Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 2 - 5. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 2 - 5. januar 2000 Havnarfólk arbeiða á skrivstovu og bygdarfólk liva av fiskivinnu Talva 1: Hendan talvan vísir, hvussu inntøkan hjá suðuroyingum er býtt sundur ímillum teir ymsu vinnubólkarnar. Sum tað sæst henda rættiliga stórar broytingar. Í 1. vinnuni broytist prosentparturin frá 31,9% av samlaðu inntøkunum í 1994 til 44,2% í 1998. Vøksturin er at kalla støðugur hvørt ár. Í teimum vinnugreinum, sum koma undir 2. vinnu, henda stórar broytingar. Tey fyrstu árini lækka inntøkurnar í prosentum úr 27,3% í 1994, niður í 21,3% í 1995, men í 1996 fer tað heilt fitt uppeftir aftur, uppá 33,4%. Síðani fella inntøkurnar um 5% um árið, niður á 23,1% í 1998. Hvat 3. vinnununum -tænastuvinnunum-viðvikar eru eisini stórbroytingar hendar í Suðuroynni, tí í 1994 til 1995 vóru yvir 40% av samlaðu inntøkunum í Suðuroynni úr tænastuvinnuni. Men í 1996 fellur tað heilt niður á 25,6%. Síðani er tað kvinkað eitt lítið sindur uppeftir aftur. Men samanlagt eru inntøkurnar í Suðuroynni av tænastuvinnum nógv falnar tey fimm árini frá 1994 til 1998, frá 40,8%, niður í 29,4%. Samanlagt kann sigast, at einasti vøkstur í Suðuroynni er í 1. vinnuni, tvs av fiskiskapi Bara 18% av øll- um inntøkum í Suðurstreymoy verða forvunnar við kropsligum arbeiði og yvir 80% verða for- vunnar í tænastu- vinnuni. Úti um landið er støðan tann beint øvugta ÁKI BERTHOLDSEN Í Suðurstreymoy arbeiða nógv tey flestu í tænastu- vinnuni. Men úti á bygd ar- beiða nógv tey flestu í fiski- vinnuni. Hetta er ein nið- urstøða av kanningini, sum fýra næmingar á stundenta- skúlanum í Suðuroy hava gjørt sum eitt lið í útbúgv- ingini. Tey fýra, Rakul Vang, Debora Hjelm, Elin Mortensen og Rúni Nielsen, hava gjørt eina kanning, har tey hava samanborið ymisk viðurskifti í fýra ymsum landspørtum í Føroyum. Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, hvussu grefligan mun, kanningin vísti, er í- millum inntøkurnar hjá teimum, sum búgva í Suð- urstreymoy og teimum, sum búgva úti um landið. Eitt nú er miðalinntøkan fyri hvørt fólk tríggjar ferðir so høg í Suðurstreymoy, sum hon er í Suðuroynni. Men kanningin vísir eis- ini, at tað er rættiliga av- gerandi munur, hvussu fólk úti á bygd og hvussu fólk í Suðurstreymoy forvinna sínar inntøkur. Høvuðsmun- urin er, at í Suðurstreymoy er tað bara ein heilt lítil part- ur av fólkinum, sum arbeið- ir í fiskivinnuni, ella í fram- leiðsluvinnuni annars, tí nógv tey flestu arbeiða í tænastuvinnuni. Úti um landið er støðan tann beint øvugta, tí har verða tær flestu inntøkurnar forvunn- ar í fiskivinnuni. Men hartil sæst eisini á hagtalstilfar- inum, sum næmingarir hava savnað saman, at tað henda rættiliga stórar broytingar úti um landið ímeðan støð- an lítið og onki broytist í Suðurstreymoy. Eitt nú eru inntøkurnar í tænastuvinn- uni í Suðuroynni heilt nógv minkaðar seinastu fimm ár- ini. Annars vísa talvurnar, at tey ymsu útjaðaraøkini hava tað felags, at tey øll missa tænastuvinnu, men at fiski- vinnan veksur. Kanningin hjá teimum fýra studenta- skúlanæmingum í Suðuroy vísir, at í høvuðsheitinum er allur vøkstur í útjaðaraøkj- unum í fiskivinnuni og tá mest av fiskiskapi. Hinvegin er vøksturin í Suðurstreymoy í tænastu- vinnuni. Tó sæst, at bæði í Megineysturoy og í Norð- oyggjum, hevur tæn- astuvinnan at kalla varðveitt sín týdning, tó at hon er fall- in eitt sindur. Harafturímóti er týdningurin av tænastu- vinnuni heilt nógv fallin í Suðuroynni hesi seinastu ár- ini. Tí vísir kanningin hjá studentaskúlanæmingunum eisini, at búskapurin í útjað- aranum er blivin tættari knýttur at fiskivinnuni, enn hann hevur verið og eisini tættari enn hann er í Suð- urstreymoy. Men ein avleið- ing av tí er eisini, at inn- tøkurnar í útjaðaranum eru nógv óstøðugari enn tær eru í Suðurstreymoy, tí gongdin í fiskivinnuni er upp og nið- ur alla tíðina. Talva 2: hendan talvan vísir, hvussu inntøkurnar í Suðurstreymoy eru býttar sundur ímillum teir ymsu vinnubólkarmar. Tað henda ikki tær stóru broytingarnar, men inntøkurnar av fiskiskapi fella og inntøkurnar á tænastuvinnuni eru komnar upp aftur á sama støðið sum í 1994. Í 1. vinnum. vinnunum eru broytingarnar ikki stórar, bara nøkur frá prosent. Men tað sæst, at fiskivinnan viknar í Suðurstreymoy, tí í 1994 vóru 9,6% av lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy av fiskiskapi og landbúnaði, men í 1998 var tað fallið niður á 7,2%. Hinvegin er aðrar framleiðandi vinnur styrknaðar eitt sindur t.d. bygging, smiðjur og skipasmíð, tvs tað, sum kemur undir 2. vinnur. Tær eru hækkaðar frá 9,2% í 1994, upp í 11,3% í 1998. Men størstu broytingar eru hendar í tænastuvinnunin, tí í 1994 vóru 81,2% av lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy í tænastuvinnuni, men bæði í 1995,1996 og í 1997 fullu inntøkurnar prosentvís, heilt niður á 68,9% í 1997. Í fjør er tó hent eitt veruligt skarvslop aftur, tí tá komu tænastuvinnurnar heilt upaftur á yvir 80% av samlaðu lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy. Gongdin er tann beint øvugta av henni í útjaðarunum, tí í Suðurstreymoy flytast inntøkurnar frá fiskivinnuni, yvir í tænastuvinnurnar, hóast broytingarnar ikki eru so stórar samanlagt. Talva 3: Hendan talvan vísir býtið í Megineysturoy. Tað fyrsta árið eru inntøkurnar hampiliga javnt býttar ímillum tær ymsu vinnugreinirnar, men munurin veksur hvørt ár og í 1998 eru inntøkurnar av fiskivinnu og aðrari framleiðslu vaksnar nokk so fitt, men inntøkurnar av tænastuvinnuni eru nógv falnar. Annars er gongdin í Megineysturoy lík teirri í hinum útjaðaraplássunum, sum kanningin fevnir um. Inntøkurnar av fiskivinnuni veksa stútt í prosentum av samlaðu lønarútgjaldingunum, í 1994 vóru tær 33,2% og í 1998 vóru tær 41,8% av samlaðu lønarúgjaldingunum. Hinvegin fella inntøkurnar í prosentum av fiskiídnaði og aðrari framleiðslu úr 36% í 1994, niður í 30,4% í 1998. Harafturat fella tænastuvinnurnar eisini, men ikki so nógv sum í Suðuroy, tær vóru 30,7% av samlaðu lønarútgjaldingunum í 1994 og 27,3% í 1998. Yvirhøvur sæst, at lønarúgjaldingarnar flytast úr 2. og 3. vinnu, yvir í 1. vinnu og tað er sama mynstur sum í hinum útjaðarunum. Talva 4: Hendan talvan vísir, hvussu inntøkurnar í Norðoyggjum eru býttar sundur ímillum tær ymsu vinnugreinarnar. Eisini her sæst, at í 1994 er ikki so stórur munur ímillum inntøkurnar av fiskiskapi og tænastuvinnuni, men at munurin veksur fram til 1998. Gongdin her er tann sama sum í Suðuroynni og Megineysturoy, at inntøkurnar verða fluttar úr tænastuvinnuni, yvir í fiskivinnuna. Í Norðoyggjum vóru 37% av lønarúgjaldingunum í fiskivinnuni og øðrum 1. vinnum í 1994, men í 1998 eru prosentparturin komin upp á 44,7%. Í 2. vinnum er eisini ein minking, úr 22,8% í 1994, niður í 19,4% í 1998. Tilsvarandi broyting er í tænastuvinnuni, sum minkaði úr 40% av samlaðu lønarútgjaldingunum í 1994, niður í 35% í 1998. Eisini í Norðoyggjum sæst sostatt, at inntøkur verða fluttar úr tænastuvinnuni og 2. vinnum, yvir í 1. vinnuni og tað er, eins og í hinum útjaðaranum, vøkstrinum í fiskivinnuni fyri at takka. Viðmerkingar til talvurnar Beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, ringdi Hans Pauli Strøm, hagfrøð- ingur á Hagstovu Føroya og gjørdi vart við, at kanningin hjá studentaskúlanum í Suðuroynni er eitt sindur misvísandi, um ikki nøkur fyrivarni verða tikin. Tað eru í sambandi við lønarútgjaldingarnar í teim- um ymsu pørtunum í land- inum í blaðnum í gjár, og hvørjum vinnum fólk í yms- um pørtum í landinum ar- beiða í (greinin omanfyri), at hagfrøðingurin hevur nøkur fyrivarni. Hann sigur lønarútgjald- ingarnar eru ikki skrásettar, har løntakarin býr, men, har arbeiðsgevarin er skrásettur. Tvs, at allar lønir til allar lærarar í Føroyum, poli- tistar, øll hjá toll & skatt, hjá almannastovuni, lands- verkfrøðinginum, SEV o.s.fr., skrásettar í Havn, sama hvar í landinum løn- takarin annars býr. Av tí sama skulu skulu upplýsingarnir um, at mið- Tríggir høvuðs- bólkar Í yvirlitinum yvirav, eru tær ymsu vinnugreinir- nar býttar sundur í tríggjar høvuðsbólkar: 1. vinna er: Fiskiskap- ur, landbúnaður, ali- og kryvjivirki og ráevnis- vinna. Tvs, at talan er um vinnur, sum fáa síni rá- evni beinleiðis úr nátúr- uni. 2. vinna er: Fiskaar- beiði, skipasmíð, smiðj- ur, bygging, framleiðsla annars og orkuveiting. 3. vinna er: Handil og umvæling, gisting og matstovur, sjóflutningur, flutningur annars, post- ur, fjarskifti, fígging, trygging, vinnuligar tæn- astur, húsarhaldstænast- ur, almenn fyrisiting, undirvísing, heilsu- og almannaverkið og fel- agsskapir Ótilskilað vinna er: Vinnur, sum eitt nú ikki eru ordiliga skrásettar í samskiftinum ímillum hagstovuna og lønar- myndugleikarnar á stað- num. Men hesi tølini eru so smá, at tey hava lítlan og ongan týdning og tey broyta á ongan hátt heildarmyndina allønin í Havn er tríggjar ferðir so stór sum í Suðuroy og at næstan ongin tænastu- vinna er úti um landið, tak- ast við allar størsta varsemi, – Tí, sum sagt, eru løn- irnar til nógv fólk í nógvum ymsum vinnum kring land- ið, skrásettar sum lønir, ið eru útgoldnar í Havn, sigur Hans Pauli Strøm, hagfrøð- ingur á Hagstovuni. Ein avtala í samgongu kann beina fyri heilum veiðihættum Avtalan í sam- gonguni um at strika stuðulin til at endurnýggja fiskiflotan fyri, kann føra til álv- arsligar broyt- ingar í fiskivinn- uni, sigur Fiski- mannafelagið ÁKI BERTHOLDSEN – Í síðsta enda kann avtalan ímillum samgonguflokkar- nar føra til, at ávís fiskasløg als ikki verða fiskað. Tað er Fiskimannafelag Fiskimannafelag, sum finst at avtaluni, sum herfyri varð gjørd ímillum teir tríggjar samgonguflokkarnar, fólka- flokkin, sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin um stuðul til at endurnýggja fiskiflotan fyri. Afturfyri at strika stuðul- in, skal tað vera púra frítt at handla við fiskidøgum í- millum skipini í feskfiska- flotanum. Tó skuldi útróðr- arflotin verða friðaður. Á ársfundinum hjá fiski- mannafelagnum Fiski- mannafelagnum í Havn á ársins triðseinasta degi, segði Óli Jacobsen, formað- ur, at avtalan um at strika játtanina til at endurnýggja fiskiflotan fyri, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fiskiskapin. Kann vera skilagott Óli Jacobsen segði, at hig- artil hava vit havt eitt ávíst frælsi til at keypa og selja fiskidagar, men bara ímill- innaru leiðunum. Djúpvatnstrolararnir fiska fyrst og fremst kongafisk, svartkalva og blálongu, o.a., á ytru leiðunum. Línuskipini fiska mest tosk og hýsu, men hava eiini vanliga vanliga fiskað ta brosmu og longu, sum fæst undir Føroyum. Óli Jacobsen sigur, at hetta merkir, at skip hava mestsum lagt seg eftir hvør sínum øki á ein slíkan hátt, at øll fiskasløg verða skila- gott troytt við einum hampi- liga jøvnum trýstið á grunn- arnar. Einki mark Óli Jacobsen sigur, at sum tað skilst, skal nú onki mark verða fyri, rættindunum at keypa og selja fiskidagar. – Hetta merkir, at partrol- arar kunnu eitt nú keypa rættindi frá línubátunum. – Og tað merkir, at hvørki brosman ella longan verða fiskað. – Hetta merkir eisini, at línuskip kunnu keypa dag- arnar hjá partrolarunum. – Men hendir tað, verður upsin ikki fiskaður, sam- stundis, sum trýstið økist á toskin. – Tað kann eisini merkja, at djúpvatnstrolarar kunnu keypa partrolarar ella línu- skip. – Men hendir tað, verður kongafiskurin ikki fiskaður, samstundis sum trýstið á toskin, hýsuna og upsan, herðist. Óli Jacobsen sigur, at vit hava longu fingið eina á- bending um, avleiðingarnar av eini slæikari skipan. – Herfyri gav landsstýrið um skipini í hvørjum bólki sær. – Og tað kann saktans vera skilagott. Tí, eitt nú, má tað verða meiri lønandi at hava tvey skip við 300 fiskidøgum í part, heldur enn at hava trý skip við 200 fiskidøgum í part. Hann sigur, at undantikið útróðrarflotan, eru tað trígg- ir høvuðsbólkar av skipum, sum fiska botnfisk, nevni- liga partrolarar, djúpvatns- trolarar og línuskip. Partrolararnir fiska fyrst og fremst upsa á teimum djúpvatnstrolarunum loyvi til at fiska tosk og hýsu á innaru leiðunum. – Hetta hevur skapað virkjunum trupulleikar at røkja marknaðirnar fyri tann fiskin, sum vanliga verður fiskaður á djúpum vatni. – Hendan nýgja avtalan kann skapa heilt álvársligar broytingar í fiskivinnu- mynstrinum og kann í sein- asta enda beina fyri heilum fiskihættum, segði Óli Jac- obsen í ársfrágreiðing síni á ársfundinum hjá Fiski- mannafelagnum. Einki uttan lótir Óli Jacobsen sigur, at tað er eitt lætt og einfalt sjónarmið at siga, at fiskivinnan skal ikki fáa nakran sum helst studning, hvørki til rakstur ella til endurnýgging. – Men so einfaldur er veruleikin ikki, tí tørvurin er nevniliga ymiskur, sigur felagsformaðurin. – Og tað er ongin ivi um, at tørvurin er størstur hjá feskfiskaflotanum undir Føroyum, sum vanliga hev- ur havt tey vánaligastu, fíggjarligu úrslitini. Orsøkin til tað, er tann einfalda, at hesi skip eru noydd til at avreiða fiskin óvirkaðan, fyrst og fremst til virkini á landi. Hetta er heilt greitt meiri ólønandi enn at virka fiskin umborð. – Og eingin kann vænta, at ein vinna, kann megna at endurnýggja seg sjálva, við eini slíkari avmarking. Óli Jacobsen segði, at tá ið nú vinnan skuldi vera so fræls, sum tað tykist at hon skal vera, so eigur fiskivinn- an eisini at vera veruliga fræls. – Tí eiga reiðarar at sleppa at byggja skip, sum geva besta møguleika fyri einum fíggjarligum avkasti. – Og tí eiga bannið ímóti at virka fisk umborð á skip- unum, at verða tikið av. Óli Jacobsen sigur, at verður hetta ikki gjørt, er alt prát um at vinnan skal end- urnýggja seg sjálva, einki uttan lótir. Fiskimenn sera illa nøgdir við ALS ein part lagt upp fyri, at tað var munur á starvsviður- skiftunum hjá fiskimonnum og t.d. starvsmonnum. – Hjá einum starvsmanni er stðan einføld: Antin hev- ur hann arbeiði, ella er hann arbeiðsleysur. Hjá einum fiskimanni er støðan øðrvísi, tí hann kann lættliga vera arbeiðsleysur í fleiri mánaðir, hóast hann hevur arbeiði. Eitt nú kann tað henda, at skip liggja ein, ella fleiri mánaðir til ymsar umvæl- ingar og sostatt fáa teir, sum eru knýttir at skipinum onga inntøku hesa tíðina. –Fyrr kundi ALS taka slík mál upp og játta fiskimonn- um afturvirkandi ALS- stuðul, segði Óli Jacobsen. Sostatt varð lagt upp fyri umstøðunum hjá fiski- monnum, tí hjá teimum ber tað nú einaferð ikki til at siga 100%, nær teir eru arbeiðsleysir og, nær, teir ikki eru tað. – Men seinast, lógin varð broytt, vórðu fiskimenn og starvsmenn kroystir saman undir somu reglu. Hetta hevur elvt fiskimonnum til nógvar trupulleikar, tí nú hendir tað seg javnan, at teir fáa ongan ALS stuð- ul, hóast teir eru arbeiðs- leysir. Óli Jacobsen sigur, at einasti møguleiki, teir nú hava fyri at sleppa í ALS skipanina, er við meiri ella minni veruligum upp- sagnum, og tað kann ikki vera rætt, sigur hann. Hann sigur, at tí hevur Fiskimannafelagið heitt á landsstýrið um at broyta reglarnar. Annars kundi ein møguleiki verið at býtt ALS sundur. Óli Jacobsen heldur, at tað er kanska ikki rímiligt, at skipanin við uppískoytisveiting, sum eitt nú fólk á fiskavirkjum fáa, er ein arbeiðsloys- iskipan. Kanska skuldi tað held- ur verið ein vinnuskipan, og kundi tað sama verið gjørt fyri fiskimenn, sum bæði eru, og ikki eru, ar- beiðsleysir. – Í øllum førum eiga hesi viðurskifti at verða tikin upp, so at vit fáa eina greiða skipan fyri fiski- menn, sigur Óli Jacobsen, sum eisini hevur skrivað landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum bæv við áheitan um at broyta ALS. Fiskimannafel- agið vil hava landsstýrið at broyta treytir- nar hjá fiski- monnum í ALS ÁKI BERTHOLDSEN Fiskimenn eru sera illa nøgdir við ALS, tí teir føla, at teir bara betala, uttan at fáa nakra veruliga nyttu av skipanini. Á ársfundinum hjá Fiskimannafelagnum, segði Óli Jacobsen, for- maður felagið vildi hava treytirnar hjá fiskimonn- um í ALS, broyttar. Óli Jacobsen segði, at tá ið ALS kom, varð fyri Ársfundurin hjá Fiskimannafelagnum á ársins triðseinasta degi var væl mannaður. Á fundinum ávaraði felagsfor- maðurin ímóti at gera ræsurnar til at keypa og selja fiskidagar, ov rúmar. Men hann vil hava størri frælsi til at virka fisk umborð á skipunum Fiskimenn bara betala til ALS, men fáa ov lítið aftur. Á ársfundinum hjá fiskimannafelagnum segði Óli Jacobsen, at tey vildu hava reglarnar broyttar