leiðslu av Jens Chr. Gutte- sen á trappuni uttan fyri salin. Vit skiltu sjálvsagt ikki málið, men vit kendu enska tekstin, í fleiri av sangunum tey sungu. Inni í Ebenezer vóru vit væl mót- tikin. Vit merktu beinan- vegin tann kristna felags- skapin. Har hittu vit eisini tær ymisku familjurnar, sum vit skuldu búgva hjá. Fríggjadagin 13. juni fóru vit til Klaksvíkar. Vit vitjaðu eisini bátasavnið í Leirvík. Har lærdu vit nakað, um hvussu føroyskir fiskimenn høvdu tað fyrr í tíðini. Tá vit komu til Klaksvíkar, vórðu vit mót- tikin av kórleiðaranum hjá Betezda kórinum, Jógvan við Keldu. Í Betezda fingu vit eina frágreiðing um Føroyska samfelagið og um Klaksvíkina. Vit høvdu eitt sangmøti har, og blíðskap- urin var óførur. Leygardagin fóru vit inn í Eysturoynna. Fyrst norður til Eiðis, har vit vitjaðu á Látrinum og fingu eina góða máltíð frá teimum í samkomuni í Mizpa. Síðan koyrdu vit til Syðrugøtu og steðgaðu á hjá Tøting, har vit fingu høvi at keypa føroyskar ullvørur, sum tey í kórinum eru sera glað fyri. Síðan gekk leiðin til Fuglafirðar, har vit vóru væl móttikin av samkom- uni í Siloa og høvdu vit eitt sangmøti har. Sunnudagin vitjaðu vit samkomuna Lívdina í Hoy- víkar Skúla, har vit sungu á tveimum møtum. Seinni um kvøldi høvdu vit sang- møti í Ebenezer, har umleið 1.200 fólk vóru savnaði. Vit sungu kórverkið “Halle- luja” saman við Ebenezer- kórinum. Seinni hetta kvøldið vóru vit, saman við teimum sum vit búðu hjá, gestir hjá samkomuni Hebron á Argjum. Har fingu vit eitt sera hugnaligt kvøld saman. Greitt varð frá um tann føroyska matin, tey høvdu borðreitt fyri okkum. Umframt ymiskar fiskarættir fingu vit t.d. skerpikjøt, grind og spik. Seinasta dagin pakkaðu vit okkara viðføri og søgdu farvæl við familjurnar, vit høvdu búð hjá og hildu leiðina vestur í Vágar. Á veg til flogvøllin steðgaðu vit á leguhúsinum Zarepta á Vatnsoyrum, har vit m.a. hoyrdu um søguna hjá Zarepta. Føroyar og tað føroyska fólkið er nakað heilt fyri seg. Tó at tað er mentanar- ligir og málsligir munir okkara millum, eru teir tó lítlir sammet við tey bond- ini, vit hava sum limir í Guds familju. Hvør ein- stakur limur í okkara kóri takkar so hjartaliga øllum teimum, sum gjørdu hetta til eina ógloymandi vitjan. Mong vinarbond vórðu knýtt á hesi vitjan. Um Gud vil, koma vit møguliga aftur at vitja onkuntíð. Vit halda á við at biðja um, at tað ið sáðað varð, vil bera ríkiligan ávøkst. Amerikanska Calvary-kórið takkar føroyingum Leygarkvøldið 14. juni sang kórið í Siloa í Fuglafirði. Nógv fólk komu til sangfundirnar 15 14 Nr. 153 - 16. august 2003 Esvagt byggir út Reiðaríið Esvagt í Esbjerg, sum fæst við at veita olju- feløgum vaktar- og veitingarskip, ætlar at gera meiri vart við seg í útlandinum. Reiðaríið er í ferð við at endurnýggja sín flota. Í vár fekk felagið tvey nýggj skip, og í hesum døgum verð- ur síðsta hond løgd á eina verkætlan um tvey nýggj skip afturat. Tey skulu smíðast á Zamokona-skipa- smiðjuni í Bilbao í Spania og skulu latast danska reiðarínum um eitt ár. Tey bæði skipini fara at kosta nakað oman fyri 100 milliónir krónur tilsamans. Stjórin í Esvagt, tvøramaðurin Ovin Carlsson, sigur við blaðið JydskeVestkysten, at endurnýggingin hev- ur samband við, at felagið ætlar at gera meiri vart við seg í útlondum. Sum er fæst felagið mest við uppgáv- ur í Norðsjónum og hevur eisini havt samstarv við føroyingar í sambandi við oljuleiting í føroyskum øki og aðrastaðni. Singapore er bumbumál Innanríkisráðharrin í Singapore, Wong Kan Seng, iv- ast ikki í, at tann muslimski yvirgangsfelagsskapurin Jemaah Islamiya kann fara at søkja at málum í Singa- pore sum hevnd fyri, at myndugleikarnir har hava handtikið fleiri fólk, sum eru undir illgruna fyri at vera limir í felagsskapinum. Óttin fyri álopum hevur fingið myndugleikarnar í Singapore at herða trygdartiltøkini á fleiri økjum. Eitt nú kunnu vápnaðir vaktarmenn vera umborð á øllum ferðamannaflogførum. Singapore hevur alla tíðina tikið undir við USA í bardaganum ímóti altjóða yvirgangi, og meiri enn 30 fólk eru tikin í býnum tey bæði seinastu árini, tí ill- gruni hevur verið um, at tey høvdu samband við Je- maah Islamiya. Felagsskapurin verður settur í sam- band við bumbuatsóknina á Bali seinasta heyst og at- sóknina at Marriott-hotellinum í Jakarta fyrr í hesum mánaðinum. 135 valevni Starvið sum guvernørur í amerikanska statinum Kali- fornia er eftir øllum at døma eitt starv, sum fleiri kundu hugsað sær. Í hvussu er hava ikki færri enn 135 valevni stillað upp til valið, sum verður tann 7. oktob- er. Tað er nú ikki so torført at gerast valevni í Kaliforn- ia. Hevur tú 3.500 dollarar, og kanst tú fáa 65 fólk at vátta, at tú ert egnaður til guvernørstarvið, kanst tú stilla upp. Tey vóru eisini mong, sum ætlaðu at royna seg, men hjá fleiri vóru pappírini ikki í lagi, og tí sluppu »bert« 135 ígjøgnum nálareygað. Fleiri eygleiðarar stúra fyri, at guvernørvalið í Kali- fornia kann fara at enda sum tað, ið hendi í Florida á forsetavalinum í 2000. Víst verður á, at útgerðin at at- kvøða og telja upp er avoldað nógvastaðni í Kaliforn- ia, og bløðini Los Angeles Times og New York Times halda, at tað kann fara at taka fleiri dagar og kanska vikur, áðrenn tað endaliga úrslitið av guvernørval- inum verður greitt. Hitabylgjan gav frostskaða Fyri teimum flestu ljóðar tað ivaleyst sum skemt, at ein kann fáa frostskaða í einari hitabylgju, men skemt er tað ikki. Tað kann tann 46 ára gamli onglendingurin Mike Ball vátta. Hann fekk frostskaða í tærnar eftir at hava koyrt í egnum bili teir umleið 400 kilometrarnar frá London til Manchester. Hitin var ótolandi, so Mike Ball lat seg úr skónum og hosunum. Bilurin hevði automatisk gear, so hann legði vinstra fót undir blás- aran fyri at køla seg eitt sindur. Men tað skuldi hann ikki havt gjørt. Tá hann kom til Manchester, hevði hann fingið frostskaða í tvær tær á vinstra fóti, so hann noyddist beinleiðis til lækna. Tað var eftir øllum at døma eitt toruljós, sum gjørdi, at heili 21 orkuverk í landnyrð- ingspartinum av USA og landssynnings- partinum av Kanada slóknaðu hóskvøldið STREYMLOYSI Árni Joensen Tað er einki at siga til, at fólk í New York, Detroit, Boston, Toronto, Ottawa og øðrum stórum amerikonsk- um og kanadiskum býum fingu ein skelk, tá streym- urin brádliga fór fyrra- kvøldið. Tey flestu hildu, at ein yvirgangsatsókn hevði steðgað el-veitingini, men tað kundu myndugleikarnir rættiliga skjótt avsanna. Kanadisku myndugleik- arnir komu við frágreiðing- ini, sum sambært teimum var, at toran hevði sligið niður í Mohawk-orkuverk- ið við Niagara Falls tætt við kanadiska markið. Eldur kom í, og tað hevði við sær, at teir næstu tríggjar minutt- irnar slóknaðu heili 21 orkuverk í USA og Kanada. Teirra millum vóru níggju kjarnorkuverk. Hetta er ikki fyrstu ferð, at toran, ódnarveður og kuldi hava sløkt streymin hjá nógvum amerikanarum og kanadiumonnum. Tað er hent átta ferðir síðani 1965, men streymslitið hesaferð var tað mest umfatandi. Hildið verður, at umleið 50 milliónir fólk lógu í streymloysi, til tað eydnað- ist at fáa orkuverkini í gongd aftur. UTTAN ÚR HEIMI Toran sløkti ljósið Øll tokferðsla steðgaði, tá streymurin fór, og lítið skil var á bilaferðsluni, tí ferðsluljósini slóknaðu. Soleiðis sá út í New York Amerikanska stjórnin ber ótta fyri at missa ov nógv av sínari ávirkan í Irak, fær ST meiri at siga har. Ístaðin vil USA hava hjálp frá londum, sum ikki seta krøv IRAK Árni Joensen USA hevur slept ætlanini at fáa lond sum Frakland og India at senda hermenn til Irak, tí tey krevja, at ST skal fáa meiri at siga har. Eygleiðarar í Washington siga, at heykarnir í Bush- stjórnini við Dick Cheney, varaforseta og Donald Rumsfeld, verjumálaráð- harra á odda eru als ikki sinnaðir at sleppa nakað av tí valdi, sum USA hevur í Irak nú. USA hevur í løtuni 139.000 hermenn í Irak, og Bretland hevur 21.000, men nú vónar amerikanska stjórnin at fáa umleið 40 lond at senda friðarvarð- veitandi hermenn til landið. Men tey stóru londini koma ikki upp á tal, tí tey krevja, at ST skal fáa meiri at siga í Irak. Amerikanarar hava svarað, at hesi londini vilja bara hava fatur á sátt- málum um at byggja Irak uppaftur. Tað er júst tann sama skuldsetingin, sum onnur lond reistu ímóti USA undan krígnum. Eygleiðararnir siga, at tann stívrenda amerikanska støðan kann fara at skerja hugin hjá øðrum londum at veita hjálp til at byggja Irak uppaftur. Ætlanin er, at tey sokallaðu gevaralondini skulu hittast í Madrid tann 24. oktober, men fleiri av teimum evropeisku lond- unum hava longu boðað frá, at størri ST-luttøka í Irak er avgerandi fyri teirra stuðul. USA vil ikki lata ST fáa meiri at siga í Irak C M Y K 14