leygardagur 16. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
17
Beint aftaná ólavsøku
fór barnasjónleikara-
felagið Dramaverk-
staðið til Finlands,
har barnasjónleikara-
stevna var á skránni
teir næstu 10 dagar-
nar. – Vit føroyingar
vóru ógvuliga popu-
lerir, sigur ferðaleið-
arin Hjørdis Johan-
sen, vælnøgd við av-
rikið hjá føroysku
børnunum
SJÓNLEIKUR
Hans Kárason Mikkelsen
Barnasjónleikarastevnan er
eitt afturvendandi tiltak í
norðanlondum. Fyri tveim-
um árum síðani varð stevn-
an í Svøríki, og í 2005
verður hon í Danmark.
Stevnan er fyri børn í aldr-
inum 8-13.
Tey føroysku børnini
hava vant sjónleikin »Ikki
eitt orð um morð« síðani
síðsta heyst. – Tað gekk
ógvuliga væl hjá børnunum
at framføra leikin á stevn-
uni, sigur Hjørdis Johan-
sen, sum sigur seg vera
vælnøgda við ferðina, ið
byrjaði 1. august og endaði
11. august.
Áhugin fyri føroying-
unum á Finlands-ferðini
varð stórur, og finska blað-
ið Österbottningen hevði
grein tann 5. august um før-
oysku børnini og teirra av-
rik. Blaðið skrivar, at børn-
ini vóru væl vand og glað
fyri at spæla. Hetta játtar
Hjørdis Johansen, og hon
leggur afturat, at tey trivust
ógvuliga væl hesar dagar-
nar, tey vóru í Finlandi.
Tað vóru umleið 70 fólk
á stevnuni, og Hjørdis sig-
ur, at hetta eru færri enn
vanligt. – Tað plagar at
verða nógv fleiri fólk,
onkuntíð upp til 600 børn,
sigur Hjørdis og skoytir
uppí, at tað vórðu færri lut-
takandi lond í ár enn
undanfarin ár.
Tað var MÁF, Megin-
felag Áhugaleikara Føroya,
sum stuðlaði sjónleikar-
ferðini til Finlands, og væl
umtóktu føroysku børnini
fingu eisini peningaligan
stuðul úr ymsum norður-
lendskum grunnum.
Spurd um norðurlendska
Barnasjónleikarastevnan
nakrantíð kemur til Føroya,
sigur Hjørdis Johansen, at
tað er møguligt.
Hans Birigir Hansen
Tað hevur verið ein avger-
andi fyritreyt/grundarlag,
fyri at koma víðari í tí dag-
liga, at vera atfinnigarsam-
ur. Eg havi víst á teir
grundleggjandi skeivleikar
í øllum etableraðum virk-
semi. Eg havi víst á nakað
betri at seta ísatðin fyri, við
at fáa smidligari og einfald-
ari
lóggávu,
skipanir,
mannagongdir, kunngerðir
og reglugerðir innan fyri alt
fjøltáttað vinnuligt virk-
semi í Føroyum.
Øll skulu læra at arbeiða
sjálvstøðugt innan áður-
nevnda og úti á tí almanna
og privata arbeiðsmarknað-
inum. Á arbeiðsplássum, í
skiftisvaktum og í øllum
skipaðum arbeiðs, familju
og frítíðarlívi.
Tað eru avbygdar- og
býarfólk, útlendingar uttan-
fyri og í Havnini, og teirra
valdsmentalitetur og tann
rikni familju-, vina- og
kenningarpolitikkurin, ið
skapar fortreytir/grundar-
lag fyri stættarmunum.
Eg haldi ikki, at tað er
røtt mannagongd, at neyð-
ugt skal verða við einum
uppsøkjandi arbeiði, børn,
ungdómar, lesandi og lær-
lingar dagliga gera. Hetta
undirgrevur
samfelags-
moralin og lønarsáttmálar.
Upprunaliga skuldi ein-
gin verið arbeiðsleysur/tøk-
ur undir »ALS« og »Al-
mannastovuskipanum«,
legði øll tann bíliga ar-
beiðsmegin í dag, kring
landið og í »Havnini«,
teimum ikki fótin fyri at
koma
út
aftur.
Børn,
ungdómar, lesandi og lær-
lingar, hava ikki somu sam-
felagsskyldur at røkja, sum
tey undir áðurnevndu skip-
anum. Hetta vil ein gera
vart við, og finnast harðliga
at, úti í øllum skipaða
kjakinum.
Eg dugi at síggja avleið-
ingarnar við tí støðugt
vaksandi stagnatión, tá ið
øll vilja steðga upp at liva
og virka normalt, menn-
iskjaligt, moralskt, etiskt,
sum mannaverður, kring
landið og í »Havnini«.
Tað er bara at hyggja
eftir øllum, ið sett eru í bás
eftir stættarmuni, ið er ein
gerandiskostur kring landið
og í »Havnini«, og hvørs
arbeiðsgevarar, kapitalistar,
viðgera á sama hátt, eins og
svørtur trælirnir.
Eg havi framt uppreistur
ímóti ráðandi kreftum,
skipanum, yvirvøldum, al-
menningi, avbygdar- og bý-
arfólkum, útlendingum í
Føroyum, ið eru kriminellir
lógbrótarar
í
hvørjari
kommunu í dag. Tað er ikki
minst galdandi allar sam-
felagssnúltandi bólkar og
stættir, ið njóta samfelags-
ágóðan, uttan at rætta hond
frá síðu í hvørjari komm-
unu. Dovnu, forkelaðu led-
ingar, ið bara sita heima við
hús.
Vit síggja, at øll ófaklærd
og faklærd, fáa ikki for-
treytir/grundarlag at liva og
virka eftir teimum førleika-
evnum, ið ein hevur í
hvørjari kommunu, tá øll
eru eins og svørtu trælirnir,
ið fáa koyrilin/pískin.
Einaræðis valdsharrar og
viðhaldsfólk teirra innan
kreftir/skipanir og yvirvald
fremja brot á »ST-samtyktir
um mannarættindi«, ið er
ein dagligur gerandiskostur
í hvørjari kommunu. Eg
havi nógv at stríðast fyri.
At varðveita vunnið frælsi,
rættindi, privatlívsfrið og
sjálvstøðugt vinnuligt virk-
semi og at koma víðari í tí
dagliga gerandislívinum í
Havnini/Suðurstreymoy kom-
andi árini.
Atfinningarsemi í
bløðunum
VIÐMERKING
Ikki vardi tað meg, tá babba ringdi
til mín mánadagin 5. mai at tað
skuldi vera deyðsboðini um Sofus.
Nógvir tankar fóru ígjøgnum høvdið
á mær tað løtuna… Tað kundi ikki
passa at Sofus ikki var í millum okk-
um meira? Ikki Sofus, hann var jú
av raskastu monnum. Eg visti, at
hann var sjúkur, men at sjúkan so
skjótt skuldi fáa takið á honum, og
at hann ikki skuldi klára at hóra und-
an, tað man mangur hava ilt við at
skilja. Men Guds vegir eru ikki altíð
okkara vegir.
Mangan verður sagt, at Jesuspápi
tekur tey bestu og raskastu menn-
iskjuni fyrst og tá eg hugsi um Sof-
us, ja so má tað nokk vera satt.
Minnist ikki ordiliga nær eg kom
at kenna Sofus, haldi altíð at eg havi
vitað hvør hann var. Vit hava altíð
verið ógvuliga væl og eg havi altíð
verið so góð við hann. Hann var jú
so nemmur at verða góður við, altíð
í góðum lag altíð eitt smíl og at geva
eitt klemm, tað var nakað ið hoyrdi
Sofusi til.
Sofus hevur altíð verið av raskastu
monnum, hevði altíð okkurt at tak-
ast við og hann var altíð klárur við
einari hjálpandi hond tá í á stóð.
Hann hevði so nógvar góðar egin-
leikar, men serliga var tað ein egin-
leiki, sum hann hevði fram um aðrar
og tað var at hann dugdi so væl at
fáa ein at føla seg, sum nakað ser-
ligt, man merkti ordiliga at hann var
góður við ein og hann vísti altíð
áhuga í einum. Spurdi hvussu man
hevði tað, hvat man gjørdi og
hvussu eins kæru høvdu tað.
Sakni at síggja og hoyra hann til
dyst við Løkin, tað er, sum um at
hann bara eigur at vera har og man
eigur at hoyra hann. Fótbólturin ella
ítróttur sum heild var nakað, sum
Sofus gekk høgt uppí. Og var onkur
dystur á vøllinum ella í høllini so
var hann næstan altíð har. Hann
stuðlaði altíð tykkum Kári, Mortan
og Jóhonnu í teimum ítróttargrein-
um sum tit íðkaðu, hann var so stolt-
ur av tykkum, tað sást langan veg.
Og tá hann rópti á tykkum so var tað
altíð góði ella góða, tað var so fitt at
hoyra! Og seinastu árini hevði hann
altíð ein lítlan fylgisvein, Karstin.
Minnist so væl tann dagin tá eg
møtti honum, tá hann fortaldi at
hann var blivin pápi enn einaferð.
Hann skein sum ein sól. Tíanverri
fingu tit báðir ikki so nógv ár sam-
an.
Góða Klara og lítli Karstin, hugsi
ofta um tykkum og biði fyri tykkum
um at Jesuspápi skal styrkja tykkum
í sorg tykkara. Somuleiðis Kári,
Jonna, Maria. Mortan, Oddvá, Jó-
hanna og Agnar, eg minnist tykkum
í bønum mínum. Minnist bara til at
søkja Harran um hjálp og styrki
Hann svíkur aldrin. Sjálvt tá alt tyk-
ist so vónleyst og tungt so er Jesus-
pápi hjá tykkum. ALTÍÐ.
Hvíl í friði góði Sofus, vit síggj-
ast…
Ein vinur
Til minnis um Sofus Hansen
føddur 01.10.53 – deyður 05.05.03
Føroyingar populerir í Finlandi
VITJAN
Vilmund Jacobsen
Runavík: Útnorðurráðið,
sum er í Føroyum í hesum
døgum, hevði sín árliga
fund á Eiði hósdagin.
Í gjár vitjaðu umboðini,
sum telja eini 20 fólk til-
samans, í Runavíkar kom-
munu.
Rodmundur
Nielsen,
býráðsformaður, sigur, at
ráðið ynskti at vitja kom-
mununa og síggja ein part
av vinnulívinum her.
– Vit avgjørdu at vísa
umboðunum
Æðuvík,
maskinverkstaðin, FJM
og bátavirkið, AWI-Boats.
Rodmundur sigur, at
kommunan vildi vísa um-
boðunum bygdina, Æðu-
vík, tí hetta er ein lítil
bygd í kommununi, sum
liggur tætt við sjógvin.
– Vit halda eisini, at tað
hevur týdning, at útlend-
sku umboðini síggja, hvat
maskinídnaðurin og báta-
ídnaðurin í kommununi
hava at bjóða. AWI-Boats
hevur selt nógvar bátar til
Grønlands, og við í ferð-
ini eru eitt nú grønlend-
ingar, sum kunnu hava
týdning
fyri
føroyska
marknaðin har yviri.
Á vitjanin í Runavíkar
kommunu, var Útnorður-
ráðið eisini ein túr við
einum nýggjum AWI-Star
báti, sum bátavirkið hevur
bygt.
At enda var Runavíkar
kommuna vertur fyri ein-
um døgurða í kappróðrar-
neystinum á Glyvrum.
Útnorðurráðið vitjar í Runavík
Vit føroyingar vóru ógvuliga
populerir, sigur ferðaleið-
arin Hjørdis Johansen,
vælnøgd við avrikið
hjá føroysku
børnunum
Í vár varð undirritaði
á tiltaki, har stórur
partur av Kennedy-
familjuni varð til
staðar. Millum kendu
fólkini varð Edward
Kennedy, beiggi
myrda forsetan John
F. Kennedy
Hans Kárason Mikkelsen
Eftir at John F. Kennedy
bleiv myrdur í 1963, ferð-
aðist beiggi hansara Robert
nógv runt í USA og reisti
minnisvarðar fyri farna
forsetan. Ein av minnis-
varðunum er »The John F.
Kennedy
Library«
í
Boston, Massachusetts. Á
hesum kenda bókasavni
verða nógv tiltøk hildin til
minnis um Kennedy.
Eitt av hesum tiltøkum er
»Profile in Courage Award
Ceremony,« sum heiðrar
politikarum, sum hava víst
serligt dirvi í sínum starvi.
John F. Kennedy varð
nevniliga sjálvur av mong-
um hildin at vera ein
djarvur politikari, ið vísti
stórt mót, serliga undir
Kuba-kreppuni, tá heimur-
in varð nærri enn nakrantíð
upp á kjarnorkukríggj.
»Profile in Courage« há-
tíðarhaldið til minnis um
Kennedy varð hildið fyrst í
mai í ár, og varð undirritaði
tilvildarliga innbjóðaður til
hetta tiltak. Tveir næmingar
frá lærda háskúlanum Har-
vard skuldu við til hending-
ina og umboða skúlan, tí
John F. Kennedy gekk
sjálvur á Harvard. Tað varð
avgjørt
við
lutakastið,
hvørjir hesir báðir næming-
arnir skuldu vera, og fall
tað á ein amerikanara úr
Kalifornia og ein føroying.
Tað er ein mánað undan
sjálvum tiltakinum, at tað
verður kunngjørt, at vit
skulu umboða skúlan. Vit
hugsa so ikki meira um
hetta og fóru glaðbeintir í
skúla aftur. Ikki fyrrenn
eina viku undan tiltakinum
síggja vit eitt brot á tíðinda-
støðini CNN, har greitt
verður frá, at stórt hátíðar-
hald verður fyri ymsum
politikarum í Boston, og at
toppurin í USA verður til
staðar. Vit hugsa við okkum
sjálvum, at hetta mundi
vera størri, enn vit av fyrst-
an tíð høvdu gjørt okkum
far um.
Vit blíva meira og meira
spentir um hetta her, og eg
byrji at hugsa um, hvat fyri
klæðir mundu hóska best til
slíkt tiltak. Vinmaðurin hjá
mær úr Kalifornia, sum jú
eisini varð bjóðaður, gav
sær ikki so nógv far um
klæðir, men byrjaði heldur
at lesa eina amerikanska
bók, ið líktist »Takt &
tone« hjá Emmu Gad. – Ein
eigur at vera væl fyrireik-
aður at møta amerikansku
elituni, helt hann flennandi
fyri.
Endiliga er so dagurin,
har vit skulu møta á áður-
nevnda bókasavni hjá Ken-
nedy. Men áðrenn hetta
hava vit sjálvandi funnið
útav, hvørji klæðir vit skulu
í, og hvussu vínglasið eigur
at haldast.
Dagurin er 12. mai, og
klokkan er eitt um eftir-
middagin. Vit taka bussin
frá skúlanum til Kennedy-
bókasavnið niðri á havna-
lagnum í Boston. Amerik-
anski vinmaðurin sigur, at
vit munnu nokk vera teir
einastu í almennum bussi.
Eg gevi honum rætt beinan-
vegin, tí eg síggi fleiri
limousine-bilar koma trill-
andi spakuliga inneftir.
Vit fara inn við góðum
treysti, men áðrenn vit
sleppa inn, mugu vit vísa
samleikaprógv. Haraftrat
skulu vit ganga ígjøgnum
eina elektroniska eftirlits-
skipan fyri at tryggja, at vit
ikki hava vápn á okkum.
Langt um leingi koma vit
so inn í sjálvt bókasavnið,
har fólkini samlast í einum
stórum sali við einum palli.
Nógv fólk eru at síggja, og
amerikanarin letur meg
vita, at nógvir limir í amer-
ikonsku Kongressini eru
her, umframt nakrir guv-
ernørar. Eg meti, at nakað
væl yvir hundrað fólk eru á
staðnum. Eg kenni ikki tey
nógvu av teimum, men tað
er áhugavert at síggja sam-
ansetingina av fólkinum.
Meirilutin er mannfólk í
svørtum klædningi, men
tey fáu konufólkini sum
eru, skilja seg týðuliga úr
mongdini við litføgrum
kjólum og penum smílum.
Vit báðir royna, at ar-
beiða okkum inn ímoti
miðjuni í fólkamongdini,
og vit seta okkum á tillut-
aðu stólarnar. Aftanfyri øll
fólkini eru eini 15 fjøl-
miðlafólk. Tiltakið er um at
byrja, og fólk eru við at
sessast. Vit venda øll móti
pallinum, og á pallinum
standa einir tíggju tómir
stólar.
Vit bíða eitt spentir. Vit
vita væl, at tað er Kennedy-
familjan, sum fer at koma
út á pallin um eina løta,
men hvørgin av okkum
hevur møtt teimum fyrr.
Myndatólini eru vælstillaði
aftanfyri okkum, og tað er
stilt í salinum.
Løtu seinni kemur maður
inn á pallin og bjóðar væl-
komið. Eftir eina stutta
røðu heitir hann á okkum
øll um at reisa okkum upp,
tí nú kemur vælumtókta
Kennedy-familjan inn á
pallin. Vit reisast úr sess-
inum og byrja so spakuliga
at klappa, meðan tey koma
spákandi inn. Onkur eldri
limur í familjuni er við
henda dagin, og tí ganga
tey ógvuliga spakuliga inn
á pallin. So tað er ein góð
løta hjá okkum at standa og
klappa.
Langt um leingi setast tey
øll niður á pallinum. Uttan
iva tann kendasti í familjuni
er Edward Kennedy, sum
situr við síðuna av tí eisini
kendu Caroline Kennedy.
Eg kenni ikki nakran annan
í familjuni, so eg má spyrja
amerikanaran. Hann letur
meg so vita, at ikki øll eru
Kennedy-fólk, tí tríggir
menn eru amerikanskir
politikarar,
sum
skulu
heiðrast í dag.
Hesir menn skulu heiðr-
ast
við
»Profile
in
Courage« prísínum, sum
verður latin av Kennedy-
familjuni einaferð um árið.
Teir eru allir suðurstats-
menn, og hava teir hvør í
sínum lag arbeitt fyri meira
tolsemi og forstáilsi millum
svørt fólk og hvít fólk.
Hetta verður hildið at vera
serliga djarvt, tí í amerik-
onsku suðurstatunum trív-
ist rasisman væl, og eru tað
nógv maktfull fólk, sum
royna at kúga svarta fólkið.
Og um tú ert hvítur og
roynir at arbeiða fyri meira
integratión, so er skjótt at
fáa óvinir. Teir mennirnir,
sum skulu heiðrast, fingu
nakað nógvar óvinir í sín-
um arbeiði, tí onkur av
teimum misti sítt politiska
starv.
Tað er Edward Kennedy,
bróðir John, sum handar
teimum prísin. Hann sigur
nøkur orð um, hvussu týdn-
ingarmikið tað er, at eitt
land hevur djarvar politik-
arar og leiðir tankarnar
aftur á John F. Kennedy
sum fyrimyndina í hesum
sambandi. Edward leggur
aftrat, at tað er eisini týdn-
ingarmikið, at virðismeta
tað politiska yrkið, tí tað er
ein stór uppgáva at taka á
seg.
Aftaná
prís-handanina
fara vit á eina sokallaða
privata
reseptión,
har
pinnamatur og okkurt at
drekka er at fáa. Tað er her,
at vit fáa høvi at práta við
tey ymisku fólkini, sum
vóru inn í salinum. Vit
heilsa m.a. upp á Roy Bar-
nes, sum tá varð guvernør-
ur í Georgia. Edward Ken-
nedy er eisini at síggja, sum
vit fáa tíverri ikki práta við
hann - men hann gevur
okkum hondina.
Ein áhugaverdur dagur,
staðfestu vit báðir skúla-
næmingarnir millum topp-
arnar í USA.
Ein dagur saman við Kennedy
Edvard Kennedy og John F. Kerry, sum er ein av favorittunum at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum til forsetavali í 2004
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
17
16