mikudagur 5. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
EIRIKUR LINDENSKOV
Hóast kønastu roknilærarar
hava sagt okkum, at vit nú
eru farin inn í seinasta árið
í 20. øld, og harvið eisini
seinasta árið í hesum tús-
undárinum, so hava fólk
hildið uppá, at øldin er
runnin - og at vit nú eru
komin inn í 21. øld.
Men soleiðis var lagið
ikki fyri 100 árum síðani, tí
tá ivaðust tey ikki.
Føroyingatíðindi skrivar
4. januar í 1900 undir yvir-
skriftini: »Nýggjár« so-
leiðis:
Árið 1899 er úti, og vit
ganga nú á seinasta ári í
árhundraðinum. Kasta vit
eyguni aftur á tað runna ár-
ið, so hava vit at minnast
ikki so lítið av góðum og
glaðum løtum, men tær eru
so samansjóðaðar við harm
og stríð sum alt verðsligt.
Sjálvsagt er, at vit, sum í
felag hava sligið okkum
saman til at fremja okkara
tjóðskap, hyggja aftur um
bak og granska eftir, um vit
hava vunnið nakað fram ella
hava farið aftur í tí árinum,
sum svann.
– Yrkjarin kvæð á sinni:
»Aftur er runnið árið eitt,
hyggjið nú aftur um bak;
flestir siga, at árið var feitt;
eg sigi, tað var rak
Grindir drupust, ei fiskur
treyt
Tó sigi eg, at árið var rak,
málið ei rósar av
Ikki slapp tað undir tak;
enn á gaddi tað svav….«
Soleiðis vilja vit vist nógvir
siga um árið 1899. Tað hev-
Fyri 100 árum síðani var eingin ivi um, nær aldarskifti var:
361 dagar til aldar-
og ártúsundskiftið
Teir gomlu vóru ikki í iva um aldar-
skiftið. Ár 1900 var síðsta árið í 19.
øld
Fyrsta
árið
byrjar
við ár 1
Nógv hava sein-
astu tíðina sett
sær spurningin:
Nær er aldar-
skiftið?
EIRIKUR LINDENSKOV
Spurningurin er aktu-
ellur, tí vit hava júst
skift
áratíggju.
Á
nýggjárinum 1990 og
aftur í 1991 tosaðu fólk
um, at nú fóru vit inn í
nítiárini. Tað sama
kjakið hava vit í dag.
Bæði á nýggjárinum
hesaferð og á komandi
nýggjári, 2001, fara
fólk at tosa um, at nú
fara vit inn í nýggju
øldina - og harvið inn
í nýtt túsundár. Hetta
er kanska ikki so ein-
falt. Hví byrja nítiárini
ikki bara, tá árstalið
byrjar við níggju?
Tað sama kundu vit
sagt um, at túsundára-
skiftið skuldi verið, tá
talið byrjar við 2, men
soleiðis er tað bara
ikki.
Í byrjanini av ári 1
byrjaði fyrsta árið,
fyrsta tíggjuárið, fyrsta
hundraðárið og fyrsta
túsundárið. Tá eitt ár
varar eitt ár, eitt tíggju-
ár tíggju ár og eitt
hundraðár 100 ár og
eitt túsundár 1.000 ár,
so má tað fyrsta árið
vara ár 1 at enda, tað
fyrsta tíggjuárið til
endan av 10. árinum
og hundraðárið til end-
an av ár 100 og at enda
túsundárið til endan av
ár 1.000.
Tí má ár 2 byrja á 1.
januar ár 2, næsta
tíggjuárið 1. januar ár
11, tað næsta hundrað-
árið 1. januar ár 101 og
næsta túsundárið 1.
januar 1001.
Triðja
túsundárið
byrjar tí 1. januar ár
2001.
Føringatíðindi 31. januar
1900 skriva eisini um fram-
gongd, sum hevur verið at
merkt í farna árið.
» – Jógvan Poulsens bíbl-
isøga er prentað og útgivin
í árinum, og hopast má, at
hon verður okkara fólki til
frama.
Vit mugu siga, at tey ár-
ini, sum runnin eru síðani
hetta blaðið kom út fyrsti
ferð, hava borið framburð
til landið. Frammanundan
átti Førjar eitt blað, »Dimm-
alætting«, og hetta blaðið
var gamalt av árum, men
gekk aleina; eingin trongd
var til meiri á tann hátt, fyrr
enn »Føringatíðindi« kom
út millum manna. Tá kom
tann vælsignaði hugurin til
at skriva og lesa, og nú
hendan
greinin
verður
skrivað, nú eiga Førjar 4
bløð umframt »Dimmalætt-
ing« og »Føringatíðindi« og
tvær prentusmiðar. At »Før-
ingatíðindi« eigur ærina fyri
hendan stóra framburð er
eyðvitið og erkennt av øll-
um«, skrivar blaðið á for-
síðuni um „árið, sum fór“
31. januar 1900.
Blaðstýrari á Føringatíð-
indum um hetta mundið er
R. Effersø. Men hann er eft-
ir øllum at døma sjúkur, tí
nevnt verður í blaðnum, at
blaðnevndin greiður blaðið,
ur kannske verið eitt rakár,
málinum viðvíkjandi, men
stundin er til at granska, hví
árið var so rak. Teir flestu
av okkum munnu neyvan
hava væntað nakað fitiár í
tann máta, og vit eru tí held-
ur ikki so narraðir. Leggja
vit merki til alt tað, sum
fyrifórst í tí gamla árinum,
so mugu vit siga, at 1899
ikki hevur verið nakað ringt
ár. Vit hava í árinum fingið
eina sálmabók frá Føringa-
felag í Kjøbinhavn; eina
søgubók hevur landsmaður
okkara dr. Jacobsen veitt
okkum, og vit gingu av ári-
num við vón um um at fáa
eina bók afturat. Líkaleiðis
gingu vit út av árinum við
góðum vónum um eitt nýtt
almannagagnligt
máls
frama, eg meini háskúla-
málið. Okkara góðu lands-
menn Símun Skarð og Ras-
mus Rasmussen hava jú
byrjað háskúla norður í
Vági, og tað er gleðiligt at
frætta, at hetta málið hevur
vunnið størri týdning hjá
okkara landsmonnum, enn
tað kundi væntast eini slík-
ari fyritøku av nýggjum. Tí
kunnu vit siga: nógv er eftir
at ynskja enn , men væl er
vunnið. Tað er ikki meiri
enn bíligt at takka teimum
monnum, sum so treystliga
hava tikið fatur í eitt mál og
plantað tað í Førjum. Vit
mugu tí eisini gera alt, hvat
vit eru mentir, til at styðja
teir og ynskja alt gott omana
yvir teir og sakina….«
Nýggja øldin
byrjað 1901
Í aldarinnar fyrstu útgávu av
Føringatíðindum, 31. januar
1901 kunngerð blaðið, at
nýggj øld er byrjað. Undir
yvirskrivtini
»Nýggjár«
skrivar blaðið:
–· Tað gamla árið og tað
gamla árhundraði fór til
gravar, og eitt nýtt ár er
runnið upp og eitt nýtt ár-
hundrað við tí. Ein, sum
ansar nakað eftur lívinum,
soleiðis sum tað verður ført
manna millum, við leggja
til merkis, at maður av
manni leggur sær eina við,
at tríva eftir hvørjari rímu-
ligari og órímuligari grund
til at stutleika sær. Ein hevur
eisini lagt merki til, at ár-
hundraðskiftið av fjøldini
skal brúkast sum eitt maka-
leyst páskot til at sýna kát-
heit og lættsinni. Um nú eg
ella tú vildi funnið, at ár-
hundraðskiftið, var eitt
makaleyst tíðsrum til at at
lata kátheit og lættsint fjas
kvílt eitt bil, og í staðin fyri
brúkt stundina til álvara
tankar, so verður tú bara
vissur í at bæði tú og eg
vildi verið hildnir fyri spát.
— Vóru Føringar fyrr
bundnir í pátrúgv og sjálv-
góðheit, so eru teir nú mest
byrjaðir við at fjálga um tað
lættsinni og følisleysheit,
helst andliga lívinum við-
víkjandi, sum er »moderne«
aðrastaðnis í verðini. Slíkt
vindur alt meiri og meiri
uppá seg. Tað, sum nøkur
ár síðani var so ilt, at tað
mátti goymast í krókinum,
tað verður nú opinbarliga
framborið og sett í hásætið
av tankaleysum »fram-
burðsmonnum« sum einans
hava fyri eyga at framseta
»djarvar« meiningar og
tankar (óføra ofta tonktar og
meintar fyrr) »fyri at gera
seg til« av teimum. —
»Føringat.«, hevur til mál
at fremja og styðja tað
gamla, og eisini at fáa Før-
ingar til at gange fram í øll-
um lutum. Vit hava tí ikki
til meining, at stongja folk
úti fra tí, sum fyriferst í
verðini ella at krógva teir
fríðu, nýggju tankar, sum
setast fram. Tó vil okkara
blað sum eitt hvørt menn-
iskja við røttum sinni velja
og vraka eftir besta tykki
ímillum tað góða og tað
skaðiliga »nýggja«, og ikki
svølgja alt nýtt, bara fyri
skinnið skyld.
Dimmalætting fekk kapping
Umframt alt tað føroyska
tilfarið, so viðgera Før-
ingatíðindi eisini uttan-
landstilfar. Tað, sum um
hetta mundið hevur ser-
ligan áhuga er Boara-
kríggið í Suðurafrika.
4. januar í 1899 skrivar
blaðið:
»Sum áður er greitt frá
herjaði 28. nov. ein eing-
ilskur herførari — Met-
huen er hann nevndur —,
við sínum liði á Boarnar,
sum royndu at forða hon-
um at sleppa norð um
ánna, ið nevnist Modder
River. Bardagin vardi all-
an dagin við miklum
mannafalli. Eingilsk bløð
siga, at Boarnir har høvdu
11.000 menn — týsk bløð
siga, at teir vóru ikki meir
enn 3.000, og at Eingilsk-
menn har mistu meir enn
1.000 —. Hendan dagin
líka sum dagarnar framm-
anundan, 25. - 27., sigir
Methuen seg hava haft
góða framgongd, tó at
mannafallið var stórt.«
Transvaalbardagin
stóran áhuga
Árið 1900 var eitt sjúkligt
ár, skriva Føringatíðindi í
1901.
Einans Sørvágssjúkan ger
tað merkiligt á tann hátt. Í
árinum doyði fleiri merkis-
menn, sum fyrr eru nevndir
í blaðnum.
Fiskiár má árið kallast.
Skipsfiskiskapurin var góð-
ur, tí prísurin var høgur.
Annars var fiskarúgvan ikki
so nógv sum teimum góðu
árini frammanundan.
Harafturímóti kann árið
hvørki roknast fyri fugla-
ella seyðaár, men grindaár
kann tað kallast. Grind
doyði í Vágum, í Vestmanna
og »norður í sundi«
— Stórhvalaveiðan var góð.
Nærum 200 stórhvalir eru
førdir í land í Førjum í
árinum.
Óhapp hendi í hesum ári-
num sum fleiri fyrr bæði á
sjógv og landi. Batar fórist
og menn fullu, skrivar Før-
ingatíðindi um árið 1900.
200 stórhvalir førdir til landið í 1900
Eitt lítið ár er nú eftir,
til vit kunnu hátíðar-
halda nýggju øldina
Eingin ivi var um, nær aldarskiftið var, tá farið varð úr 19. í 20. øld
SVEINUR TRÓNDARSON
Í summar fer marknaðar-
leiðarin í SvF úr starvi.
Gunnhild á Rógvu Olsen,
hevur verið marknaðar-
leiðari í Sjónvarpinum í
eina tíð, hevur avgjørt at
fara úr starvinum í summ-
ar.
– Tað er rætt. Eg vil
fegin sleppa at royna okk-
urt annað, men hvat tað
verður havi eg ikki av-
gjørt enn, men møguliga
fari eg at útbúgva meg
meira, sigur Gunnhild,
sum hevur cand. merc. út-
búgvin, og sum serliga
hevur arbeitt við sølu og
marknaðarføring seinastu
tíðina.
Er orsøkin til at tú fert
úr starvinum, at SvF hev-
ur havt trupulleikar at fáa
fíggjarliga
partin
at
hanga saman?
– Tað er ikki beinleiðis
orsøkin, men tað er ein
partur av orsøkini. Tað er
til tíðir sera strævið, at
arbeiða á einum virki, ella
stovni, sum ikki hongur
saman fíggjarliga, tí tað
avmarkar møguleikarnar
at arbeiða við marknað-
arføringini, sigur Gunn-
hild.
– Tað er nú einaferð so,
at tá tú skalt undir eitt
marknaðarátak, so kostar
tað pening, og tað gloyma
fólk mangan, sigur Gunn-
hild, sum kortini leggur
afturat, at tað hevur ikki
verið trupulleikin í SvF,
men har hevur peningurin
ikki verið tøkur.
Fíggarliga ábyrgd
Seinastu tíðina hevur
Marknaðarleiðarin
í SvF fer úr starvi
Gunnhild á Rógvu Olsen, markn-
aðarleiðari í SvF, hevur sagt seg
úr starvi. Hon vil royna okkurt
annað, men verður kortini verandi
í starvinum til einaferð í summar
Gunnhild kortini ikki
bara tikið sær av tí
marknaðarliga partinum
hjá SvF, tí í eina tíð, hevur
hon eisini havt ábyrgdina
av fíggjarliga partinum,
sum fekk so stór skot fyri
bógvin seinasta summar,
tá tað kom fram, at SvF
var í álvarsligum fíggj-
arligum trupulleikum.
Tá kom fram, at SvF
ongantíð hevur havt kred-
itorstýring, sum í flesstu
førum er kravd, fyri at
kunna hava eina neyva
fíggjarliga stýring
– Vit eru farin undir at
gera broytingar, soleiðis
at vit betra um fíggjar-
stýringina, sigur Gunn-
hild, sum eisini fer at
hava ábyrgdina fyri fíggj-
arliga partinum til hon fer
frá í summar.
Bygnaðurin í SvF er so-
leiðis háttaður, at stjórin
hevur alla ábyrgdina av
rakstrinum, og higartil
hava krøvini til stjóran
ikki verið orða soleiðis,
at hann skal hava eina
fakliga útbúgving og eina
fíggjarliga
útbúgving,
sum í mongum førum er
treyting fyri at kunna
hava fíggjarligu ábyrgd-
ina av eini so stórari fyri-
tøku, sum SvF í veruleik-
anum er.
Um
hetta
verður
gongdin frameftir er ó-
vist, men landsstýrismað-
urin í mentamálum, Sign-
ar á Brúnni hevur sagt, at
ein møgulig avleiðing av
»fíggjaróskilinum« í SvF
verður, at ein fíggjarligur
leiðari skal setast.
6 í rútara endurskoðast
Nýggja spælið hjá Sjónvarpinum hevur fingið munandi minni undirtøku enn
ætlað var frammanundan, og tí verður skipanin við vinningunum í spælinum
endurskoða, sigur Gunnhild á Rógvu Olsen, marknaðarleiðari í SvF. Spælið
verður kortini ikki tikið av skránni
SVEINUR TRÓNDARSON
– Vit umhugsa í løtuni,
hvussu vit skulu gera við »6
í rútara«, sigur Gunnhild á
Rógvu Olsen, marknaðar-
leiðari í SvF.
Orsøkin til at SvF er farið
at endurskoða nýggjasta
spælið er heilt einfalt, at tað
gevur ov lítið av sær.
Í fjør summar kom fram,
at inntøkurnar hjá stovnin-
um vóru nógv minni enn
ætlað var frammanundan,
og tí varð eitt nýtt spæl sett
á skránna týsdag. Ætlanin
var, at hetta skuldi vera eitt
lætt og hugnaligt spæl, sum
skuldi fáa føroyingar at
spæla við og gita um hvør
goymdi seg á skíggjanum.
Tað er eftir øllum at døma
eydnast SvF at fáa fólka t
gita, men tað er ikki eydnast
teimum, at fáa fólk at gjalda
fyri at spæla við.
– Tað er eingin ivi um at
tað er stórur áhugi fyri
spælinum, tí tað er stuttuligt
at gita við, og tað er eingin
treyt, at tú skalt hava ein
seðil fyri at kunna gita við,
sigur Gunnhild, sum stað-
festir, at tað ikki er nóg á-
hugavert hjá fólki at spæla
við.
Er orsøkin til ov lítla
áhugan, at tað er ov lítið at
vinna í »6 í rútara«?
Marknaðarleiðarin í SvF hevur sagt seg úr starvi
savnsmynd
– Tað er møguligt, men
ein annar veruleiki er, at tað
eru so nógv spøl á markn-
aðinum, sum vit skulu
kappast við, og tíverri hevur
tað ikki verið til okkara fyri-
mun, sigur Gunnhild.
Gekkur heldur stand
Sum kunnugt hevur SvF
eisini Gekkin á skránni, og
tí spurdu vit Gunnhild, um
lítla
undirtøkan
eisini
smittar yvir á Gekkin.
– Nei, tað ger hon ikki.
Gekkurin hevur hildið stand
í mun til tað sum vit hava
mett hann til. Men tað eru
eisini tvey heilt ymisk spøl..
Vinningarnir í Gekkinum
eru nógv størri, og har er
eisini ein trygd fyri, at hevur
tú fult rað, so vinnur tú.
Henda trygdin er ikki í »6 í
rútara«, og tað er kanska ein
av orsøkunum til, at undir-
tøkan er so nógv minni enn
væntað. sigur Gunnhild.
Hon leggur kortini dent
á, at tað ikki verður upp á
tal í fyrsta umfari, at taka
spælið av skránni.
– Nei, tað verður tað ikki,
men at tað verður broytt, er
ikki óhugsandi, sigur Gunn-
hild á Rógvu Olsen, markn-
aðarleiðari at enda
Føroyskur nethandil áveg
Í eina tíð hevur tað uttanlands verið møguligt at keypa og gjalda við FR-korti
um internetið. Um ikki so langa tíð verður hetta eisini møguligt í Føroyum, og
tað er Farodane, sum er undangongufyritøkan á hesum øki
SVEINUR TRÓNDARSON
Tey, sum brúka internetið
vita, at tað í longri tíð hevur
verið møguligt at keypa og
gjalda vørur um internetið.
Higartil hevur hesin møgu-
leikin kortini avmarkað seg
til útlendskar fyritøkur, men
tað er ikki vist, at tað verður
so leingi afturat.
Tí á Farodane í Hoyvík,
arbeiða teir av grimd, við
at gera til eina skipan, sum
fer at gera tað møguligt at
keypa og gjalda um inter-
netið við FR-korti.
Læt okkum siga tað bein-
anvegin at skipanin er ikki
klár enn, men tað verður
hon eftir øllum at døma um
ikki so langa tíð.
Ein slík skipan, fer at lata
upp nógvar nýggjar sølu-
møguleikar hjá føroyskum
fyritøkum. Uttanlands er
ikki hissini hvat tey finna
upp á at selja um slíkar net-
handlar, men sjálvsagt eru
bøkur og fløgur vørur, sum
hava serligan áhuga.
Hetta verður eisini møgu-
ligt, tí Farodane ætlar at lata
aðrar fyritøkur fáa atgongd
til teirra skipan, sigur Rolf
H. Olsen, frá Farodane.
Og tað er ikki smávegis
framgongd hjá fyritøkum,
sum annars »bert« hava
brúkt internetið, sum »ordr-
askipan« skilt á tann hátt,
at kundar hava kunnað bí-
lagt vørur um netið, sum
síðani eru sendar teimum
við eftirkravið.
Strong trygdarkrøv
Tað verða sett sera strong
trygdarkrøv í sambandi við
handil um internetið.
Tvær ymiskar trygdar-
skipanir eru tá tað um FR-
korttransaktiónir á netinum
umræður.
Onnur teirra er sera tung
og stirvin, men hon er
tryggari enn hin, sum er
nógv einfaldari at brúka.
Kortini skal gerast greitt
beinanvegin, at báðar tvær
eru tryggar, tí sjálv trans-
aktiónin verður koda, ella
krypterað, sum tað eitur á
fakmáli, og tað inniber, at
eingin fær høvd ella hala á
tí sum fer fram.
Rolf H. Olsen, sigur, at
SSL-skipanin, sum er tann
skipanin, sum teir eru í holt
við at fáa sær, samstundis
er tann skipanin, sum verð-
ur brúkt av meiri enn 90
prosent av teimum net-
handlum, sum t.d.eru í Dan-
mark.
– Og tey allarflestu, sum
keypa um internetið, vilja
brúka SSL skipanina. Hin
skipanin, sum eitur SET, er
alt ov tung at brúka, og tí
gera mong tað, at tey avlýsa
keypi tá tey síggja, at tað er
SET skipanin, sum verður
brúkt, sigur Rolf H. Olsen.
Vit fara at frætta nærri um
nær nýggja skipanin hjá
Farodane verður tikin í
brúk.