leygardagur 16. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 153 - 16. august 2003
Nr. 153 - 16. august 2003
19
Sakin móti tí
muslimsku kvinnuni
Aminu Lawal, ið varð
dømd at verða steinað
til deyðis fyri at hava
føtt eitt barn uttan
fyri hjúnaband, skal
fyri ein hægri rætt 27.
august
MANNARÆTTINDI
Tíðindi frá Amnesty
International
Eftir at hoyringin av Aminu
Lawal er útsett fleiri ferðir
er tað staðfest, at sakin
byrjar við ein hægri rætt
27. august 2003 í statinum
Katsina norðarlaga í Nige-
ria, har hon býr. Væntandi
verða Amina Lawal og sak-
førarar hennara til staðar.
Sakin kann halda áfram,
um allir dómararnir vera til
staðar, so rætturin er við-
tøkuførur.
Amnesty
International
fær enn skeivar áheitanir
um, at avrættingin av
Aminu Lawal er í nánd og
at tað fer at henda 27.
august ella fyrr, tað verður
sagt at Amnesty er keldan
til hesi tíðindi. Dómurin
verður ikki framdur 27.
august ella fyrr.
Amnesty
International
hevur tað fatan, at sakin hjá
Aminu Lawal við hægri
rætt og rætturin til at fáa
verju er tryggjaður í løtuni.
Hon verður ikki afturhildin
og hevur ein góðan løg-
frøðing. Hon fær stuðul frá
einari samskipan av nigeri-
anskum kvinnurørslum og
mannarættindabólkum.
Amnesty International hev-
ur tætt samband við hesar
felagsskapir.
»Tíverri er henda sakin
útsett fleiri ferðir, so tey ið
hava arbeitt fyri at broyta
hennara dóm ikki skilja,
hví ein kvinna og barn
hennara verða viðfarin á
henda hátt. Sakin er eitt
greitt dømi um, at útseting
er tað sama sum at burtur-
beina rættvísi«, sigur Stig
Nielsen,
tíðindastjóri
í
donsku deildini hjá Am-
nesty International.
12.
august
2003
–
Meksiko: Tíggju ár við
harðskapi,
morðum
og
kynsligum misbrúki skulu
steðgast. Kvinnur, ofta
ungar og fátækar uttan
makt og ávirkan, liva í stór-
um vanda í meksikanska
statinum Ciuadad Juárez og
tað seinastu tíðina eisini í
Chihuahua. Tey seinastu
tíggju árini eru yvir 400
kvinnur horvnar í Ciuadad
Juárez. 70 saknast enn. Tað,
sum vanliga hendir er, at
kvinnan verður fanga av
rænaranum/rænarunum og
verður fjald í fleiri dagar.
Hon verður vanvird og
verður kynsliga misnýtt á
ein ræðuligan hátt, áðrenn
hon verður myrd. Antin
verður hon kvald ella
meiðsla til deyðis. Líkið
verður síðani tveitt burtur á
eitt óbygt stað nær við býin.
Í
frágreiðingini
hjá
Amnesty
»Intolerable
killlings, Ten years of
abductions and murders in
Ciuadad
Juárez
and
Chihuahua«, sum varð løgd
fram 11. august í Meksiko,
verður harðliga funnist at
yvirvaldinum fyri at gera
ov lítið fyri at kanna ránini
og morðini og fyri at gera
ov lítið fyri at kvinnur
kunnu vera tryggar har.
At myndugleikarnir ikki
hava klárað at funnið útav,
hvat er hent, er tað sama
sum at teir hava góðtikið,
tað sum hendir. Tað sáar
eisini iva um, hvørt yvir-
valdið klárar uppgávuna at
umsita síni fínu lyfti um
mannarættindi, sigur Irene
Khan, aðalskrivari hjá Am-
nesty International, á ein-
um tíðindafundi í Meksiko
City.
Í frágreiðingini stendur,
at áleið 370 kvinnur eru
myrdar og av teimum eru
minst 137 kynsliga mis-
brúktar. 75 lík eru ikki enn
eyðmerkt. Amnesty hevur
prógvað, at tað hevur ikki
eydnast løgregluni at kanna
og arbeiða víðari við týdn-
ingarmiklum upplýsingum,
hvussu prógv verða gjørd
og hvussu mistonkt verða
pínd í fongslinum. Í øðrum
førum hava líkuppskurðinir
ikki verið nóg góðir og
hetta hevur havt við sær, at
familjurnar hava fingið
skeiva
ella
mótsigandi
kunning um lagnuna hjá
døtrunum. Nógvar kvinnur
fara til Ciuadad Juárez fyri
at finna arbeiði á teimum
útlendsku virkinum, ið eru
stovnað í statinum fyri at
fáa bíliga arbeiðsmegi.
Virkini
verða
kalla
maquiladores. Fyri nógvar
kvinnur, ið fara til Ciuadad
Juárez og Chihuahua fyri at
skapa sær eitt betri lív,
verður dreymurin til eina
marru. Tað er vanvirðandi,
at tað hava gingið tíggju ár
og tað hevur ikki eydnast
yvirvaldinum at steðga
harðskapinum, sigur Irene
Khan.
Amnesty sigur eisini, at
tað sum hendir í statinum er
at greitt dømi um, hvussu
illa dómsvaldið riggar í
landinum. Í frágreiðingini
vísir Amnesty á tørvin á
grundleggjandi broyting-
um, tá tað snýr seg um
dómar og møguleikan at
geva løgfrøðiligan stuðul til
offur og rættvísa rættar-
gongd til mistonkt. Í Mek-
siko skal Irene Khan møta
umboð fyri fólkið og
Vincente Fox forseta.
Amina Lawal fyri hægri rætt
Amina Lawal gevur átta mánaða gamla barninum, Wasila, bróst í Sharia dómstólinum í Bakori
Funtua. Myndin er tikin 19. august í fjør. Amina Lawal var dømd at verða steinað til deyða eftir
at verða funnin seg í at hava verið manninum ótrúgv. Nógvar altjóða atfinningar vóru venda
móti Nigeria av hesum rættarmáli. Nýggja rættamálið byrjar 27. august
Ov høg alda í Katte-
gat forðaði Atla og
Sveini at koma til
Danmarkar. Teir
væntaðu kanska at
kunna sigla víðari
fríggjakvøldið
SKUTARAFERÐIN
Eirikur Lindenskov
Teir báðir skutaramenninir,
Atli S. Petersen og Sveinur
Høgnason, sum eru ávegis
úr Føroyum til Danmarkar
á
vatnskutarum,
vóru
framvegis í Mandal í Suð-
urnoreg, tá vit hittu teir
beint fyri middag í dag,
fríggjadag.
– Aldurnar eru framveg-
is ov høgar í Kattegat. Tær
hava verið upp í fimm met-
rar, og tað er alt ov nógv,
segði Atli S. Petersen.
Hann sigur, at teir fara
ongan veg fyrr enn aldan
er niðan fyri hálvan annan
metur.
– Men tær eru avtakandi,
so vit vænta kanska at
kunna fara avstað seinni í
kvøld.
Tá teir eru komnir teir
umleið 60 fjórðingarnar
um Kattegat, hava teir
einar 200 fjórðingar eftir
sigla í Danmark. Úr Man-
dal leggja teir leiðina til
Hanstholm, síðani gjøgn-
um Limfjørðin, síðani kós
móti Norðursælandi og til
Keypmannahavnar, har teir
leggja at á Lange Linje.
Atli S. Petersen veit ikki
rættuliga at siga, hvussu
nógv verður gjørt burtur
úr, tá teir koma á Lange
Linje, men teir hava so
fingið boð frá umboðs-
manni teirra í Keypmanna-
havn um at siga frá tveir
tímar áðrenn.
Skutaramenn
framvegis í Mandal
Hetta er leiðin, teir báðir
hava siglt úr Stavanger til
Mandal í Suðurnoreg.
Tað eru um 60 fjórðingar
tvørtur um Kattegat til
Hanstholm, og síðani eru
umleið 200 fjórðingar hjá
teimum eftir at sigla til
Keypmannahavnar
Út er komin fløga við
violintónleiki, har ein
hin fremsti violin-
leikarin í landinum
vísir kynstur síni.
Føroysk upprunaverk
eru a skránni og eis-
ini kenda ævintýrið
um tarvin Ferdinand
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Út er konin fløga við
violintónum, ið eru upp-
runa føroyskir. Tað er
Sámal Petersen, sum hevur
verið í upptøkuhølunum.
Sámal er utbúgvin tón-
leikari við violinini sum
høvuðsljóðføri, og telist
hann millum tey fremstu í
landinum innan violinspæl.
Hann er útbúgvin við Carl
Nielsen Konservatoriið í
Danmark og fór so til Wien
at útúgva seg víðari. Sámal
Petersen er konsertmeistari
í Føroya Symfoniorkestri
og limur í føroysku tón-
leikasamtøkunum
Aldu-
báran og Musica Viva.
Sámal undirvísir í violin-
spæli og við sær á fløguni
hevur hann til eina violin-
duo hin unga og evnaríka
Jón Festirstein, ið er 17 ára
gamal, men sum longu
hevur víst framúr violin-
spæl og sum eisini spælir í
Føroya Symfoniorkestri.
Páll Danielsen er útbúgv-
in sjónleikari við leikskúl-
an í Århus og starvaðist
síðani í seks ár við leik-
húsið í Århus.Kom aftur til
Føroya í 1998 og hevur ver-
ið við Grímu og arbeitt í
Sjónvarpi Føroya. Hann
lesur á fløguni ævintýrið
um
Ferdinand,
meðan
violintónarnir leika undir.
Annars eru verkini á
fløguni føroysk. Variatiónir
við tema eftir Edvard Ny-
holm Debess, Duo fyri
tvær violinir eftir Kára
Bæk, Echoes of the past
eftir Sunleif Rasmussen og
Bøhmerlands
Dronning
eftir Kristian Blak.
Fløgan hevur heiti eftir
verkinum
hjá
Sunleif
Rasmussen, Echoes of the
past.
Fløgan er tikin upp í
Útvarpi Føroya og Finnur
Hansen
var
tøkningur.
Sámal Petersen var freim-
leiðslustjóri og Ole Wich
gjørdi fløguhúsan. Tutl
gevur fløguna út.
Sámal spennir streingirnar
C
M
Y
K
19
18