Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 2 - 5. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Tilfeingið er okkara Á bygdum í Føroyum eru ikki altíð so nógvir møguleikar at koma á arbeiðsmarknaðin, kanska serliga hjá kvinnum. Skal nakar hugs- ingur um útjaðaramenning vera, so má tryggj- ast, at arbeiðspláss í fiskivinnuni verða varð- veitt á landi og ikki flyta framleiðsluna umborð á skipini, so sum eitt nú Fiskimannafelagið mælir til. Trupulleikin í fiskivinnnuni er millum annað ein yvirkapacitetur. Verður framleiðslan frá fiski á landgrunninum flutt umborð á skipini, so fer at standa heilt illa til á teimum plássum, ið serliga eru knýtt at fiskaframleiðslu á landi — eitt nú Suðuroyggin. Tað er ein ikki sørt framligur hugburður, ið liggur aftan fyri boðskapin um at royna at fáa framleiðslu umborð á skipini, ið royna á land- grunninum. Hevði tað verið soleiðis, at til- feingið var ogn hjá teimum reiðarum, ið høvdu fiskiloyvi á landgrunninum, so hevði skil verið í tankangongdini, men tað er nú einaferð ikki soleiðis. Tilfeingið er ogn Føroya fólks, og tí er tað heilt náttúrligt, at hettar tilfeingið er við til at skapa arbeiðspláss á landi. Vit hava sagt tað fyrr her í blaðnum, at um núverandi loyv- ishavarar ikki megna uppgávuna, so mugu aðrir sleppa framat. At summir í serligum førum framleiða umborð, har talan er um serliga framleiðslu, er sjálvsagt ikki tað, vit her finnast at. Tað kann ikki vera ein spurn- ingur um antin ella men um bæði og. Valið er ímillum at hava eitt fiskiveiðusamfelag ella at hava eitt fiskiídnaðarsamfelag. Tað fyrra hava vit roynt, og eru mangan komin út á djúpt vatn - ein hóskandi metaforur - vegna stuttskygni í vinnuni og hjá myndugelikunum. Eitt fiskiídnaðarsamfelag er eitt samfelag, har man hevur eitt vælvirkandi framleiðslulið á landi, og megnar at fáa eina javnari gongd í búskapinum, samstundis sum útjaðaranum verður lív lagað ígjøgnum møguleikar at fram- leiða fiskavørur á landi. Verður tað, sum Fiskimannafelagið skjýtur upp, og skal tað takast bókstaviligt, so er deyðin í durinum hjá føroyska útjaðaranum. Eitt føroyskt húsarhald í dag má helst hava tvær inntøkur at forrenta hús og annað við. Hvørjir møguleikar hava eitt nú ófaglærd í útjaðaranum, um fiskivinna á landi verður avskaffað? Er tað moralskt rætt, at teir, ið frá øllum Føroya fólki hava fingið rætt til at royna á landgrunninum, fara at framleiða alt um- borð? Hettar mál er eitt álvarsmál, og tað er skilligt, at Fiskimannafelagið nevnir trupulleikan við rentabiliteti í vinnuni, hóast tað eru ymsar meiningar um loysnina á hesum. Vónandi verður hettar eitt mál, ið nógv fer at vera tosað um í komandi ári. Tað skal vera okkara vón fyri tað nýggja árið, at myndugleikar, vinnulív og fakfeløg bæði a landi og sjógvi tosa um hesi ting og semjast um eina skilagóða loysn, ið tryggjar arbeiðspláss á sjógvi og landi. Útjaðaramenning verður ikki lív lagað, um ikki arbeiðstilboð eru til taks - eisini innan fiski- vinnu á landi. Sanna søgan um pensjónir- nar sum gjørdust jólatrøll Goragangurin frá fram- standandi sjálvstýrismanni um handfaring Tjóðveldis- floksins av nýggju pen- sjónslógini noyðir meg á vøllin við sonnu søguni um pensjónirnar sum gjørdust jólatrøll. Gíslatøka Tjóðveldisfloksins Varð ikki sørt kløkkur tá eg í gjár sá yvirskriftina um gíslatøkuna hjá Tjóðveldis- flokkinum. Sjálvandi varð eg nakað argur at byrja við, tí bæði undirritaði og Finnur Helmsdal, vórðu lýstir á ein hátt ið eg sjálvur ikki kenni aftur frá okkara trúfasta samgongusamstarvi. Og slettis ikki í samstarvinum við landsstýrismanninum Helenu Dam á Neystabø, ið allaroftast varir at teimum málum ið enda í trivnaðar- nevndini. Haldið sjálvur at vit hava verið sera trúgvir samgongustuðlar, eisini tá tað hevur snúð seg um at bera til garðs uppskot frá Helenu Dam á Neystabø, sum vóru merkt av vænt- andi fyrireiking og tíðar- neyð. Búktalarin og dukkan Allir búktalarar hava sína dukku. Gjøgnum dukkuna fær búktalarin møguleika at siga tað hann ella hon hevur uppá hjarta, ofta tað freka ella ikki loyvda, á ein óbein- leiðis hátt sum onkusvegna tryggjar at avleiðingarnar av tí sagda ikki gerast ov stórar. Og hevur dukkan eina stuttliga útsjónd, ja, so gerst ikki verri at svølgja sjálvt teimum ljótastu orð- unum. Ongin ivi er um at Jan A. Joensen er dukkan sum sigur ljótu orðini í So- sialinum mikudagin 29. des. Stuttlig eru tey als ikki, neyvan heldur fyri grein- skrivaran sjálvan tá hann varnast leikin, hann er vorð- in dukka í. Ikki er tað heldur so torført at gita hvør búk- talarin er. Sanna søgan Mest av øllum harmar tað meg at ein samgongufelagi ikki gevur mær annan møguleika, enn at siga sonnu søguna um pensjón- irnar sum gjørdust jólatrøll. Neyvan til gagns fyri pen- sionistin og samgonguna, og als ikki Sjálvstýrisflokk- inum at bata heldur. Sanna søgan um nýggju pensjónslógirnar er ikki longri enn so at hon kann sigast í lutfalsliga fáum orð- um. Á vári 1999 leggur Hel- ena Dam á Neystabø fram, fyrra part av uppskotinum um nýggju pensjónslógir- nar. Uppskotið lýsir í høv- uðsheitum hvørjar pen- sjónsmøguleikar almennu Føroyar bjóða okkara pen- sionistum. Uppskotið verð- ur av trúfasta meirilutanum í trivnaðarnevndini trumlað ígjøgnum í skundi. Ein gerð sum eg javnan iðri meg um, ikki minst tá ein sær hvussu tøkkir kunnu skrivast nú á døgum. Álitið frá meirilut- anum sigur ikki nógv, men kemur tó við eini áheitan á Helenu Dam á Neystabø um at leggja fyri tingið, í sein- asta lagi beint eftir Ólav- søku, hin partin av pen- sjónslóggávuni. Nógv um- røddu ásetingarlóggávuna sum ásetir hvussu nógv ymsu pensionistabólkarnir skulu hava í sín lut. Á henda hátt royndi trúfasti meiri- lutin at fyribyrgja tí sum júst er hent endanum av eldra- árinum, at pensjónirnar gjørdust jólatrøll. Helena Dam á Neystabø lurtaði ikki eftir meirilut- anum í Trivnaðarnevndini. Ásetingarlógin varð ikki løgd fyri tingið beint eftir Ólavsøku, men er sambært uppskotinum farið úr hond- unum á Helenu Dam á Neystabø tann 29. nov. 1999. Trivnaðarnevndin hevur fyrsta fundin um málið tann 7. des. 1999, og hevur innan tann fundin biðið um upp- lýsandi tilfar frá Almanna og heilsumálastýrinum. Nevndin ger av at kalla landsstýrismannin á fund tann 14. des. at greiða nevndini frá ymsum viður- skiftum í ásetingarlóggáv- uni. Týdningarmesti spurn- ingurin snýr seg um hvat ið er eftir aftaná skatt hjá ymsu pensionistabólkunum. Svar- ið frá Helenu Dam á Neystabø, er at hon hevur spurt Toll og Skatt um sama spurning, men hevur enn ikki fingið svarið. Eitt svar ið seinni vísti seg at vera hinumegin sannleikan. Toll og Skatt hevði ikki fingið fyrispurningin. 16. des. 1999, seinnapart- in, fær Karsten Hansen, landsstýrismaður boð um at gera neyðugu útrokningar- nar viðvíkjandi nettotølu- num sambært nýggju áset- ingarlóggávuni. Tíðliga morgunin eftir eru tølini klár frá einum skjótt og vælvirkandi fíggjarmála- stýri. Sjálvur seti eg meg at rokna út hvør munurin er á gomlu nettotølunum, og nettotølunum sambært nýggju ásetingarlóggávuni. Skelkaður av nógva skatt- inum sum legst á upphædd- irnar, seti eg meg í samband við eina enn meiri skelkaða Helenu Dam á Neystabø, tá hon hoyrir hvussu uppruna- ligu pensjónsupphæddirnar eru etnar upp í skatti. Hon kendi ikki til nettotølini eftir skatt, og tað merkir í veru- leikanum at hon ikki kendi til hvørjar fíggjarligar av- leiðingar nýggja ásetingar- lógin fekk fyri pensionistin. Hesar sera týdningarmiklu upplýsingar vildi trivnaðar- nevndin tryggja sær kunn- leika um, áðrenn ásetingar- lógin skuldi samtykkjast við aðru og triðju viðgerð í ting- inum. Skattalættin Seinni sama dag tryggjaði samgongumeirilutin í trivn- aðarnevndini sær, at sam- gongan leggur fram skatta- lættauppskot, sum viðførir at meira verður eftir av pen- sjónshækkingunum, enn ásetingarlóggávan megnar. Hesin skattalætti skal virka frá 1/1-2000, og verður væntandi samtyktur fyrst í nýggja árinum við aftur- virkandi megi. Sjálvur skrivi eg útkast til álit í vikuskiftinum og mánamorgunin 20. des. verður endaligt álit skriva viðvíkjandi nýggju pen- sjónsásetingarlóggávuni. Hóast løgtingsformaðurin og flokksformenninir vístu stóra vælvild og góvu loyvi til frávik í tingskipanini, so onnur og triðja viðgerð av málinum kundu verða sama tingdagin tann 22. des., so varð ov seint til pensjónir- nar kundu gjaldast út undan jólum. Hvør eigur blæðuna? Tá smábørn hava kukkað í blæðuna og rami roykurin breiðir seg, plaga tey at siga »itti eg«, og eg góðtaki píniligu verjustøðuna, men av einum vaksnum fólki vænti eg mær eitt sindur meira Jan A. Joensen. Illa luktandi blæðan er í hesum førinum fylt av Sjálvstýrisflokkinum, með- an allir trivnaðarnevndar- limirnir ídnir hava gjørt sítt til at vaska blæðuna reina aftur, tað avgjørt seinasta upptakið eftir landsstýris- mannin Helenu Dam á Neystabø fyri mítt viðkom- andi. Tí uttan at himprast kundi eg nevnt upp í rúgvur av málum frá sama landsstýr- ismanni, sum bera á sama borðið sum nýggja áseting- arlógin. Allir flokkar og alt Før- oya fólk kann gleðast um at fíggjarstøðan í Føroyum er so fræg at vit fáa bøtt um kor okkara ringast staddu pensionista. At sitandi sam- gonga sum tann fyrsta í mong ár hevur bøtt um við- urskiftini hjá pensionistu- num er ein veruleiki sum allir samgonguflokkar kunnu gleðast um. Annars kunnu vit eisini gleðast um at pensionistar okkara fingu pensiónina áðrenn at eldraárið var at enda komið. Tá hevði skommin verið fullkomin. Við vón um betri stev í nýggja árinum. Gott nýggjár øll somul. Vinarliga Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldisflokkurin Viðmerking: Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo Komu væl gjøgnum ársskiftið Úti í heimi eins og í Føroyum fór skiftið frá 1999 til 2000 fram uttan stórvegis trupulleikar Hol sett á túsundárahaldið Nýggjársdag skipaði Føroya bispur fyri hátíðarguðstænastu í dómkirkjuni við luttøku frá ymiskum kristnum trúarbólkum í sambandi við, at tað eru túsund ár síðani Føroyar vórðu kristnaðar JOHN JOHANNESSEN Samanhald merkti hátíðar- guðstænastuna í dómkirkj- uni nýggjársdag. Talan var um eina guðstænastu, ið skuldi seta hol á túsundárið fyri kristniboðan Føroya. Hetta varð gjørt við at halda eina guðstænastu, har allir kristnir trúarbólkar í Føroy- um vóru bodnir at luttaka. Tískil var guðstænastan merkt av samanhaldinum í kristindóminum og ikki sundurlyndinum, ið við- hvørt tekur seg upp millum túarbólkar. Undir guðstænastuni lósu umboð fyri nakrar av trúar- bólkunum upp dagsins tekst og annan tekst, ið hevði samband við guðstænast- una. Talan var um umboð frá Adventistakirkjuni, kat- ólsku kirkjuni í Havn, Frels- unarherinum og Hvítu- sunnusamkomunum. Fyri prædikuni stóð Føroya bisp- ur, Hans Jacob Joensen. Tað fyrsta av mongum Tiltakið í dómkirkjuni nýggjársdag var tað fyrsta av mongum tiltøkum í sam- bandi við fagnaðarárið fyri krisniboðan Føroya. Føroya Dómpróstur, Bjarni Bæk, sum eisini var til fagnaðarguðstænastuna, sigur fyri Sosialinum, at guðstænastan var fyrireikað av einum bólki, mannaðum við umboðum úr ymisku trúarbólkunum, ið luttóku í guðstænastuni. Hesin bólk- ur er nevniliga settur at fyri- reika og samskipa tey tiltøk, ið verða hildin í sambandi við túsund ára haldið, og helt bólkurin tað vera hósk- andi, at fagnaðárið varð sett við einari guðstænastu í dómkirkjuni. Seinni verða tiltøk hildin í ymisku samkomunum, og høvðustiltakið verður sjálv hátíðarguðstænastan hvítu- sunnudag, har drotningin verður hjástødd. Undirstrikaðu samanhaldið Bjarni Bæk, dómpróstur, heldur, at guðstænastan nýggjársdag, samstundis sum hon var innsetanin av fagnaðarárinum fyri kristni- boðan Føroya, eisini var ein undirstrikan av, at ymsiku kristnu trúarbólkarnir góð- kenna og virða hvønn ann- an, hóast teir ikki hava júst somu uppfatan av kristin- dóminum. – Trúarbólkarnir sýndu nýggjársdag alment, at teir standa saman um felags- skapin, vit hava í kristin- dóminum, hóast hetta ikki merkir, at ymsiku bólkarnir fara at broyta arbeiðsháttin innan júst teirra samkomu av hesum tiltakinum. Bjarni Bæk leggur aftur- at, at hann heldur, at tiltakið eydnaðist væl, og sigur hann seg hava frætt frá fólki, at tey upplivdu tiltak- ið, sum nakað positivt. JOHN JOHANNESSEN Hóast mongu stúranirnar kring heimin um, hvussu ártúsundskiftið fór at á- virka elektróniska útgerð kring allan heimin, spældi alt væl av kortini. Dóma- dagsprædikurnar hildu ikki. Talan var bert um smávegis trupulleikar. Danska blaðið Jyllands- posten hevur fylgt við, hvussu ár 2000 trupulleikin hevur gjørt um seg kring heimin. Blaðið veit úr Týsklandi at siga frá, at eitt felag hjá nøkrum týskum tíðindafólkum brádliga fekk næstan 4 milliónir týskar markar inn á konto sína. Ein annar kundi í ein- um banka fekk 13 milliónir markar inn á konto sína. Hildið verður í báðum før- um, at talan er um ár 2000 trupulleikar. Í Svøríki fingu trý sjúkra- hús trupulleikar við sokall- aðu ekg-maskinunum, ið verða nýttar til at halda eygað við hjartarútmuni hjá sjúklingum. Maskinurnar vístu ár 1900 í staðin fyri ár 2000 í ein hálvan tíma, áðrenn fólk uppdagaðu, hvat var galið. Í Onglandi brutu 10.000 gjaldskortterminalar saman teir fýra dagarnar framm- anundan ártúsundskifti- num. Ein central telda, ið júst goymir upplýsingar í fýra dagar, kláraði ikki ár 2000, og tí máttu fleiri tús- und handlar heita á kundar sínar um at gjalda kontant ella avgreiða kortgjaldið manuelt. Í Italia sendi telefyritøk- an, Telecom Italia, rokning- ar út fyri fyrstu tveir mán- aðirnar ár 1900. Í Spania máttu starvs- fólkini á einum elverki stýra streymveitingini manuelt, tá teldan, ið skuldi rokna styrkina til streym- veitingina út, breyt saman. Harafturat sluppu starvs- fólk á einum atomverki í Spania ikki framat einum trygdarøki, orsakað av ár 2000 trupulleikum. Í Japan fór útgerðin til at mála geislanina á einum kjarnorkuverki, men hetta ávirkaði sambært umboðs- fólkum hjá verkinum ikki trygdina. Afturat hesum fingu tólv japonsk megl- aravirki trupulleikar, tá virki nýttu allan sunnudag- in at royndarkoyra teldu- kervið í sambandið við jap- anska gjaldoyramarknaðin. Eisini fór ein skipan, ið savnar upplýsingar til smá flogfør. Í Suður-Korea máttu 900 íbúðir í høvuðsstaðnum trína inn í ár 2000 uttan hita. Hitaskipanin breyt saman og hitin hvarv. Teld- ur á einum sjúkrahúsið í Suður-Korea skrásettu tað fyrst fødda barnið ár 2000 til at vera 100 ára gamalt. Í Australia hava tveir statir fingið trupulleikar við bussferðaseðlaskipan- um. Í Kanada sýntust lykl- arnir til trygdarrúmið hjá verjumálaráðnum ikki at vera ár 2000 tryggir. Í USA komu boð frá sjey atomorkuverkum um trupulleikar, men trupul- leikarnir ávirkaðu hvørki streymveitingina ella trygdina. Ein reaktorur hevði trupulleikar við skipanunum, ið halda eygað við rørðslu inn og út frá stáluøkjum, men villan varð beinanvegin rættað. Ein annar reaktorur fekk eisini smávegis trpulleikar, men eisini hetta brekið varð beinanvegin rættað. 150 spælimaskinur við eina ríðibreyt gingu fyri, men kundu beinan vegin gerast aftur. US Naval Observatory, ið hevur almennu skylduna at rokna støðuna hjá jørðini og hinum gongustjørnunum, segði beint eftir midnátt árið at vera ár 19.000. Annars frættist ikki um stórvegis ár 2000 trupull- eikar, hvørki í Føroyum ella úti í heimi. EIRIKUR LINDENSKOV Rás 2, nýggja útvarps- støðin í Havn, hevur nú rættuliga brynjað seg til framleiðslu av sending- um, og fyrsta dagin kem- ur støðin við sendiskrá, ið verður útbygd sum frálíður. Støðin hevur sett átta fólk í føst størv, og sum frálíður verða fleiri free- lancefólk sett. Manningin á støðini er nú hendan: Suni Jacobsen, fyritaks- stjóri Petur Jacobsen, tøkni- leiðari Jan P. Jacobsen, vevstjóri Ó. J. Rólantsson, pro- gramleiðari Sonne Smith, tíðinda- leiðari Laila Jacobsen, tónleika- leiðari Ronnie petursson, tøkn- ingur Ronnie Poulsen, tøkn- ingur Rás 2 hevur sett átta fólk EIRIKUR LINDENSKOV Tað merkist hjá Útvarpi Føroya, at kappingar- neytin nú brynjar. Fyrsta avleiðingin er, at vælum- tókta sendingin, Koyri- breytin, sum tey bæði Óla Jákup Rólantsson og Laila Jacobsen hava staðið fyri, nú er tikin av skránni. Óla Jákup Rólantsson er settur sum program- leiðari hjá nýggju út- varpsrásini, meðan Laila Jacobsen er sett sum tón- leikaleiðari. Tað eydnaðist Sosiali- num hvørki at fáa fatur á Jógvani Jespersen, út- varpsstjóra ella Jógvani Arge, programleiðara, áðr- enn blaðið fór til prenting- ar. Í seinastu sendingin fyri jól boðaði Óla Jákup Ról- antsson frá, at framtíðin hjá Koyribreytini var iva- som. Á heimasíðu útvarpsins verður upplýst, at Koyri- breytin er tikin av skránni. »Koyribreytin« tikin av skránni Nú Óla Jákup Rólantsson er vorðin programleiðari hjá Rás 2, er Koyribreytin tikin av skránni hjá ÚF